týsdagur 11. januar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 6 - 11. januar 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Útbjóðing nærkast
V i ð m
e r k i n g :
Fyrrverandi floksskrivari
okkara, Hans Jørgensen,
hevði fríggjadagin eina
grein í Sosialinum við heit-
inum: „Missir Javnaðar-
flokkurin mál síni á gólv-
ið?“ Lat meg beinanvegin
siga, at greinin er móttikin
í tí rætta andanum. Hetta
vóru nakrar vælmeintar at-
finningar og ein ásannan av,
at flokkurin hevur so nógv
góð mál at stríðast fyri, at
tað er spell, at tey fylla so
lítið í tí dagliga kjakinum.
Og ein áheitan um, at vit
gera nakað við hetta.
Hans Jørgensen varð í
sínari tíð saman við øðrum
settur av flokkinum til at
skipa fyri einum uppleggi
um
kommunapolitikk.
Hetta førdi so seinni til, at
vit fingu eitt liðugt uppskot
um eina nýskipan á komm-
unalpolitiska økinum, sum
síðan er viðgjørt av floks-
leiðsluni og samtykt av
landsfundi floksins.
Men síðan er sambært
Hans ov lítið hent við at fáa
henda boðskapin út millum
manna, og tað tykist sum
um, at bert tvey uppskot eru
til á kommunuøkinum,
nevniliga uppskotið hjá
samgonguni og so uppskot-
ið frá kommunubólkinum
hjá Elifi Samuelsen.
Tað er einki at ivast í, at
Hans í hvørfall partvís hev-
ur rætt í hesum, og henda
kritikkin mugu vit sum ting-
manning og vit sum starvs-
nevnd taka til okkara.
Tá vit samanbera komm-
unumálið við eitt nú sjálv-
stýrismálið, so er einki at
fara skeivur í, at tað hevur
eydnast okkum munandi
betur at hava verið við í
kjakinum um sjálvstýri við
okkara uppskoti um eina
sjálvstýrislóg, enn vit hava
verið frammi við okkara
annars ótrúliga góða upp-
skoti til eina kommunuskip-
an. Men tá tað er sagt, so
skal eisini sigast, at sjálv-
stýrismálið hevur fingið
munandi meira rúmd í kjak-
inum enn kommunumálið.
Í grundini hevur sjálvstýr-
ismálið ella rættari fullveld-
ismálið staðið einsamalt á
dagsskrá, bæði tí politisku
og teirri hjá fjølmiðlunum.
19. apríl í fjør var aðal-
orðaskifti um eina frágreið-
ing, sum løgmaður sum
landsstýrismaður í komm-
unumálum hevði lagt fram.
Frágreiðingin var hansara,
men grundarlagið undir frá-
greiðingini var eisini álitið
frá kommunubólkinum. Vil-
helm Johannesen, sum var
okkara
framsøgumaður,
hevði eina góða framsøgu-
røðu, har hann fyrst og
fremst lýsti okkara uppskot
til eina kommunuskipan við
m. a. bygdaráðum og økis-
ráðum.
Men eg má geva tær rætt
í, at síðan er lítið hent á
hesum øki. Við hvørt hoyra
vit í fjølmiðlunum serliga
Helenu Dam á Neystabø
tosa um at leggja barnaans-
ingina út til kommunurnar,
og onkuntíð Tórshavnar bý-
ráð við ynskinum um, at
eldraøkið eisini verður lagt
út til kommunurnar.
Vit áttu kanska, sum vit
gjørdu við sjálvstýrisógini,
at fingið kommunuuppskot-
ið prentað og útgivið í ein-
um faldara, men tað kunnu
vit náa enn. Hin vegin so
liggur uppskotið á heima-
síðu floksins, so almenning-
urin, men eisini fjølmiðlar-
nar kunnu fara inn og lesa
uppskotið.
Løgmaður hevur nú sent
uppskot um nýggja komm-
unulóg út til viðmerkingar,
og vit skulu í ár hava
kommunuval, so tað er einki
at ivast í, at kommunumálið
verður flutt fram á dags-
skránni.
