mánadagur 13. juli 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 13. juli 2009 – Nr. 131 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17
Burtursæð frá í tveimum
róðrum so hava tað síðani
2001 bara verið bátar í
høvuðsstaðnum, sum hava
vunnið kappróðrarnar
millum 6-mannaførini við
kvinnum
6-MANNAFØR KVINNUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eftir at Gongurólvur næstsíðsta
leygardag hevði vunnið á
Varmakeldu, varð tað undir
yvirskriftini Søgan skal ikki
endurtaka seg mint á, hvussu tað
gekk, tá ið Gongurólvur vann FM í
2003. Ta ferðina vann kvinnu
báturin hjá Havnar Róðrarfelag teir
fyrstu fimm róðrarnar, og tað var
nóg mikið til at vinna FM. Í
tveimum teimum síðstu róðrunum
tapti Gongurólvur. Á Vestanstevnu
var Jarnbardur fremstur, Páll Fangi
næstfremstur og Gongurólvur var
nummar trý, og á Ólavsøku var
Gongurólvur aftanfyri Jarnbard,
sum vann.
Sjálvandi ætlaðu tær á
Gongurólvi ikki, at gongdin frá
2003 skuldi verða endurtikin í ár.
Men í Sandavági leygardagin gekk
tað nett soleiðis, sum tað gjørdi fyri
seks árum síðani. Hesa ferð var tað
Páll Fangi, sum vann, Jarnbardur var
næstfyrstur, og Gongurólvur endaði
á – sum í 2003 – triðja plássi!
Gongurólvur er framvegis stórur
FM favorittur. Spurningurin er, um
tað fer at ganga soleiðis á Ólavsøku,
sum tað gjørdi í 2003, tá ið
Gongurólvur tók ímóti FM
skreytinum, meðan annar bátur – ta
ferðina var tað Jarnbardur – fór við
ólavsøku gullinum.
Hesa ferð var sigurin hjá Páll
Fanga sannførandi, hóast tað fyrsta
partin av teininum einki var, sum
bendi á, at Páll Fangi skuldi fara at
vinna. Starturin hjá
klaksvíkskvinnunum var einki
serligur, og eina løtu vóru tær
aftanfyri Jarnbard, Gongurólv og
Hvessing.
Men so rørdi Páll Fangi rættuliga
upp á seg, og tað leið heilt væl eftir.
Jarnbardur og Páll Fangi tosaðust
eina løtu um oddasessin, men so
glapp hjá teimum úr Klaksvík, og í
endaspurtinum var tað ikki so
spennandi.
Sigurin hjá Páll Fanga var
merkisverdur á tann hátt, at hetta
var fyrsta ferðin síðani 2001, at Páll
Fangi hevur vunnið hesa
kappingina. 2001 var framúr
róðrarár hjá teimum í Klaksvík, og
tá vann Páll Fangi allar sjey
róðrarnar og harvið FM heitið.
Síðani tá hava bara bátar úr
høvuðsstaðnum vunnið FM:
Jarnbardur, Gongurólvur og Lómur.
Úrslitini siga, at bátarnir av bygd
hava ikki verið serliga eyðsýndir.
Gamaní vann Riddarin úr Miðvági
FM í 2006, men tað árið vann
meistarin bara tveir róðrar – á
Norðoyastevnu og á Eystanstevnu.
Lómur vann á Sundalagsstevnu og
Jarnbardur vann fýra tær seinastu
ferðirnar. At tað kortini eydnaðist
Riddaranum akkurát at halda
Jarnbard aftanfyri seg komst av, at
Jarnbardur bara varð nummar fýra í
trimum teimum fyrstu róðrunum.
Í Sandavági vóru tað Páll Fanga
kvinnurnar, sum fingu steyp og
gullkrónur. Fleiri teirra vóru við, tá
ið Páll Fangi vann FM fyri átta árum
síðani. Sigurin ber mót við sær um
at vinna á Ólavsøku, men stríðið um
FM heitið tykist vera vunnið at
Gongurólvi, sum eftir Vestanstevnu
er fýra stig frammanfyri Páll Fanga.
Nú er spurningurin, um
ólavsøkuróðurin eisini fer at verða
endurtøka av 2003, tá ið
Gongurólvur seinast vann FM!
Frúgvin tryggjaði góðan
stevnuhýr, tá ið tær úr
Miðvági vunnu á Erlu
Kongsdóttir, sum vikuna
frammanundan við sigri
tryggjaði góðan hýr á
Varmakeldu
5-MANNAFØR KVINNUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað er so spennandi undan
finaluróðrinum, sum tað kann
verða. Tann, sum verður fremri á
Ólavsøku av Frúnni úr Miðvági og
Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði
vinnur FM í kappingini millum 5-
mannafør við kvinnum.
At taka aðra manningina fram
um hina sum favoritt at vinna um
fjúrtan dagar ber ikki til. Gongdin
higartil hevur verið skiftandi, og
sum tey eru farin at siga, so verður
tann meistari, sum ólavsøkuaftan
rakar dagin!
Erla Kongsdóttir vann á
Norðoyastevnu og Fjarðastvenu, so
vann Frúgvin á Sundalagsstevnu
og Jóansøku, og so hava bátarnir
vunnið í heimasjógvi – Erla
Kongsdóttir á Varmakeldu og nú
Frúgvin á Vestanstevnu.
Hesa ferð royndi Ritan norðan úr
Sundi at bjóða seg fram í
startspurtinum. Men tað var skjótt,
at kappingin um fremsta plássið
stóð millum Erlu Kongsdóttir og
Frúnna. Eina løtu var Erla
Kongsdóttir fremst, men so vístu
fleiri knotur seg at vera í teimum úr
Miðvági. Frúgvin vísti finan
endaspurt, og tað gjørdi ikki
stevnuhýrin verri í Sandavági.
Tær skiftast um at vinna
Páll Fangi fyri
fyrstu ferð í átta ár
Vit løna Madrid aftur
Tvær milliardir krónur. Tað er prísurin, sum Real Madrid
hevur goldið fyri Kaká í AC Milan og Cristiano Ronaldo í
Manchester United. Men felagið fær pengarnar aftur,
sambært Kaká. – Vit fara at løna felagnum aftur. Vit eru
pengarnir verdir. Tað hava vit prógvað á vøllinum
seinastu árini, sigur Kaká í spanska blaðnum Marcea.
Raul Albiol og Karim Benzema eru somuleiðis nýggir í
leikarahópinum hjá Real Madrid.
Zlatan verður í Inter
Einki felag tykist vera til reiðar at rinda prísin, sum Inter
krevur, um teir skulu selja Zlatan Ibrahimovic. Tað ljóðaði
annars, at Manchester United, Barcelona og Real Madrid
høvdu áhuga í at keypa Ibrahimovic, men nú sigur forsetin
í Inter, at sviin ikki fer nakran veg. Massimo Marratti, forseti
í Inter, segði, at var prísurin tann rætti, vóru teir til reiðar at
selja. Sjálvur metti hann, at rætti prísurin var 70 milliónir
evrur, svarandi til 521 milliónur krónur, men hesa
upphædd er einki felag til reiðar at rinda, skilst.
Sigurin hjá Páll Fanga var merkisverdur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin síðani 2001, at Páll Fangi hevur vunnið hesa kappingina
Mynd: Hilmar Jan Hansen / Einslistir