mánadagur 13. juli 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 13. juli 2009 – Nr. 131
Tað var stílur yvir tí, tá ið
dreingirnir á Tjaldrinum
tryggjaðu sær fyrsta FM
heitið í átta ár
5-MANNAFØR DREINGIR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Teir hava verið fullkomiliga
suverenir higartil í ár, og í góða
veðrinum í Sandavági vunnu teir
sætta sigurin av seks møguligum.
Tað er dreingjamanningina á
Tjaldrinum, sum tað her snýr seg
um. Fulla úrtøkan eftir seks róðrar
bar við sær, at Tjaldrið var fyrsti
meistarin í 2009. Tillukku við tí!
Síðani 1973, tá ið FM kappingin
fekk tað skapið, sum hon framvegis
hevur, hava dreingirnir hjá
Kappróðrarfelagnum NSÍ fýra ferðir
áður vunnið FM: í 1986, 1991, 2000
og 2001.
Í 1986 vann Tjaldrið tríggjar av
fimm FM róðrum, í 1991 vann
Tjaldrið fimm av seks FM róðrum, í
2000 vann Tjaldrið allar seks FM
róðrarnar, og í 2001 vann Tjaldrið
tríggjar av seks FM róðrum.
Setningurin hjá nýkosnu
meistarunum verður á Ólavsøku at
syrgja fyri, at Tjaldrið við
dreingjamanning fyri fyrstu ferð
nakrantíð vinnur allar sjey FM
róðrarnar.
Tað var stílur yvir tí, tá ið Tjaldrið
tryggjaði sær FM heitið. Sigurin var
ongantíð hóttur, hóast munurin
aftur til Blik ikki var meiri enn ein
skutur, tá ið teir fóru um málið.
Tjaldrið var fremst frá tí, at
startskotið hevði ljóðað. Bátarnir
hjá Argja Róðrarfelag – Blikur og
Teistin – royndu saman við
Royndini Fríðu at bjóða av, men tað
eydnaðist ongantíð avbjóðarunum
at taka Tjaldrið, sum eina løtu var
tað mesta av einari bátslongd
fremst.
Kanska tóktist tað sum um, at
Tjaldrið fór eitt sindur tíðliga undir
endaspurtin, tí eftir at teir í nøkrum
tøkum høvdu gingið frá, so styttist
munurin aftur, áðrenn Tjaldrið á
síðstu metrunum megnaði at halda
tørn. Meistararnir tóktust hava
kontrol á støðuni, tí beinanvegin, tá
ið teir vóru farnir um málið, lupu
teir upp í bátinum!
Meistaraheitið kom ikki óvart á
rógvararnar og tey, sum taka á við
Tjaldrinum. Formaðurin í felagnum,
Ludvík við Stein, hevði syrgt fyri, at
hvít limusina var komin vestur til
Sandavágs eftir nýklæktu
meistarunum, sum í neystinum á
Glyvrum fingu ta móttøku frá
foreldrum, familju, nevnd og
øðrum, sum tað sømir seg sonnum
meistarum at fáa.
Eingin kapping er um
silvurplássið, sum Blikur hevur
vunnið. Tað er møguleiki fyri
kapping um bronsuplássið, sum
Teistin annars tykist vera tryggur á.
Junkarin og Royndin Fríða lúra, og
felags fyri hesar og allar aðrar er, at
ólavsøkusigur hevði verið
kærkomið plástur á, nú Tjaldrið
hevur verið so einaráðandi. Men
tann spurningin ætla nýggju
meistararnir sær at vera við til at
svara – við stíli!
Í FM kappingini er
spenningurin so stórur,
sum tað ber honum til
at vera, men um avrikið
á Vestanstevnu skal
nýtast sum barometur,
so er Tvørabáturin stórur
favorittur at vinna á
Ólavsøku
6-MANNAFØR MENN
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Stigatalvan sigur, at kappingin er so
tøtt og spennandi, sum tað ber
henni til at vera. 6-mannaførini við
monnum á Tvøroyri og Miðvági
liggja stavn um stavn. Báðir
bátarnir hava 39 stig, og harvið
verður tað ólavsøkuaftan, at tað fer
at verða avgjørt, um tað verður
Tvørabáturin ella Riddarin, sum fer
at vinna FM heitið.
Felags fyri Tvørabátin og
Riddaran er, at teir ongantíð áður
hava vunnið FM. Tí sigur tað seg
sjálvt, at tað bæði í Miðvági og á
Tvøroyri hevur verið fylgt væl við í
kappróðrunum, sum hava verið
higartil í ár, og tað er sjálvsagt, at
kappróðrarprátið er nógv, nú
bátarnir síðani í gjár hava fyrireikað
seg til stóru finaluna, sum verður
fimtan dagar.
Tað kann nógv venda upp
ólavsøkuaftan, sum nú vendir niður,
og tað kann nógv venda niður
ólavsøkuaftan, sum vendi upp á
Vestanstevnu. Men um avrikið í
Sandavági skal verða grundarlag
fyri meting um vánirnar at vinna
FM, so er eingin ivi um, at
Tvørabáturin er greiður favorittur.
Í fimm teimum fyrstu róðrunum
var kappingin ógvuliga tøtt. Á
Vestanstevnu var eingin kapping.
Tvørabáturin, sum á Varmakeldu
vann við so framúr endaspurti, vísti
onga náði.
Suðuroyingarnir løgdu seg
beinanvegin framum hinar, og
síðani vóru teir ongantíð hóttir. Tá
ið Tvørabáturin fór um málið, var
meiri enn ein bátslongd aftur til
kappingarneytarnar.
Sundabáturin var leingi
næstfremstur, meðan Riddarin eftir
vánaligan start hevði strítt seg fram
á triðja plássið. Á síðstu trý hundrað
metrunum bjóðaði Riddarin
Sundabátinum av, og tá ið bátarnir
fóru um málið, hevði Riddarin
tryggjað sær næstfremsta plássið,
sum kann fara at vísa seg
avgerandi, tá ið FM kappingin fer at
verða avgjørd ólavsøkuaftan.
Undan Ólavsøku hava bæði
Riddarin og Tvørabáturin 39 stig!
Tvøroyri og Miðvágur stavn um stavn
Tjaldurs dreingirnir í limusinu
Rosenborg setur stór mál
Rosenborg, sum í farnu viku sendi NSÍ úr Evropa League
kappingini, hevur sett sær stór mál fyri kappingarári. Felagið
setur sum krav, umframt at vinna bæði landskappingina og
steypakappingina, at fara ósigrað gjøgnum kappingarári. – Eg
veit ikki um onnur feløg enn Arsenal, sum hava megnað tað.
Men tað ætla vit, og tað hevði verið stórt, um tað eydnaðst, sigur
Erik Hamrén, venjari hjá Rosenborg, í norskum miðlum.
Rosenborg hevur ikki tapt í fyrstu 17 av 30
landskappingardystunum.
Zola ætlar sær Gudjohnsen
Komandi arbeiðsgevarin hjá Eidur Gudjohnsen eitur møguliga
West Ham. Tað staðfestur Gianfranco Zola, venjari. – Gudjohnsen
eru ein sera, sera dugnaligur fótbóltsspælari. Men eg eri vísur í, at
West Ham ikki er einasta felagið, sum hevur sýnt honum áhuga,
sigur Zola við SkySports. Eidur Gudjohnsen hevur seinastu árini
spælt við FC Barcelona, men leiðslan hevur greitt honum frá, at
hann ikki er ynsktur í felagnum longur.