Ikki fyri at koma við um-
beringum, so er tað hin veg-
in rættiliga tungt at arbeiða
sum andstøða í føroyskum
politikki. Umsitingarliga
hevur tingmanningin onga
hjálp, men nú hoyrist, at
skrivarar skulu setast til
tingmanningarnar, so tað
verður avgjørt ein stór hjálp.
Politikkur er sum einhvør
søluvøra. Tú verður noydd-
ur at marknaðarføra poli-
tikkin, soleiðis at boðskap-
urin kemur út til teirra, sum
skulu taka støðu til hansara.
Annars er „politisk upplýs-
ing“ eitt nógv niðurpriori-
terað øki. Játtanin til allar
flokkar er í dag 2,7 mió. kr.,
og til samanberingar kann
eg nevna, at DSU í Dan-
mark hevur ein rakstur uppá
eitt stað millum 8 og 9 mió.
kr. Eitt uppskot um at
hækka játtanina til „polit-
iska upplýsing“ fall við eitt
brak, tað fekk bert 7 at-
kvøður.
Haraftrat kemur, at fjøl-
miðlarnir vanliga halda, at
landsstýrið og samgongan
eru munandi meira áhuga-
verd enn ein andstøða, sum
kanska í nógvum førum er
ov atfinningarsom mótvegis
samgonguni. Eg komi at
hugsa um seinasta Fimmara
um pensjónirnar, har út-
varpið breyt allar journal-
istiskar grundreglur, tí eing-
in úr andstøðuni var við.
Luttakararnir sungu allir í
sama kóri. So tað er heldur
ikki altíð so lætt at fáa boð-
skapin út í andstøðu, tí júst
fjølmiðlarnir eru her ein
sera týðandi táttur.
Fríggjadagin í síðstu viku
komu fjølmiðlarnir við stór-
tíðindum um, at tað fer at
blíva bíligari at tosa í tele-
fon.
Føroya Tele boðaði til tíð-
indafund, har stjórin Andras
Róin greiddi tíðindafólki og
øðrum áhugaðum frá, at nú
fór at verða bíligari at tosa í
telefon.
Tað tykist at verða løgi,
at monopolfyritøkur skulu
síggja kappingarneytar fyri
framman fyri at vakna úr
sínum tornurósusvøvni, áðr-
enn teir kunnu veita eina
betri og bíligari tænastu.
Hetta eru Tryggingarfelagið
Føroyar, Útvarp Føroya og
onnur gott dømi um.
Tá vit tosa um teleøkið,
so er tað ein ógvuliga stórur
spurningur, um tað nú veru-
liga verður bíligari at tosa í
telefon. Hettar minnur mest
um BUGLI BUGLI-kam-
pagnuna hjá SEV á sinni.
Meir tú tosar í telefon, meir
sparir tú. Um tú tosar nóg
leingi, verður hettar helst
uttan kostnað, ella tosar tú
teg ríkan.
Í samrøðu við fjølmiðlar-
nir upplýsur stjórin á Før-
oya Tele, at nú hevur stovn-
urin fingið fleiri bein at
standa á, enn áður, sostatt
kunnu teir nú lækka prísin
á telefonsamrøðum.
Hvørji eru so hesi beinini,
sum Føroya Tele hevur fing-
ið at standa á?
Eitt av beinunum tykist at
verða uppringingargjaldið.
Áðrenn 1. juni 1999 var
hettar gjaldið 0, og eftir 1
juni bleiv hetta so 30 oyru
og verður nú hækkað til 40
oyru.
Tað fasta gjaldið verður
hækkað frá 89 krónum til
115 krónur, t.v.s. at fasta
gjaldið hækkar við 26 krón-
um.
Hesi sokallaðu beinini,
sum Føroya Tele sigur seg
at hava fingið at standa á,
eru rein kamuflaga. Tað,
sum Føroya Tele ger, er
nevniliga at geva við høgru
hond, fyri síðani at taka aft-
ur við vinstru hond, sera
smart.
Omanfyri er nevnt, at
Føroya Tele ásetti eitt nýtt
uppringingargjald uppá 30
oyru í juni 1999. Tað hevði
verið áhugavert at fingið at
vita, hvat hetta gjald hevur
givið í krónum?
