týsdagur 11. januar 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 6 - 11. januar 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 6 - 11. januar 2000
JÁKUP MØRK
StÍF-H71 26-24 (14-9)
Ein skuldi kanska trúð, at
talan í hesum førinum var
um ein lættan dyst fyri
strandingar, men við tað
at bæði Jónleif og Alex-
andur vegna skaða vóru
sera ivasamir undan dyst-
inum, væntaðu flestu
leikararnir, at talan fór at
gerast um ein sera stræv-
nan dyst.
Alexandur var tó kort-
ini komin somikið fyri
seg, at hann fekk verið á
vøllinum
sunnudagin,
men kortini var liðið skert
við tveimum leikarum, tí
um mrogunin noyddist
Marius Joensen at geva
avboð orsakað av sjúku.
Mundi kiksa
Í fyrra hálvleiki sást tó
lítið til, at føroyameist-
ararnir vóru nakað serliga
illa fyri, hvat fólki viðvík-
ti. Eftir eina heldur var-
isliga byrjan tóku teir seg
støðugt frá hoyvíkingu-
num, og hóast Artur varð
mansvardur so at siga alla
tíðina, tóktist hetta ikki at
nerva heimaliðnum nak-
að serligt.
Í seinna hálvleiki gekk
tó meira striltið, og spak-
uliga komu hoyvíkingar-
nir nærri og nærri á mál-
talvuni, og tá hálvleikurin
var hálvrunnin, stóð aftur
á jøvnum.
Liðini bæði fylgdust so
eina løtu, men eftir at
Tróndur hevði fingið
reyða kortið frá dómara-
num, gjørdu strandingar
sær dælt av at vera í yvir-
tal, og eftir tveimum min-
uttum hhøvdu teir vunnið
sær eina trý mál stóra
leiðslu, sum í veruleik-
anum tryggjaði teimum
sigurin.
Týdningarmikil stig
Hoyvíkingar máttu enn
einaferð
vera
Allan
Mørkøre fyri uttan, men
hóast hetta, so megnaðu
teir at geva skerdu føroy-
ameistarunum
dygga
mótstøðu. Serliga Jens
Skipagøta leikti ein góðan
dyst, og mundi hann eis-
ini vera høvuðsorsøkin
til, at H71 kom rættuliga
við aftur í dystinum.
Liðið telur tó fleiri
aðrar evnaríkar leikarar,
og verður liðið eitt sindur
betri samanspælt, sam-
stundis sum bøtt verðu
um
venjingarstøðuna,
eiga teir í hvussu so er at
megna at lyfta seg av nið-
asta plássinum.
Á heimaliðnum var mest
eyðsýndi leikarin John
Petersen, sum nærum ein-
samallur megnaði at hald-
a hoyvíkingunum niðri.
Artur fekk ongantíð
sama leiklutin, sum hann
vanliga hevur, og hóast
Alexandur er komin seg
aftur eftir skaðan, so er
dystarvenjingin enn ikki
í topp.
Annars var ikki tað
stóra at skriva heim um í
einum dysti, har úrslitið
var tað týdningarmesta
fyri strandingar. Stigini
fingu teir so, og enn hang-
a teir fast í vestmenning-
unum, so hesir ikki skulu
kenna seg ov tryggar.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
StíF: John Petersen 10
(2), Artur Johansen 4,
Bent Durhuus 3, Kristjan
Petersen 3, Alexandur Jo-
hansen 3, Sveinbjørn
Poulsen 1, Leivur Just-
inussen 1, Karstin Dan-
ielsen 1
H71:
Eyðun H. Højgaard 7 (3),
Halgir D. Olesen 6,
Tróndur Vatnhamar 4,
Olaf Vestergaard 3 (2),
Jákup á Borg 2, Annfinn
N. Debes 1, Bárður Brim-
vík 1
Brotskøst:
StÍF 2, H71 5
Útvísingar:
StÍF 1, H71 2
Diskvalifikatión:
H71 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr VÍF:
Alfred Hummeland og
Erling Heinisen
Tað gekk
Føroyameistararnir høvdu stórar
trupulleikar av at basa hoyvíking-
um
Eins og myndini fylgdust strandingar og hoyvíking-
ar stóran part av dystinum
Savnsmynd
JÁKUP MØRK
VÍF 31-29 (17-10)
Tá dysturin í Vestmanna var
hálvrunnin var alt annað
enn líkt til, at áskoðararnir
skuldu
fáa
ein
sera
spennandi og undirhaldandi
seinna hálvleik at síggja.
