Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 - 13. juli 2009 13 At flyta politiska brenni­ depilin er eitt klassiskt triks í politiska heiminum, táið tað brennur undir ein­ um sjálvum í nærumhvørv­ inum. Táið álvarsligir trupulleikar hava stungið seg upp innanlands, t.d. í amerikanska ríkjasam­ band inum, hava forsetarnir verið herviligir at leypa á aðrar staðir á knøttinum, fyri at mobilisera ta mest primitivu tjóðskapar kensl­ una av øllum. Fyri fáum árum síðani sótu tveir sperdir stjórnarleiðarar og bíðaðu eftir sama løgi til omanfyrinevnda misbrúk. Fascistiski juntaleiðarin Leopoldo Galtieri sat fyri 27 árum síðani hinumegin linjuna, í Buenos Aires, og resoneraði seg fram til, at einasti mátturin sum kundi vinna á vreiðini, um trælkanina av argentinsk­ um fólkaræði, var anti­ imperialistiska kenslan hjá fólki hansara mótvegis bretum í mun til ræði yvir Islas Malvinas. Tí leyp hann á. Hetta var eitt kær­ komið høvi hjá jarn kvinn­ uni í London, Margaret Thatcher, nú meiningar­ kanningar eftir trý ára stjórn arvald vístu, at regime hennara einans hevði undirtøku hjá 18%´um av bretska fólk­ inum. Hon valdi at fara í víggj fyri at verja eina av seinastu handanhavs bastión unum av hinum fyrr so máttmikla bretska imperium – Falklands­ oyggj arnar. Hon vann, og yvirlivdi í mong ár av at flyta politiska brenni­ depilin á hendan hátt, har primitiv tjóðskaparkensla og gamlir og hýggjuskotnir stórveldadreymar vórðu mobiliserað fyri eitt rætti­ liga lítisvert átak. Sløk túsund mannalív foyktust burtur í hesi politisku telving tvørturum miðkring jarðarinnar. Her hjá okkum er tían betur ongin herur at senda út á mótini, táið á stendur, somikið meira sofistikerað skuldi man hildið at manøvr an varð, táið fokus skal flytast, orsakað av politiskum trupulleikum innanlands. Hesar seinastu dagarnar eru ymiskar pall­ myndir settar upp til ein slíkan leik, men bráðliga endaði alt í einum tragi­ komiskum politiskum streeptease dansi. Einum partapolitiskum Dance Macabre. Fólkaflokkurin hevði sum ikki einaferð, rikið javn­ aðarhøvdingan í rætt, og sett lokuna fyri. Aftur fyri smávegis justeringar, týdningarleyst plenu klippa­ rí og putlut kontuhoyggjarí var ein heilur herur av fak­ feløgum sleptur inn í rætt­ ina, og har skuldi Jóannes levera vøruna við kassa 1 hjá Jørgeni, við at bukta og binda niður fakfeløgini, til at siga frá sær avtalaða lønarvøksturin seinri í ár. 60 milliónir krónur. Javn­ aðurin versus sínum klass­ iska grundfesti. Hetta var sjálvsagt ein vónleys upp­ gáva, og táið sosial demo­ kratiski einmansherurin sperdist, linkaði í kong­ unum, og Magnus, Selma og Jarvin lupu uppum liðini, og fóru til stroks, rapaði korthúsið, ­ hin annars so famøsi kreppu­ og vakstrarpakkin, sum í seinasta lagi skuldi leggjast fyri tingið á tjóðarhátíðini komandi. Vit eru fleiri sum kendu substansin í kreppu­ pakkanum, men vakstrar­ pakkan hevur ongin av góðum grundum sæð. Hann er ikki til. Tað ljóðar fyri vist, tað er farið at ganga sum rótasúpan, at gingið verður gátt av gátt í høvuðsstaðnum fyri at finna onkran hissini frøð­ ing, sum tímir at skriva eitt luftugt upprit um ein slík­ an, so politiskt púrgjørdur og vatndeyvur er mergurin í ABC­samgonguni, sum nú roynir seg í aðru syftu í hesi øldini. Síðani er alt farið meira ella minni úr spónalagnum. Frustratiónirnar taka dik á seg, og tað hevur ikki bøtt um standin, at ein samd landsstýrismálanevnd hevur gjørt eina óvanliga greiða niðurstøðu, um óheimilaðu meirnýtsluna hjá landsstýrismanninum í heilsumálum seinastu fýra árini, har tað umframt játtanir og eykajáttanir eru nýttar 171 millónir krónur. Staðfest verður, at hann hevur brotið evstu lógini í landinum, stýrisskipanar­ lógina, og hartil fleiri fíggjarlógir. Leysakrútið hjá hesum sama lands­ stýrismanni um, at Tjóð­ veldi skal vera eftir hon­ um, kann ikki roknast fyri annað enn lummafilo­ sofiskar fjákalótir. Ein roynd at skjóta boðberan. Vit hava