Tá ið tosað verður um lækk-
ingar, mugu hesar síggjast
aftur á sjálvari rokningini og
ikki í øking av telefonsam-
røðum. Einasti møguleiki
fyri veruligari lækking er frí
kapping.
Um vit skulu hava fría
kapping í Føroyum, má
telemarknaðurin latast upp
fyri øllum, sum ynskja at
veita føroyingum hesa tæn-
astuna.
Frí kapping er bert, um
øll kunnu koma inn á hetta
økið, tað verið seg onnur
føroysk feløg og útlensk. Tá
fáa vit eina tænastu og ein
prís, sum verður lagaður eft-
ir marknaðinum.
Schumann Hjaltalin
Eisini í tí dagliga sakna
vit tíverri í stóran mun ta
breiðu journalistisku linjuna
hjá serliga SVF, men eisini
hjá ÚF, har mál verða lýst
frá báðum síðum, so sum
vit síggja í øðrum londum.
Tað ger støðuna hjá and-
støðuna uppaftur torførari.
Men vit koma ikki uttan-
um, at fullveldismálið hevur
ruddað dagsskránna fyri øll
onnur mál, og tað skal leika
hart á, áðrenn onnur mál
vinna fram. Tað hevur
kanska gjørt gerandisdagin
hjá nógvum lættari, kanska
serliga hjá fjølmiðlunum.
Annars var tað hugaligt at
lesa grein tína. Aftur kundi
man síggja eldhugan og títt
hugsjónarliga kjølfesti, sum
vónandi smittar onnur. Tú
hevur rætt í tí, at tað for-
pliktar okkum javnaðarfólk
meir enn onnur at fáa boð-
skapin út, tí vit kunnu ikki
leggjast á boðini. Tað eru
tey alt ov góð til..
Hans, vit royna at gera
nakað við hatta. Takk fyri
atfinningar og ráð.
Jóannes Eidesgaard
floksformaður
Ein atfinningarsom rødd vestan úr Vágum
Eru telefontakstirnir veruliga lækkaðir?
TÁ tingið kemur saman aftur um eina viku
verður eitt stórt álvarsmál aftur til umrøðu.
Tað er komandi útbjóðingin av føroyska land-
grunninum til oljuleiting.
VINNUNEVNDIN viðger í hesum døgum upp-
skotið frá landsstýrinum og stendur tað til
formannin í nevndini, so fer uppskotið óbroytt
aftur í tingið. Hann vónar at fáa eina samda
nevnd at taka undir við tí, men hetta er iva-
samt, tí tingfólk úr báðum teimum stóru and-
støðuflokkunum hava sett spurnartekin við
okkurt í uppskotinum. Eitt nú vilja tinglimir úr
bæði Sambandsflokkinum og Javnaðarflokk-
inum hava við í 1. útbjóðing okkurt, sum líkist
eini almennari luttøku í komandi leiting, tvs.
antin eitt landsoljufelag ella eitt borið felag
tvs. eina optión. Munurin á hesum báðum er
tann, at við optión ger tú ongar íløgur nú,
men tekur fyrst støðu til um tú skal fara inn
við almennum oljufelag, tá olja er funnin. Ein
annar spurningur, sum ósemja er um, er, hvar
oljuútgerðarhavnin skal liggja. Her hevur Javn-
aðarflokkurin boðað frá, at hann fer møguliga
at koma við einum uppskoti til 2. viðgerð.
OKKARA olju- og skattakønu bæði í Oljumála-
stýrinum og Fíggjarmálastýrinum hava gjørt
politikararnar varugar við, at uppskotini, sum
antin eru ella verða løgt fyri tingið um eitt nú
skatting av oljufeløgum eru at meta sum ein
pakki. Koma nú nýggj krøv um antin eitt
landsoljufelag ella eina optión, so broytir tær
henda pakka, soleiðis at oljufeløgini fara at
meta hetta sum nýggjar treytir. Tá er
spurningurin um tann javnvág, sum okkara
oljumyndugleikar hava lagt seg eftir fyri at
fáa oljufeløgini at gera íløgur her, er flutt.