Í fyrra hálvleiki hevði
gongdin verið tann, at heim-
aliðið hevði sett reyð/bláa
VB liðið so dyggiliga upp á
pláss.
Brádliga vaknaði VB
Vestmannagenturnar byrj-
aðu beinanvegin at leggja
sjógv millum seg og vágs-
genturnar, og hóat tær á úti-
liðnum royndu at muta í-
móti, so gjørdist munurin
alsamt størri, so hvørt sum
hálvleikurin leið.
Í seinna hálvleiki var líkt
til, at gongdin skuldi gerast
hin sama, men eftir at VÍF
hevði vunnið seg upp á 20-
12 raknaðu VB genturnar
brádliga við. Hetta tóktist tó
alt annað enn sannlíkt, tí
umframt at VÍF hevði
trygga leiðslu í hálvleiki-
num, var útiliðið fyri einum
stórum missi, tá Christina
Holm seinast í fyrra hálv-
leiki mátti av vøllinum, tí
hon í einum hendiligum
samanbresti við mótleikara
fekk hol á høvdið.
Hetta fekk tó ikki treisku
vágsgenturnar at fella í fátt,
og spakuliga ótu tær burtur
av leiðsluni hjá VÍF. Tá úrið
í høllini vísti 22 minuttir,
sást úrslitið av hesum, tí nú
vísti máltalvan brádliga
sama tal hjá báðum liðum.
VÍF megnaði tó at svara
aftur at enda, og hóast VB
var nær við at vinna tær aft-
ur, so gjørdist tað ikki meira
enn næstan, og kundu vest-
manangenturnar tískil feg-
nast um sigurin, tá seinasta
ýlið varð blást.
Signhild royndist væl
VB royndi meginpartinum
av dystinum at mansverja
Ioanu, og hóast hon fekk 11
mál, so má sigast, at hesin
partur av taktikkinum hjá
VB eydnaðist sera væl. Tað
var nevnliga soleiðis, at Ioa-
na fekk 6 av teimum 11
málunum við brotskasti, og
eini 3 av hinum komu aftan
á 3 metur kast, so einki er
at ivast í, at Regina gjørdi
eitt megnar arbeiði í verju-
partinum.
Trupulleikin fyri vágs-
genturnar var tó tann, at VÍF
eisini hevur aðrar dugna-
ligar leikarar á liðnum, og
hesu ferð var tað serliga
Jacklin, sum gjørdi um seg.
Fleiri ferðir smeyg hon
sær inn um VB verjuna, og
gekk hetta ikki, so leyp hon
bara upp og royndi seg úti
frá, og aloftast endaði bólt-
urin í meskunum aftan fyri
Jyttu í VB málinum.
Ein leikari, sum tó eisini
átti sín stóra lut í sigrinum
hjá VÍF var nýggi leikari
teirra, Signhild Petersen.
Hon hevur seinastu mánað-
irnar vant við vestmanna-
gentunum, og nú er líkt til,
at knæðið er somikið sterkt,
at hon aftur kann vera við í
dysti.
Fyrra hálvleik sat hon á
beinkinum allar 30 minutt-
irnar, men í seinna hálvleiki
var hon á vøllinum, og iva-
leyst munnu flestu vest-
menningar vera sera takk-
samir fyri tey 3 málini hon
gjørdi
seinastu
5
minuttirnar av dystinum, og
sum sostatt komu at stóra
ávirkan á endaliga úrslitið.
Iðra seg
Vágsgenturnar mundu helst
ira seg, tá tær um kvøldið
settu kós móti heimbygdini.
