Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 6 - 11. januar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 6 - 11. januar 2000 Prísurin hækkaður 15 kr. seinastu tvey árini Prísurin á saltfiski eru sera høgir og tað er onki sum bendir á, at prísurin fer at lækka aftur enn ÁKI BERTHOLDSEN Prísurin á saltfiski eru farnir einar 15 krónur upp bara hesi seinastu tvey árini. Og tað er onki, sum bendir á, at hann fer niður aftur enn. Eisini Rói Egholm, stjóri á fiskasøluni Farex staðfest- ir, at prísurin á føroyskum saltfiski er so høgur sum ongantíð fyrr. Í seinastuni hevur verið eitt sindur av kjaki um prís- irnar á saltfiski og ikki minst hevur tað vakt ans í Noregi, at vit fáa so góðan prís fyri okkara saltfisk. Eitt nú hevur stjórin á Fiskasøluni greitt frá, at vit fáa upp til yvir 70 krónur fyri saltað toskafløk og tað ger, at at allur stórur toskur verður tikin at salta. Hetta hava norðmenn uppfatað sum um vit fáa yvir 70 krónur fyri saltfisk yvirhøvur og tað trúgva teir onki uppá, tí sjálvir fáa teir ikki meiri enn gott helvtina. Í Fiskaren fríggjadagin siga teir, at teir kunnu góð- taka ein prísmun uppá einar 8-10 krónur fyri kilo, tí tann føroyski fiskurin er betri enn tann norski. Stjórin á Fiskasøluni var ikki at hitta í gjáramorg- unin. Men á eini aðrari fiska- sølu, Farex, sigur Rói Eg- holm, at tað er ein misskilj- ing um tað er fatað so, at vit fáa yvir 70 krónur fyri kilo yvirhøvur. Tann saltfiskurin, sum kann koma upp um 70 krón- ur fyri kilo, eru bara tey størstu fløkini. Og nøgdirnar av tí eru so smáar, at tað kann ikki brúkast sum miðalprísur. Tó ásannar hann, at prís- urin á saltfiski er sera høgur. Men tað er stórur munur á flaktum fiski og á fløkum. – Á góðum, flaktum fiski er miðalprísurin til fiska- virkini einar 40 krónur fyri kilo. Á fløkum er miðalprís- urin á umleið 60 krónur fyri kilo. Og tað er avbera góður prísur. Okkara marknaður er sterkari Rói Egholm sigur, at tað skerst ikki burtur, at mið- alprísurin á føroyskum fiski er betri enn á tí norska. Vanliga er prísmunurin einar 4-5 krónur, sum vit fáa meiri fyri saltfiskin enn norðmenn fáa. Og í løtuni er prísmun- urin enn størri enn vanligt. – Hetta kemst av, at vit hava ein fisk, sum er betri. – Vit hava eina vøru, sum er sera væl hóskandi til tann spanska marknaðin. Og júst tann spanski marknaðurin er ógvuliga sterkur í løtuni. – Hinvegin hava norð- menn arbeitt meiri á portu- gisiska marknaðinum, sum er heldur veikari í løtuni. Hetta ger, at í løtuni fáa vit einar 7-8 krónur meiri fyri kilo. – Hevði tað verið øvugt, at okkara marknaður var tann veikari, og teirra tann sterkari, var kanska lítil og ongin prísmunur á føroysk- um og norskum saltfiski. – So í løtuni er støðan eitt sindur serlig, leggur Rói Eg- holm afturat. Føroyski fiskurin betri Hann sigur, at okkara fiskur er tann betri fiskurin til tann spanska marknaðin. – Okkara saltfiskur er hvítari, tjúkkari og treystari. – Men vit skulu heldur ikki gloyma, at okkara fisk- ur hevur tann fyrimun fram- um tann norska, at tað er nógv betri fiti ímillum skræðuna og sjálvan fiskin. – Tað ger fiskin nógv betri at gera sós útá. Og tað er er nakað, sum hóvar spani- ólum, tí sós er júst nakað, sum teir leggja stóran dent á. Men hann leggur afturat at vit skulu heldur ikki gloyma, at hesi seinastu ár- ini eru føroyingar eisini blivnir nógv kringrari at salta fisk enn vit hava