ikki gjørt annað enn at flyta turr faktatøl úr einum fíggjarnevndaráliti, yvir á borðið hjá løgting­ sins eftirlitsnevnd við landsstýrinum, og har hava m.a. eitt umboð fyri Javn­ aðarflokkin og eitt umboð fyri Sambandsflokkin staðfest, at H.P. Strøm hevur gingið skeivu megin stýrisskipanarlógina. So einfalt er tað málið. Tað eru bara trý høpi, sum kunnu gera nakað vit tað málið, landsstýrismaðurin sjálvur, løgmaður ella Løgtingið. Fram eftir degi fæst at vita, hvør ið skákar hvønn, ella um parlamentið má taka sær um reiggj ólavsvøkudag, fyri at lóg og landaskil aftur skal valda í danska heima­ stýrinum. Leikarin í hesum brenni­ deplinum er ikki hvør sum helst, tí noyðist Kaj Leo at løða sterkt, skal hann koma heilskapaður ígjøgnum hesa prosessina. Talan er um sjefideologin hjá Javnaðinum par exellence, kanska tyngsti sveinurin flokkurin eigur, í mangar mátar sera dugnaligur og væl borin til vits. Tí má roknast við ógvisligum ristingum í útriðini av mið­ deplinum av skjálvtanum, ið koma skal. So líðandi støkkur límið í samgonguni. Ímeðan løgmaður gongur inni við seg sjálvan, og hugsar um at keypa heilsumálaráðnum eitt flogfar til sjúklinga­ flutning millum lond, onkur helt, at felagið hósk­ andi kundi fingið navnið Leoflot, gongur Eidesgaard berserkaragongd, í eini evstu roynd at flyta polit­ iska brennidepilin frá niðursmeltaða kreppu­ og vakstrarpakkanum og illa sperda landsstýrismanni hansara. Í Norðlýsinum leypur hann í óðum verk­ um á ein fulltrúa ella deildarleiðara í Føroya Banka, og krevur, at viðkomandi í fjølmiðl un­ u m sigur honum hvat privata fíggjarkervið ætlar sær at gera við kreppuna, vit eru rakt av. Viðkomandi hevur í sínum sakloysi ikki gjørt annað, enn úttalað seg sum búskaparfrøðingur og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, um aktuellu búskapar­ og fíggjarligu støðuna sam­ felagið er í. Man skuldi annars hildið, at mál av slíkum slagi, háfinansiellar diskussiónir á samfelagsins Parnassos, sum fíggjar­ málaráðharrin í hesum føri rør framundir, eru mál, sum hann og stjórarnir í fíggjarstovnunum viðgera á sínámillum fundum. Seinasta royndin at flyta fokus var ein taktiskur brølari av format. Í Degi og Viku fríggjakvøldið traðkaði Eidesgaard á meginlíktornið hjá Fólka­ flokkinum, so tað sveið eftir í, í kyni sam gong­ unnar. Hann mælti til at niðurleggja ráðið, sum formaðurin hjá radikalu sjálvstýrarunum situr í. Hetta var ein eyðmýking, sum Jørgen ikki læt sita á sær. Kviki seyrvingurin høgdi til aftur, og mangt bendir nú á, at hetta opna stríðið er orsakað av, at tað er farið at øra fyri politisku eygunum á einum groggy boxara, sum bara slær samsvarandi refleksum og ikki samsvarandi sínum annars góða viti og skili. At barbera ráðini úr 9 niður í 6, er nýákomið í hesum viðfangi, og er bara seinasta ad­hoc royndin, at flyta fokus frá miseydnaða politikkinum, niður smelt­ aða kreppu­ og vakstrar­ pakkanum og politiskt illa á holdum komna lands­ stýrismanninum í heilsu­ málum. Ein rokada av so fundamentalum slagi kundi jú verið høvið, ómaka­ og snikkaleyst at flutt H.P. Strøm í tingið aftur, uttan stórvegis skeinur í sam­ gongulakkinum annars. Tjóðveldi legði annars fram uppskot um hetta sama í vár, har vit mæltu til at broyta stýris skipanar­ lógina, soleiðis, at tað ongantíð kundu vera fleiri enn 6 landsstýrisráð, løg­ maður incl., og harafturat, at tað ongantíð kundu vera fleiri enn 25 tingfólk. Bara tjóðveldisumboðini í tingsalinum atkvøddu fyri uppskotinum hin 24. apríl 2009. Javnaðarumboðini atkvøddu ímóti. Á fyrsta fundinum, sum vit bæði Annita vóru boðin til, um hin nú so maltrakteraða kreppu­ og vakstrarpakkan, mæltu vit bæði til at fremja eitt skiftið í landsstýrinum beinanvegin, soleiðis, at ráðini vórðu laðað niður í seks í tali. Ein av teimum, sum beinanvegin vrakaði tað uppskotið, var maðurin, sum nakrar fáar dagar seinri setir tað fram sum sítt egna. Soleiðis ber eisini til at mala á politisku