Ikki tí, sum so var sigurin
til vestmannagenturnar kan-
ska í lagi, men VB-gent-
urnar høvdu so sanniliga
havt møguleikan at gera
okkurt málið afturat.
Sostatt brendu tær tvey
brotskøst (bæði á innaru
síðuna av stongini) og tvær
ferðir í fyrra hálvleiki
megnaði Arnelyð at vinna
bóltin frá VÍF gentunum og
sostatt gerast einsamøll við
málverjanum…men báðu
ferðirnar bjargaði Marjun
sera væl.
Sostatt mugu vágsgent-
urnar helst sláa seg til tols
við, at tær ongar heiðurs-
krónur fáa á hesum sinni,
men hini liðini skulu tó als
ikki kenna seg ov trygg, tí
hava VB genturnar ein góð-
Hanga í toppinum
VÍf heldur framvegis fast í møguleikanum at vinna Stjørnuna aftur, eftir at
tær leygardagin megnaðu at basa VB kvinnurnar, sum helst iðra seg um at
tær einki fingu burturúr
an dag, kunnu tær helst geva
øllum mótstøðuliðum ein
harðan dyst.
VÍF genturnar kundu hin-
vegin fegnast um enn tvey
stig til tunga stigaposan, og
nú er av sonnum lagt upp
til stórdyst, tá vestmanna-
genturnar komandi viku-
skifti skulu til Klaksvíkar.
Higartil eru tær einasta
lið,
sum
hevur
bast
Stjørnuni, og megna tær at
endurtaka henda sigur, er
kappingin aftur púrasta op-
in.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Ioana Rápa 11 (6),
Jacklin Durhuus 8, Fríða Jo-
hannesen 4, Nicolina Joen-
sen 4, Signhild Petersen 3,
Andrea Nielsen 1
VB: Regina Rádó 9, Guðrið
Mortensen 5, Sólrun Kross-
lá 5, Rannvá Augustinussen
4, Arnleyð Krossleyð 3,
Leila Jespersen 2, Christina
Holm 1
Brotskøst:
VÍF 6, VB 2
Útvísingar:
VÍF 2, VB 2
Dómarar úr StÍF:
Poli Hansen og Justines
Justinussen
Hóast Frida og tær í VÍF høvdu lagt VB genturnar fleiri mál aftur um seg, so góvust gestirnir ikki á hondum, og at
enda mundu tær fingið stigini suður við sær
Mynd: Álvur Haraldsen
JÁKUP MØRK
Neistin-Kyndil 23-22
(11-9)
Tá Katrin á Neystabø í sein-
astu sekundunum leyp inn
frá veinginum og setti bóltin
í kyndilsmeskarnar, vóru
allir áskoðararnir á gosið.
Neistin hevði fyri aðru
ferð í ár bast føroyameist-
arunum og grannunum úr
Kyndli, og nú eru blákløddu
genturnar av álvara farnar
at tevja ferðilin av heiður-
smerkjum.
Javnt alla tíðina
Tað sást beinan vegin í dyst-
inum, at her ætlaði hvørgin
parturin at geva seg. Leik-
ararnir á báðum liðunum
tóktist at vera sera uppsettar,
og viðførdi hetta samstund-
is, at spælið til tíðir gjørdist
nakað óskipað.
Kyndilsliðið var eitt sind-
ur broytt í mun til vanligu
uppstillingina, við tað at
Lotte Sørensen, sum vegna
sjúku ikki hevði vant alla
vikuna, sat á beinkinum, tá
dysturin byrjaði.
Eftir einar 10 minuttir
Hóast Kyndil framvegis heldur seg frammanfyri Neistan á stigatalvuni, so eru
tað nú bert málini, sum skilja liðini bæði, og sum neistaliðið spælir í løtuni
kann skjótt vera við vent í holuni
gjørdi Flemming tó av at
koyra hana á vøllin, og ikki
vóru nógv sekund farin, áð-
renn hon við dagsins detalju
hevði spælt Jensiu fría, so
henda kundi toga Kyndil
upp á liðina av neistanum.
Nakað sum annars hendi
fleiri ferðir í dystinum.
