Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 6 - 11. januar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 6 - 11. januar 2000 Rás 2 leggur seg nú eftir Klaksvík Nýggja útvarpsstøðin metir tað verða týðandi stig at fara undir at senda til og úr Klaksvík, men enn er ikki greitt at vaksa um sendiøki EYÐUN KLAKSTEIN Partur av upprunaligu ætlanini hjá Rás 2, sum nú rættiliga hevur lagt upp til kapping við út- varpsrisan Útvarp Før- oya, var at senda til Klaksvíkar. Í løtuni hoyrist Rás 2 í høvuðsstaðnum, á Skála- fjørðinum og onkra aðra- staðni í Eysturoynni. Enn er Klaksvík ikki komin við í sendiøki, men stend- ur tað til leiðsluna í Rás 2, gongur ikki lang tíð, áðrenn teir eisini kunnu senda til høvuðsstaðin hjá norðoyingum. – Vit arbeiða við fleiri møguleikum í løtuni, men enn eru vit ikki komin á mál. Vit leggja dent á, at vit skulu hava Klaksvík við innan stutta tíð, sigur Suni Jacobsen, sum er stjóri á Rás 2. Rás 2 hevur akkurát sett fleiri fólk at taka sær av sendingunum hjá rásini, og næsta stóra stigið, sum rásin ætlar sær at taka, er at senda til og úr Klaksvík. – Vit gera í løtuni nakað av tilfari av Skálafjørð- inum, og tá vit fara at senda til Klaksvíkar er tað upplagt, at vit eisini fara at gera tilfar haðani, sigur Suni Jacobsen. Tað hevur ljóðað, at Rás 2 skuldi samstarva við Studio Pegasus í Klaksvík, men hendan ætlan tykist verða meira óverulig, enn hon hevur verið. Tí liggur tað í kort- unum, at Rás 2 fer at út- vega sær ein sendara og sjálvt senda til og úr Klaksvík. Sosialurin hevur skilt, at onnur arbeiða við at fara undir at senda útvarp í Klaksvík, men hesar ætlanir eru ikki komnar so langt ávegis, at tað ber til at fáa nakað ítøkiligt upplýst um tað. Atlantsflog flúgva millum ES-lond Í mars mánaði fer Atlantsflog at flyta ferðafólk millum Aberdeen og Keyp- mannahavn EYÐUN KLAKSTEIN 26. mars fer føroyska flog- felagið fyri fyrstu ferð undir regluliga flúgving millum tvey ES-lond. Nýggja flog- leiðin er millum skotska bý- in Aberdeen og danska høv- uðsstaðin Keypmannahavn. Atlantsflog hevur áður flogið regluliga millum hes- ar býir, men felagið hevur ikki havt loyvi at flyta ferðafólk millum londini. Bretar hava givið loyvi til tess, men nústandi hava donsku myndugleikarnir sagt ja. – Vit rokna ikki við at flyta nógv ferðafólk millum Aberdeen og Keypmanna- havn, men vit vóna, at flúgvingin kann verða eitt ískoyti, tá vit nú alíkavæl flúgva úr Aberdeen til Keypmannahavn, sigur Magni Arge, stjóri í Atlants- flog. Atlantsflog hevur áður kosta nakað meira enn ferðaseðilin millum Føroyar og Danmark. Flogfarið hjá Atlantsflog kemur úr Aberdeen til Keypmannahavn seint á kvøldið týsdag og hósdag, og tí roknar Atlantsflog ikki við, at fólk, sum skulu ferð- ast víðari úr Keypmanna- havn, fara at brúka teirra farleið. Sama skil er, tá Atlants- flog flýgur úr Keypmanna- havn og til Aberdeen tíðliga mikumorgun og fríggja- morgun. Tá eru fyrstu ferða- fólkini, sum kanska skulu flúgva víðari til Skotlands, ikki komin úr øðrum lond- um og til Kastrup. Hetta er tann sokallaði “connec- tion”-ferðslan, sum Atlants- flog neyvan fær stóran lut í. Møguleikarnir Í Danmark og kanska ser- liga Aberdeen eru fólk spent uppá nýggju flúgvingina hjá havt regluliga ferðslu mill- um Føroyar og Aberdeen, og tað er í hesum sambandi, at føroyska flogfelagið eis- ini hevur flogið úr Skotlandi til Danmarkar. – Nýggja leiðin fer ikki at ávirka flúgvingina mill- um Føroyar og Danmark, tí tann leiðin er tann týdn- ingarmesta hjá okkum, og hon skal røkjast væl, sigur Magni Arge. Tíðliga á morgni og seint á kvøldi Tá farið verður undir nýggju leiðina í mars mán- aði verður flogið tvær ferðir um vikuna millum Skotland og Danmark. Týskvøld og hóskvøld verður flogið úr Aberdeen til