Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 6 - 11. januar 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 6 - 11. januar 2000 jakup JÁKUP MØRK Neistin-Kyndil 30-22 (12-10) Mangir hondbóltsáskoðarar mundu vænta, at menninir hjá Kyndli av álvara fóru at spíla seg út, nú endaspælið í hondbóltinum byrjaði, men ístaðin er líkt til, at teir longu eftir fyrsta dystin í sama endaspælið eru um at verða afturúrsigldir, tá tað ræður um stríðið um gull- krónurnar. Neistin vann nevnliga ein sannførandi sigur á grann- unum sunnudagin, og hóast nógvir dystir enn eru eftir at leika, so tykist tað ikki sannlíkt, at Kyndil skal vinna seg inn aftur á odda- liðini, nú heili seks stig eru upp til fyrsta plássið. Við buldur og brak Leikararnir høvdu ikki ver- ið á vøllinum í nógvar min- uttir, áðrann tú hevði var- hugan av, at neistamenninir høvdu stórar ætlanir við dystinum. Eftir fimm teir fyrstu minuttirnar var støðan long- u 5-1, og grønu kyndilsleik- ararnir vistu so at siga ikki, hvørjum beini teir skuldu standa á, tá stórskjúttarnir á neistaliðnum lótu kanóninar fara. So við og við kom Kyndil tó aftur í aftur, og tá 20 min- uttir vóra farnir, høvdu teir ota seg upp aftur á liðina á neistaliðnum. Hetta var tó einasta ferð- in, at Kyndil gjørdi rættu- liga um seg, tí eftir at Neist- in aftur vann sær leiðsluna móti endanumav fyrra hálv- leiki, litu teir seg ongantíð aftur um bak. Leiðslan, sum í byrjanini av hálvleikinum var tvey mál, vaks støðugt, og kynd- ilsleikararnir at enda høvdu mist alla vón um at fáa nøk- ur stig, gjørdist talan nærum um eyðmýking. Verjan riggaði Styrkin hjá neistaliðnum er fyrst og fremst hon, at liðið hevur nakrar avbera sterkar skjúttar, sum eru ein hóttan móti øllum verjum í land- inum. Her verður sjálvandi serliga hugsað um Áka og Heina, men talan er eisini um aðrar menn, sum duga og vilja skjóta úti frá. Hetta framgekk helst best um miðjan fyrra hálvleik. Fyri at verja fyri Áka Olsen, valdi Sophus at lata lítla- beiggjan, Hans Áka, mans- verja stórskjúttan, men hetta viðførdi bert, at Heini fekk størri rásarúm, og eftir lítlari løtu hevði hann skotið 4 mál. Síðani var roynt at mans- verja báðar bakkarnar, men tá fór hin Áki (Mørk) at gera um seg, og so var líka vítt sum sítt. Annars hevur størsti veik- leikin hjá neistaliðnum ver- ið, at verjan ikki hevur rigg- að nóg væl, men líkt er til, at Páll nú hevur loyst henda trupulleika, við tað at liðið nú spælir við eini 6-0 verju ístaðin fyri 5-1. Tað skal tó eisini leggjast afturat, at málverjarnir hjá neistanum áttu sín stóra part av trivaliga sigrinum. Petur stóð avbera væl alla tað tíð- ina, hann vardi málið, og eftir at Bogi loysti hann av móti endanum av seinna hálvleiki gekk ikki verri. Heildin riggar ikki Hjá kyndilsliðnum gekk, sum tað kanska skilst, ikki serliga væl henda dagin, men verður sæð burtur frá seinastu 10 minuttunum, so leiktu teir als ikki nakrar vánaligan dyst. Fleiri avbera góðir leik- Kós móti toppinum Tað man fara at vera langt síðani, at besta mansliðið hjá Neistanum hevur vunnið allar dystirnar móti Kyndli í einum kappingarári, men higartil eru teir komnir tríggjar fjórðingar á leiðini arar eru á liðnum, men enn væntar teimum tó tað sein- asta, áðrenn teir av álvara kunnu gerast ein hóttan móti oddaliðunum. Fleiri dystir í grundspæl- inum vóru teir tepurt við undirlutan, og nógv mundu ivaleyst vænta, at nú fóru teir av álvara at gera um seg. Soleiðis gjørdist tó ikki, og er orsøkin fyrst og fremst, at liðið ikki flytur seg nóg væl sum ein eind í verjupartinum. Fleiri ferð komu hol ímillum, tá Neistin flutti bóltin frá síðu til síðu, og um menn sum Heini og Áki fáa pláss