mánadagur 13. juli 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 13. juli 2009 – Nr. 131
Á Skálafjørðinum verður
umhugsað, um teir á
Ólavsøku skulu royna
seg í bátinum, sum teir
frammanundan hava
vunnið so nógv við
10-MANNAFØR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað var lagt upp til stóra og tætta
kapping. Onnur orsøkin til hetta var,
at tað í fýra av teimum fimm
róðrunum, sum høvdu verið
frammanundan, hevði verið mest
sum eingin munur á Klaksvíkingi
og Eysturoyingi, og hin orsøkin var,
at hesa ferð var teinurin bara
helmingurin av tí, sum hann
frammanundan hevði verið.
Kappingin gjørdist ikki tann, sum
roknað varð við. Klaksvíkingur fór
skjótt frá Eysturoyingi, og tá ið
bátarnir fóru um málið, var
munurin ein bátslongd, og tað er
nógv á túsund metrum. Harvið er
Klaksvíkingur tvey stig frammanfyri
Eysturoying, og tískil eru
klaksvíkingar greiðir FM favorittar.
Eysturoyingur vann fulla úrtøku á
Norðoyastevnu og Fjarðastevnu.
Síðani tá hevur Klaksvíkingur
vunnið fýra ferðir. Tað vil eisini siga,
at Eysturoyingur ikki hevur vunnið,
síðani báturin, sum varð smíðaður í
1998, og sum hevur vunnið so
nógv, varð skiftur út við
spildurnýggjan bát.
Ludvík við Stein, sum í ár hevur
gjørt skilagóðar
róðrarviðmerkingar í
Kringvarpinum, er formaður í
Kappróðrarfelagnum NSÍ. Hann
man vera ein av teimum, sum hevur
størstu royndirnar og hevur vunnið
mest í kappingini millum 10-
mannafør.
Ludvík heldur tað ikki vera
nakran iva um, at Klaksvíkingur er
favorittur at vinna á Ólavsøku og
harvið at vinna FM.
-Eingin ivi er um, at teir hava róð
einastandandi væl. Miðalaldurin
umborð á Klaksvíkingi er nakað
hægri, enn hann er umborð á
Eysturoyingi. Tað spælir ivaleyst inn,
og so hevur tað serliga á styttra
teininum týdning, ar miðalvektin
umborð á Klaksvíkingi er hægri,
enn hon er umborð á Eysturoyingi.
Manningin á Eysturoyingi vigar í
miðal 75 kilo, og umborð á
Klaksvíkingi viga teir tíggju kilo
meiri í miðal, vísir Ludvík við Stein á.
Hesar seinastu dagarnar hevur
verið at hoyrt, at tað í og kring
Kappróðrarfelagið NSÍ verður tosað
um, um teir umborð á Eysturoyingi
skulu fara á Ólavsøku í tí nýggja ella
í tí gamla bátinum. Hetta hevur
Ludvík við Stein ongar
viðmerkingar til. Eingin setur
spurnartekin við kvalitetin í nýggja
bátinum. Heldur er tað pátrúgv og
tað sinniliga, sum talar fyri, at nýggi
Eysturoyingur skal halda frí
ólavsøkuaftan. Men tað skilst, at
enn er eingin avgerð tikin hesum
viðvíkjandi.
Í Klaksvík er sigarføringin høg.
Leygarkvøldið vórðu bæði Páll
Fangi og Klaksvíkingur koyrdir í
konvoy runt í býnum, áðrenn teir
komu í neystið, har skipað varð fyri
móttøku. At áhugin fyri kappróðri
nú aftur er stórur har norðuri sást á,
at uppmøtingin var heilt góð.
Klaksvíkingar eru
bæði tyngri og eldri
Sam Vang var fremstur
86 rennarar byrjaðu teinin frá Húsagjógv norði við Fjallavatn til
Sandsvágs kirkju um vikuskiftið. Líkindi vóru sera góð, og
rennararnir vóru sera væl nøgdir við renningina, sum var í
fótasporunum hjá ”Seyðamanninum á Sondum” og huldukonini,
sum búði í Húsagjógv. Skjótastur var Sam Vang við tíðini 58.59
minuttir. Næstur á málið var Regin Zachariasen við tíðini 60
minuttir, og Sigurð Nordendal var nummar trý við tíðini 62
minuttir. Trý tey fremstu hjá bæði monnum og kvinnum fingu
heiðursmerki.
H71 basti VÍF
Bæði finaluliðini í manshondbólti spældi um
vikuskiftið stevnudyst á Giljanesi. VÍF hevði tískil
møguleikan at hevna tapið í FM-finaludystunum í
fjør. Og fyrstu løtuna sá bjart út hjá
vestmenningum. Hoyvíkingar ressaðust skjótt
aftur. Hálvleiksstøðan var 14-14. Eftir hvíldina
skiftust liðini at hava leiðsluna, og tá
samanumkom var H71 omaná. Endaliga støðan
varð 24-22 til H71.