Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 6 - 11. januar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 6 - 11. januar 2000 ÓLAVUR Í BEITI Tað tók sína drúgvu tíð at fáa hvalin av aftur sandinum í Sørvági, men hósdagin tók Sørvágs Kommuna sær so av málinum í fyrstu atløgu. Heitt var á Sørvágs Laks, um at lána teir tríggjar ali- bátarnar til uppgávuna at fáa togað hvalin av Sandi- num og yvir móti bryggjuni, og fríggjadagin fóru bátar- nir so undir uppgávuna og hongdu hvalin við bryggj- una, til vaktarskipið »Gorm« fór at koma eftir honum. Og sunnudagin kom so »Gormur« nakað fyri døgurðatíð, og um 1- tíðina hekk hvalurin longu afturúr vaktarskipinum. Alt hetta arbeiði gekst væl í hond, tó at tað tók sína drúgvu tíð, og klokkan 14.30 lætti »Gormur« akker og sett kós norðureftir. Nak- að ringur sjógvur var uttan- fyri, men skiparin á vaktar- skipinum Julian Martin Juul metti ikki, at nakar vandi var á ferð í sleipingini. Vakt- arskipið fór at sleppa hvali- num einar 15 fjórðingar úr landi, og so er bert eftir at vóna at hann kemur ikki hendavegin aftur. Avgustur Spurningurin, hvat hetta var fyri ein hvalur, er ikki loyst- ur enn av nøkrum serfrøð- ingi, men onkur sørvingur helt seg síggja, at hvalurin helst hevur verið ein avgust- ur ella spermur. Hann máldi hvalin til um 15 metrar og metti hann nú til eini 30 tons. Eingin ivi var so um, at hetta var ein kallhvalur! Í frálíku bókini »Villini súgdjór í Útnorðri« eftir Doretu Bloch og Edward Fuglø, stendur at lesa um avgustin, at kallhvalurin verður 15-18 metrar langur og vigar 57 tons. Kvenn- hvalurin verður 11-12 metr- ar langur. Í bókini verður eisini sagt, at eingin enn hevur borið eyga við kvenn- hval undir Føroyum, Ís- landi, Noregi ella Danmark. Avgustur verður í minsta lagi 60-70 ára gamal, stend- ur at lesa í bókini, og hann er fullvaksin 25-30 ára gam- al. Og vit vita ikki, um hesin hvalurin á Sørvági doyði av elli ella um onkur tól hava verið í honum, so hann kanska er deyður av ár 2000 trupulleikanum! Gormur við spermi til havs Vaktarskipið »Gorm« var á Sørvági sunnudagin og klokk- an 15.30 fór »Gormur« við hvalinum. Ætlanin er at sleppa honum 15 fjórðingar norðanfyri. Deyði hvalurin var helst ein avgustur (kallhvalur) ella spermur, sum hann eisini verður róptur Sunnudagin fór vaktar- skipið Gormur til havs við hvalinum, sum hevur ligið á sandinum í Sørvági síðstu vikuna ÓLAVUR Í BEITI Í øðrum londum, har teldu- posturin hevur verið brúktur í longri tíð enn her hjá okk- um, hava trupulleikarnir av bæði »spam« og ófantalig- um telduposti, sjikanerandi telduposti, verið rættiliga stórir. Og fert tú inn á heim- asíðurnar hjá bæði Hot- mail.com og Yahoo.com/dk, so sært tú eisini, at hesir báðir útbjóðarar gera rætti- liga fitt burturúr at kunna fólk um henda møguleika og eisini, hvat tey skulu gera, um tey fáa »spam« ella ófanataligan teldupost, sjikanerandi post yvir teldu. Á heimasíðuni hjá donsku Yahoo, stendur fitt av teksti um bæði »spam« og sjikanerandi teldupost, og revsingin fyri at senda slíkan teldupost er hørð. Út- bjóðarin hevur rætt at strika teg sum nýtara og í førum eisini at lata løgregluni mál- ið. Alt kann sporast Sum skilst á Internetdeildini hjá Føroya Tele er hetta við sjikanerandi telduposti eis- ini við at gerast meiri og meiri vanligt í Føroyum. Og tað eru ríkir møguleikar á Internetinum at finna bæði eitt og annað amboð til tess at fáa sent ein loyniligan teldupost. Tú kanst fara inn á eina heimasíðu á Alnótini og uttan himpr senda løg- manni eini fundarboð og skriva avsendaran at vera Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri. Eisini kanst tú skipa fyri einum stevnu- fundi millum tvey ung, ja møguleikarnir standa púra opnir og eru rættiliga fjøl- broyttir eisini, og eingi mørk eru fyri, hvat tú kanst gera. Men heldur tú, at eingin fær at vita, hvør rætti av- sendari er, so fert tú skeivur! Tí Internetdeildin hjá Før- oya Tele hevur ríkar møgu- leikar at kanna hesi brøv, antin tey so eru send við Ólivant, Hotmail ella Yahoo ella øðrum útbjóðarum. Men so skalt tú minnast til at senda Internetdeildini upprunaliga teldupostin við brævhøvdinum, har allir upplýsingar liggja fjaldir. Fylgjurnar Og revsingin fyri at senda sjikanerandi teldupost er hørð. Internetdeildin gevur tær eina ávaring og fylgir tú ikki henni, verður tú strikaður sum nýtari hjá Føroya Tele. Í ávaringini verður tú biðin um at senda eina umbering, nú skal brævhøvdið vísa tína røttu e-mail adressu, og tað skal