Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindablaðið sosialurin Nr. 6 - 11. januar 2000 16 tíðindablaðið sosialurin Nr. 6 - 11. januar 2000 JÁKUP MØRK Hinvegin er talan um 10 ára gamla sonin hjá oman- fyrinevnda leikara. Fyri at lesarin ikki skal ørkymlast meira enn gott er, skal eg beinanvegin siga frá, at talan er um triðja ættarlið við sama navnið, og at teksturin niðanfyri tískil kann gerast eitt sindur fløkjasligur at lesa. Seinastu fýra árini hevur familjan búleikast í Aber- deen, har pápin hevur virk- að sum tannlækni, og sjálvsagt hevur lítli Oddmar tí gingið í skúla har á staðnum. Í Skotlandi er tað soleiðis, at so at siga allir skúlar hava eitt fótbóltslið, og luttaka hesi so ymsum kappingum móti øðrum skúlum. Bestu leikarar á ymsu skúlunum verða síðani úttiknir til úrvalslið, og gongst nóg væl, verða kanska boð eftir teimum seinni, við tað at tað fyrst og fremst er á hesum úrvalsliðum, at stóru feløgini leita eftir leikarum, sum møguliga skulu mynda fyrsta lið felagsins í framtíðini. Í so máta kann sigast, at Oddmar er komin hálvan veg á fótbóltsleið sínari, við tað at hann seinasta ár var við á einum liði, sum var sett saman av bestu næmingunum úr býar- partinum, har tey búgva, sum er í útjaðaranum av Aberdeen. Bestu leikararnir úr ym- su økisliðnum, verða seinni, um teir vera mettir at hava nóg góð evni, úttiknir til eitt býarlið, og er tað serliga úr hesum býarliðum, at stóru feløgini finna sínar framtíðar leikarar. Hálvan veg Sum nevnt, leikar Oddmar á einum av sonevndu økisliðunum, og ikki kann sigast annað enn, at hann hevur staðið seg sera væl higartil. Tað er nevnliga soleiðis, at á hvørjum ári verður ein leikari úr hvørjum liðið kosin til besta leikara, og seinasta ár fall hesin lutur á 10 ára gamla føroyingin, hóast liðfelagar hansara eru upp í 12 ára gamlir. Tá dystir verða leikti, eru sjey leikarar á hvørjum liðið, og spælt verður um hálvan vøll, eins og vit kenna tað her heima, og eins og pápin hevur Oddmar funnið sær mitt á vøllinum, haðani hann kann stýra sínum viðleikarum, soleiðis at hesir fáa nakrar bóltar at arbeiða við. Ikki eftir ongum Ikki er tað eftir ongum, at lítli Oddmar hevur fingið síni fótbóltsevni, tí umframt at hann er triða ættarliðið við sama navni, er hann eisini triðið Oddmar í røðini, sum roynir seg við Oddmar Færø ársins leikari Nú halda tey flestu ivaleyst, at blaðmaður tykkara er vorðin fullkomuliga í ørviti, men so er ikki. Talan er nevnliga ikki um Oddmar Færø, sum ígjøgnum fleiri ár gjørdi um seg í føroyskum fótbólti rundu leðurkúluni. Abbin var í fleiri ár at síggja á besta B36 liðnum, og umframt at vinna okkurt heitið har, leikti hann eisini við klaksvíkingum í nøkur ár, og har spurdust eisini heiðursmerki burturúr. Annar Oddmar í røðini smæddist heldur ikki burt- ur, og m.a. var hann seinast í sjeyti árunum í danska U- 16 landsliðshópinum, umframt at hann eisini var at síggja á føroyska A- landsliðnum fyrst í áttatiárunum. Seinasti landsdysturin kom tó fleiri ár seinni, tá hann fyri einastu fer var við í altjóða skrásettum dysti niðri á Cypern í 1993, tá Føroyar á flaggdegnum máttu lúta 3- 1 fyri heimaliðnum. Her heima var hann fyri tað mesta at síggja í hvíta B36 búnanum, men fyrsta partin av nítiárunum var hann inni á Toftum, har hann var við í hópinum, tá B68 í 1992 gjørdist før- oyameistarar. Orsakað av skaðum leikti hann tó ikki nógvar dystir hetta árið. Nú er so triðja ættarliðið koma fyrsta stigið á fótbóltsleiðini, og nógv verður lagt fyri. Vant verð- ur tvær ferð hvørja viku, umframt at dystir skulu leikast við bæði skúla og økisliðum. Enn er lítli Oddmar ov ungur til at skriva sáttmála við nakað felag, men um evnini røkka nóg langt, koma vit helst at hoyra meira um hetta komandi árini. Oddmar, vinstrumegin, sæst her saman við 7 ára gamla lítlabeiggjanum, sum sjálvandi eisini er farin undir at læra seg ymiskt kynstur við hvítu