og tíð at skjóta, er lítið at gera hjá málmann- inum. Enn er tó tíð til at fáa hetta upp á pláss, og eftir tí, sum venjarin segði við kapping- arársbyrjan, so var FM- heitið ikki nakað mál í sær sjálvum undan hesum kapp- ingarárinum. Stuttligari er tó altíð at vera við í toppinum, men fyri fyrst mugu teir so finna seg í at vera nøkur stig aftan fyri 3 tey fremstu liðini. Hjá Neistanum sær tó bjartari út, og megna teir at finna sama spæl fram í komandi dystunum, er ikki óhugsandi, at teir av álvara fara at blandað seg í topp- stríðnum. Dysturin í tølum Málskjúttar: Neistin: Heini Joensen 11 (3), Áki Olsen 7, Kári Mort- ensen 4, Áki Mørk 4, Karl O. Rasmussen 2, Regin Didriksen 1, Elmar Ósá 1 Kyndil: Hannis Wardum 7 (11), Bjarni Wardum 5 (1), Jacob Jónsson 4, Rúni Poul- sen 2, Uni Wardum 2 (1), Hans Á. D. Christiansen 2 (1) Brotskøst: Neistin 3, Kyndil 5 Útvísingar: Neistin 3, Kyndil 3 Dómarar úr Stjørnuni: Geir Wardum og Carsten Andersen Sum tað sæst, so høvdu kyndilsleikararnir úr at gera við at halda neistamonnunum burtur. Her er tað Rúni Poulsen,sum hevur fatur á tveimum teirra Mynd: Álvur Haraldsen Munur á Stjørnan hólvaði Tjaldur av, og staðfesti, at tað er stórur munur millum toppin og botnin í føroy- skum fyrstudeildarhondbólti JÁKUP MØRK Tjaldur-Stjørnan 31-17 (7-16) Tað var heldur ikki meir enn væntað, at Klaksvíks- genturnar skuldu vinna ein greiðan sigur móti Tjaldrinum sunnudagin. Stjørnan hevur higartil í ár bert tapt ta einu ferð- ina, meðan Tjaldur hin- vegin enn eigur fyrstu stigini til góðar. Himmalvíður munur hevur eisini verið á spæl- inum, sum liðini bæði hava sýnt, og uttan at taka nakað frá Tjaldrinum kann sigast, at tað hevði verið meira enn ein risa sensatión, um tær høvdu skalað mótstøðuliðnum úr Klaksvík. Gjørdu skjótt av Klaksvíksgentur hildu helst ikki, at tær skuldu nýta hesar 60 minuttirnar til óneyðugt fjant og fjast, og fóru tær tí beinanvegin til verka. Beinan vegin vunnu tær sær eina hampuliga trygga leiðslu, og tá farið var til hálvleiks, var eingin sum helst ivi um, hvørt at liðunum báðum skuldi hava tey bæði stigini, sum vórðu givin fyri dystin. Í seinna hálvleiki kun- du FM-favorittarnir taka sær eitt sindur av løttum, og nú fingu tær á heima- liðnum eisini loyvi til at vera eitt sindur við í spæl- inum. Sum vera man, so var ferðin á spælinum nógv minni seinasta hálvan tíman, við tað at útiliðið so at siga longu hevði fingið tað, sum tær vóru komnar eftir, ímeðan Tjaldur hugsaði meira um at avmarka tapið. Vesna við aftur Tá Stjørnan leikti seinasta dystin í grundspælinum móti Kyndli, sat leikandi venjarin, Vesna Tomajek, uttanfyri. Orsøkin til hetta var, at hon hevði fingið ein heldur harðan stoyt, og tí var forðin nakað eym í rygginum. Sunnudagin var hon tó aftur at síggja á vøllinum, og hennara partur lá so ikki eftir, tá dysturin var liðugur. Ikki er tað bara við málskjótingini at hon ger um seg, tí við kvika og tekniskt góða spælinum, er hon ein av høvuðsorsøkunum til, at Stjørnan í løtuni er heitast favoritturin at vinna FM- heitið. Í hvussu so er skulu mótstøðuliðini vísa nakað væl meira enn Tjaldur, um tey skulu gera sær nakrar sum helst vónir um at fáa stig burtur úr dyst- unum móti klaksvíks- gentunum. Dysturin í tølum Málskjúttar: Tjaldur: Heidi Jacobsen 4, Mona Langgard 4, Hansa Mikkelsen 3, Sunrid Gleðisheygg 2 (2), Sonja Gleðisheygg 2, Kristine Ellingsgaard 2 Stjørnan: Vesna Tomajek 11 (3), Simona Hansen 5 (1), Joan M. Joensen 4, Annika Ljósstein 3 (1), Jastrid Gullaksen 2, Andriana Milodanovic 2, Una Olsen 2, Ragna Andreasen 2 Brotskøst: Tjaldur 3, Stjørnan 7 Útvísingar: Tjaldur 7, Stjørnan 1 Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen