týsdagur 11. januar 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 6 - 11. januar 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 6 - 11. januar 2000
Ljóðføri og amboð í óførum samljóði
Nýggjárskonsertin er vorðin árlig hending. Føroya Symfoniorkestur og kór bjóða til eina konsert í lættara endanum,
har høvi eisini er at syngja við. Í ár var aftur ein frægd at hoyra dugnaligu tónleikararnar og skemtiligt var, tá ljóð-
førini og amboð megnaðu at geva eina skemtiliga, men tónlistarliga góða eind
DAGFINN OLSEN
Sunnudagin 9. januar 2000,
skipaði Føroya Symfonior-
kestur enn einaferð fyri
nýggjárskonsert í Norður-
landahúsinum. Konsertin er
skipað í samstarvi við Norð-
urlandahúsið og Útvarp
Føroya og Sjónvarp Føroya.
Nýggjárskonsertin tykist
vera árlig hending, ið er
komin fyri at verða, og tað
er at fegnast um.
Martin Mourtisen stjórnar
orkstrinum og Bjarni Res-
torff hevur verið kórvenjari
hjá Nýggjárskórinum.
Løgmaður stjórnar
At siga, at Anfinn Kalsberg
ikki er vanur at stjórna, er
kanska at taka munnin av
fullan, men neyvan hevur
løgmaður áður stjórnað ein-
um symfoniorkestri.
Sum eina sera áhuga-
verda og skemtiliga byrjan,
so stjórnaði løgmaður Før-
oya Symfoniorkestri tey
fyrstu sekundini, tá eitt brot
úr Radetzky March ljómaði
Hann kom væl frá uppgáv-
uni.
Eftir hetta segði løgmaður
nøkur orð. Hann takkaði
teimum, ið hava tikið stig
til tiltakið og sum hava hild-
ið á hesi árini. Eisini feg-
naðist hann um, at so mong
ungfólk teljast millum tón-
leikararnar.
Hartil er at siga, at hesa-
ferð vóru ikki so nógvir út-
lendskir tónleikarar við,
sum onkutíð fyrr. Tey ungu,
ið leiktu við, taldu 1/3 av
tónleikarunum og er tað
gleðiligt, at arbeiðið, sum
verður gjørt í Musikskúlan-
um, nú byrjar at hómast og
bera ávøkst. Hesi ungu eru
uppæld í Musikskúlanum
og vinna sær virðismiklar
royndir til tílíkar konsertir.
Vert er í hesum sambandi
at hava í huga, at fleiri teirra
hava vunnið heiðurstekin, tá
tey hava umboðað Føroyar
í altjóða tónleikakapping-
um.
Sirpur og solistar
Fyrst á skránni var Tjóð-
sangurin. Vakurt ljómaði
»Tú alfagra land mítt« hjá
Símun av Skarði og Petur
Alberg.
Síðani fór orkestrið undir
eina ouverturu. Ein Mor-
gen, ein Mittag und ein
Abend eftir Frans von
Suppé. Solistur á cello var
Søren Møhl, sum í mong ár
hevur leikað við Symfoni-
orkestrinum í Aalborg.
Síðani var Jógvan Waag-
stein á skránni og vakra yrk-
ingin hjá Christian Matras,
Dimmið. Eisini nevnd Nú
nemur náttin við smærur.
Síðani kom eitt av hædd-
arpunktunum á konsertini.
Zigeunerweisen hjá Pablo
Sarasate. Orkestur og fiól.
Solistur á fiól var Niko-
laus Kapnas og hann hug-
tók. Meistarliga fuku fingr-
ar hansara aftur og fram á
lítla og viðkvæma fiólarm-
inum. Leikandi lætt tóktist,
tá fingrarnir við miklari ferð
runnu frá teim djúpu tón-
unum og heilt upp, har
hægstu tónarnir kitlaðu. Ein
frægd. Kapnas kom væl frá
torføru uppgávuni. Hann
fekk blómutyssi og tað
hevði hann uppiborið.
Síðani slapp kórið aftur
framat. Brot úr sirpu við
løgum hjá Knút Olsen var á
skránni. Løg hansara eru
væl kend millum manna. Á
skránni vóru Mær leingist
og Kom friður.
Eftir hetta ljómaðu tón-
arnir úr Carmen, suitu
nummar 1 eftir Bizet.
Eingin nýggjárskonsert
uttan Franz Léhar. Berghild
Poulsen var sopran solistur
og sang Vilja Lied. Eisini
hon hevði uppiborið blómu-
tyssið, ið hon fekk, eftir flott
avrik.
Næstur var Gold und Sil-
ber valsur hjá Léhar og eftir
tað var aftur føroyskt á
skránni. Hetta var brot úr
suitu, sum Svend S. Sholtz
gjørdi úr løgum hjá H. J.
Højgaard. Løgini vóru Hon
stóð har, Ein dreymur og Eg
oyggjar veit.
Kom og dansa og
Sandpappír Balettin
Eingin nýggjárskonsert utt-
an Léhar. Hetta er víst, tí
lagið til Kom og dansa er
úr Kátu Einkjuni hjá Franz
Léhar. Kristin í Geil setti
føroysk orð til farna aldar-
skiftið – fyri 100 árum síð-
ani.
Men enn er sangurin
fólkaogn og fastur táttur
sum felagssangur til nýggj-
árskonsertirnar hjá Føroya
Symfoniorkestri og fólks-
liga hæddarpunktið.
Men skráin skuldi gerast
enn lættari. Skemtilig og
óvæntað.
Tónleikarar hava amboð.
Ljóðføri. Tað viðganga tey
flestu. Men hinvegin. At
keypa amboðini frá Valde-
mar Lützen í Vágsbotni -
tað er óivað at fara ov langt.
Men tað gjørdu konsert-
fyrireikararnir.
Nýtast
skuldu nevniliga fínt, miðal
og grovt sandpappír, tá
Sandpappír Balettin hjá
Leroy Anderson kom fyri.
Eitt sera skemtiligt inn-
slag, har serliga enski timb-
urmaðurin, ið segði hey við
mammu sína í sjónvarpin-
um, var framúr. Eisini leik-
urin, orðadrátturin, millum
hann og Martin Mouritsen,
ið steðgaði orkestrinum, var
óføra skemtiligur. Og eisini
komu tónleikarar, strúkarar
og pussarar, sera væl frá
Sandpappír Balettini.
Slaviskur dansur nummar
8, opus 46 hjá Dvorak, hev-
ur rætta huglagið, ið leiðir
okkum eystureftir. Eyð-
kendir og heldur sorgblíðir
tónar.
Og so kom hann og so er
nýggjárið veruliga hildið og
farið afturum bak. Radetzky
marsjurin hjá Strauss eldra.
Lívligur og lívsjáttandi.
Hann hoyrir nýggjárinum
til. Og at enda fingu vit
Myndir: Jens Kristian Vang
hann í fullari longd.
Áhoyrararnir
fagnaðu
orkestrinum og kórinum og
tað var uppiborið. Fagurt
ljómaði. Bæði hjá orkestri,
kóri og solistum. Káta lagið
var við, eins og Káta Einkj-
an. Radezky marsjurin setti
punktum og so var ár 2000
endaliga staðfest. Uttan
trupulleikar.