mánadagur 13. juli 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 131 - 13. juli 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Góði Ingi!
Urtagarðurin hjá tær var møgu
liga ikki tann vakrasti á at líta til
tíðir. Blómurnar, ið har vuksu
vóru ikki av teimum dýru fram
aldu, nei, hetta vóru fyri tað
mesta blómur av villini slag.
Onkur teirra var eitt sindur slitin
úti á blaðkantinum, onkur mangl
aði okkurt blað, meðan ein triða
var heldur verri farin, brotna um
stelkin. Líka legði tú í hvussu
hesar blómur sóu út, bara ein
fekk lúka sum frægast rundan
um tær, so tær kundi blíva
hampuliga frískar aftur, so tær
kundu halda á eina tíð avtrat, og
geva hinum blómunum rundan
um eina fatan av, at tað ber til at
reisast aftur.
Nógv er at minnast afturá,
ríðitúrar, hugnaligar løtur á R.C.
Effersøes gøtu, og okkurt balli
uppi á loftinum uppi í Sortudík
ið, og ikki minst Kondittaríðið,
har øll verðins viðurskifitið
vóru vend, og so var tað líka
feitt um ein var høgur ella lágur.
Nógv av tínum samleika er
um brennivín og skálkabrøgd, ið
fylgja við hesum. Eg fari at
draga okkurt fram, tí um eg
loypi uppum har garðurin er
lægst, so blívur tað ikki rætt.
Hetta er ein partur av tær, og tú
hevði ongantíð verið tann tú var,
um ikki hetta var hent í lívið
tínum. Og hetta er einki at
krógva, tí tú valdi at brúka hetta
í tínum gerandisdegi. Einki er so
ringt, at tað er gott fyri okkurt.
Eitt tað coolasta skálkabragd
ið at minnast aftur á, sum ung
dómur, er nokk tá tú púra
einsamallur, avvopnaði eitt
dankst herðskip fyri maskin
pistólar, og fór niðan á Reyn til
ein kaffimunn hjá einari gamlari
skildkonu, við øllum maskin
pistólinum, haldi tað vóru seks.
Vit vóru nógvir ungdómar, ið
hildu at hetta var ordiliga
COOL, men tað hevur tað neyv
an verið hjá tínum mærmastu.
Tónleikurin lá tær nær, før
oysku fosturlandssangirnir, sálm
arnir, tað meira klassiska hjá eitt
nú Bach, Mozart o.ø. tónaðaðu
úr svørt hvítu tangentunum.
Einaferð boðaðu fólk frá mitt á
nátt, at tað varð spælt inni í
kirkjugarðskapellinum. Ha ha,
tú hevur nokk verið uppá
”galaj”, komin inn í kirkju
garðin, og síðan settur við orglið
í kapellinum. Skemtiligt hjá
okkum, men aftur flóvisligt hjá
øðrum, hetta var bara tú. Onkur
ilskaðist, men harraguð, tú
spældi bara nakrar yndisligar
tónar á eitt orgul????
Ríðitúrarnir vóru nakrir, og tú
fortaldi okkum ungdómi um
staðarnøvn og fylgisøgur, ið
hartil hoyrdu. Fuglar og fugla
ljóðini kendi tú øll, tú var meist
ari at siga frá. Tað var sum tú og
tað, ið rørdist rundan um teg,
teskaðu til hvønn annan. Øll
náttúran og tú tosaða við hvønn
annan á ein heilt serligan hátt.
Tað vóru eisini aðrir túrar, ið
ikki altíð vóru so friðaligir, og
frásagnirnar vóru á øðrum støði,
og hetta galt hjá báðum pørtum.
Námsfrøðingar høvdu vit ikki
hoyrt um sum so, men yvaleyst
hevur tú verið ein av teim fyrstu
her í landinum, tú dugdi sera
væl við ungdóminum.
Sjálvur sást tú, at hetta við
ballingini ikki bar til í longdini.
Og aftaná at hava leitað tær
hjálp, tókst tú hana við tær
hendavegin. Síðan fór tú í holt
við stóra arbeiði at velta uppúr
nýggjum, ikki var tað lætt, men
sum altíð, væl orðaður og gávu
ríkur sum fáður, gekk ikki long
tíð, til at hetta fór at bera til.
Og tá tú hevði verið edrúður í
10 ár, mátti tú feira tað, og
skjótt var, at allur býðurin visti
at Ingi var dottin útí. Tí hvørja
fer tú hevði smakka tær á, vistu
øll tað. Tú fekst tað tey nevna
damp ella okkurt sovorið.