Neistin hevði nevnliga
stavnin framman fyri Kynd-
il so at siga alla tíðina. Einar
tvær reisur mundi Kyndil
vera frammanfyri, men báð-
u ferðinar var gleðin stokk-
ut, og so tók neistaliðið aft-
ur leiðsluna.
Munurin var tó ongantíð
serliga stórur, og nervin fór
tískil ongantíð úr dystinum.
Seinnu ferðina Kyndil var
á odda, vóru 6 minuttir eftir
at leika, men 4 minuttir
seinni, var Neistin aftur 2
mál frammanfyri.
Kyndil svaraði enn eina-
ferð eftir, men tá Katrin so
í seinastu sekundunum setti
seinasta bóltin í málið, var
ov seint hjá føroyameist-
arunum.
Annars skal viðmerkjast,
at høvdu kyndilskvinnurnar
ikki verið so grammar eftir
at skora, tá tær javnaðu til
22-22, hevðu úrtøkan kan-
ska verið 1 stig betri. Ístaðin
fyri at nýta seinasta hálva
minuttin til álopið, skund-
aðu tær sær móti neista-
verjuni.
Tær fingu eisini mál burt-
ur úr hesum, men skjóta á-
lopið hevði við sær, at neist-
akvinnurnar nú høvu 20
sekund til seinasta álopið,
og tí fingu betri stundir til
at gera avgerandi málið.
Helena avgjørdi dystin
Á neistaliðnum vóru mest
eyðsýndu útileikararnir utt-
an iva Inga og Ileana, sum
alla tíðina vóru ein støðug
hóttan móti kyndilsverjuni.
Hetta førdi eisini við sær,
at sum dysturin leið, fekk
Katrin á Neystabø alt meira
pláss úti á veinginum, har
Palma annars hevði sera
gott tak á henni í fyrra.
Av teimum seks málun-
um, sum Katrin fekk í dyst-
inum, vóru fimm skotin í
seinna hálvleiki, og aloftast
orsakað av, at verjan trekti
inn móti miðjuni, fyri at
verja fyri Ingu ella Ileanu.
Tað skal tó ikki á nakran
hátt takast frá Katrin, at hon
Best í høvuðsstaðnum
var sera trygg, tá hon fekk
møguleikan úti frá veing-
inum.
Meira enn nakar annar
var tað tó Helena Dam í
neistamálinum, sum slóðaði
fyri sigrinum til eldra høv-
uðsstaðarliðið. Nú sat eg
ikki og taldi, hvussu ofta
hon bjargaði skotroyndum
frá kyndilskvinnunum, men
talið hevði í hvussu so er
verið sera høgt.
Hjá Kyndli mundi Lotte
vera mest eyðsýndi leikarin,
hóast Ann Hansen eisini
gjørdi rættuliga um seg, tá
tað ráddi um at skjóta mál.
Tað er rættuliga eyðsýnt,
hvussu nógv Lotte hevur at
siga fyri álopsspælið hjá
Kyndli. Sjálv er hon ein
støðug skothóttan, sum ikki
himprast við at royna seg,
um verjuleikararnir ikki
ansa nóg væl eftir, og har-
umframt dugur hon sera væl
at síggja teir møguleikar,
sum standast av, at verju-
leikararnir ansa somikið
væl eftir henni.
Gáva til Stjørnuna
Uttan iva mundu klaksvík-
ingar vera sera fegnir, tá teir
frættu úrslitið av Hálsi, og
sannlíkt er eisini, at fyri
kyndilsliðið hevur tapið við
sær, at tær nú fyrst og fremst
mugu hugsa um at vinna seg
fram um VÍF á stigatalvuni.
Hetta hava tær kanska ei-
sini møguleikan til annan
mikudag, tá tær á heima-
vølli skulu leika móti júst
VÍF.
