Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr. 6 - 11. januar 2000 18 tíðindablaðið sosialurin Nr. 6 - 11. januar 2000 JÁKUP MØRK 35 ára gamli Rógvi Johan- sen man helst vera millum bestu, um ikki tann besti, súkklararnar, sum vit hava havt her á landi. Seinastu árini hevur hann verið í Danmark og roynt seg, og eyðsæð er, at hann hesa tíðina hevur gjørt rættuliga stór framstig, og er hann í dag at finna mill- um bestu súkklararnar í Danmark. Orsøki til at hann í sínari tíð fór niður, var, sum hjá so mongum útbúgvingarør- indi, við tað at hann í løtuni lærur til myndamann. Har- umframt sá hann eisini hetta sum ein góðan møguleika til at gera meira við súkk- lingina, og úrslitini av hes- um hava ikki ligið eftir. Skifti síðu Í samband við útbúgving sína er tað sjálvsagt javnan komið fyri, at Rógvi hevur tikið myndir av einhvørjum, sum er farið fram, men fyri stuttum slapp hann so eisini at royna, hvussu tað er at standa hinumegin mynda- tólið. Tað var nevnliga soleiðis, at hann í einum donskum blað skuldi verða avmynd- aður sum »månedens mand«, og sum vera man, varð nógv gjørt burturúr, tá hann soleiðis skuldi royna seg sum model í eitt sam- døgur. Rógvi sum súkklari og model Fyri stuttum slapp fremsti súkklari okkara, Rógvi Johansen, at royna ein eitt sindur øðrvísi starvsdag, tá hann brádliga skuldi royna seg framman fyri myndatólinum, ístaðin fyri at royna seg á hjólhestinum Rógvi ílætin klæði av merkinum Diesel, sum Richson í City Vest hevur valt til hansara - Klæðini frá Richson vóru eisini øgiliga góð. Serliga dámdi mær væl marlboroklæðini við gulu skjúrtini Sum vera man, so varð nógv gjørt burturúr, áðrenn myndamaðurin slapp framat. Her er tað húðin, sum fær eitt sindur av smyrsli Áðrenn farið var til verka greiddi hann frá, hvørja bakgrund hann hevði, eins og hann eisini greiddi frá, at hann vanliga syrgdi fyri, at súkkli- og fotoútgerð hansara var »up to date«, men at hann ikki var heilt so stinnur, tá tað kom til at lata seg í eftir mótanum. Her var tó einki við at stilla seg framman myndatólið í gomlum slitnum buksum og kanska eitt sindur av gele í hárinum. Bæði klæðir, húð og hár varð gjørt til av fólki við serkunnleika um evnið, og hóast tað kanska kann tyk- jast eitt sindur ógvusligt fyri ein vágbing, sum vanliga ikki leggur so nógv í, hvuss- u hann gongur ílatin, ella hvussu hárið situr. Sjálvur helt Rógvi eisini, at hetta var kanska ov nógv av tí góða, men eftir at alt var fingið upp á pláss, dám- di honum kortini bara heilt væl. Sjálvur greiddi Rógvi m.a. soleiðis frá í blaðnum: - Eg eri væl nøgdur við úrslitið eftir viðgerðina. Í 15 ár havi eg trimmað hárið, so tað hevur verið lætt at fáast við, men eftir at hava fingið nýtt hársnið, havi eg fullkomuliga broytt hug- burð. Eg havi ongantíð áður roynt at smyrja húðina við ymsum smyrsli o.