verið og tað ger sjálvandi eisini sítt. – Tað kemur fyri ein part Fiskaðu 274.000 tons undir Føroyum russarar fiska er eyðvitað svartkjaftur, teir fiskaðu 116.525,9 tons av svart- kjafti undir Føroyum í fjør. Annars fiskaðu teir 11.608 tons av makreli, 7 tons av rossamakreli, 3,1 tons av upsa og 84,7 tons av øðrum fiskasløgum. Næstmest hava íslendsk skip fiskað undir Føroyum í fjør. Íslendingar fiskaðu 54.092 tons undir Føroyum í fjør. Og sigast kann ikki annað enn at íslendingar fiskað reint, tí teir fiskaðu 54.062 tons av svartkjafti og 30 tons av makreli. Til tað brúktu teir 519 fiskidagar. Triðmest hava norsk skip fiskað undir Føroyum, tey fiskaðu 44.287,8 tons undir Føroyum í fjør. Eisini tey norsku skipini fiskaðu mest svartkjaft und- ir Føroyum, 39.180 tons. Men tey fiskaðu eisini 2.344,2 tons av longu, 1.535,7 tons av brosmu, 487, 4 tons av toski, 379,8 tons av hysu 85 tons av blá- longu, 76,9 tons av upsa umframt smávegis av øðr- um fisksasløgum. Norðmenn brúktu 1.618 fiskidagar undir Føroyum í fjør. Annars er tað meiri smátt , tað sum hini seks londini hava fiskað undir Føroyum. Uttanfyri ES, eru tað bara grønlendsk skip afturat, sum hava fiskað undir Føroyum í fjør, tey fingu 140,3 tons tilsamans. Grønlendingar fingu 48,7 tons av longu, 39,6 tons av brosmu, 30 tons av hýsu, 17,6 tons av toski, 900 kilo av upsa og 3,5 tons av øðr- um fiskasløgum. Og til alt tað brúktu grønlendingar 60 fiskidagar. ES londini fiskaðu tilsam- ans 19.403,05 tons undir Føroyum í 1.223 fiskidagar. Mest fiskaðu donsk skip, sum fiskaðu 8.125 tons und- ir Føroyum í fjør. Donsk skip fiskaðu 3.936 tons av makreli, 3.085 tons av svart- kjafti og 1.104 tons av sild. Til tað brúktu teir 90 fiskidagar. Mynd av saltfiski Næstmest fiskaðu Bretsk skip, sum fingu 7.206,7 tons í 463 dagar. Bretsku skipini fiskaðu 5.950 tons av svartkjafti, 433,02 tons av upsa, 185,8 tons av av hýsu og 248 tons av toski, 29,4 tons av blá- longu, 24,5 tons av konga- fiski og tilsamans gott 160 tons av øllum møguligum øðrum. Bretar brúktu 463 fiskidagar undir Føroyum í fjør. Harumframt fiskaðu fronsk skip 3.859,75 tons undir Føroyumí 629 dagar. Tey fingu 1.918,8 tons av langasporli, 945,4 tons av blálongu, 85,5 tons av sting- laksi10,3 tons av upsa og nøkur heilt fá tons, sum teljast á finrunum av øðrum fiskasløgum. Annars fiskaðu týsk skip 211,6 tons undir Føroyum í 41 dagar. Týskarar fiskaðu 116,6 tons av upsa, 33,7 tons av toski, 33,3 tons av hýsu og annars nøkur heilt fá tons av øðrum fiski. 1.958,6 tons av sild, 1.949,8 tons av langasporli, 1.593,9 tons av brosmu, 1.060,6 tons av blálongu, 788,1 tons av toski, 628,9 tons av hýsu, 640 tons av upsa, 178,7 tons av kongafiski, 92 tons av stinglaksi, 87,8 tons av svartkalva, 62,3 tons av havtasku, 50,65 tons av kalva, sjey tons av rossa- makreli og 1.047,84 tons av – Útlendsk skip fiskaðu stívliga 274.000 tons undir Føroyum í fjør. Russarar fiskaðu nógv mest ÁKI BERTHOLDSEN Útlendsk skip fiskaðu 274.006,5 tons undir Før- oyum í fjør. Hetta vísir ein uppgerð yvir tað, sum útlendsk skip fiskaðu undir Føroyum í fjør. Uppgerðin vísir, at til- samans fiskaðu skip úr átta fremmandum londum undir Føroyum í fjør og tilsamans høvdu tey 6.049 fiskidagar. Nógv tað mesta, sum tey útlendsku skipini fiska und- ir Føroyum, er svartkjaftur. Tilsamans fiskaðu tey 218.802,9 tons av svart- kjafti undir Føroyum í fjør. Men tey