mánadagur 13. juli 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 131 - 13. juli 2009
Ongantíð hava
verið so nógv fólk,
og ongantíð hevur
størsta sílið verið so
stórt til árligu fiski
kappingina á Eiðis
vatni, sum í ár
Fiskikapping
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Millum 400 og 500 lut tak
arar vóru til árligu fiski
kapp ingina uppi á Eiðis
vatni. Hetta er á fimta sinni,
at stuðulsfelagið hjá EB/
Streymi skipar fyri kapp
ingini, og fyriskipararnir
meta, at tað ongantíð hevur
ging ið so væl sum í ár.
Vit eru ordiliga væl
nøgd. Tað hava ongantíð
ver ið so nógv fólk, og eg
hal di, at øll vóru væl nøgd,
sig ur Guðrun Eidesgaard,
sum er ein av fyri skip ar
unum.
Hon leggur afturat, at
upp ruddingin hevur gingið
øgi liga væl, og at nærum
onki sæst eftir kappingina
nú. Hinvegin er hon sann
førd um, at okkurt kundi
verið gjørt betur.
Eg haldi vit mugu fáa
okk um vesir til næsta ár, tí
tað hava summi saknað,
sig ur hon.
Størsta sílið vigaði 765
gramm, og tað er størsta
vinn ar a sílið higartil. Tey
bæði næstu sílini vigaðu
750 og 720 gramm.
Størsta fiskikappingin á Eiðisvatni
Hermenn skulu ikki roykja
Amerikanska verjumálaráðið umhugsar nú at banna
amerikonskum hermonnum at roykja, meðan teir gera
tænastu. Verjumálaráðið sigur, at roykingin órógvar evnini
hjá hermonnunum at hugsa seg um og at meta um støðuna.
Tí umhugsar ráðið at banna hermonnum í Afghanistan og
Irak at festa sær í, tá teir koma aftur í leguna eftir ta dagligu
rannsóknarferðina ella ein samanbrest við fíggindan. Teir
skulu heldur ikki hava loyvi til at roykja uttanfyri.
Kanningar vísa, at ein triðingur av teimum, sum eru í
tænastu hjá amerikanska herinum, roykja.
Hevur kanska krabbamein
Sambært einari suðurkoreanskari sjónvarpsstøð er leiðarin í
Norðurkorea, Kim Jongil, illa sjúkur av krabbameini.
Sjónvarpsstøðin sigur seg hava upplýsingarnar frá
kinesiskum og suðurkoreonskum fregnartænastukeldum.
Tær vilja vera við, at norðurkoreanski leiðarin hevur í mesta
lagi fimm ár eftir. Kim Jongil er 67 ára gamal, og
fjølmiðlarnir hava kjakast um heilsu hansara, síðani hann
hevði ein hjartatilburð í fjør. Kjakið hevur samstundis fingið
fjølmiðlarnar at gita, hvør skal taka við eftir Kim Jongil.
Tey flestu vænta, at tað verður tann yngsti sonurin, Kim
Jongsun, sum er 26 ára gamal.
Summi vóru rættiliga væl útgjørd til fiskikappingina
Magni Laksáfoss, skóta
ovasti og tingmaður,
helt røðu, um hvussu
týdn ingarmikið tað er at
hittast í náttúruni
Vektin varð funnin fram leygarmorgunin, so størstu sílini
kundu vigast
Fólkini við størstu sílunum. Frá høgru: 765 gramm og vinnari,
750 gramm og 720 gramm
Harmonikurnar vórðu funnar fram, eftir at Magni Laksáfoss
hevði hildið røðu. Felagssangur var nevniliga á skránni