mánadagur 13. juli 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 131 - 13. juli 2009
Í grannalondunum
fyrireika heilsu
myndug leikarnir
seg til, at H1N1 fer
at gera um seg av
álvara, tá fólk koma
aftur úr summarfrí í
útlondum. Í Danmark
heldur ein professari,
at fjórði hvør dani
kann fáa sjúkuna
H1N1
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tað sigur seg næstan sjálvt,
at vandin fyri at fáa smittuna
heim við ferðafólki úr út
lond um er stórur, tí hag
tølini vísa, at H1N1 ger ser
liga nógv um seg í londum,
sum eru væl umtókt sum
ferðamál. Sambært WHO
eru meiri enn 33.000 til
burðir skrásettir í USA,
næstan 8.000 í Bretlandi,
og harafturat eru nógvir til
burðir skrásettir í avhildnum
frítíðarstøðum sum Spania,
Kýpros og Teilandi.
Danir ferðast nógv um
summarið,
og
danska
heilsuverkið fyrireikar seg
til nógvar tilburðir av H1N1
seinni í summar. Tann
daprasti spádómurin kemur
frá
professaranum
Jens
Lund gren, sum starvast á
Ríkissjúkrahúsinum í Keyp
mannahavn. Hann sigur tað
ikki vera óhugsandi, at
mill um ein og hálvonnur
milli ón danir verða smitt
aðir, tá H1N1 av álvara fer
at gera um seg í Danmark
aftan á summarfrítíðina.
Kann kosta mannalív
H1N1 hevur higartil kravt
466 mannalív kring heimin,
men Jens Lundgren sigur,
at hjá teimum flestu er
H1N1 er mild sjúka. Har
afturat vísir tað seg, at hon
rakar bara fólk, sum eru
fødd aftan á 1957, tí tey
eldru hava havt eina líkn
andi influensu og eru tí
mótstøðufør ímóti H1N1.
Pro fessarin leggur afturat,
at H1N1 er bara hættislig
fyri heilsuveik fólk.
Vandin er sera lítil, men
vit sleppa ikki undan, at
sjúkan fer at krevja manna
lív í Danmark. Tað er skeivt
at billa fólki nakað annað
inn, sigur Jens Lundgren
við DR.
Higartil eru 69 tilburðir
skrásettir í Danmark, men
heilsumyndugleikarnir ivast
ikki í, at tað veruliga talið
er størri, tí fleiri hava ikki
hildið tað vera neyðugt at
fara til læknan og eru tí ikki
skrásett.
Grønland brynjar seg
Í Grønlandi hevur heilsu
verkið bílagt heilivág til at
viðgera fólk við Ainflu
ensu, sum H1N1 eisini
verður rópt. Enn er eingin
tilburður skrásettur í Grøn
landi, men har eins og aðra
staðni vænta heilsu myndug
leikarnir, at sjúkan fer at
koma, tá fólk koma aftur úr
summarfrí í Danmark og
aðrastaðni.
Grønlendski landslæknin,
Eskild Boeskov, sigur við
fjølmiðlarnar, at hann vænt
ar at síggja tann fyrsta til
burðin í býnum Ilulissat,
sum er tann best umtókti
ferða vinnubýurin í Grøn
landi.
Sambært einari avtalu hjá
WHO skal tað grønlendska
heilsuverkið keypa heilivág
til 38.000 viðgerðir fyri
H1N1.
Kunnu viðgera
hálva tjóð
Í Íslandi hevur landslækna
embætið bílagt nóg mikið
av heilivági til at viðgera
helmingion av øllum fólk
inum fyri svínakrím, men
sambært Haraldi Briem,
sótt verjulækna, fáa íslend
ingar ikki heilivág fyrr enn
í september ella oktober.
Higartil eru fýra tilburðir
av svínakrími staðfestir í
Íslandi. Í trimum førum var
talan um fólk, sum høvdu
fingið sjúkuna uttanlands,
og eitt teirra hevði so smitt
að eitt fjórða fólk eftir
heim komuna.
Haraldur
Briem sigur við Morgun
blað ið, at soleiðis sum
gongdin er í Bretlandi,
Spania og øðrum vestur
evropeiskum má tað sigast
at vera rættiliga sannlíkt, at
fleiri tilburðir verða skrá
settir í Íslandi seinni í
summ ar.
Íslendski sóttverjulæknin
vísir eins og aðrir serfrøð
ingar á, at svínakrímið rak
ar ikki tey eldru á sama hátt
sum aðrar tílíkar krímsjúkur,
og at hetta eftir øllum at
døma kemst av, at tey hava
havt eina influensu, sum
líkist svínakríminum og tí
eru meiri mótstøðufør nú
enn tað yngra fólkið.
Aðrar sjúkur verri
Noreg hevur havt umleið
25 tilburðir av Ainfluensuni,
men heilsustjórin, Bjørn
Inge Larsen, sigur við
NTBtíðindastovuna, at tað
er bara ein spurningur um
tíð, til smittan fer at gera
um seg av álvara í Evropa,
og at norsk ferðafólk fara at
hava smittuna við sær heim
aftur.
Norski heilsustjórin sig
ur, at norsku myndug leik
arnir fara ikki at seta nakað
umfatandi tiltak í verk fyri
at forða sjúkuni at breiða
seg, tí tað letur seg ikki
gera. Hann roynir samstund
is at sissa fólk og vísir á, at
heilsuvandin við svínakrím
inum er munandi minni,
enn tær fyrstu upplýs ing
arnar úr Meksiko bendu á.
BjørnInge Larsen vísir
á, at eitt nú er influensan
ikki so vandamikið sum
yms ar aðrar smittusjúkur,
sum ferðafólk skulu ansa
eftir
so
sum
malaria,
tuberkl ar og eyðkvæmi.
Umstrídd lóg komin aftur
Eitt lógaruppskot, sum í veruleikanum loyvir neyðtøku í
hjúnarlagnum, varð herfyri tikið aftur í afghanska tjóðartinginum
orsakað av altjóða trýsti, men nú kemur tað aftur í broyttum líki. Nú
sigur uppskotið, at sýtir ein kona fyri at nøkta tann kynsliga tørvin hjá
manninum, kann maðurin nokta henni mat, til hon slakar. Lógin er
ætlað at galda tann shiamuslimska minnilutan í Afghanistan, og
sambært Reuters bendir alt á, at hon verður samtykt í tjóðartinginum,
hóast fleiri lond og altjóða felagsskapir hava mótmælt. Eisini
afghanskir kvinnufelagsskapir hava mótmælt uppskotinum.
Litava kvinnu til forseta
Dalia Grybauskaite, sum vann stórsigur á forsetavalinum í Litava
fyri tveimum mánaðum síðani, varð í gjár tikin í eið sum forseti.
Hon tekur við eftir tann 82 ára gamla Valdis Adamkus, sum fór frá
eftir at hava verið forseti í tíggju ár. Dalia Grybauskaite er ikki
bangin fyri at siga sína hjartans meining, og fleiri hava samanborið
hana við bretsku jarnfrúnna Margareth Thatcher, sum eisini er
hennara fyrimynd. Grybauskaite,ið stillaði upp sum óheft valevni,
men fekk stuðul frá litavksu stjórnini, er fyrsta kvinnan í litavska
forsetasessinum, síðani landið fór burtur úr Sovjetsamveldinum í
1990. Hon hevur verið limur í ESnevndini, síðani Litava kom upp í
ES í 2004.
Grannalondini brynja
seg til H1N1