Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 13. juli 2009 – Nr. 131 Argjabáturin hevur verið støðugur og treiskur, hóast tað viðhvørt hevur verið væl longri millum sigrarnar, enn tað hevur verið í ár 8-MANNAFØR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Síðani Argjabáturin á Norðoyastevnu fór um málið nógvar bátslongdir frammanfyri hini 8-mannaførini hevur eingin ivi verið um, at FM heitið fór at enda á Argjum. Leygardagin vann Argjabáturin sætta av seks møguligum sigrum, og harvið varð FM heitið tryggjað. Hjartaliga tillukku við tí! Hetta var níggjunda ferðin, at Argjabáturin vann FM heitið. Hini árini hava verið í 1991, 1992, 1994, 1995, 1997, 1998, 2000 og 2004. Nú fæst at síggja, hvussu tað verður á Ólavsøku. Tað er ilt at ímynda sær annan vinnara enn Argjabátin, men tað kundi kanska verið meiri spennandi, enn tað hevur verið higartil í ár, um onkur annar bjóðaði av, enn bara teir, sum higartil hava róð í ár. Nú reglurnar eru broyttar, ber tað til at rógva á Ólavsøku, sjálvt um bátur ikki hevur luttikið í hinum róðrunum. Men tað skal nógv til hjá tí, sum ætlar at taka Argjabátin! Eina ferð hevur Argjabáturin vunnið allar FM róðrarnar í einum ári. Tað var í 2000, tá ið tað vóru seks FM róðrar á skránni. Tá ið Argjabáturin vann FM seinast – tað var í 2004 – høvdu argjamenn vunnið allar róðrarnar, tá ið teir fyrireikaðu seg til Ólavsøku. FM heitið varð tryggjað longu frammanundan, men sjálvandi var tað vónbrot, at Kvívíkingur skuldi snýta Argjabátin í finaluróðrinum. Argja Róðrarfelag varð stovnað í 1982. Argjabáturin luttók í kappingini millum 8-mannaførini hetta sama árið, og tað kann ikki sigast annað, enn at orðatakið, sum sigur, at tolin trívst, hóskar seg væl til Argjabátin. Argjabáturin luttók á hvørjum ári, men tað bar illa til at sleppa framat FM heitinum, sum Oyndri, Kvívíkingur og Ørvur sum oftast tóku sær av. Fyrsta sigurin yvirhøvur vann Argjabáturin á Ólavsøku í 1989 ella fyri tjúgu árum síðani. Annar sigurin varð vunnin árið eftir á Ólavsøku, og tá ið fyrsta FM heitið varð vunnið í 1991, vann Argjabáturin tvær ferðir – á Jóansøku og á Varmakeldu. Síðani Argjabáturin vann FM í 2004 hevði hann fram til í ár ongan róður vunnið. Í fjør og í fyrraárið vann Heiðabáturin allar róðrarnar, í 2006 skiftust Ørvur og Knørrur, sum varð meistari, um at vinna, og í 2005 vann Nevið Reyða allar róðrarnar. Higartil í ár hevur Argjabáturin verið suverenur. Tað hevur borið 9. FM heitið við sær, og á Ólavsøku fæst at síggja, um nakar fer at bjóða stórfavorittunum av. Finalan fer at gera av, um tær úr Knørrafelagnum ella tær av Tvøroyri skulu verða fimti FM vinnarin í gentukappingini 5-MANNAFØR GENTUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eftir sigrar 6. juni á Norðoyastevnu og 20. juni á Sundalagsstevnu hava tær umborð á Jallinum bíðað eftir nýggjum møguleika, meðan bæði Firvaldur og Báran hava verið á gullplássinum. Í fína róðrarveðrinum á Vestanstevnu vístu tær umborð á Jallinum so sannførandi avrik, at tær mugu roknast sum favorittar at vinna FM heitið. Hvør fer at vinna FM heitið verður avgjørt í sannari finalu á Ólavsøku. Jallurin hevur 38 stig, og Firvaldur hevur 37 stig. Tað ber illa til at pallseta tættari kapping og størri spenning. Sammett við á Varmakeldu vendi úrslitið heilt øðrvísi í Sandavági. Í Fuglafirði var Firvaldur knappliga tvey sekund frammanfyri Jallin. Á Vestanstevnu var Jallurin knappliga hálvt fimta sekund frammanfyri Firvald. Tær av Tvøroyri komu illa frá startinum, og eina løtu var Firvaldur aftanfyri Jallin, Sílið og eisini Havfrúnna. Síðstu tvey hundrað metrarnar tóktist eingin luft at vera eftir umborð á Sílinum og á Havfrúnni. Tað var í hvussu so er meiri luft eftir umborð á Firvaldi, og at tað eydnaðist tvøragentum at taka bæði Havfrúnna og Sílið ber við sær, at tað undan síðsta róðrinum er stórur spenningur um FM heitið. At Jallurin ella Firvaldur verður meistari ber við sær, at spildurnýggjur FM vinnari skal finnast í hesi kappingini. Síðani 2005 hevur verið kappast um meistaraskapin í genturóðri. Í 2005 varð Blikur meistari, og síðani hava Frúgvin, Hvassi og Drekin vunnið. Nú verður tað Jallurin ella Firvaldur. Hvør tað verður av teimum, sum fer at vinna FM, valdast um úrslitið týsdagin um tvær vikur. Níggjunda FM heitið er innanborða Jallurin setti Firvald orduliga upp á pláss Í fína róðrarveðrinum á Vestanstevnu vístu tær umborð á Jallinum so sannførandi avrik, at tær mugu roknast sum favorittar at vinna FM heitið Mynd: Hilmar Jan Hansen / Einslistir Hetta er níggjunda ferðin, at Argjabáturin hevur vunnið FM heitið Mynd: Hilmar Jan Hansen / Einslistir Útvístur eftir 15 sekundum Ze Carlos, sum spælur við brasilianska Cruzeiro, var høvuðsmaður í einari heldur sjáldsamari hending um vikuskiftið. Hann varð útvístur eftir bara 15 sekundum í landskappingardysti móti Atletico Mineiro. Ze Carlos sendi albogan í høvdið á mótstøðuleikara, og dómarin vísti hann av vøllinum alt fyri eitt. Atletico Mineiro vann dystin við 3-0. Boogerd er skelkaður Bernhard Kohl, sum í farnu viku av avdúkaður fyri at hava nýtt doping, sigur í altjóða miðlum, at Michael Boogers somuleiðis hevur nýtt doping. Men Boogerd vísir søgunum aftur. – Tað er lygn úr einum enda í annan. Tað eri eg 100 prosent vísur í, sigur Michael Booegerd úr Rabobank, sum er tíðliga skelkaður av søgunum, við altjóða miðlar.