FLESTU av lógaruppskotinum, sum eru
grundarlagið undir 1. útbjóðing, eru løgd fram.
Nú restar so bert serskatturin, sum helst
verður lagdur fyri tingið mitt í næstu viku, eftir
at landsstýrið hevur havt hann til endaliga
umrøðu. Eins og hini uppskotini skal hann
eisini í nevnd eftir 1. viðgerð. Tvs. at vit uttan
iva fara inn í februar mánað, áðrenn allur
lógarpakkin viðvíkjandi 1. útbjóðing er enda-
liga samtyktur. Tá skuldi so verið klárt hjá
Oljumálastýrinum at latið upp fyri hesi út-
bjóðing, ið hevur verið bíðað eftir so leingi.
ENN hava vit einki frætt um komandi leiting í
bretskum øki úti á Atlantsmótinum. Men hon
man neyvan vera so langt burturi, nú myndug-
leikarnir har hava valt ikki at fara víðari við
málinum, sum Greenpeace fekk viðhald fyri í
rættinum. Tað ljóðar, at bretska stjórnin ætlar
sær at halda reglurnar í tí sokallaða „Habitat-
direktivinum“, sum snýr seg um umhvørvis-
krøv úti á opnum havi. Hetta fer at merkja, at
umhvørviskrøvini til oljufeløgini, sum verða við
í komandi útbjóðing, fara at vera tað harðari.
Áhugavert verður eisini at síggja, hvørjar
skattatreytir bretar annars fara at seta til
komandi leiting.
Fullveldismálið á veg í uttanlandsnevndina
Formaðurin í uttanlandsnevndini væntar at fáa samráðingaruppleggið um ríkisrættarligu
støðu Føroya til viðgerðar innan tvær vikur
Løgtingið misskilt
stýrisskipanina
Anfinn V. Hansen, advokatur, ið hevur verið við til at gjørt stýrisskipanina, er
ikki samdur við tosinum um, at stýriskipanin ikki virkar. Trupulleikin er, at
løgtingið nýtir hana skeivt
JOHN JOHANNESSEN
– Løgtingið skal ikki ikki
standa til svars fyri lands-
stýrinum. Tað skal ikki
skrumbla lógaruppskot í-
gjøgnum, bert tí, at lands-
stýrið ynskir tað.
Anfinn V. Hansen, advo-
katur, var við til at gera
nýggju føroysku stýrisskip-
anina. Hann hevur fylgt við
í kjakinum í seinastuni um
leiklutin hjá ávíkavist lands-
stýrinum og løgtinginum.
Niðurstøðan hjá Anfinni
V. Hansen er, at løgtingið
ikki hevur rygg til at standa
saman um at fáa lógarupp-
skot viðgjørd á rættan hátt.
Nýtir ikki sítt vald
– Veruleikin er, at eingin
annar enn løgtingið avger,
hvussu drúgva viðgerð ym-
isku málini fáa. At mál
verða skrumblað ígjøgnum
er tað bert løgtingið, ið hev-
ur ábyrgdina av. Sleppa
landsstýrisfólk at avgera,
hvussu drúgva viðgerð mál
fáa, nýtir løgtingið ikki sítt
vald rætt.
Anfinn V. Hansen vísir á,
at løgtingslimir ongan rætt
hava at koma við ákoyring-
um móti Helenu Dam á
Neystabø í sambandi við, at
nýggja pensjónslógin ikki
er nóg góð. Ábyrgdina fyri
hesum hevur løgtingið og
trivnaðarnevnd løgtingsins.
– Einstaku nevndarfor-
menninir og tingformaðurin
hava ábyrgd fyri, at mál fáa
ta viðgerð, teimum tørvar.
Tað ber ikki til at tveita á-
byrgdina fyri ,at vánalig
lógaruppskot verða samtykt
á landsstýrið.
Nevndirnar eiga at
lúka
Anfinn V. Hansen sigur, at
tá Helena Dam á Neystabø
leggur eitt vánaligt lógar-
uppskot fyri tingið, hevur
trivnaðarnevndin skyldu at
finna út av, at uppskotið ikki
er nøktandi.
