Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 131 - 13. juli 2009 Tað er bæði frekt og ódámligt av sam­ gonguni at draga fak feløgini upp í politisku telvingina um ein kreppupakka, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum. Hann sigur, at tað var ongantíð upp á tal at góðtaka, at lønarhækkingin verður strikað KreppupaKKi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað var ongantíð upp á tal hjá Pedagogfelagnum at góðtaka ætlanina hjá sam- gong uni um at strika lønar- hækkingina upp á 3%, sum skal koma í gildi 1. ok - tober. Tað staðfestir Jarvin Feil- berg Hansen, formaður í Pedagogfelagnum. Hann heldur enntá, at tað er beinleiðis frekt av sam- gong uni, at draga fakfeløg- ini upp í politisku telvingina um ætlaða kreppupakkan. - Framferðin hjá sam- gonguni ímóti fakfeløg un- um er ódámlig og beineiðis frek, sigur hann og tað kann ikki átalast nóg harðliga, sigur hann. Fingu onga trygd Hann fortelur nú fyri Sosialinum akkurát hví, Pedaogfelagið ikki vildi góðtaka at lønarhækkingin, uverður strikað. Hann vísir formaðurin í Pedagogfelagnum á, at tað var eftir kravi frá fíggjar- málaráðnum, at sáttmálin varð gjørdur til 1. oktober í 2010. - Samstundis er ongin trygd fyri, at tað virkar at strika lønarhækkingina og somuleiðis fekst heldur ong in trygd frá politikar un- um fyri, at ikki fleiri spar- ingar ella uppsagnir vera kortini. Hann vísir eisini á, at tað eru eisini nógv starvsfólk hjá tí almenna, sum longu eru uppsøgd. - Á nógvum stovnum er skorið inn á bein og har- afturat liggur í luftingi, at fleiri sparingar skulu setast í verk nógva staðni. - Tí er ein lønarsteðgur als ongin trygd ímóti upp- sagnum og tað kundi heldur ongin lova okkum, sigur hann. - Og so er tað ein royndur lutur, at tá ið góðar tíðir eru, fá vit ongantíð lut í teim um, men so skjótt tað gongur aftur á hond, eru vit ímillum tey fyrstu ið skulu gjalda, leggur hann afturat. Afturúrsigld Jarvin Feilberg Hansen sigur, at samstundis er kostn aðarstøðið hækkað og limirnir í Pedagogfelagnum kunnu ikki framhaldandi verða afturúr sigldir í løn- arspurninginum. Hinvegin góðtekur hann ikki grundgevingina hjá politikarum um, at tey alment løntu skulu strika lønarhækkingina fyri at vera samhaldsføst við øll hini og at tað verður tórført at fáa onnur at góðtaka ein niðurskurð, samstundis sum tey alment løntu fara upp í løn. - Fakfeløgini á privata ar beiðsmarknaðinum hava longu fingið sína lønar- hækk ing tann 1. mai í ár, so verður lønarhækkingin strik að, verður lønin hjá teim um alment løntu enn meiri afturútsigld. Hann sigur, at í Peda- gogfelagnum brýggja tey seg heldur ikki um at verða brúkt sum undanførsla fyri at skerja aðrar bólkar í sam- felagnum, tí tað eru ikki vit, sum føra politikk, tí tað er uppgávan hjá politik ar- unum og, hvussu teir rað- festa, er ikki okkara borð. - Vit halda okkum langt frá at føra politikk og tað er sera ódámligt at seta fak- feløgini í ta støðu, sum samgongan hevur sett tey í, leggur Jarvin Feilberg Han- sen afturat. Hann sipar til, at fak- feløgini hava fingið at vita, at verður lønarhækkingin ikki strikað, kann væntast at uppsagnir verða framdar fyri 60 milliónir krónur. - Hetta er sum eitt tví- eggjað svørð. Tað eru politik ararnir, sum skulu føra ein skynsaman politik og teir skulu ikki lata fak- feløgini gjalda fyri tann poli tikk, sum hevur verið førdur seinastu árini. Hann vísir eisini á, at hóast lønarhækkingin upp á 3 % fer at kosta lands- kassanum 60 milliónir í fyrstu atløgu, er sparingin neyvan meiri enn 15-20 milliónir, tá ið avtornar, tí nógv verður tikið inn aftur í skatti, mvg og øðrum al - mennum avgjøldum. - Men hvat hendir við sparingum og øðrum á fíggjarlógini næsta ár, er ikki okkara borð, tí tað einasta vit vita, er, at 1. ok tober skal lønin hækka 3%. Tað varð annars róð fram- undir, at fakfeløgini vóru til at tosa við um at strika lønarhækkingina, men at eitt mótkrav frá teimum var, at almennar íløgur vórðu raðfestar av nýggj- um? Men hetta avsannar Jarvn Feilberg hansen staðiliga. - Tað var ongantíð upp á tal, at vit settu krøv til polit- iskar raðfestingar, tí tað er ikki okkara borð og vit halda okkum langt vekk frá politikki. Mistulkað Annars vísir Jarvin Feilberg Hansen tí aftur, sum topp- politikarar hava ført fram um, at tað stendur í sátt mál- anum, at henda munandi broytingar í samfelagnum, skal tað bera til at samráðast um hann av nýggjum. Tað, sum stendur í sátt- málanum, er, at eru munandi broytingar, sum ávirka lønar lagið, skal tað bera til at taka samráðingar upp um lønarspurningin tann 1. ok tober í 2008 og tað er ikki tað sama, sum tað, ið politikararnir nú føra fram, sigur Jarvin Feilberg Han- sen. Sum rættiligt kríggj Stríðið ímillum teir meksikonsku myndugleikarnar og rúsevnaharkaliðini líkist meiri og meiri einum rættiligum kríggi. Í gjár lupu rúsevnaharkaliðini á átta býir har norðuri í Meksiko, og myndugleikarnir siga, at talan er um eitt væl skipað stórálop. Minst fimm løgreglumenn og tveir hermenn hava latlið lív í álopinum, og 18 aðrir eru særdir í bardøgum við menn hjá rúsevna hark alið un- um, sum vóru vápnaðir við skotvápnum og hond granat- um. Myndugleikarnir halda, at álopið var hevnd fyri, at løgreglan hevði tikið ein av leiðarunum í einum rúsevna- harkaliði, sum eitur La Familia. Ikki fleiri búsetingar Palestinar vilja ikki hoyra talan um, at ísraelsmenn sleppa at byggja fleiri hús og íbúður í teimum jødisku niðursetu bygdun- um á Vestara Áarbakka.. USA hevur eisini sagt seg vera ímóti meiri bygging, men tað ljóðar, at ísraelska stjórnin roynir at fáa amerikanararnar at ganga við til eina ella aðra neyðsemju. Men palestinar hava gjørt greitt, at teir góðtaka onga tílíka semju. Eitt blað í Ísrael skrivaði í síðstu viku, at ísraelsmenn ætla at byggja 2.500 hús og íbúðir afturat á Vestara Áarbakka. Palestinski samráðingarleiðarin, Saeb Erekat, sigur við eitt palestinskt blað, at palestinsku myndugleikarnir fara undir ongum umstøðum at góðtaka eina tílíka byggiætlan. Frekt av samgonguni at draga okkum upp í - Tað var bæði ódámligt, frekt og ein býttur leikur av samgonguni at draga fakfeløgini upp í telvingina um ein kreppupakka, sigur Jarvin Feilberg Hansen. Hann sigur, at álitið á politisku skipanina er avgjørt ikki styrknað eftir tað, sum er farið fram seinastu vikurnar