Hetta, ið er skrivað, eru bert
nakrar smáar ”anekdotir” úr
tínum lívið, tað kundi verið so
ómetaliga nógv meira at skriva
um, men hevði tú ikki havt gørt
akkurát tað tú hevur gjørt, so var
urtagarðurin heilt ørvísi, og
neyvan so rúmsáttur. Eitt nú
kundi verið skrivað um: Arbeiði,
matger, meira um teg og tey
ungu, list av øllum handa slagið,
grind, ætt, vinir o.m.a. Politikkin
lata vit liggja, tí hann vóru vit
ikki altíð líka samdir um, so
hann kann onkur annar skriva
um, sum heldur seg hava skil á tí.
Síðsta túrin vit vóru saman,
var fyri um tveimum mánaðum
síðan, tú hevði verið til viðger á
Landssjúkrahúsinum, vit hittust
í komuhøllini, og eg spurdi um
tú kundi koyra meg yvir á
Lágargarð, eg fór at vitja mín
gamla pápa. Lágargarð átti tú
eisini ein part av, frá tínum pol
itiska lívi, og hava nógv menn
iskju havt gleði av hesum stovni.
Vit søgdu hvørjum øðrum
farvæl, men tað lá ongantíð í
luftini, hósat báðir visti hvønn
veg tað bar, at vit ikki fóru at
síggjast aftur. Men vit fingu
sagt inniliga farvæl, fevndust,
og við gomlu heilsanini, um at
heilsa hvør hjá øðrum.
Tú visti nú, at øll tíni, kona,
børn og barnabørn hava tað gott,
í sínum urtagørðum. Men tann
størsti er ikki liðugur enn, og
verður tað neyvan, tíverri. Har
verður altíð okkurt at lúka, men
tað letur tú hini um nú. Urtagarð
urin er vaksin øðiligt hesi sein
astu árini, lúkingin hevur fagn
ast væl, og nú seinasta blaðið á
blómu tíni følnaði, kann tú
róliga stíga uppá rossi, seta
kósina í ein vestan har sólin
setur, og heilsa øllum farvæl.
Vónandi verður tú ikki svangur
á tínum síðsta túri, kenni eg teg
rætt, so er saðiltaskan fullfermd.
Hav tað gott hvar enn tú mann
fjakka.
Vinaliga
Mourits Mohr Joensen
Seinasti túrurin!
Leif Berg, Ingi Mohr og Mourits Mohr Joensen á veg til Leynavatnsstevnu fyrst í 80-unum
Fríggjadagin 10. juli fylti sókn
arpresturin í Norðurstreymoy,
Mogens Tilsted Christensen,
búsitandi í Hvalvík, 65 ár.
Mogens Tilsted Christensen
er upprunaliga útbúgvin keyp
maður. Hann arbeiddi sum
sjálvstøðugur húsameklari í
Århus og seinni sum stjóri í
húsaognarfelagnum Zentilla
ApS í Århus frá 19691987.
Hann var ráðgevi hjá byggi
felagnum Provinsbyg A/S frá
19871991.
I 1992 byrjaði hann sum 48
ára gamal, meðan hann hevði
annað arbeiði, at lesa gudfrøði.
Tá hann varð liðugur í 2002,
fekk hann starv í Føroyum
sum sóknarprestur í Norður
streymoy, og býr hann saman
við familjuni í prestagarðinum
í Hvalvík.
Mogens er føddur í Thy
nærhendis Hantsholm og vaks
upp har í 50unum. Í sínum
ungu árum kom hann nógv
saman við KFUM og missi
ónsfólki har á leiðini. Hann er
giftur við Annu, sum er útbúgv
in sjúkrarøktarfrøðingur við
Skt. Lukasstiftelsen. Tey eiga
tríggjar døtur.
-red
Mogens Tilsted
Christensen 65 ár
60 ár
18 juli fyllir Edna Niclasen Sørvágur 60 ár. Opið hús
verður í heiminum Í Gerðinum 17 frá kl. 13 til kl. 20.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
70 ár
Mánadagin 20. juli fyllir Absalon Absalonsen, ættaður
úr Vági, búsitandi í Havn, 70 ár. Dagurin verður hildin
saman við familjuni á Sønderbakken 9, Esbjerg.
Dagurin
13. juli. Margreta, deyð umleið ár 300. Var úr
Antiokia, og foreldrini vóru heiðin. Hon tók við
kristnari trúgv. Av tí at hon ikki vildi lovast heidna
herføraranum Olymbrias, var hon hálshøgd. Ein
margretumessa hevur eisini verið hildin. Margreta
merkir perla á grikskum máli.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)