mikudagur 24. oktober 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 205 - 24. oktober 2001
Nr. 205 - 24. oktober 2001
11
Jógvan Sundstein
Tað eru nú liðin 3 1/2 ár
síðani núverandi landsstýri
sá dagsins ljós. Hetta
landsstýri setti sær fyri at
vinna Føroyum og Føroya
fólki fullveldi. Ein greið
ætlan varð sett upp, og eitt
sera drúgt og gott fyri-
reikingararbeiði varð gjørt
frá føroyskari síðu. Sam-
ráðingarnar
Føroya
og
Danmarkar millum høvdu
tí allar møguleikar fyri at
ganga væl og skjótt. Tað
var ein spurningur um vilja
frá báðum síðum at fáa
skipanina at virka.
Men her upplivdu vit tað
ótrúliga at danska stjórnin
— umboðandi eitt fólk sum
sigur seg vera fólkaræðis-
ligt og vilja verja sjálvsav-
gerðarrættin hjá øðrum
tjóðum — setti seg ímóti
ynskinum og viljanum hjá
føroysku tjóðini at fáa
fullveldi og rættin at ráða í
egnum
landi.
Danska
stjórnin fekk eisini Fólka-
tingið til at taka undir við
sær í hesi ódemokratisku
kúgingini av føroyingum.
Hetta varð gjørt út frá tí
fundamentalu misfatan, at
danir meintu, at Føroyar
vóru
ein
integreraður
partur av Danmark og
danska ríkinum, og at
føroyingar ikki eru ein egin
tjóð,
men
bert
danir.
Hendan danska uppfatanin
er so skeiv, sum hon kann
vera.
Føroyingar eru ein egin
tjóð. Føroyar eru ongatíð
innlimaðar í danska ríkið,
men tær hava í nærum tvey
hundrað ár verið at rokna
sum danskt hjáland. Veru-
leikin er, at Føroyar eru í
kongsfelagskapi við Dan-
mark, og hendan støðan
hevur gjørt, at danska
stjórnarvaldið hevur prakti-
serað stýringina av Føroy-
um
sum
eitt
hjáland.
Danska grundlógin er sum
stjórnarskipan ongatíð sett í
gildi í Føroyum. Hon
nevnir heldur ikki Føroyar,
burtursæð frá, at hon gevur
føroyingum møguleika at
velja tveir fólkatingslimir.
Eitt eyðkenni fyri stýr-
ingina av einum hjálandi er,
at peningur eygsjónliga fer
frá stýrandi landinum til
hjálandið, meðan hann
meiri dult fer hin vegin
serliga gjøgnum vinnufyri-
tøkur. Soleiðis hevur tað
eisini fyri stóran part verið
millum
Danmarkar
og
Føroya. Tað skuldi tí veri
heilt nátúrligt, at gjøg-
numført eina niðurlaging
av donsku peningaveiting-
unum til fullveldið Føroyar
yvir eini 10 ár. Líknandi
skipanir hava onnur lond
gjøgnumført fyri teirra
hjálond í óteljandi førum.
Fullveldisætlan
lands-
stýrisins var góð frá byrjan
av. Hevði viljin frá danskari
síðu verið til staðar, var
ætlanin gjøgnumførd tíð-
liga í nú skjótt farna val-
skeiði. Men viljin var ikki
til staðar, og tí noyddist
landsstýrið at leggja á
annan bógv.
Nýggja leiðin
Hetta varð so gjørt við
samtyktini av uppskotinum
um
"Sjálvstýri
Føroya
Fólks". Við støði í hesum
uppskoti er síðani samtykt
løgtingslóg um yvirtøku av
málsøkjunum á lista A í
heimastýrislógini. Eisini
eru ítøkiligar ætlanir um
aðrar yvirtøkur. Harafturat,
og tað er sera týdningar-
mikið, er á uppskoti til
fíggjarlógina fyri 2002
danski blokkstuðulin lækk-
aður við um leið 350 mió.
kr. Ætlanin er so ár um ár at
minka blokkstuðulin, og
harafturat at stovna ein
búskapargrunn til stabili-
sering av føroyska búskap-
inum. Hetta er ein skilagóð
og gongd leið. Á hendan
hátt verður, sum við hvørt
tikið til, "heimastýrislógin
tømd". Tá nøkur ár eru
farin er danski statsstuðulin
stórt sæð burtur, og ein
sjálvberandi búskapur fing-
in til vega.
Tá hetta er hent, er øll
argumentatión fyri núver-
andi sambandsstøðu burtur.