Anna K. Samson fekk saman við liðfeløgunum lætt spæl, tá tær vóru í Runavík sunnudagin Savnsmynd JAN MÜLLER Fyrst í nýggja árinum fór Vinnunevndin hjá løgting- inum undir sína viðgerð av uppskotinum til 1. útbjóð- ing á føroyska landgrunn- inum. Nevndin hevur innkallað umboð fyri almennar stovn- ar, oljufeløg oo. til fundar, har limirnir í nevndini hava havt møguleika at seta hesum spurningar. Tað var fyri jól, at løgtingið hevði 1. viðgerð av útbjóðingini og gjørdi av at koyra málið í Vinnunevndina. Heine O. Heinesen for- maður í Vinnunevndini sigur, at hann fer at gera alt hann er mentur fyri at kunna leggja málið fyri aftur tingið týsdagin tann 18. januar, soleiðis at tingið beint eftir tað kann fara undir 2. viðgerð og síðani endaligu 3. viðgerðina av málinum. Vinnunevndin hevur tos- að við umboð fyri Olju- málastýrið, fyri bæði tey føroysku oljufeløgini, At- lantic Petroleum og Føroya Kolvetni, føroyska stjóran í Amerada Hess, umboð fyri Fiskirannsóknarstovuna. Hesir fundir halda fram týsdagin, tá Vinnunevndin m.a. fer at seta landsstýris- manninum í oljumálum spurningar. Formaðurin í Vinnu- nevndini miðjar framvegis móti at fáa eina samda Vinnunevnd at leggja álit fyri tingið. Men tað er fram- vegis óvist. Serliga tvey mál eru flokkarnir ikki samdir um, og tey eru útgerðar- havnin og landsoljufelag. Oljumálastýrið mælir frá at taka alment oljufelag við í 1. útbjóðing og hesum tek- ur formaðurin í Vinnu- nevndini Heine O Heinesen undir við. Hann heldur Oljumálastýrið hevur gjørt eitt dygdargott arbeiði og tí er ringt at ganga ímóti tí. Oljuserskatturin farin frá Albert Hall Nú restar so bert eftir lógar- uppskotið um oljuserskatt at leggja fyri tingið, tá hugsar verður um allar neyðugu fyrireikingarnar til 1. útbjóðing. Karsten Hansen, fíggj- armálaráðharri hevur havt nógv um at vera í seinastuni ikki minst orsakað tí ó- semju, sum hevur verið við- víkjandi starvsfólki á stovninum men sum nú er komið í rætt lag. -Hetta verkfallið er farið við nógvari orku, men eg vóni ikki, at tað seinkar framløguni av oljuserskatt- inum sigur hann. Landsstýrismaðurin er fáorðaður annars. Sosial- urin frættir tó, at tey ser- kønu í Fíggjarmálastýrinum hava lagt sína síðstu hond á serskattauppskotið og hava latið tað víðari til løgmans- skrivstovuna, har løgfrøð- iligi rættlesturin verður gjørdur. Miðjað verður móti at leggja uppskotið fyri á landsstýrisfundi mánadagin 17. januar. Sum skilst eru landsstýrisfólkini longu kunnað um høvuðstættirnar í uppskotinum. Blaðið skil- ur, at uppskotið er meinlíkt tí, sum varð lagt frá á olju- ráðstevnuni í Aberdeen herfyri. Ynskir eina breiða semju Vinnunevndin hevur hesar seinastu dagarnar innkallað fólk til „hoyr- ing“, sum hava tilknýti til eitt kom- andi oljuvirksemi. Formaðurin ynskir eina breiða semju um útbjóðingar- uppskotið, men óvist er, um hann fær eina slíka Formaðurin í Vinnunevndini, Heini O Heinesen ynskir stjóranum í Atlants Kolvetni, Vilhelm Petersen væl- komnan á fund í nevndini. Eisini Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess í Føroyum er komin á fund Vinnunevndin á fundi við fólki frá føroysku oljuvinnuni. Myndir Jens K VAng JAN MÜLLER Tað hevur nú í eina tíð verið bíðað í stórum spenningi eftir, hvat føroyskir mynd- ugleikar fóru at leggja fram í sambandi við eina fram- tíðar skatting av komandi oljuframleiðslu á føroyska landgrunninum. Nú røkist so fyri, at upp- skot til serskatt verður lagt fram í næstum. Nú tað loksins sær út til, at myndugleikarnir hava gjørt uppskot til allar treyt- irnar fyri 1. útbjóðing kundi verið áhugavert at hugt at, hvussu samlaða oljuskatta- og avgjaldsmyndin sær