Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 205 - 24. oktober 2001 Nr. 205 - 24. oktober 2001 7 Býráðslimurin hjá kollfirðingum helt á borgarafundi í Kollafirði mána- kvøldið, at ítróttar- høllin er eitt luskus- mál. Skúlin er meira átrokandi helt hann. Men ikki øll vóru samd BORGARAFUNDUR Edvard Joensen Kollafirði: Tá kollfirðingar hildu borgarafund mána- kvøldið, vóru ymsar mein- ingar um, hvørt skúli og ítrótarhøll skuldu byggjast í einum, ella hvørt sær. Men tey flestu vildu hava bæði. Býráðslimurin og løgtings- maðurin úr Kollafirði, Jákup Suni Joensen, helt, at ítróttarhøllin er ein luksus- trupulleiki, sum kann rað- festan aftan á skúlan. Klokkan er júst farin av sjey. Tað er mánakvøld, og kollfirðingar eru farnir, maður av húsi, í bygdar- húsið at hoyra, hvat býráðs- politikarar úr Havn og onnur, sum hava eitthvørt upp á hjarta, hava at siga um politisku støðuna í Kollafirði, nú kollfirðingar kenna seg tiknar við nøs- ina, tí útlitini fyri ítróttar- høll og skúla eru svinnandi. Og teir komu og settust við pallborðið. Teir politik- arar og fyrrverandi politik- arar, sum høvdu við komm- unusamanleggingina at gera, umframt onkur, sum er valdur í Tórshavnar Bý- ráð eftir samanleggingina. Ein teirra, sum sat við pallborðið í Kollafiðri mánakvøldið, var fyrrver- andi bygdarráðsformaðurin í Kollafirði, Hans Jacob Hansen. Hann fegnaðist um sam- anleggingina, og vísti á alt tað virksemið, sum nú er inni á Langasandi. Tað hevði ikki verið komið, helt hann, um ikki varð lagt saman við Tórshavnar Kommunu. Og hann fekk undirtøku frá fleiri av fund- arluttakarunum, sum høvdu orðið seinni. Rás Tórshavn Hóast kollfirðingar hava latið frætt, at teir fegnir vilja hava bæði ítróttarhøll og skúla, helt Leivur Han- sen, býráðslimur og fyrr- verandi borgarstjóri í Havn, ikki, at tað var tað stóra ynskið, seinast borgara- fundur var í Kollafirði. Hann segði seg minnast fyri vist, at tey allarstørstu ynskini hjá kollfirðingum tá vóru at sleppa at síggja Rás Tórshavn og koyra bíliga við Bussleiðini. Tey ynskini eru bæði uppfylt, vísti Leivur Han- sen á, men ásannaði tó, at tað enn eru eini 20 hús í Kollafirði, sum ikki síggja Rás Tórshavn. At ítróttarhøllin skuldi standa so øgiliga frammar- laga, helt hann, var komið upp seinni. Og eingin skrivlig avtala er gjørd um tað, vísti hann á. Luksusprojekt Kollfirðingurin í Tórshavn- ar Býráð, Jákup Suni Joen- sen, nevndi ítróttarhøllina fyri eitt luksusprojekt. Við tí vildi hann siga, at tann trupuleikin, at koll- firðingar onga ítróttarhøll hava, var minni enn tann, at skúlavirðurskiftini í Kolla- firði eru sera ring. Hann helt tó iki, at høllin átti at strikast, men heldur kundi hon verið raðfest aftan á skúlan. Eisini helt Jákup Suni Joensen, at verkætlanin var í so stórsligin og dýr, og at tað gjørdi einki, um ein bíligari útgáva av ítróttar- høllini varð gjørd. Tað varð víst á á fund- inum, at gamla hallara- nevndin var skift út við eina nýggja, og at hendan nýggja kanska ikki var so sinnað at gera høllina, nú ein var komin i Hoyvík. Men Jákup Suni Joensen helt ikki, at nøkur grund var fyri at stúra fyri tí. Men hann heitti á fólk um at lata halarnevndina fáa frið at arbeiða, so skuldi nokk okkurt spyrjast burturúr. Ymsir flokkar Fundarfólkið fekk eisini mikrofonina, og ymiskt var, sum tey vildu raðfesta. Onkur vildi hava høllina beinanveg, og tann, sum fór longst, helt, at tað gjørdi ikki petti, um kollfirðingar fóru til Havnar í skúla, um bara ítróttarhøllin varð bygd. Men tað verður nokk ikki bara sum at siga tað, varð upplýst, tí skúlarnir í Havn hava sanniliga eisini hølis- trupuleikar, eins og tann í Kollafirði. Onkur av pallborðslut- takarunum ávaraði í móti, at kollfirðingar býttu seg í tveir bólkar, soleiðis at tað gjørdust tey fyri skúlanum móti teimum fyri høllini. Tað fór at vera tað ringasta, sum kundi henda, varð hildið. Ført varð fram, at tað var helst rættast at byggja upp í verandi skúla, sum gjørt hevur verið fyrr, og so fáa