ø. Hetta var tó gott at royna, og satt at siga eri eg eisini freistað- ur at fylgja teimum ráðum, sum eg havi fingið í so máta. - Klæðini frá Richson vóru eisini øgiliga góð. Ser- liga dámdi mær væl marl- boroklæðini við gulu skjúrt- ini. Mær hevur altíð dámt væl gult, og allar mínar súkklur eru gular. Eisini kenni eg meg væl í klæd- ninginum, men hóast alt helt eg, at eg klæddi best hini bæði settini, í hvussu so er, tá talan er um gerandisklæði. Yvirhøvur havi eg fingið nógv burturúr hesum deg- num, og eg havi fingið alla ta vegleiðing og øll tey góðu ráðini, sum eg hevði vónað at fáa. Rógvi hevur so beina- samur at lænt okkum mynd- irnar, sum vóru at síggja í blaðnum, og á hesari síðu síggjast so nakrar teirra. Í eldin aftur Annars fer ikki at ganga lang tið, áðrenn Rógvi og teir í hansara felagi aftur skulu út á donsku vegirnar at royna seg. Rógvi hevur sjálvur sagt, at hann fer at súkkla tey bæði árini, sum hann hevur eftir a útbúgving síni, men at hann síðani fer at hugsa meira um arbeiðið. Havandi í huga, tað sum Rógvi hevur fingið á skaftið tey bæði seinastu árini, er tað kanska spell, at longu gevst um eini tvey ár, men hóast alt, so er hann tá kom- in fram við tey bestu árini á súkkluni, men hinvegin er hann tá farin upp tað, sum verður rópt besti aldurin hjá einum súkklara. CARL ELI NOLSØE SAMUELSEN Neyðugt varð hjá klaks- víkingum at vinna stórt móti sandavágsmonnum, og tað varð júst tað sum hendi. Úr- slitið varð 3.5-0,5. Rani Nolsøe vann við svarta fólkinum móti Torkili Niel- sen. Talvið sum er við í blaðnum í dag, varð sera opið og áhugavert. Á øðrum borði vann Ólavur Simonsen í enn einaferð eyðkendum stíli móti Bern- hardi Augustinussen. Ólav- ur offraði finnu, fekk hana aftur samstundis sum hann forðaði Bernhardi at leypa í borg. Ólavur vann í roynd og veru talvið í byrjanini. Steintór Rasmussen ætlar sær at vinna øll talvini í ár, og hesaferð varð tað Gutti Petersen sum varð við svið- ið soð. Gutti fór í longu borg og skjótt peikaði bæði bisp- ur, riddari og frúgv hjá Steintóri móti kongastøðuni hjá Gutta. Steintór offraði kvalitet fyri hetta álop sum eisini gav úrslit. Á fjórða borði var søgan ein heilt onnur. Tummas M. Anthoniussen og Heri Christoffersen leiktu javn- leik í einum talvi, har Heri bjóðaði Tummasi javnleik fleiri ferðir. Tummas átti at vunnið í byrjanini, men misti seinni kvalitet og var heldigur at fáa javnleik. Toftamenn knáir Havnarmenn ætlaðu sær stórsigur mótu toftamonn- um, men vóru hepnir at vinna dystin. Havnin vann 2,5-1,5. Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Jens Christian Hansen samdust um javnleik longu eftir fjúrtan leikir. Lítið er at siga um talvið, men eitt er sikkurt og tað er, at sig- urin kundi fara báðar vegir, um telva varð víðari. Jens Klaksvíkingar nærkast Eftir at klaksvíkingar vunnu stórsigur á sandavágsmonnum í fimta umfari er munurin upp til havnarmenn ikki stórur, og í botninum fingu kollfirðingar óvæntað trý kærkomin stig móti hvalvíkingum. C h r i s t i a n hevur leikt øll fimm talv- ini javnt í lið- kappingini. Haldur Suni Johansen við hvíta fólki- num megnaði ikki at koppa Helga Joen- sen úr Toft- um. Haldur fekk lítlan fyrimun, men hesin fyri- munur varð ov lítil til at vinna talvið. Helgi kom fyri seg og stóð í mið- s p æ l i n u m minst líka gott. Talvið end- aði javnt. Herluf Hansen úr Havn hevur vunnið øll fimm talv- ini í ár, og hesaferð vann hann móti Wenzeli