mánadagur 13. juli 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 131 - 13. juli 2009
Ólavsøka á Voss
Nú Norrøna ikki longur siglir til Bergens, er tað dýrt hjá føroyingum, sum búgva í Noregi, at
fara til Havnar á ólavsøku. Tí er ætlanin at royna eitt alternativ. Ætlanin er, at føroyingar við
familju savnast ólavsøkuaftan, týsdag 28. juli, á Voss folkehøgskule, har ólavsøk verður
hildin og gist til dagin eftir. Døgurði 28. verður borðreiddur kl 15. Ólavsøkuguðstænastuna
heldur Arild Hellesøy, próstur (sum er sonur Helgu úr Árnafirði) kl 18. Aftan á verður hugni
á háskúlanum við nátturða, grillmati, sangi og dansi. Heine Bugge hevur harmonikuna við.
Ólavsøkudag 29. kunnu tey, sum hava hug, koma við eina útferð til barnaheimið hjá
føroyavininum Per Sivle. Prísur: Gisting: 375 kr pr. pers. í dubultkamari; 100 kr eyka fyri
einkultkamar. Morgunmatur 29. juli er íroknaður. Matur: Døgurði 28. juli: uml. kr 100. -
Børnini gjalda sjálvandi minni fyri matin. TILMELDING (helst áðrenn 15. juli): Sendið
teldupost til Edit.Bugge@lle.uib.no, ella skrivið ella ringið til Sniálv.
Báðir bilarnir
gjørdust vrak, tá ein
norðurgangandi bilur
snaraði inn fyri ein
annan bil, sum kom
suðureftir
POLITITÍÐINDI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ferðsluóhappið var mest
skakandi hendingin í einum
annars fyri løgregluna frið-
arligum vikuskifti.
Ein bilur á veg norðureftir
skuldi snara inn á Hjalla,
og varnaðist eftir øllum at
døma ikki ein bil, sum var á
veg suðureftir. Hann snaraði
tískil inn fyri suðurgangandi
bilin við eftirfylgjandi sam-
anstoyti.
Bilarnir fórust so illa, at
teir gjørdust báðir vrak,
men mannskaði hendi tíbet-
ur eingin.
Ferðsluóhappið hendi leyg-
ardagin um 15.45 tíðina.
Leygarnáttina blivu tveir
mans ákærdir fyri brot á
politiviðtøkurnar.
Annar
gekk í býnum í Havn og
mól við einum bonki, með-
an hin maðurin knústi eina
fløsku niður í vegin beint
framman fyri løgreglumonn-
unum.
Leygarkvøldið stjólu tveir
ungir dreingir, 15 og 16 ára
gamlir, ein skutara og eina
tasku við nakað av pengum
í. Eigarin av skutaranum fór
saman við løgregluni at
leita, og tað var skjótt, at
skutarin varð funnin. Peng-
arnir vóru kortini burtur, og
nú eru ungu dreingirnir
skuldsettir fyri tjóvarí, brúks-
stuldur og herverk.
Annars hava nógv full
fólk verið úti um vikuskiftið
og fleiri hava sovið rúsin av
sær á løgreglustøðini.
Sunnumorgunin
vórðu
eisini tvær kvinnur tiknar
fyri at koyra við kenning,
onnur 22 ára gomul og hin í
40-unum. Somuleiðis var
eisini ein maður steðgaður
fyri at koyra við kenning.
Hann er 75 ára gamal.
Brotið fráboðarar
skyldu
Brimil tóki partrolararnar,
Fjalshamar og Nónhamar,
sunnumorgunin
klokkan
10.54. Parið hevði ikki hild-
ið fráboðanarskylduna um
beinleiðis veiði eftir upsa.
Fiskiveiðieftirlitið upplýsir,
at vanligi trolmeskurin er
145 millimetrar, men verður
beinleiðis roynt eftir upsa,
kann meskurin vera 135
millimetrar. Tað var í hesum
sambandi, at trolararnir ikki
høvdu hildið fráboðanar-
skylduna.
Skipararnir fingu fyrilagt
eitt sektaruppskot upp á
50.000 krónur hvør, sum
báðir góðtóku. Tað var tí
ikki neyðugt at krevja skip-
ini inn til lands, og parið
kundi tí halda fram at fiska.
Hildu ikki
fráboðanarskyldu
Vælhildin stór hús í tveimum hæddum, ovara
hæddin køkur (nýggjur), stova, nýtt baðirúm,
hjúnarkamar v/wc og brúsu, og 1 sovikamar, stór
gongd v/trappu til kjallara har eru 3 kømur, stova,
vaskirúm/fýrúm og hjallur, + eitt rúm í er klárt til
at gerða baðirúm í.
Garasja við grovkøki er bygd føst í húsið, uml. 40
fermetrar.
Garður er stoyptur rundanum og túni omanfyri er
alt flisabelagt.
Húsini liggja í barnavinarligum umhvørvið á
blindvegi.
Búvídd er uml. 240 fermetrar. Grundøkið 750
fermetrar. Byggiár 1985
Ringi og hoyri nærri á tlf. 210452 eftir kl 17.
Hús í Sørvági til sølu
Fjalshamar og Nónhamar vórðu tiknir fyri ikki at halda fráboðanarskylduna. Teir góðtóku
sektaruppskotið og kundu tí halda fram við fiskiskapinum
Fólka
talið
setur met
Fólkatalið veksur støðugt
í Føroyum. Aftur er talan
um met. Ongantíð áður
hava so nógv fólk búð í
Føroyum. Spennandi er
um fólkatalið røkkur upp
á 49.000 í summar. Verður
flytingin til Føroyar á leið
hin sama sum í juni og juli
í fjør, tvs umleið 170 fólk,
fer fólkatalið upp um
49.000. Verður flytingin
til Føroyar hinvegin líkn-
andi flytingini ið var í juni
og juli árini 2005, 2006 og
2007, kemur fólkatalið
neyvan upp á 49.000 fólk
í ár, tí vanliga flyta fleiri
fólk av landinum seinnu 5
mánaðirna av árinum, enn
tað flyta til landið.
Talvan vísir nettoflyting-
ina til Føroyar býtt á mán-
aðir januar 2005 - mai
2009. August og septem-
ber eru stóru fráflytingar-
mánaðirnir, tá tey flestu
við útbúgvingarørindum
flyta av landinum.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Kelduskákið 4, Klaksvík
Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar.
ÚTBjÓÐing
Við hesum verður arbeiðið viðv.
umvæling av heimi fyri fólki við
autismu í Klaksvík boðið út í
almennari lisitatión sum høvuðs
arbeiðstøka.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um
um og uppíbygging av verandi
sethúsum til stovn. Húsini eru 500 m2
til støddar í tveimum hæddum.
Kjallarin er 255 m2, og 1. hæddin er
245 m2.
El og HVSarbeiðið verða boðin út
fyri seg um nakrar vikur, og skulu tey
bjóðandi innrokna stýring av hesum
arbeiðum.
Lisitatiónin verður hjá Landsverki,
Tinghúsvegi 5, FO100 Tórshavn
hósdagin 6. august 2009 kl. 14.00.
Ástaðarfundur verður
fríggjadagin 17. juli 2009 kl. 10.00.
Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast við
at venda sær til Landsverk á
teldupostadressu: hdl@lv.fo
Kontaktpersónur, telefonnummar
og vinnutal skal upplýsast.
Útbjóðingartilfarið verður bert
útflýggjað við telduposti.