fiskaðu eisini 15.574 tons av makreli, 2.482, 54 tons av av longu, øðrum fiskasløgum Russarar fiska mest Ikki óvæntað eru tað russisk skip, sum hava fiskað nógv mest undir Føroyum. Russisk skip fiskaðu til- samans 129.083,3 tons und- ir Føroyum í fjør og tað brúktu teir 2.629 fiskidagar til. Nógv tað mesta, sum Londini uttanfyri ES fiska nógv meiri undir Føroyum, enn ES londini gera av, at vit eru farin at seta seta krøv til rávøruna og at keypa tann góðan fiskin at salta. Áður hava vit, grovt sagt, bara salta tað, sum ikki kundi brúkast til nakað ann- að. – Harafturat hava vit fing- ið virki, sum burturav ar- beiða saltfisk. – Tað ger, at arbeiðsfólk- ið verður nógv kønari, og tað sæst aftur á úrslitinum. Útlitin óviss Rói Egholm sigur, at tað er ilt at spáa um framtíðina. Men útboðið av fiski er nógv minkað og tað skump- ar undir prísin. Hann sigur, at hetta til páskir eru onki sum bendir á, at prísurin fer at fella aft- ur. Beint í løtuni er markn- aðurin eitt sindur slakur, men tað er vanligt í januar mánaða og kann ikki takast sum ein ábending um gongdina framyvir. Og til páskir er onki sum bendir á, at prísurin fer at fella. – Spurningurin er meiri so, hvat fer at henda eftir páskir. – Tí aftaná, at prísirnir hava verið sera høgir ein vetur sum nú, hava vit við- hvørt sæð, at marknaðurin leggur heilt stilt um summ- arið og tað kann blíva púra deytt fyri saltfisk. Hetta kemur av, at tá ið prísirnir eru so høgir sum teir eru, hava teir, sum keypa saltfiskin lítlan og ongan vinning og tí vilja teir ikki keypa innundir seg til næsta vetur. Tað hava teir annars gjørt viðhvørt onnur ár, tá ið prís- irnir hava verið lægri hesa tíðina. Og tað kann so eisini koma at ávirka avreiðing- arprísin á toski í Føroyum, sigur Rói Egholm Klettarnir afturkomnir Leygardagin stevndu »Klettarnir« báðir inn á Vestmanna, har teir nú hoyra heima. P/F Meðalsbrekka hevur keypt trolararnar úr Ný Sælandi, hagar teir vórðu seldir í 1994. Skipini hava fingið nýggj nøvn og eita nú Fram og Vest- menningur SVEINUR TRÓNDARSON Bryggjan í Vestmanna var stúgvandi full av fólki leyg- ardagin, tá nýggju skipini í flotanum stevndu inn á vágna. Nýggj eru tey ikki meiri enn so, at tey eru bygd í 1989, og nýggj í flotanum eru tey heldur ikki meiri enn so, at tey hava verið her fyrr. Tá vóru nøvnini Stígarklett- ur og Hádegisklettur, so tal- an er um kend skip, tá til stykkis kemur. – Men hvør er hvør, veti eg ikki, sigur nýggi reiðarin, sum er í góðum hýri. Sama ger, tí hann fær ikki brúk fyri tí heldur, tí skipini hava fingið nýggj nøvn og eita nú Fram og Vestmenn- ingur. Endurnýgging Sum sagt, so hava vest- menningar keypt nýggju úr Ný Sælandi. Illa gekst í hond hjá dal- bingum at fáa hjólini at mala og til seinast góvu teir skarvin yvir. Trolararnir vóru seldir av landinum, eins og so nógvir aðrir vóru tað tá, og tað var ikki sørt, at tár vóru í eyg- unum á mongum sjómanni, tá skipini fóru. Nú trolararnir aftur eru í Føroyum, spurdu vit reið- aran, Tummas Christopher- sen, um orsøkina til at teir hava keypt nýggj skip. – Tað er fyri at endur- nýggja okkum. Hini skipini vit hava eru vorðin í eldra lagið, so vit valdu at fara út at hyggja at nýggjari skip- um og tá fullu eyguni á hesi bæði skipini, sigur Tumm- as. Hvørjum standi eru skip- ini í, nú tey koma aftur hendavegin? – Skipini eru í góðum standi. Annað teirra varð klassað í fyrraárið, meðan hitt varð klassað í fjør, so tey eru í fínasta standi nú tey koma, sigur reiðarin. 