Tí næstan uttan undantak er
grundgevingin hjá teimum,
sum ikki vilja sjálvstýri,
tann, at vit klára okkum
ikki uttan danskan stuðul.
Tá vit hava víst, at vit klára
okkum uttan hendan pen-
ing, skuldi gøtan ligið heilt
greið at sett fullveldi á
stovn. Til ta tíð er eisini rætt
at taka eina fólkaatkvøðu,
har Føroya fólk góðkennir
ta nýggju stýrisskipanina.
Tað hevur verið nógvur
orðadráttur um fólkaat-
kvøður. Løgmaður hevur
fingið ákoyringarnar fyri
ikki at halda fólkaatkvøð-
una, sum ætlað var hin 28.
mai 2001. Men her gjørdi
løgmaður
púra
beint.
Fólkaatkvøður skulu ikki
haldast í tíð og ótíð. Um
upprunaliga fullveldisætlan
landsstýrisins hevði verið
góðkend av donsku stjórn-
ini, so er klárt, at fólkaat-
kvøða
skuldi
veri
til
staðfestingar av henni. Men
tá eingin staðfesting av eini
endaligari nýggjari stýris-
skipan fyri fullveldið Før-
oyar var at gera, skuldi
sjálvandi heldur eingin
fólkaatkvøða vera.
Tí skal heldur eingin
fólkaatkvøða
vera
um
yvirtøkur,
minking
av
blokkstuðlinum ella líkn-
andi málum. Fólkaatkvøð-
an skal vera um eina enda-
liga umskipan av stýrislagi
Føroya frá einum hjálandi
til eitt frítt fólkaræðisligt
fullveldi. Allar aðrar fólka-
atkvøður í sjálvstýrispro-
sessini eru misbrúk av
hesum hátíðarliga góð-
kenningarhátti og eru í
frægasta lagi tekin um
veikar politikarar, sum ikki
sjálvir tora at taka støða, og
í ringasta lagi tekin um
politikarar, sum halda seg
kunna nýta demagogiskan
framfarðarhátt til at øsa
fólkahugsanina. Tað um-
boðandi demokratiið, sum
vit hava, byggir á, at
persónar verða valdir á ting
at taka politiskar avgerðir,
so leingi teirra valskeið er
galdandi.
Í hesum sambandi kann
eisini nevnast tann øsing,
sum við hvørt ger seg
galdandi í sambandi við
veljararkanningar. Hvørja
ferð ein veljarakanning
verður kunngjørd, skulu
politikarar úttala seg um
"úrslitið". Teir sum hava
fingið góð tøl, halda seg
longu hava vunnið eitt val.
Ja vit hoyra enntá núver-
andi
andstøðupolitikarar
tala um, at samgongan ikki
longur hevur meiriluta, um
kanningartølini av tilvild
skuldi víst hetta. Ein skuldi
ikki trú, at hesir persónar
kendu tað politisku skip-
anina hjá okkum. Hon
byggir ikki á veljarakann-
ingar. Hesar hava einki at
siga. Vit hava loyniligt val
4. hvørt ár ella oftari, tá
tingið verður valt. Og hetta
situr og tekur avgerðir til
næsta val.
Hvør vil hava sjálvstýri?
Teir
tríggir
núverandi
landsstýrisflokkarnir vilja
føroyskt sjálvstýri. Og tað
er at skilja sum føroyskt
fullveldisríki. Teir royndu
at fáa tað eftir tí leisti, sum
niðurfelt varð í upprunaliga
samgonguskjalið.
Hetta
gekk ikki. Teir hava tí gjørt
tær samtyktir, sum nevndar
eru frammanfyri. Við hes-
um flokkum í meiriluta
kunnu vit tí rokna við, at vit
um nøkur ár fáa skipað eitt
føroyskt fullveldisríki.
Miðflokkurin hevur fleiri
ferðir úttalað, at hann
gongur inn fyri føroyskum
fullveldi, og vit mugu
rokna við, at hann stendur
við sítt orð. Roknast kann tí
eisini við, at hann stuðlar
einum fullveldislandsstýri.
Hinvegin
hava
bæði
Sambandsflokkurin
og
Javnaðarflokkurin við hond
og fót roynt at forða lands-
stýrinum í teirra arbeiði
fyri fullveldinum. At Sam-
bandsflokkurin hevur gjørt
hetta, og framvegis fer at
gera tað, vitstu øll helst
frammanundan. Málburður
flokksins í teirra minni-
lutaáliti í tingmáli nr.
114/2000 ber eisini boð
um, at har er einki at vænta.
