mánadagur 13. juli 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 131 - 13. juli 2009
Minni arbeiðsloysi í Íslandi
Í juni vóru í meðal 14.091 íslendingar skrásettir sum arbeiðsleysir, sum
svarar til 8,1 prosent av teirri arbeiðsføru fjøldini. Sostatt vóru í meðal
504 færri arbeiðsleys í juni enn í mail. Samanborið við juni í 2008 er
arbeiðsloysið sera stórt, tí tá vóru 1.842 fólk ella 1,1 prosent arbeiðsleys.
Íslendski Landsbankinn ger vart við, at tað er vanligt, at arbeiðsloysið er
minni í juni og juli, tí fleiri fáa ymiskt summararbeiði, og at tað so
veksur aftur í august. Hagtølini fyri juni vísa, at arbeiðsloysið er størst á
leiðini við Reykjavík, og at tað minsta arbeiðsloysið er norðanfyri.
Statoil er størst
Norska oljufelagið StatoilHydro er millum tey størstu vinnufel
øgini í heiminum. Tað skrivar amerikanska tíðarritið Forbes.
Blaðið hevur eitt yvirlit yvir 500 tær størstu vinnufyritøkurnar í
heiminum, og har er StatoilHydro nummar 36. Á sama lista fyri
2008 var norska felagið nummar 59. StatoilHydro er ein vinnu
risi við næstan 30.000 starvsfólkum og einum umsetningi, sum
var góðar 116 milliardir dollarar í fjør. StatoilHydro er eisini
nógv tað størsta vinnufelagið í Norðurlondum. Danska A.P.
MøllerMærsk er nummar 1006 á heimslistanum. Umsetningurin
hjá felagnum var í fjør góðar 62 milliardir dollarar. Heimsins
størsta vinnufyritøka er Royal Durch Shell.
Nýkrím á heimsplani
Kring allan heimin eru sambært heimsheilsustovninum hjá ST, WHO,
staðfestir 94512 tilburðir av Nýkrími og tilsamans 429 deyðsføll av
hesum.
Tilburðir av Nýkrími, ið eru immunir fyri Oseltamivir (Tamiflu) eru
staðfestir í Danmark, Japan og Hong Kong. Tilburðirnir vóru hjá
trimum fólkum, ið høvdu mjúk sjúkueyðkenni, og sum øll eru komin
fyri seg aftur.
Virurnar, ið vóru immunar fyri oseltamivir (Tamiflu), reageraðu upp á
zanamivir (Resilenza), og verða mett sum støk føri. Tí verður eingin
broyting gjørd viðvíkjandi viðgerðini av Nýkrími.
-rn
Nýkrím– fyrr svínakrím
til álvarsligt. Enn er ov tíð
liga at siga, um nýggja vir
usið kann menna seg í mild
ari ella álvarsligari rætn
ing.
Hvussu skal eg
fyrihalda meg eftir
heimkomu frá landi
við nýkrími?
Um tú ert raskur/røsk, eru
eingi varsemisráð.
Við sjúkueyðkennum til
krím skal man í dagtímunum
ringja til læknan hjá sær og
í náttartímunum til lækna
vaktina. Um læknin metir,
at vandi kann vera fyri
smittu við nýkrímsvirusi,
verður avtala gjørd um at
taka eina roynd.
Tað er umráðandi, at sjúk
fólk ikki møta upp í bíði
hølunum hjá læknanum, tá
vandi kann vera fyri at
smitta mong menniskju.
Hvussu verður nýggja
krímið viðgjørt?
Vanliga krevur krím ikki
viðgerð.
Nýggja krímvirusið er
viðkvæmt fyri Oseltamivir
(Tamiflu).
Tað er uppgáva hjá lækna
at taka støðu til møguliga
viðgerð.
Er tað eitt gott
hugskot at nýta
Tamiflu fyribyrgjandi?
Sundhedsstyrelsen
mælir
heilsustarvsfólki og vanlig
um fólki frá at nýta fyri
byrgjandi Tamiflu. Tey ein
astu, ið mælt verður til nýta
fyribyrgjandi viðgerð, eru
fólk, ið hava havt beinleiðis
samband við sjúklingar,
sum eru í viðgerð orsakað
av illgruna um smittu við
nýggja kríminum. Tað er
umráðandi at læknar ikki
ókritiskt útskriva Tamiflu
ella onnur virusevni.
Finst nøkur kopp
seting móti nýggja
kríminum?
Enn finst eingin koppseting
móti
nýggja
kríminum.
Landsapotekarin upplýsir,
at ein koppseting verður
klár um tveir til tríggjar
mánaðir.
Kann mann fáa
nýggja krímið við
at eta svínakjøt?
Nei, tað er ikki gjørligt at
fáa krímið av at eta hita
viðgjørt svínakjøt ella aðrar
vørur av svínakjøti.
Er tað trygt at ferðast
til øki, har nýggja
krímið er staðfest?
Fólk, ið hava ætlanir um at
ferðast til lond við staðfest
ari smittu av nýggja krímin
um, verða mælt til at halda
seg dagførd inni á relevant
um heimasíðum (Statens
Serum Institut, Udenrigs
ministeriet, WHO og heilsu
myndugleikunum hjá umtal
aðu londunum).
Við einum rutuflogfari hjá Atlantsflog tann 7.juli klokkan 14 kom nýggja
krímið, eisini fyrr nevnt svínakrím, til Føroyar. Leygardagin kom veruliga
røringur í føroysku tilbúgvingina, tá fyrsti tilburðurin varð staðfestur, og boð
vóru send eftir einum heilum barnagarði og foreldrum at børnum har um
at koma til kanningar. Skjótt eftir stóð ein long bíðirøð av bilum uttanfyri
Landssjúkrahúsið, har kanningar vóru tiknar meðan fólkini enn sótu í bilinum
Mynd: Jan Müller