– Trivnaðarnevndin átti at
havt viðgjørt uppskotið um
nýggju pensjónskipanina so
mikið væl, at hon legði til
merkis, at uppskotið ikki
var nóg gott. Síðani átti triv-
naðarnevndin í áliti sínum
at víst á skeivleikarnar og
komið við uppskotum um
neyðugar broytingar í upp-
skotinum frá almanna- og
heilsumálaráðharranum.
Advokaturin vísir á, at tað
eru løgtingið og nevndir
løgtingsins, ið skulu syrgja
fyri, at mál fáa ta neyðugu
viðgerðina. Annars fær løg-
tingið bert leiklut sum av-
greiðsluskrivstova
hjá
landsstýrinum.
Løgmaður ber seg
rætt at
Formaður Tjóðveldisfloks-
ins, Heini O. Heinesen, vísti
í farnu viku á, at løgmaður
leggur upp til einaræði, tá
hann sendir lógaruppskot
frá landsstýrinum út til sam-
gongutinglimir til ummælis,
áðrenn tey koma fyri tingið.
Heini O. Heinesen vísti á,
at hetta hevur við sær, at
flestu uppskot landsstýris-
sins hálvavegna eru samtykt
millum samgongutingfólk,
áðrenn tey verða viðgjørd í
tinginum. Sostætt fær and-
støðan als ikki høvi at hava
nakra ávirkan á uppskotini.
Anfinn V. Hansen er ikki
samdur við formanni Tjóð-
veldisfloksins. Hann vísir á,
at tað er heilt í lagi, at løg-
maður sendir uppskot út til
kunningar. Hetta verður
gjørt fyri at tryggja, at sam-
gongan stendur aftanfyri tey
lógaruppskot, samgongan
leggur fyri tingið, og tað
heldur advokaturin vera
heilt náttúrligt.
– Tað er eisini heilt van-
ligt í øðrum londum, at mál
verða send út til kunningar
áðrenn tey koma fyri parla-
Anfinn V. Hansen heldur, at løgtingið má vísa sítt vald
mótvegis landsstýrinum fyri at tryggja fólkaræði
mentið. Hetta verður gjørt
fyri at sleppa undan sam-
gongukríggi fyri opnum
skermi.
Anfinn V. Hansen vísir á,
at í øðrum londum hava ym-
isku flokkarnir ávísar per-
sónar, ið hava skyldu til at
seta seg væl inn í ávísu mál-
ini. Hesir persónar kunna
síðani hinar limirnar í flokk-
inum um málið og koma við
tilmælum um møguligar
broytingar og annað. Virkar
hetta ikki í Føroyum, er tað
ikki tí, at nakað er galið við
stýrisskipanini, men heldur
tí, at floksapparatini ikki
virka, heldur Anfinn V.
Hansen.
Ráðini frá advokatinum,
ið sum sagt hevur verið við
til at gjørt stýrisskipanarlóg-
ina, eru, at løgtingið má
standa saman um at vísa sítt
vald mótvegis landsstýri-
num, soleiðis, at løgtingið
ikki bert virkar sum av-
greiðslustova fyri landsstýr-
ið.
JOHN JOHANNESSEN
Gongst sum ætlað, verður
samráðingaruppleggið til
donsku stjórnina um ríkis-
rættarligu støðu Føroya
beint í uttanlandsnevnd
løgtingsins
einaferð
í
hesum mánaðinum.
Høgni Hoydal, lands-
stýrismaður, sigur, at so-
kallaða politiska prosessin
hevur gingist væl, og
heldur hann, at neyðugt er
bert við fáum fundum
afturat, áðrenn samráðing-
aruppleggið kann beinast í
uttanlandsnevndina.
Nær samráðingarnar við
donsku stjórnina byrja, ber
ikki til at siga nágreiniliga,
tí málið skal viðgerast
gjølla í uttanlandsnevndini
fyrst, og síðani skal danska
stjórnin hava fýra vikur til
at fyrireika seg í, áðrenn
samráðingarnar
kunnu
byrja.