Javnaðarflokkurin
kundi
harafturímóti havt eina
ávirkan á gongdina, bæði í
politiska
arbeiðinum
í
Føroyum og eisini hjá
donsku stjórnini, um teir
høvdu tikið eina positiva
støðu til málið. Hetta hava
teir kortini ikki gjørt, held-
ur hava spottandi og niður-
gerandi orðafloymar ljóða
frá teirra síðu. Vit kunnu tí
ikki rokna við at fáa nakran
bata í stjórnaligu viður-
skiftum Føroya, um hesir
báðir flokkar tilsamans fáa
meiriluta á Føroya Løg-
tingi.
Javnaðarflokkurin hevur
við hvørt ført fram, at nú
ræður um at fáa ein meiri-
luta til at samtykkja eina
nýggja stjórnarskipan við
sjálvstýri innanfyri ríkis-
felagsskapin (sum í veru-
leikanum ikki er til) og at
hetta skal vera ein endalig
skipan, so friður verður um
stjórnarmálið í Føroyum.
Men flokkurin átti at vita,
at eitt fólk, sum ikki hevur
vunnið síni endaligu sjálvs-
avgerðarrættindi, ongatíð
fer at gevast við at stríðast
fyri sínum frælsi. Friður
verður tí ikki um hesi við-
urskifti, fyrrenn tað fulla
sjálvstýri er vunnið.
Tað er eisini greitt, at
líkamikið
hvør
annars
hevur meiriluta á Føroya
Løgtingi, so verður heilt
nátúrligt ikki øll megi løgd
í at bøta um og loysa øll
onnur samfelagsmál. Ikki
fyrrenn føroyingar einsa-
mallir ráða fyri øllum sín-
um viðurskiftum, bæði inn-
lendis og mótvegis útheim-
inum, letur hetta seg gera.
Hvussu eru so politisku
útlitini?
Tað er einki at taka seg
aftur í, at tann politiska
samgonga, sum hevur skip-
að landsstýri hetta val-
skeiði, hevur gjørt eitt
megnararbeiði. Á nógvum
økjum eru stórir batar,
politiskt og búskaparliga
hava teir dugað at stýrt, og
einki er at ivast í, at teir
kunnu halda fram við hes-
um, hóast flokkarnir á fleiri
økjum eru sera ymiskir. Í
einu sjálvstøðugum Føroy-
um koma Fólkaflokkurin
og
Tjóðveldisflokkurin
neyvan at hava eitt nært
samarbeiði, men so leingi
sjálvstýrið ikki er fingið er
neyðugt, at teir gera hetta
arbeiði liðugt. Tí tað er
fortreytin fyri øllum øðrum
varandi loysnum og batum.
Andstøðuflokkarnir hó-
reiggja sær longu nú sum
um teir longu høvdu vunn-
ið komandi val. Ferð eftir
ferð tala teir um, at tíðin hjá
hesum landsstýrinum skjótt
er runnin. Hvat vita teir um
tað? Tað velst um valúr-
slitið. Eftir fyrr galdandi
stýrisskipan skuldi løg-
maður og landsstýri veljast
av nýggjum aftaná hvørt
løgtingsval. Nú fer til-
nevning av løgmanni ikki
longur fram av sær sjálvum
eftir løgtingsval. Løgmaður
metir nú sjálvur um hann
hevur møguleika at halda
fram, og í tí sambandi royn-
ir hann sjálvandi at kanna,
um hann hevur meiriluta
ímóti sær ella ikki. Nýggjur
løgmaður skal ikki til-
nevnast uttan so, at sitandi
løgmaður sjálvur heitir á
løgtingsformannin um at
loysa seg úr starvi.
Vónandi halda núverandi
landsstýrisflokkarnir
so
væl skil á sær sjálvum,
sjálvt um valstríð verður
komandi vár, at teir koma
so mikið væl burtur úr
valinum, at løgmaður og
hansara landsstýrið halda
fram eisini í komandi
valskeiði. Tá
fáa
teir
møguleika at byggja á tað
arbeiði, teir hava gjørt og
nýta tað sum grundarlag
fyri at lyfta Føroya land eitt
stórt stig fram á frælsis- og
framburðsleið.
VIÐMERKINGAR
Sjálvstýri Føroya fólks
Rás 2 fer hetta fram
móti jólum at skipa
fyri beinleiðiss
politiskum send-
ingum, har teir seks
flokkarnir, sum
hava umboð á
tingi, fara at
luttaka
POLITIKKUR
Tey, sum hava áhuga fyri
politikki, kunnu frá 6.
november og seks týs-
dagar fram hoyra á Rás
2, hvat politisku flokk-
arnir fara at bjóða upp
undir komandi valini.