kúluni, í eini opportun ist­ iskari eufori, ið eittans hevur til endamáls at flyta brennidepilin úr politiska máttloysinum, sum nú valdar í landinum. Landinum og samfelag num tørvar eina leiðslu, ein politikk og viðkomandi felags mál, ið mega røkk­ ast, skulu vit ikki dragna í heimssamfelagnum. Eina vakstrarstrategi ígjøgnum grundleggjandi burðar­ dyggar bygnaðarbroytingar í stórmálum, heldur enn hetta dirvisleysa plenu­ klipparíið, sum samgongan hevur pjakast við í mán­ aðavís. Sum frá er liðið, síðani hendan samgongan tók við valdinum, er tað farið at líkjast alt meira niðurstøðuni hjá legend ar­ iska argentinska rit­ høvundinum, Jorge Luis Borges, sum í Time í 83 sammetti kríggið um Falk­ landsoyggjarnir við eitt stríð, har tveir skallutir menn bardust um ein kamb. Munurin er bara, at tað í okkara føri eru tríggir, heldur enn tveir, krún­ rakaðir kombattantar, sum berjast um ein og sama kamb. Politiska klokkuverkið í Tinganesi er uppsteðga, og tí er stundin komin til eitt siðaskifti á øllum polit­ iskum mótum, sum ber framskygni og framsókn í sínum skjøldri. tórbjørn jacobsen Hvør minnist til, seinast tey alment løntu vístu samfelagssinni? Og hvør var takkalønin fyri hetta samfelagssinni? Fyri 16 árum síðan, vóru Føroyar eisini komnar á ørmindarhús. Søgan tá var henda: 6. oktober 1992 fóru Føroyar á húsagang. Spurn ingurin um lønar­ niður skurð varð lagdur fyri fakfeløgini hjá teimum alment løntu um heystið 1992. Landsstýrið greiddi fak­ feløgunum frá, hvussu álvarsom kreppan var. Eftir nógv fundar virk­ semi, bæði millum fak­ feløgini og innanhýsis í hvørjum fakfelag sær, varð gjørt av at ganga við til lønarniðurskurð. Tó, tey alment løntu við danskari løn fingu onga lønarlækking. 16. februar 1993 var semjan gjørd. Fakfeløgini gingu við til, kalla tað frívilligt tvang, ein lønar­ niðurskurð uppá 8,5 % afturvirkandi frá 1. februar 1993 og árið út. Tá tíðin nærkaðist, at semjan skuldi ganga út, og fólk væntaðu, at lønin nú kom óskerd aftur, kom fyrsta svikið: Løgtingið gjørd uttan ávaring semj­ una til lóg. Lønar niður­ skurðurin skuldi halda fram frá 01.01.1994 til 1. juli 1995. Verandi fíggjarmálaráð­ harri var partur av lands­ stýrismanningini tá. 1. juli 1995 væntaðu fólk sjálvandi, at lønin automat­ iskt fór uppaftur á sama støði, sum hon var, áðrenn lønarniðurskurðin. Tað hevði hægsti myndugleiki jú lovað. Men tað fór hon ikki. Nei, nú skuldu fakfeløgini við samráðingum stríðast fyri at fáa lønina upp á 0 aftur. Úrslitið var, at lønirnar komu ikki upp á 1. februar 1993 støði fyrr enn til samráðingarnar í 1998. Nógv var mist. Við hesari valdsmis­ nýtslu móti fakfeløgunum, hevði mynduleikin til eina og hvørja tíð missnýtt møguleikan at koma aftur eina aðru ferð, um hetta skuldi gjørst neyðugt. Í hesum døgum skilst, at myndugleikin hevði inn­ roknað niðurskurðin hjá alment løntu í sonevnda “spari­ og vakstrarpakka” uttan at hava baklandið uppá pláss. Hetta man vera mangl­ andi situatiónsfornemmilsi, og tað er sera vandamikið hjá eini stjórn. Høvuðstrupuleikin í dag er, at fakfeløgini hava snøgt sagt ikki álit á teimum ráðandi. Verandi fíggjarstøða er tíverri fyri ein stóran part skapt av teimum ráðandi, tí teir hava tveitt fýra milli­ ardir frá sær tey seinastu 7 árini, uttan at hava sett annað ístaðin. Misskilta tjóðskapar­ kenslan kemur at gerast okkum sera kostnaðar­ mikil. Uppskriftin “at avrætta bakara fyri smið” tykist enn at kunna nýtast. Tað er heilt burturvið, at ákæra tey alment løntu fyri væntandi samfelagssinni, tí søgan hevur víst, at teir ráðandi í hesum landi brúka vælkenda orða tak­ ið,”Ótøkk er heimsins løn”, sum sítt skjaldramerki. Fyrr enn myndugleikin hevur klárað at bygt eitt álit aftur millum partarnar, er helst ikki meira at tosa um. Mangt annað kundi verið tikið fram í hesum sam­ bandi, men lat tað fara. Samfelagssinni!! Rópa tey aftur nú fyrrverandi formaður í Føroya Lærarafelag esmar berg Skalluta stríðið um ein kamb