eina bíligari ítróttarhøll uttan skúlastovur. Tað vil siga ein bygning í einari hædd uttan ta undirhædd- ina, sum annars var ætlað til serstovur. Men tað hildu onnur ikki vera nakra góða loysn. Tað mátti tó verið bíligari at bygt saman og so fingið nýtt somu hentleikarnar í bæði skúla og høll. Hugsað varð um ymisk felagsrúm sum til dømis wc, baðirúm, goymslur og so framvegis. Skúlaleiðarin í Kollafirði vísti á, at skúlin hevur út av lagi vánalig hølisviður- skifti, og hon heitti staði- liga á politikararnar um ikki at taka høllina fram um skúlan. Ikki tí, at hon hevði nak- að petti í móti høllini, segði hon. Men ásannaði bara, at um høllin fyrst varð bygd uttan skúlastovur, fór at verða seinur dagur, áðrenn nakað varð bygt afturat til skúla. – Tað verður so ikki í mínari tíð, staðfesti hon. Hons vísti á, at skúlin hevur onga skúlastovu, sum ætlað er til meira enn 15 børn, men at tað íðiliga ganga bæði 25 og upp til 28 børn í flokkunum, sum brúka stovurnar. Hon visti, hvat hon tosaði um, og eingin var heldur í iva um eftir fundin, at kollfirðingar halda, at skúlamálið er sera ártrok- andi at fáa loyst. Borgarafundurin í Kolla- firði mánakvøldið var líka drúgvur, sum tann fyrsti fótbóltsdysturin, kollfirð- ingar sambært táttinum hjá bygdarmanninum Tongla- tummasi, spældu móti hós- víkingum. Hann stóð í tímar tríggjar. Ítróttarhøllin er ein luksustrupulleiki Nógva fundarfólkið í Kollafiðri mánakvøldið staðfestir týdningin, fólk leggja í ítróttarhøllina og skúlan Mynd: Edvard Joensen Heðin Mortensen, býráðslimur í Havn, var rættiliga í gávu- hýri mánakvøldið og lovaði kollfirðingum ítróttarhøll komandi ár. Men kollfirðingar hildu, at hann vassaði so djúpt, at nú fekk hann saktans uppí BORGARAFUNDUR Edvard Joensen Kollafirði: Kollafjarðar Ítróttarfelag fyllir 65 ár og fer at fáa eina ítróttarhøll í føðingardagsgávu komandi ár, segði Heðin Mortensen, býráðslimur í Havn, á borgarafundi í Kollafirði mánakvøldið. Við tí meinti hann helst ikki, at høllin fer at standa púra liðug og klár at taka í nýtslu, men heldur, at byrjað verður upp á hana í komandi ári. Heðin Mortensen metti, at tá ítróttarhøllin í Hoyvík verður liðug til nýggjárs, ber til at fara undir ta næstu, sum verður tann í Kollafirði. Hetta gávumilda lyftið fegnaðust summir fundar- luttakarar um, meðan onkur annar turrisliga helt fyri, at nú vassaði Heðin Mort- ensen so djúpt, at hann saktans fekk uppí. Men teir lovaðu tó at minnast til tað, sum sagt var, og minna hann á tað aftur, sum frálíður. Fólk, sum vara av Kolla- fjarðar Ítróttarfelag, KÍF, vístu á sera vánaligu venj- ingarumstøðurnar, felagið hevur. Tað eru seliga tvær ítrótt- argreinar, sum kollfirðingar gera seg galdandi í. Menn- inir spæla hondbólt, og kvinnurnar flogbólt. Men tað er bara ein vanlig fim- leikarahøll í bygdini at venja í, og tað ber als ikki til. Víst vað á, at kvinnurnar hava spælt seg í meist- aradeildina í flogbólti, men noyðast kanska at melda frá aftur, tí tær fáa ikki vant. KÍF er eftir TB næst- størsta flogbóltsfelag í landinum. Størri enn øll feløgini í Havn, varð und- irstrikað. Men felagið hevur bara gólvpláss til at venja eitt lið í senn. Og tað merkist sjálvandi, varð ført fram. Menninir, sum spæla hondbólt, hava einasta fyrstudeildarlið í landinum, sum bert hevur eina fim- leikarahøll at venja í. – Einar tveir tímar uttan- garðs um vikuna, varð sagt og víst til, at kollfirðingar sleppa at venja onkra løtu í Vestmanna. Men samstundis varð víst á, at teir tímarnir liggja so seint, at tá kollafjarðar- dreingir venja í høllini í Vestmanna, liggja allir vestmenningar langt undir dýnuni og sova. Men nú man fara at hjálpa bæði við venjingar- tíðum og náttasvøvni hjá kollfirðingum, tí nú lovar býráðslimurin í Havn, at høllin kemur í komandi ári, hildu tey í Kollafiðri mána- kvøldið. Høllin kemur næsta ár Heðin Mortensen, býráðslimur, lovaði kollfirðingum ítróttarhøll í føðingardagsgávu komandi ár Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6