Høj- gaard. Herluf fekk góða støðu við svarta fólkinum, men hevði einki avgerandi. Wenzel helt leingi støðuna saman, men kom í svára tíð- arneyð og bleiv øllum rok- inum mátaður. Á fjórða borði hevði Martin Poulsen úr Havn hvalbiar- prestin yvir av sær. Hval- biarprestur hevur ikki telva í fleiri ár, men tað sigst at hann hóast alt hevur hildið telvingina við líka, og tað sást aftur í talvinum móti Martini. Talvið endaði javnt, men hvalbiarprestur- in fekk fyrimun í miðspæl- inum og átti helst at vunnið. Men javnleik móti so fræg- um telvara sum Martin er heiðurligt og gott úrslit hjá hvalbiarpresti. Kollfirðingar vinna Ikki hevur liðkappingin í ár hilnast væl hjá kollfirðing- um, men í felagsumfarinum í Klaksvík stóð ikki á. Teir møttu bert við trimum monnum, og hetta viðførdi, at Martin Brekká úr Hval- vík vann á fyrsta borði uttan dyst. Á hinum borðunum vunnu kollfirðingar. Á øðrum borði vann Hans Kristian Simonsen heldur óvæntað móti Finnbjørni Zachariassen. Finnbjørn gjørdi mistak í byrjanini, og eftir hetta var Hans Kristian allatíð við yvirlutan. Hann vann sannførandi. Talvið á triðja borði millum Karl Louis Johannesen úr Kollafirði og Gunnar Joen- sen sá leingi út til at enda javnt. Ikki fyri í endaspæl- inum kom avgerð. Gunnar var óneyvir og mátti lúta. Jógvan Martin Joensen, Kollafjørður, hevur verið á flatlondum í nøkur ár, men hevur ikki gloymt manna- gongdina. Hann vann nevn- liga móti Bergi Magnussen. Jógvan Martin varð trýstur mestapartinum av talvinum, men Bergur ofraði ov nógv, og bleiv móti endanum mát- aður. Støðan eftir fimm umfør: Havnin 16,5 stig Klaksvík 15 Toftir 8 Hvalvík 8 Sandavág 6,5 Kollafjørð 6 Sum tað sæst á støðuni í fyrstu deild, er eingin ivi um hvør kappast um FM-heitið. Heili sjey stig eru frá annað- til triðja pláss. Úrslitið hjá kollfirðingum økir um spenningin í botninum, og eru teir fullmannaðir, ja so kann talan vera um eitt trið- ja pláss hjá teimum tá alt er avtornað. Næsta umfar verður avger- andi, tí tá bresta klaksvík- ingar og havnarmenn saman í Klaksvík, og tá vilja fel- øgini bæði prógva hvørt fel- ag veruliga er best. 2. deild Tveir dystir vóru hetta viku- skifti: Klaksvík-Havnin 3 og Vestmanna-Runavík. Havnin 3 vann ein tepran 2,5-1,5 sigur móti klaksvík- ingum. Hesin sigur førkar Havnina hálvt stig framum Klaksvíkina, men er helst ikki nokk til at blanda seg í toppinum. Vestmenningar vunnu heili 3,5-0,5 móti runavíkingum. Á fyrsta borði vildi Mein- hard Danielsen úr Runavík ikki bakka fyri altjóða meistarinum John Rød- gaard. Talvið varð sera drúgt, og ikki fyri farið var um sætta tíma gavst Mein- hard. Objektivt sæð var talvið allatíðina javnt, men Rødgaard hevur helst mangan telva seg frá javnari støðu til vunna støðu, og tað varð júst tað sum hendi. Hálva stigið runavíkingar fingu varð á øðrum borði, har Brandur Jacobsen leikti javnleik móti John Jacob- sen, Vestmanna. Samson Højgaard var aftur at síggja hjá vestmenning- um, og hansara verk lá ikki eftir. Støðan eftir fimm umfør: Vestmanna 11,5 stig Havnin 2 9 Runavík 7 Havnin 3 6,5 Klaksvík 6 Líkt er til, at vestmenningar vera aftur at síggja í