Neistaliðið er hinvegin
um at koma rættuliga fyri
seg nú, og tá Ileana Man-
olescu tykist gerast betri
fyri hvønn dyst, kann skjótt
henda, at tær fara at leita
móti stjørnunum.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Neistin: Katrin á Neystabø
6 (2), Inga F. Danberg 5 (1),
Ileana Manolescu 5, Mild-
rið Jacobsen 4, Marjun
Jógvansdóttir 2, Gunnleyg
Berg 1
Kyndil: Ann Hansen 9 (1),
Lotte K. Sørensen 4 (1), Jór-
un Ludvig 2, Beinta Søren-
sen 2, Rakul N. Joensen 2,
Jensia Petersen 2, Palma
Peteresen 1
Brotskøst:
Neistin 6, Kyndil 2
Útvísingar:
Neistin 1, Kyndil 2
Dómarar úr Stjørnuni:
Geir Wardum og Carsten
Andersen
Á myndini er Inga longri
uppi enn Beinta, men
hóast Neistin vann
grannauppgerðina, hevur
Kyndil framvegis munin á
stigatalvuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Endiliga
Eftir at tað í fleiri umfør hevur
gingið heldur strilti hjá kollfirð-
ingum, megnaðu teir sunnudagin
at vinna í Runavík, og sostatt
sleppa sær av niðasta plássinum
Petur Martin Johansen slapp rættuliga at gera um
seg sunnudagin, og skeyt hann heili 8 mál
Savnsmynd
JÁKUP MØRK
Tjaldur-KÍF 24-29
(12-15)
Fyri kollfirðingar var tað
av alstórum týdningi, at
teir fingu okkurt suður
aftur við sær, tá teir
sunnudagin
vitjaðu
í
Runavík.
Talan var nevnliga um
ein av teimum dystum,
sum teir máttu vinna, um
teir skuldu lyfta seg av
niðasta plássi, og hesin
setningur eydnaðis eisini.
Rúni við
Størsti trupulleikin hjá
Kollfirðingunum higartil
í ár hevur helst verið, at
liðið so at siga onga
breidd hevur havt, og tí-
skil hevur tað verið sera
strævið, tá leikarar hava
sitið uttanfyri orsakað av
skaðum.
Nú er so bøtt eitt sindur
um hesa støðuna, tí
sunnudagin var Rúni Nol-
søe fyri fyrstu ferð at
síggja á KÍF liðnum.
Hetta tykist at vera ein
góður styrkur hjá kollfirð-
ingum, og tá Jákup Dam
samstundis var við aftur
eftir skaða, stóð hampu-
liga væl til við fólki
sunnudagin.
Vóru betri
KÍF var eisini betra liðið
í dystinum sunnudagin.
So at siga allan dystin
vóru teir framman fyri
heimaliðið, men eina lítla
løtu í fyrra hálvleiki var
Tjaldur odda.
Serliga vóru tað navn-
arnir báðir, Petur Martin,
sum gjørdu um seg.
Í fyrsta lagi var tað Pet-
ur Martin Johansen, sum
gjørdi nógv um seg, og tá
hesin so varð mansvard-
ur, tók navnin við eftir-
navninum, Poulsen, yvir.
Hjá Tjaldrinum má sig-
ast, at Sverri ikki hevði
ein av sínum bestu døg-
um, og tá so er, riggar
spælið ikki hjá Tjaldri-
num ikki.
Við sigrinum misti
Tjaldur eitt høvi til at fáa
eitt sindur av luft til
botnin, og ístaðin komu
kollfirðingar nú eitt plás
upp á stigatalvuni.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Tjaldur: Sverri Justinus-
sen 5, Tummas Magnus-
sen 5 (1), Suni F. Jo-
hannesen
4,
Mortan
Hansen 3, Kári Hansen 2,
Ken Bærendsen 2, Rag-
nar Olsen 1, Arnfinn
Langgaard
1,
Elias
Hansen 1
KÍF:
Petur
Martin
Poulsen 9, Petur M.
Johansen 8 (5), Jákup
Dam 4 (1), Rúni Nolsøe
3, Vagnur Joahannesen 3,
Kristian Madsen 1, Emil
Petersen 1
Brotskøst:
Tjaldur 3, KÍF 6
Útvísingar:
Tjaldur 3, KÍF 2
Dómarar úr Kyndli:
Hanus Kúrberg og Hans
Thomassen