út: Oljufeløgini koma at rinda 2% í framleiðslugjaldi (royalty), síðani 27% í partafelagsskatti og loksins ein serskatt, sum er í trimum stigum. Høvuðssetningurin við hesum serskattinum er, at fáa oljufeløgini lítlar inntøkur, so fær landskassin eisini lítlar inntøkur, men fáa oljufeløgini stóran vinning, so fer landskassin eisini at fáa tað. Marginal- skatturin er 57,1%. Men hann kemur bert at virka, um talan verður um veru- liga stór oljufelt. Sosialurin skilur, at før- oysku myndugleikarnir, ið hava arbeitt við oljuskatt- inum, hava brúkt nógva orku at hyggja at treytunum í øðrum londum og hava so funnið eina skipan, sum verður mett at hóska til okkara viðurskifti. Henda skipan - skilst - skal vera góð og rættvís mótvegis bæði landskassa- num og oljufeløgunum. Skatturin er slíkur sum á fakmáli verður nevnt pro- fittrelateraður. Tvs. at fáa oljufeløgini lítið burtur úr er tað sama galdandi fyri landskassan - og øvugt - fáa feløgini nógvan vinning av framleiðsluni, so skal landskassin eisini hava tað. Í tilfarinum um serskattin, sum í næstum verður latið landsstýrinum, eru eisini hugsað dømi um, hvat ávís stødd á feltum kann geva í pengum til føroyska lands- kassan. Blaðið hevur fingið rokn- skaparkønan við okkara oljuskattaskipan sum grundarlag at gera eitt roknistykki. Verður t.d. funnið eitt felt á stødd við Foinaven, ið er uppá 250 mill. tunnur, og oljuprísurin er 17 dollarar, so kann tað geva landskassanum í mesta lagi einar 800 mill. kr. um árið ella einar 7 mia. kr. tilsamans fyri alla livitíðina, sum vil vera umleið 15 ár. Hetta eru tó tøl, sum skulu takast við størsta fyrivarni. Ganga vit nú út frá, at oljuprísurin er 25 dollarar fyri tunnuna, so kann inntøkan til landskassan, tá hon er uppá tað mesta, vera einar 2 mia. kr. um árið ella nærum eina heila fíggjarlóg. Hetta eru sjálvandi tøl, ið byggja á ein sera høgan oljuprís. Men hetta kann tó geva okkum eina fatan av, hvussu stórar upphæddir kunnu koma til føroyska samfelagið, um tað verða funnin meðalstór felt og oljuprísurin er høgur. Ein kann so bert ímynda sær støðuna, um tað t.d. verða funnin fleiri felt og okkurt teirra er heilt stórt. Tann kann inntøkan til landskassan í besta føri verða fleiri fíggjarlógir. Hetta eru so bert roknað dømi á páppírinum og í eini støðu, har nógvir ymiskir faktorar peika rætta vegin tvs. stødd á feltum, olju- prísur og ikki minst kostn- aðurin at útbyggja feltini. Umrøddu inntøkur - um so er at olja verður funnin - gerast fyrst veruleiki, tá framleiðsla er farin í gongd, tvs. í fyrsta lagi um ár 2007 ella so. Hetta er tó eisini ein giting, tí tað veldst um, nær og um olja í heila tikið verður funnin. Fyrstu oljuskattakrónirnar í landskassan Tað virksemið, sum longu hevur verið í sambandi við eina møguliga komandi oljuvinnu, hevur tó lagt nakað eftir seg so sum gjald fyri forkanningarloyvi ol. Tað frættist, at fyrstu skattakrónirnar frá mann- ingum við seimsikkskipum, eftir at kolvetnisskattalógin kom í gildi í fjør, komu í landskassan um ársskiftið. Talan er tó bert um minni upphæddir. Men so skjótt seismiskar kanningar fara at verða gjørdar á føroyskum øki aftur verða manning- arnar har skattaðar sambart kolvetnisskattalógina. Og tá fyrstu boripallarnir koma inn á føroyskt øki helst í ár 2001 skulu allar mann- ingarnar har eisini skattast í Føroyum. Aftrat hesum koma so inntøkur frá tæn- astum og veitingum til leit- ingina. Tað er greitt, at tað skal ikki so nógv til fyrr enn tað munar í lítla føroyska samfelagnum. Oljuserskatturin fyri landsstýrið í næstum -Fíggjarmálastýrið er nú liðugt við uppskotið til oljuserskatt og verður uppskotið lagt fyri landsstýrið komandi mánadag