fyrstu deild komandi kappingar ár. Um Rødgaard telvar við hvørt umfar, verður ringt hjá kappingarneytunum at fylgja við. 3. deild Bert ein dystur í triðju deild varð hetta vikuskifti, og hann var millum Havnina 4 og Klaksvík. Havnarmenn vunnu heili 4-0, og hava tískil lagt seg klárt á odda í deildini. Havnarmenn høvdu styrkt sær liðið við unglingaføroyameistarinum Olaf Berg. Hann vann móti veterananum Vagn Heldar- skarð. Havnin 5 liggur á øðrum plássi. Vestmenningar hava telva ein dyst minni enn havnarliðini, og kunnu tí taka annað plássi aftur frá Havnina 5, við at vinna stórt móti Róki í útsetta dyst- inum. Flóvin á ferð Flóvin Tór Næs hevur um jóltíðir telva við í stórari opnari kapping í Groning- en, Hollandi. Hendan kapp- ing endaði gamlaárskvøld. Flóvin fekk ringa byrjan, hevði eitt skifti bert tvey stig eftir seks umførum, men reistist og endaði kapp- ingina við 50% skoru, 5,5 av 11. Flóvin sigur sjálvur, at hann er hampuliga væl nøgdur við avrikið, men kundi sjálvsagt verið eitt sindur betri. Hann fór eitt sindur upp í rating, og tá kann úr- slitið ikki vera so galið. Í løtuni er Flóvin niðri í Linares, Spania, har hann telvar við í einari stórari kapping. Hann hevur í skrivandi løtu telva trý talv og hevur tvey stig. Hetta er flott, og sunnudagin vann hann móti góðum finskum telvara, ið nevnist Olli Sal- mensu. Fyrsta umfar tapti hann móti sterkum stór- meistara. Eftir hesa kapping sum end- ar 16. Januar, fer hann at taka sær av løttum í nakrar dagar, áðrenn hann síðst í mánaðinum fer til aðra kapping í Spaniu. Kappingin Flóvin í løtuni telvar í finnur tú á: http:// www.ciudadfutura.com/ superajedrez/linares- 2000.htm 1.e4 d6 2.d4 Rif6 3.Bd3 (Betri og vanligari er 3.Ric3) g6 4.f4 Bg7 5.Rif3 0-0 (5...d5 6.e5 Rie4 7.Ribd2=) 6.h3 (Kontrollerar g4) 6...c5 7.c3 cxd4 8.cxd4 b5!? (8...d5 9.e5 Rie4 10.Fb3=) 9.Fe2 a6 10.0-0 Rih5?! (Objektivt sæð er 10...e6 betri) 11.Kh2 Ric6 12.g4 Rif6 13.Ric3 b4 14.Ria4 (14.d5 bxc3 15.dxc6 Fb6=) 14...Fa5! 15.b3 (15.Bc2!? er áhugavert 15...Rixg4+ 16.hxg4 Bxg4 17.Fd3 Bxf3 18.Rxf3 Rixd4 19.Rh3) 15...e5? (Svartur hevur hendan møguleikan 15...Rixg4+ 16.hxg4 Bxg4-+ og svartur vinnur) 16.dxe5 (Betri er 16.fxe5 dxe5 17.d5 Rid4 18.Rixd4 exd4) 16...dxe5 17.Be3 Rid4 Riddarin dominerar sentrum (17...Rid7 18.Rac1 exf4 19.Bxf4=) 18.Bxd4 exd4 Talvið hesa vikuna Hvítur : Torkil Nielsen (2070) Svartur: Rani Nolsøe (2180) FM 1. deild (5), 08.01.2000 19.Rac1 (Veikari er 19.Rixd4 Rixg4+ 20.hxg4 Bxd4) 19...Re8 20.Rc5?! (Verri er 20.Rixd4 Rixg4+ 21.hxg4 Bxd4=, men 20.Ric5 hevði forða svørtum at útvikla seg) 20...Fd8 21.Rfc1 Bb7 Fær svartur e-finnuna? 22.Rid2 Rid5! (Svartur hevur nú fingið fyrimun) 23.Ff3 Ric3 (Riddarin hevur fingið sítt pláss!) 24.Rixc3? (24.Rc4!?= hevði helst hildið hvítu støðuni saman) 24...bxc3 25.Rif1 Fe7 26.b4 Bxe4 27.Bxe4 Fxe4 28.Fxe4 Rxe4 29.Kg3 d3 30.Kf3 (30.Rd1 Rd8 31.Kf3 Rxb4-+) 30...Rae8 (30...Rae8 31.g5 d2 (31...Rxb4 32.R1xc3 Bxc3 33.Rxc3- +) 32.Rixd2 Re3+ (32...cxd2 33.Rd1-+) 33.Kg2 Re2+ (33...cxd2 er nógv veikari 34.Rd1 Re2+ 35.Kg3-+) 34.Kg3 cxd2- Torkil Nielsen er annar parturin í talvinum hesa vikuna Savnsmynd