25 mió. fyri bæði Tá nýggj skip koma í flotan, er kostnaðurin áhugaverdur. Tí spurdu vit reiðaran hvat skipini kostaðu. – Vit hava keypt fyri 25 mió. krónur - fyri bæði, sig- ur hann, og leggur afturat, at hann heldur at tað er á eini góðari leið. – Skipini eru ikki nýggj, men tey eru í góðum standi, og tí halda vit, at tað er á eini leið. Fíggingin er føroysk øll sum hon er, og er tað Real- urin, sum hevur fíggjað alt sum er omanfyri eginfígg- ingina. Hvussu stórur partur er eginfígging og hvussu stór- ur partur er fremmand fígg- ing vil reiðarin ikki út við, men vit skilja, at eginfígg- ingin er rímuliga stórur partur av kostnaðinum. Tummas Christophersen metir at bátarnir fara at veiða eini 14 til 1500 tons um árið, og við tí metir hann tað fer at mala væl og virð- iliga runt. – Sjálvandi ber illa til at siga, hvussu nógv bátarnir fara at selja fyri, tí tað veldst um prísin, men fáa vit á leið tað, sum bátar í hasi stødd- ini, so er ikki tann stóri vandin, sigur hann. Hesir bæði skipini skulu fiska upp á loyvini hjá Vest- urtúgvuni, Mars og Froyi, sigur reiðarin. Verður talan um partrol- ing ella skulu skipini royna hvør sær? – Tey fara at partrola. Tað loysir seg nógv betri at par- trola tí nýtslan av eitt nú olju er so nógva ferðir minni enn hon annars hevði verið, og harafturat verður bara ta eina trolið brúkt, so tann nýtslan verður eisini minni, sigur Tummas Christophersen, sum leggur afturat, at skipini fara at av- reiða har tey fáa mest fyri fiskin. – Vit hava ikki bundið okkum til nakað virkið, og tað munnu tey fægstu skip- ini gera í dag, sigur hann. Tað vera sjey mans við hvørjum skipi hvønn túrin, men einir 3 ella 4 aðrir mans verða eisini knýttir at skip- inum, tí manningin verður umborð tveir túrar og vera síðani ein heima. 58 dagar í sjónum Sum nevnt eru skipini keypt úr Ný Sælandi, og við at hyggja á ein »globus« sæst, at tú sleppur vallað longur burtur frá Føroyum enn júst til Ný Sælands. Tí var eisini talan um eina sera drúgva heimferð. Tá skipini stevndu inn á Vestmanna leygardagin høvdu tey verið á ferð í samfullar 57 dagar. Tey stevndu út av Ný Sæ- landi tann 13. november í fjør, og tá varð kósin sett móti Føroyum. Sum vera mann, ber illa til at sigla allan teinin í ein- um, tí so stór er oljugoymsl- an umborð ikki, so lagt varð inn í trimum støðum á ferð- ini. – Fyrstu ferð vit løgdu inn, var á Tahiti. Haðani hildu vit leiðina fram til Panama og haðani víðari til Azorurnar, sum var seinasta staðið vit steðgaðu, sigur reiðarin, sum sjálvur var við á ferðini heim. Og veðrið á ferðini var stak gott sigur hann. Summ- ar er hinumegin knøttin nú, og tí hava manningarnar fingið nógva sól ávegis til Føroya. – Vit høvdu ein fínan túr í besta veðri, og tað var ikki fyrr enn vit nærkaðust Før- oyum, at vit merktu storm- arnar, sigur Tummas Christ- ophersen, reiðari at enda. Nýggju trolararnir fara til fiskiskap í næstu viku. Sosialurin ynskir eigarum og manning hjartaliga til- lukku við nýggju skipunum og góða eydnu frameftir. Ein rúgva av fólki var komið saman á bryggjuni tá tey bæði »nýggjastu« skipini í føroyska flotanum á fyrsta sinni aftur løgdu at føroyskum keikanti, og sum vera mann, nýtti bygdarráðsformaðurin í Vestmanna, Gunn Jacob- sen, eisini høvið til at bjóða skipunum vælkomin til bygdar Myndir: Jens Kristian Vang