leðurkúluni JÁKUP MØRK Í fleiri umfør hevur tað gingið sum eftir ánni hjá Ayr United í næstbestu skotsku deildini, og ikki hevur tað gingið minni væl hjá Jens Kristiani Hansen, føroyska landsliðsskip- aranum. Móti oddaliðið Leygardagin leiktu teir á útivølli móti Raith Rovers, sum er millum liðini, ið stríðast fyri at flyta upp, og hesu ferðina máttu teir so taka til takkar við einum ósigri. Fyrsta málið kom eftir brotssparki eftir 18 minuttir, ið stóðst av støðu, tá verju- leikari ikki fekk skallað bóltin nóg langt burtur. Eftir hetta hetta hevði Ayr meginpartin av spælinum, men eftir hvat skilst, megn- aðu teir so at siga ongantíð veruliga at hótta mótstøðu- liðið, og ístaðin kundi Steve Tosh økja upp í 2-0 tveir minuttir eftir steðgin, eftir at málverjin hjá Ayr, sum verður tikin fram um Jens Martin Knudsen, mistók seg, tá hann skuldi sparka bóltin niðan á vøllin. Vón fyri Jens Martini Jens Kristian Hansen var á vøllinum allar 90 minutt- irnar, meðan Jens Martin sum vanligt var settur heilt uttan fyri hópin. At Jens Martin als ikki er við í hópinum kemst tó einamest av, at tað einans er loyvt liðum í deildini at hava tveir skiftisleikarar á beinkinum, og aloftast velur venjarin at nýta hesar sessir til tveir útileikarar. Møguliga er tó vón fyri framman hjá Jens Martini, tí sum skilst, so átti skotski málverjin sín stóra leiklut í seinna málinum hjá heima- liðnum, so møguliga er ven- jarin farin at umhugsa eitt skifti á hesum plássi. Ayr liggur nú á einum sjeynda plássi, og sum So tapti Jens Kristian Eftir at tað so at siga bara hevur gingið framá hjá skotska Ayr United, síðani Jens Kristian Hansen kom í hópin, vórðu teir í vikuskiftinum sendir til hús við einum 2-0 ósigri støðan er nú er líkt til, at teir eisini fara at leika í næstbestu deildini komandi ár. Seinastu vikurnar hevur Jens Kristian verið flúgvandi, men leygardagin kom hann niður aftur á jørðina Savnsmynd JÁKUP MØRK Fótbóltssambandið boðar í rundskrivi frá, at teir nú hava møguleika at bíleggja atgongumerki til EM- endaspælið, sum verður í Hollandi og Belgia seinni í hesum árinum. Hetta í sambandi við at FIFA og UEFA hava 5% av atgongumerkjunum at ráða yvir, og verða hesi býtt út til fótbóltssambondini í limalondunum hjá samgong- unum. Freistin at bíleggja atgongumerki um FSF, er sett til 25. januar 2000. Umleið miðjan mars fær FSF at vita frá UEFA, hvussu nógv atgongumerki verða tillutað Føroyum, og fáa tey, sum hava bílagt atgongumerki um FSF fráboðan frá FSF um, hvussu nógv og hvørji atgongumerki eru tillutaðið. Út frá omanfyristandandi verður heitt á tey, sum ynskja atgongumerki umvegis FSF, um skrivliga at boða frá hesum og í seinast lagi 25. januar 2000. Uplýsast skal navn, bústaður, føðidagur og telefon- nummar. Skjøl í samband við bílegging fást við at seta seg í samband við skrivstovuna hjá FSF. EM-2000 Áhugaðir føroyingar hava nú møguleikan at bíleggja sær at- gongumerki til dystirnar í EM- endaspælinum JÁKUP MØRK/ ÁLVUR SAMUELSEN Eftir at føroyingar í fleiri ár hava havt møguleikan at venja aerobic, tá venjingin skal gerast betur, ella tá ó- neyðugu kiloini skulu tveit- ast av kroppinum, verður enn ein møguleiki á markn- aðinum innan heilt stutta tíð. Yviri við Strond heldur Yndi til, og har hevur Lise- Tey spinna yviri við Strond Spinning er heitið á einum nýggjum slag av kropsvenjing, sum millum annað er ein góð hjálp, um tú hevur ætlanir um at missa nøkur kilo, umframt at tað eisini er góð venjing hjá væl vandum ítróttarfólkum lotte Nymark Jensen sein- astu dagarnar greitt kom- andi føroyskum leiðbeinar- um frá, hvussu farast skal fram, tá næmingarnir skulu »spinna«. Vælumtókt í Danmark Spinning er eitt frítíðarítriv, sum í londunum kring okk- um er vorið sera væl umtókt seinastu árini, og til tess eru fleiri orsøkir. Liselotte greiður frá, at ein av høvuðsorsøkunum til stóru undirtøkuna er, at øll kunnu vera við á hesum súkklum, líkamikið