Keypmanna- havn, og mikumorgun og fríggjamorgun verður flogið úr Keypmannahavn til Aberdeen. Ferðaseðilin millum Skotland og Danmark fer at Aberdeen. Bretska ferða- ráðið hevur verið við til at sligið á junglutrummurnar fyri leiðini hjá Atlantsflog, og í skotsku avísini Press and Journal verður mett, at Atlantsflog ætlar sær at gera sær dælt av stóra áhuganum fyri eini oljuvinnu í Føroy- um. Men møguleikarnir fyri øktari samvinnu millum landnyrðings-Skotland og Danmark eru eisini viðvirk- andi til, at Atlantsflog fer undir nýggju flúgvingina. Brúgvin um Oyrasund fer at hava stóran vøkstur við sær í Keypmannahavn, og eisini tann búskaparligi vøksturin kann fara at koma farleiðini hjá Atlantsflog til góðar, heldur Press and Journal. Tónleikagrunnurin farin at virka Fyrstu umsøknirnar eru komnar til tónleikagrunnin hjá Norðoya Sparikassa, og nógvir fyrispurningar hava verið, síðani grunnurin var settur á stovn uppá at finna út av, hvønn leiklut nýggi grunnurin fer at fáa, sigur Gunnar Nolsøe, sum er marknaðarleiðari í Norðoya Sparikassi. Saman við honum sita tvey onnur starvsfólk í sparikassanum í nevndini fyri grunnin. Norðoya Sparikassi er ikki sinnaður at upplýsa, hvussu nógvar umsøknir eru komnar, ella hvussu nógvar pengar grunnurin hevur at ráða yvir. Men ein sekssiffrað krónuupphædd er í grunninum. – Umsøknirnar, sum vit hava fingið, eru fjølbroyttar, og tær snúgva seg um nógv annað enn bara um stuðul til fløguútgávur, sigur Gunnar Nolsøe. – Harafturat hava vit havt nógvar fyrispurningar, og teir fara ivaleyst at hava við sær, at vit fáa enn fleiri um- søknir hendan mánaðin. Fáar men munagott Fyrsta freistin fyri at lata grunninum umsøkn um stuðul er 1. februar. Allar umsøknirnar verða so við- gjørdar áðrenn næstu tíðar- freistina, sum er 1. juni, og triðja freistin á árinum er 1. oktober. Norðoya Sparikassi ætlar at tónleikagrunnurin skal lata stuðul til ymisk tón- leikalig endamál, tað veri seg marknaðarføring, út- búgving ella onnur tiltøk, sum hava samband við tón- leik. – Reglugerðin gevur okk- um møguleika at lata stuðul til alskyns ætlanir, sum hava við tónleik at gera, men vit fara at halda fast um tann poltikk, at vit játta stuðul til fáar umsøknir. Tá vit lata stuðul, verður tað við eini upphædd sum veruliga munar, sigur marknaðar- leiðarin í Norðoya Spari- kassa. Reglugerðin fyri Tón- leikagrunn Norðoya Spari- kassa er at finna á heima- síðuni hjá sparikassanum. longu komnar til grunnin, og nógvir fyrispurningar hava verið, síðani sparikass- in á føðingardegi sínum í heyst setti nýggja grunnin á stovn. – Vit eru rættiliga spentar EYÐUN KLAKSTEIN Fyrsta dagin í hesum árini fór Tónleikagrunnur Norð- oya Sparikassa alment at virka. Fyrstu umsøknirnir eru MYND Sosialurin - 311820 NIKE Graslíkisskógvar fyrr 399.- NÚ 150.- NIKE Innandura- skógvar, kvinnur fyrr 549.- NÚ 349.- NIKE Innandura- skógvar, menn fyrr 599.- NÚ 349.- NIKE Air renniskógvar, menn fyrr 799.- NÚ 449.- REEBOK Renniskógvar, kvinnur fyrr 599.- NÚ 299.- ADIDAS Knappabuksur fyrr 399.- NÚ 199.- REEBOK Frítíðarsett fyrr 748.- NÚ 449.- ADIDAS Jakkar, børn fyrr 699.- NÚ 299.- PUMA Joggingdrakt, børn fyrr 349.- NÚ 199.- ADIDAS Renni- klæðir, vaksin -NÓGV NIÐURSETT – og mong onnur góð tilboð ADIDAS Aerobicskógvar fyrr 599.- NÚ 299.- ADIDAS Cross Training skógvar, menn fyrr 499.- NÚ 299.- ADIDAS Cross Training skógvar, kvinnur fyrr 399.- NÚ 249.- PUMA Innanduraskógvar, allround fyrr 699.- NÚ 349.- PUMA Innanduraskógvar, fótbólt fyrr 499.- NÚ 299.- fyrr 899.- NÚ 450.- PUMA Barnaskógvar fyrr 299.- NÚ 150.- NIKE Barnaskógvar fyrr 399.- NÚ 248.- ADIDAS Draktir, vaksin fyrr 499.- NÚ 199.- Vetrarjakki fyrr 799.- NÚ 399.- Vetrarjakki fyrr 599.- NÚ 299.- ÚTSØLA ÚTSØLA Stóra útsøla okkara byrjar mikudagin 12/1 ÚTSØLA