Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 13. juli 2009 – Nr. 131 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 - Vit hava kunnað okkum væl um sjúkuna og fingið ráðgeving, sigur Rólant Højsted, formaður í EB/ Streymi. Sundalagsmenn og HB skulu komandi vikuna spæla altjóða dyst á Kypros, har tveir fótbóltsleikarar í seinastu viku fingu staðfest svínakrím FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - Sjálvandi hava vit hugsað um tað. Í farnu viku varð staðfest, at fótbóltsleikararnir Anders Jochumsen og Micah Richards hava fingið H1N1-virus, sum eisini verður rópt svínakrím. Báðir hava verið á Kypros í summarfrítíðini, har teir eru smittaðir. Og tað er júst á Kypros, at bæði HB og EB/Streymur skulu royna seg í altjóða kapping komandi vikuna. Eru fyrireikaðir Mikudagin vendir ferðalagið hjá EB/Streymi nøsini móti miðjarahavinum og Kypros. Rólant Højsted, formaður, sigur, at í Sundalagnum eru tey fyrireikaði, soleiðis, at leikararnir og leiðslan sleppa undan sjúkuni. - Vit fara at ansa væl eftir. Vit hava kunnað okkum væl um sjúkuna og fingið ráðgeving. Magnus á Stongum, lækni, verður við á Kypros, so vit eru til reiðar. Hvussu ætla tit at fyribyrgja, at tit ikki verða smittaðir? - Tað verður torført. Vit hava onga uppskrift sum so, uttan at vit sjálvsagt ikki vilja í samband við ov nógv fólk. Vit ræðast ikki sjúkuna, tí tað er ikki meira enn eitt vanligt krím. Men vit fara at gera alt fyri at sleppa undan tí, sigur Rólant Højsted, og leggur afturat, at tað ikki verður kravt, at leikararnir skulu ganga í masku. Ferðalagið verður burtur í eina ltíla viku. Hósdagin gongur leiðin til Kypros úr Danmark. Seinni undandysturin móti Apoel FC verður leiktur mikukvøldið í komandi viku. Óttast ikki svínakrímið Súni úr Hørg fer heim Súni úr Hørg fer nú aftur at spæla við VB/ Sumba Súni úr Hørg skal spæla við VB/Sumba komandi mánaðirnar. Verjuleikarin hevur havt trupulleikar við at vunnið sær pláss á liðnum hjá B36, og tað er helst orsøkin til, at hann skiftur aftur til barndómsfelagið. 26 ára gamli Súni úr Hørg flutti til B36 undan hesum kappingarárinum. Jochumsen á fótum aftur Í seinastu viku varð staðfest, at Anders Jochumsen, sum var toppskjútti í FC Amager undir leiðslu av Toda Jónsson, hevur fingið H1N1, eisini rópt svínakrím. Men framherjin er væl fyri. – Eg eri ikki komin heilt fyri meg. Men eg eri komin heim til Danmarkar, og eri á fótum aftur, sigur Jochumsen við bold.dk. Jochumsen hevur verið sáttmálaleysur seinastu tíðina, og ætlar sær nú at finna nýtt felag. Haldið tykkum burtur! Chelsea, Manchester United, Real Madrid og Manchester City eru sambært enskum miðlum áhugaði at knýta Fernando Torres at sínum leikarahópi. Rafael Benitez, venjari hjá Liverpool, er troyttur av mongu tilboðunum og sær fegin, at feløgini halda seg burtur. – Vit hava fingið fleiri stór tilboð, men tað er eingin møguleiki at vit selja hann. Torres vil fegin verða verandi, og vit vísa øllum tilboðum aftur, sigur Rafael Benitez, sambært Teamtalk.