Men
fær
uttanlandsnevndin málið
innan tvær vikur, og varir
viðgerðin í uttanlands-
nevndini ein mánað, kann
væntast, at samráðingarnar
byrja einaferð um miðjan
mars.
Hergeir Nielsen, formað-
ur í uttanlandsnevndini,
sigur seg vænta at fáa
samráðingaruppleggið til
viðgerar innan eina ella
tvær
vikur.
Uttan-
landsnevndin hevur ikki
fund aftur fyrr enn hon
hevur fingið samráðingar-
uppleggið til viðgerar, men
tá verður fundur hildin
beinan
vegin,
leggur
Hergeir Nielsen dent á.
– Tað ber ikki til hjá mær
at siga, hvussu drúgv við-
gerðin av samráðingarupp-
legginum fer at verða í
uttanlandsnevndini, men
málið skal viðgerast gjølla
samstundis, sum vit skulu
leggja okkum eftir at finna
eina so breiða politiska
semju um málið, sum gjør-
ligt, sigur Hergeir Nielsen.
Formaður
uttanlands-
nevndarinnar sigur seg ikki
fáa sagt, um sokallaðu
kaffifundirnir, løgmaður
hevur
havt
við
andstøðuflokkarnar
um
málið, fara at gera viðgerð-
ina í uttanlandsnevndini
lættari. Hann veit nevniliga
ikki, hvussu nógv er komið
burturúr kaffifundunum.
Leikluturin hjá uttan-
landsnevndini í málinum
um ríkisrættarligu støðu
Føroya er at vera ráðgev-
andi hjá landsstýrinum.
Lindin byrjar at senda 21. januar
Ætlanin var, at kristiliga útvarpsstøðin, Lindin, skuldi senda fyri jól. Men so
varð ikki. Støðin leggur í staðin til brots 21. januar við fjølbroyttum tilfari
JOHN JOHANNESSEN
Fleiri sendingar liggja klár-
ar at senda, men enn vantar
ávís studioútgerð. Tí fer
kristiliga
útvarpsstøðin,
Lindin, ikki alment at senda
fyrr enn 21. januar.
Preben Hansen, ið er ein
av stigtakarunum til út-
varpsstøðina,
sigur,
at
seinasta úrgerðin júst er
komin til landið, og verður
hon ikki á støðini fyrr enn
einaferð í dag. Hendan út-
gerð skal síðani setast upp
og royndarkoyrast, áðrenn
støðin fer at senda.
Skuldu byrja
áðrenn jól
Upprunaliga var ætlanin, at
Lindin skuldi senda fyrstu
ferð 17. desember í fjør.
Men hetta bar ikki til, tí
sjálvur sendarin var tá enn
ikki komin til landið. Mein-
ingin var, at hann skuldi
koma við flogfari úr Íslandi
15. desember, men nógvi
jólaposturin gjørdi, at pláss
ikki var fyri sendararnum í
flogafarinum hendan dagin.
Sendarin kom tó seinni í
desember, og tí høvdu fyri-
reikararnir tó vónir um at
senda fyri jól. Men so varð
ikki, tí tá av tornaði, vantaði
ávís studioútgerð.
Kjøt á sendingunum
Tá Lindin fer at senda
fríggjadagin 21. desember,
verður tað ikki bert tónleik-
ur, ið verður á skránni, eins
og tað hevur verið fyrstu
tíðina hjá hinum lokalút-
vørpunum
í
landinum.
Lindin leggur út við send-
ingum beinan vegin.
Preben Hansen sigur, at
fólk seinastu tíðina hava tik-
ist við at gera sendingar,
hóast øll studioútgerðin ikki
hevur verið til taks, og tí ber
til at leggja út við sendigum
beinan vegin.
Fyrstu tíðina verður talið
av sendingum ikki so stórt,
men ælanin er at fáa meira
kjøt uppá skránna hjá Lind-
ini so við og við. Til dømis
verða fyrstu barnasending-
arnar ikki at hoyra fyrr enn
um ein mánað.
Preben Hansen, stigtakari
til nýggju útvarpsrásina,
Lindina