Sonni Smith, tíðinda-
leiðari á Rás 2, sigur, at
sendingarnar verða skip-
aðar eitt sindur øðrvísi,
enn
aðrar
politiskar
sendingar, sum útvarp-
aðar plaga at verða. Tær
verða sendar beinleiðis
týsdag klokkan 15.30 og
vara ein tíma. Seinni í
somu viku verða tær so
endursendar, sigur tíð-
indaleiðarin á Rás 2.
Sendingarnar
verða
skipaðar soleiðis, at tann
flokkurin, sum eigur
sendingina, fer tann
fyrra hálva tíman av
sendingini
at
leggja
fram tað, hann fegin vil
hava, at fólk skulu
hoyra. Flokkurin velur
tað fólk, sum hildið
verður duga best at
umboða flokkin við tí,
sum førast skal fram. Og
tað er ikki neyðugt, at
tað er ein aktivur po-
litikari, sigur Sonne
Smith.
Seinna hálva tíman av
sendingini, fara umboð
fyri hinar fimm flokk-
arnar, sum eisini vera í
útvarpsstovuni, at taka
til sín og koma við við-
merkingum til tað, sagt
hevur verið, eins og
slíkt, tann ávísi flokkur-
in hevur gjørt í sínum
politiska arbeiði.
Raðfylgjan
verður
tann, at Javnaðarflokk-
urin fer at leggja fyri
tann 6. november. Tann
13.
november
eigur
Sambandsflokkurin
tørn, meðan Sjálvstýris-
flokkurin sleppur fram
at tann 20. november.
Síðan kemur Fólka-
flokkurin tann 27. no-
vember,
Tjóðveldis-
flokkurin tann 4. de-
sember og at enda verð-
ur Miðflokurin í út-
varpsstovuni tann 11.
desember frá klokkan
hálvgum fýra til hálv-
gum fimm seinnapartin,
sigur Sonne Smith, tíð-
indaleiðari á Rás 2.
ej
Politisk rás
Forlagið Borgen
gevur út bókina
Klodsmajorer og
englebørn eftir
Tóru Tóroddsdóttir
ÚTGÁVA
Turið Kjølbro
Klodsmajorer og engle-
børn er danska heitið á
bókini
Rura
-rørslu-
menning og sansaskipan
hjá føroyskum børnum
eftir Tóru Tóroddsdóttir,
sum er ís-
lendsk, men
hevur búð í
Føroyum
í
nógv ár.
Høvundurin,
ið er útbúgv-
in fysiotera-
peutur, hevur
út frá drúgv-
um royndum
í
føroyska
skúlaverk-
inum skrivað
eina
yrkis-
bók,
tann
fyrsta av sín-
um slagi á
føroyskum,
um
sansa-
m e n n i n g ,
rørslubúning
og sansaskip-
an.
Bókin
kom út í 1999. Nú hevur
Solveig
Debess
týtt
bókina úr føroyskum til
danskt, og forlagið Borg-
en gevur út.
Umleið 5-10 prosent av
øllum
børnum
hava
trupulleikar við sansa-
skipanini. Hesi eru klom-
rut og óstortlig, og hava
trupulleikar
í
rørslu-
menningini hóast tey eru
vanliga gávað børn.
Bókin hjá Tóru Tór-
oddsdóttir lýsir sansa-
menningina og leggur
dent á týdningin á rørslu-
og sansastimulasjón, eina
stimulasjón, sum byrjar
longu í fosturstøðuni.
Bókin leggur serligan
dent á klomrut, ókon-
sentrerað børn og ger-
andisdag og trupulleikar
teirra. Ítøkiligt og gjøg-
numroynd uppskot eru
til, hvussu foreldur, dag-
stovnar og skúlar kunnu
stuðla barnið og gera tað
virkið. Ein viðgerð sum
ger børnini betur fyri
sálarliga og sosialt.
Bókin er ætlað foreldr-
um og fakfólki, pedagog-
um, lærarum, heilsu-
systrum, terapeutum og
øðrum, sum arbeiða við
børnum.
Í bókini eru tekningar
og myndir, og Elisabeth
Berents, sum er fysiotera-
peutur, skrivar innleiðing.
Har skrivar hon eitt nú, at
bókin fyllir eitt hol í
donskum bókmentum um
børn við sansatrupul-
leikum.
Bókin
gevur
lesaranum eina sannfør-
andi fatan av, at tað loysir
seg at gera nakað, tí
orkan og møguleikarnar
hjá einstaka barninum
geva vón fyri framtíðina.
