Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 13. juli 2009 – Nr. 131 Øssur Dalbúð til ÍF Øssur Dalbúð skal spæla við ÍF komandi mánaðiranar. Framherjin hevur havt trupulleikar við at vunnið sær pláss á besta liðnum hjá NSÍ, og nú er ætlanin, at hann skal skjóta fuglfirðingar upp eftir stigatalvuni. - Vit tosaðu við NSÍ og Øssur Dalbúð undan kappingarárinum, men eingin avtala kom í lag, tí vit skrivaðu sáttmála við Rógva Jacobsen. Hann hevur ikki verið á vøllinum enn, og vit hava saknað ein veruligan framherja. Og vónandi fer Øssur Dalbúð at loysa trupulleikarnar, sigur Jón Simonsen, venjari hjá ÍF. Hann staðfestir, at fuglfirðingar eisini hugdu úr um landoddarnar eftir framherja, men føroyska loysnin var betri og bíligari. Talan er í fyrstu syftu um eina leiguavtalu, sum knýtir Øssur Dalbúð at leikarahópinum hjá ÍF restina av kappingarárinum. B36 – EB/Streymur útsettur Eftir skránni skuldi landskappingardysturin millum B36 og EB/Streym spælast sunnudagin 19. juni. Men orsakað av, at sundalagsmenn í vikuni fara til Kypros at fyrireika seg til seinna undankappingardystin í Champions League er dysturin útsettur. Dysturin verður leiktur 26. august. Apoel Nicosia er eitt ógvuliga sterkt lið við landsliðsleikarum úr nógvum ymsum londum. Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/Streymi, hevur allar mans tøkar, men roknar ikki við, at tað vera teir, ið seta dagsskránna á Tórsvølli FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo EB/Streymur hevur vant á Tórsvølli nú í eina viku. Síðsta venjingin var klokkan tíggju í morgun, og so er bara eftir at bíða, til dysturin verður bríkslaður í gongd á grasinum á Tórsvølli týskvøldið klokkan sjey. – Evropeiskir dystir verða spældir á grasi. Hetta gevur okkum eitt fínt frávik frá landskappingini, ið er øðrvísi enn altjóða dystirnir og tí eru fyrireikingarnar eisini øðrvísi, umframt at vit eisini venja í Havn í mun til í Streymnesi. Tað passar okkum væl, nú landskappingin liggur í dvala, metir Sigfríður Clementsen. Ikki hvør sum helst Umfrant at venja, hava teir eisini kannað hvat tað er fyri eitt mótstøðulið, ið teir møta á Tórsvølli. Venjaraparið Sigfríður Clementsen og Magni Mohr hava savnað saman upplýsingar og hugt eftir videobrotum. Apoel Nicosia, ið kemur á Tórsvøll, eftir at hava verið á venjingarlegu, hevur eina rúgvu av landsliðsleikarum – kypriotiskum eins væl og pólskum, albanskum og makedónskum. Umframt tað hevur liðið leikarar, sum hava spælt í bestu hollendsku og portugisisku deildini, og á portugisiskum ungdómslandsliðum. Okkurt av hesum nøvnum kenna føroyskir fótbóltsfjepparar helst aftur. Portugisiski Numo Morais er eitt teirra, sum José Mourinho keypti Morais til Chelsea. Ein annar er Helio Pinto, ið hevur verið knýttur at bæði spanska Sevilla og portugisiska Benfica, áðrenn hann kom til Apoel. Halda lív í dystinum Við so sterkum monnum sum mótstøðulið, roknar Sigfríður Clementsen ikki við, at tað verður EB/Streymur, ið kemur at seta dagsskránna á Tórsvølli í annaðkvøld. – Eitt gott úrslit er, um vit megna halda í dystinum, soleiðis at vit framvegis hava okkurt at spæla fyri í næstu viku. Vit fara í øllum førum at spæla fyri okkara møguleika, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/Streymi. Ikki hissini kypriotar 25 ár eftir søguliga brakið fara Gary Kasparov og Anatolij Karpov aftur at dystast við talvborðið TALV Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var um ársskiftið 1984-85, at bert 21 ára gamli Gary Kasparov mest sum skelkaði talvheimin, tá hann var um reppið at taka HM- heitið frá 33 ára gamla Karpov. Altjóða talvsambandið steðgaði tó drúgva dystinum, tá teir søgdu, at heilsustøðan hjá telvarunum var í vanda. Men flestu staðni varð hetta mett sum ein fyrimunur fyri Karpov. Árið eftir fekk Kasparov tó ein nýggjan møguleika, og tað eydnaðist tað honum at vinna. Í 1990 bjóðaði Karpov aftur av, men síðani tepra sigurin hjá Kasparov ta ferðina, hava legendurnar bert dystast í smærri kappingum. Og altso ikki sum dyst yvir fleiri talv. 21. til 24. september kunnu talventusiastar tó gleða seg, tí tá hittast teir báðir í Valencia. Gary Kasparov, sum ikki longur er aktivur telvari, verður roknaður sum sterkasti telvarin í søguni. Og eingin hevur enn vunnið sær sama styrkistal, sum hann hevði, áðrenn hann í 2005 gavst sum telvari á elitustøðu. Karpov telist eisini millum teir stóru, og hann er enn aktivur við talvborðið. Kasparov og Karpov telva aftur