Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 131 - 13. juli 2009 Væl lønir spunamenn Skjøl, sum danska blaðið B.T. hevur fingið innlit í, vísa, at summ­ ir spunamenn hjá donsku stjórnini hava eina ársløn, sum liggur oman fyri eina vanliga ráðharraløn. Eitt nú skrivar blaðið, at Søs Marie Serup, sum er spunamaður hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, fær 1.257.012 krónur í løn um árið, sum er umleið 100.000 krónur meiri, enn ráðharrin Bertel Haarder fær í løn. Skjølini hjá B.T. vísa eisini, at spunamaðurin hjá Lene Espersen, búskaparmálaráðharra hevur fingið 100 prosent lønarhækking síðani 2001, og at spunamenninir yvirhøvur hava havt nógv størri lønarhækking enn onnur í danska samfelagnum. Grønland í ferðaætlanina Kanadiska reiðaríið Cruise North hevur sett sær fyri at fáa Grønland við í sína ferðaætlan næsta ár. Felagið hevur eitt russiskt ferðamannaskip, sum tekur 120 ferðafólk, og sum siglir ímillum havnir í Norðurkanada. Nnú er ætlanin, at skipini skal eisini sigla til Sisimiut, Ilulissat og Upernavik í Grønlandi, sigur KNR. Sum skilst ætlar tað kanadiska felagið at brúka skipið sum eitt slag av einum mentanartiltaki, sum skal kunna um mentan, og hvørja áskoðan fólk í lokalsamfeløgunum hava um náttúruumsiting, og hvussu tað ber til at gagnnýta djóralívið í tí arktiska økinum á ein burðardyggan hátt. Nýkrím Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Hvørji eru sjúku­ eyðkennini? Eyðkennini eru sum við vanligum krími við brádliga íkomnum fepuri, eyðkenni í andaleiðini, pínu í vøddum og høvuðpínu. Leyst lív (diarré) og andaneyð kunnu eisini fyrikoma. Sum við vanligum krími kunnu meira álvarsligar sjúkur eisini koma fyri. Tó vita vit ikki enn, hvussu ofta hetta kemur fyri og hvør er í størsta vanda fyri at verða álvarsliga sjúkur. Hvussu smittar nýggja influensan? Krímvirus smittar sum dropaborin smitta frá per­ sóni til persón við tøttum sambandi, eitt nú í dropum við hosta og njóstur. Tað kann eisini vera talan um smittu við beinleiðis røring, har virus í floti frá anda­ leiðini verður flutt umvegis hendurnar til eygu ella nøs. Óbeinleiðis smitta gjøgnum dálkaðar yvirflatur kann møguliga koma fyri, men enn er eingin viss vitan um hetta. Hvussu verjir tú teg móti smittu? Í so víðan mun tað er gjør­ ligt eigur tú at sleppa tær undan samband við sjúk fólk. Um tú ferðast til øki við smittuspreiðing, eigur man at sleppa sær undan størri mannamúgvum (eitt nú í metro osf.). Harafturat er tað umráðandi at vaska hendur við jøvnum millum­ bili. Virkar maska / munnbind móti smittu? Tað eru ongar kanningar, ið vísa at maska ella munnbind verjir røsk móti smittu frá tilvildarligum framviðferð­ andi. Heilsustarvsfólk, ið kanna fólk, ið eru undir ill­ gruna fyri at verða smittað, eiga at vera í persónligari verndarútgerð, herundir masku ella munnbind. Per­ sónar, ið eru undir illgruna fyri at verða smittað, eiga at bera munnbind fyri ikki at smitta onnur. Kann tað viðmælast at fáa sær masku ella munnbind? Nei, tað eru bert persónar við beinleiðis røring við sjúklingar, sum skulu nýta masku ella aðra verndar­ útgerð. Hvussu leingi kann nýggja krímið smitta? Fólk við krími smitta frá degnum áðrenn tey fáa sjúkueyðkenni og upp til sjey dagar eftir, at sjúkan er byrjað. Børn, og serliga smá­ børn, kunnu smitta longri. Hvussu long er viðgongutíðin? Tíðin frá smittu til tey fyrstu sjúkueyðkennini er fyri aðrar krímvirur 1 til 3 dagar. Fyri nýggja krímið er viðgongutíðin ikki enn fastløgd. Tí verður inntil víðari roknað við upp til sjey dagar. Hvør er í vanda í Føroyum fyri at verða smittað við nýggja kríminum? Fólk við sjúkueyðkennum, ið líkjast vanligari krími, ið innan fyri 7 dagar er komin heim úr londum við staðfestum tilburðum av H1N1 krími. Fólk við sjúkueyðkenn­ um, ið líkjast vanligum krími, ið innan fyri 7 dagar hava verið í beinleiðis sambandi við fólk við váttaðum ella illgruna um H1N1 krími. Hvussu álvarsligt er nýggja krímið? Eins og við øðrum sløgum av krími kann nýggja krím­ ið vera ymiskt frá mildum Spurningar og svar um N