hvussu góð ella vánalig venjing- arstøðan er. Eisini er venjingin sera væl egnað, tá tað ræður um at klænka seg, við tað at brenningin í kroppinum er stór, tá súkklað verður. Harumframt hevur súkk- lingin tann fyrimunin, at knø, fótlið og ryggur ikki -Øll kunnu vera við, tá tað ræður um at spinna. T.d. havi eg havt fleiri lið við menningartarnaðum í Danmar, greiðir Liselotte Nymark Jensen frá Elsa Maria Bærendsen vónar, at hetta kann hava við sær, at fleiri mannfólk leggja leiðina fram við verða overvað, tí hóast tað onkuntíð kann vera eitt sindur strævið og tungt, so ber altíð til at sita og súkkla víðari, tá leiðbeinarin gevur boð um at standa uppi og súkkla ella okkurt tílikt. Tólið, sum súkkla verður á, er álíkt eini vanligari kondi-súkklu, men við tað at skapið er eitt sindur øðr- vísi, verða íðkararnir noyddir at nýta vøddarnar eitt sindur øðrvísi, og tað er júst hetta sum ger, at brenn- ingin gerst so stór. Tað krevur eitt sindur av venjing og teknikki, áðrenn brenningin gerst rættuliga effektiv, men hetta er skjótt at læra greiður Liselotte frá. Meðan súkklað verður, ljóðar discotónleikur alla tíðina, og hetta er eisini við til at stimbra undir íðkar- arnar, við tað at hesir av sær sjálvum fara at trampa í takt við tónleikin. Liselotte greiddi okkum at enda frá, at hon seinastu 7 árini hevur verið bæði aerobic- og spinning veg- leiðari, og sum dømi um at øll kunnu íðka hetta ítriv nevnir hon, at hon eisini hevur havt lið við rørslu- tarnaðum fólkum, og hava hesi fingið nógva nýttu burtur úr venjingunum. Fleiri mannfólk Yndi er eitt sonevnt aero- bic-studio, har føroyingar seinastu níggju árini hava havt møguleika at vant og klænkað likam síni, bæði við at ganga til aerobic og ballett. Elsa Maria Bærendsen frá Yndi greiður frá, at undir- tøkan so at siga hevur verið góð alla tíðina, men sjálv- sagt hava nøkur upplop ver- ið av og á. Orsøkin til at hon nú fer í holt við at hava lið í spinn- ing er, at hetta ítriv er vorið sera væl umtókt í londunum uttan um okkum, eins og hon helt, at tað er tørvur á einum størri útboðið av kropsvenjingum í Føroyum. Eisini vónar hon, at tað við hesum verða fleiri mannfólk, sum leggja leið- ina framvið hølunum, við tað at mannfólk ofta halda seg aftur við at fara til aero- bic. Bæði tí hetta av mong- um verður mett sum ein »konufólkaítrótt«, umframt (og kanska einamest) at hetta setir stór krøv til rør- slur og motorik, og vilja menninir helst ikki vera til rukku, tá teir soleiðis skulu standa og dansa á gólvinum. Harumframt hevur spinn- ing so eisini tann fyrimun, at øll kunnu vera við, og er tí eingin orsøk til at halda seg aftur, um tú heldur at venjingarstøðan ikki er nóg góð. Sveittin kemur fram Hvussu er og ikki, so er í øllum førum líkt til, at talan er um sera harða venjing. Millum teirra, sum luttóku á skeiðnum hjá Liselotte vóru m.a. onkrir av fremstu súkklarum okkara, og sam- bært teimum, so var talan um ein sera góðan venjing- artíma, har teir rættuliga fingu nýtt væl vandu bein- ini. Serliga um veturin hildu teir, at hetta var ein góður háttur at venja upp á, tí tá fleiri eru saman, verður av sær sjálvum lagt meira fyri, enn um ein einsamallur heima á kondi-súkkluni, hildu teir. Hóast hesir væl vandu menn tóktist hava tað sera strævi, so er hetta tó fyri ein part teirra egna skuld, tí ert tú ikki millum teirra, sum plaga at súkkla fleiri kilo- metrar um dagin, ber sjálvandi til at minka um mótstøðuna frá súkkluni, soleiðis at tú skalt nýta nógv minni orku til at fáa hjólið at mala. Sum sagt, so nýtist tær ikki at vera í góðari venjing ella at duga at dansa fyri at kunna »spinna«. Elsa Maria greiður frá, at einasta út- gerðin tú skalt hava við er eitt handklæiði umframt eitt ílat at hava vatn í, tí tað er sikkurt og vist at sveittin kemur fram. Eisini tey, sum eru von við at súkkla mettu, at hetta er venjingarháttur, sum tey fáa sera nógv burturúr