gerast í stundini. Annars verður tú strikaður og málið sent løgregluni. Hvussu umfatandi hetta við sjikanerandi telduposti er, er kanska ikki so lætt at siga enn, men av Internet- Loynipostur verður harðliga revsaður Tað er líka mikið, um tú sendir loynipost við ólivant, hotmail ella yahoo ella øðrum útbjóðarum, so fær Internetdeild- in hjá TFL kannað, hvør sent hevur. Ófantaligur teldupostur verður meiri og meiri vanligur í Føroyum eisini deildini hjá TFL verður sagt, at fleiri og fleiri brúk- arar venda sær til Internet- deildina, tí tey hava fingið løgnan og sjikanerandi teld- upost. Í mongum førum verður ikki sjikanerandi telduposturin sendur við, og tá er einki at gera, men tá ið Internetdeildin fær teld- upostin við, verður farið til verka beinanvegin, so hesin óhugnaligi leikur steðgar. Finnbogi Arge <finnbogi@vms.fo> Var Finnbogi Arge nóg góðtrúgvin, so kundi hann tikið ein slíkan teldupost til eftirtektar viðgjørd mynd DÁNJAL HØJGAARD Einaferð sá mestsum út sum at nótavirkið í Fugla- firði spældi sítt seinasta lag. Í staðin verður nú farið undir eitt nýtt ørindini, tí seinni í hesum mánaðinum verður eitt spildurnýtt og nútímans nótavirkið tikið í brúk í Fuglafirði. P/F Vónin og flestøll feløgini, sum eiga nótaskip í Føroyum, hava í felag bygt eitt nýtt nótavirki fyri góðar 9 milliónir krónur. Eitt virki, sum fer at gera og umvæla nótir - og goyma nótir fyri skipini. Sildin kveikir lív Tíðin var farin frá gamla nótavirkinum í Fuglafirði, har Vónin hevur hildið til seinastu 20 árini. Nótirnar eru vorðar størri og krevja betri verkstaðar- pláss. Samstundis hava skipini havt brúk fyri plássi, at goyma nótirnar, so at tær ikki liggja og sløðast í landi og fara fyri skeyti, tá tær ikki verða brúktar umborð. Norðhavssildin hevur verið við til at birt lív í vón- ina um, at grundarlag er fyri einum nótavirki í Fugla- firði. Tískil gingu P/F Vón- in og sjey feløg, sum eiga nótaskip í Føroyum, saman um eina felags verkætlan. Eina ætlan, sum sum kann gerast ein fyrimunir fyri all- ar partar. Rúmligari og høgligari Nýggja nótavirkið í Fugla- firði stendur millum trol- virkið hjá Vónini og bygn- ingin hjá Havsbrún - Meka, tey rópa. Nýggi bygningur- in er 35 metrar langur og 24 metrar breiður - í tveim- um hæddum. Í kjallaranum er 32 so- nevndar krubbur, har skip- ini kunnu goyma nótirnar. Ovara hæddin er verkstað- ur, har nótir verða fram- leiddar og umvældar. Har er eisini ætlanin, at gera flótitrol. Nýggja nótavirkið, sum liggur longri heima í bygd- ini enn gamla nótavirkið hjá Vónini, er dupult til víddar sum tað gamla. Umframt betri goymslupláss og verk- stað hevur nýggja virkið eisini tekniskar hentleikar, sum gera tað nógv lættari at flyta og handfara trolini. – Hetta virkið er á so høgum stigi, sum einki annað virkið er tað, sigur John Poulsen, stjóri á Vón- ini. Nýggja nótavirkið, sum P/F Vónin og nótaskipini hava latið bygt í Fugla- firði, fer eftir ætlan í sving um einar 14 dagar. Sambært eigarunum er virkið eitt tað mest framkomna nóta- virkið yvirhøvur Nótavirkið slær nýggjar tónar Nýggja nótavirkið í Fugla- firði liggur millum Trol- virkið hjá Vónini og bygn- ingin hjá Havsbrún, sum tey rópa Meka Mynd: Jens Chr.Vang Tað er vítt til veggja og høgt til loftið í nýggja nótavirkinum í Fuglafirði, sum varð sýnt fram fyri almenninginum leygardagin Mynd: Jens Chr.Vang – Plássið er nógv betri og tað er blivið nógv meira ar- beiðsligt, sigur stjórin um nýggja bygningin. Stjórin á Vónini, John Poulsen, heilsar upp á Janus Petersen, stjóra í Føroya Banka Mynd: Jens Chr.Vang Tað eru átta eigarar í nýggja nótavirkinum í Fuglafirði. Teir eru: P/F Vónin, Fuglafjørður, P/ F Driftin, Gøta, P/F Krossbrekka, Gøta, P/F Átta eigarar Varðin, Gøta, P/F Ísborg, Argir, P/F Hvalnes, Klaksvík, P/F Christian í Grótinum, Klaksvík. Sp/f E. M. Shipping, Tórshavn Fakta Samogn Okkurt um 300 fólk møttu, tá eigararnir leygardagin vístu fram nýggja nótavirk- ið í Fuglafirði. Eigaraviðuriskiftini eru skipað soleiðis, at reiðaríð- ini sjálvi eiga krubburnar, har trol teirra verða goymd, meðan P/F Vónin annars eigur bygningin. Bygningurin, har nóta- virkið hjá Vónini hevur hildið til seinastu 20 árini skal nú nýtast til annað virksemið hjá felagnum. Har verður nú framleiðsla og umvæling av nótum til alivinnuna. Hesin partur av virkseminum hjá Vónini hevur higartil verið í leig- aðum hølum í Syðrugøtu. Vinnudeildin S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5 Tel 30 30 30 · Fax 30 30 31 · www.tele.fo