Fjórða bókin í
ritverki Símunar av
Skarði er komin út
ÚTGÁVA
Flest øll munnu vita, at
Símun av Skarði yrkti
tjóðsong
okkara
“Tú
alfagra land mítt” og
aðrar sangir og sálmar,
men tey fæstu munnu
gruna, at hesin merkis-
maður, kendur sum annar
teirra, ið settu á stovn
Føroya
Fólkaháskúla,
samanlagt hevur lagt so
nógv skrivligt úr hond-
um,
at
heildarritverk
hansara fer at telja 9 ella
10 bøkur.
Fyrsta bókin í ritverk-
inum, yrkingarnar, kom
út í 1998. Í 1999 kom
onnur bókin um søgu-
ligar greinir og greinir
um skaldskap og søgu.
Triðja bókin kom í fjør.
Evnini í henni eru: skald
og skaldskapur, mál og
upplýsing, mentan og
politikkur, lestrar, kvøður
og ummæli.
Í hesum døgum kemur
út fjórða bókin í ritverk-
inum. Hetta eru søgur
hansara, fjúrtan í tali, 11
teirra upprunasøgur og
ævintýrini, 22 í tali, sum
hann týddi úr norður-
landamálum.
Søgurnar vórðu skriv-
aðar í árunum 1904-19,
tó er brotið “Nú er tíð at
stoyta kerti til jóla”, tað
seinsta, sum Símun skriv-
aði, frá 1941, árinum fyri,
hann doyði. Ævintýrini
eru prentað fyrstu ferð í
tíðarskeiðinum 1907-15,
flestu teirra eru norsk,
nøkur eru íslendsk, men
har eru eisini ævintýr úr
Írlandi,
Týsklandi,
Frankaríki, Italia, Russ-
landi, og so eru tvey
ævintýr úr Túsund nátt-
um og eini.
Turið Sigurðardóttir,
bókmentafrøðingur,
stjórnar
ritverkinum.
Forlagið Fannir gevur út.
Olivur við Neyst hevur
gjørt inngangsmynd til
ávikavist søgurnar og
ævintýrini, og Ingi Joen-
sen hevur evnað kápuna.
Henda fjórða bókin í
røðini er 274 síður og
kostar 300 krónur ein-
takið. Samanlagt telur
ritverkið nú um 1150
síður.
Tær fyrstu bøkurnar í
røðini fáast enn í bóka-
búðunum.
Landsstýrið heldur
tíðina vera komna til
at seta fráfaringar-
aldurin upp aftur, so
fólk kunnu arbeiða,
til tey fylla 70 ár.
FRÁFARINGARALDUR
Magnus Dam
Landsstýrið fer nú at virka
fyri, at starvsfólk hjá tí
almenna kunnu steðga trý
ár longri á arbeiðsmarknað-
inum. Síðani 1993 hevur
fráfaringaraldurin verið 67
ár, men fakfeløgini skulu
nú siga landsstýrinum, hvat
tey halda um, at fráfar-
ingaraldurin verður settur
til 70 ár aftur, eins og hann
var áðrenn 1993.
67-ára fráfaringaraldurin
kom í gildi við árslok 1992
sum
eitt
av
mongum
krepputiltøkum. Hetta varð
ásett í einum rundskrivi,
sum allir almennir stovnar
hava verið noyddir at fylgja
líka síðani.
Nú arbeiðsloysið er lítið
og einki, og tey eldru gerast
fleiri og fleiri, hevur lands-
stýrið valt at endurskoða
hesa níggju ára gomlu
siðvenjuna. Í næstum verða
stovnar, fakfeløg og tæn-
astumannafeløg biðin um
at koma við viðmerkingum
til, at fráfaringaraldurin
aftur verður 70 ár. Hesum
boðaði Karsten Hansen,
landsstýrismaður, frá, tá
hann svaraði einum fyri-
spurningi,
sum
Finnur
Helmsdal úr Tjóðveldis-
flokkinum hevði sett um
67-ára fráfaringaraldurin.
Landsstýrið arbeiðir í
løtuni við einum eldra-
politikki fyri arbeiðsmark-
naðin, og tað er í hesum
sambandi,
at
fráfar-
ingaraldurin helst verður
settur upp aftur. Eisini
skulu eldri starvsfólk hava
møguleika til at fara niður í
tíð, um tey ynskja tað, eins
og sáttmálarnir við al-
mennu fakfeløgini frá í ár
taka hædd fyri.
Breið semja tykist vera í
løgtinginum um at seta
fráfaringaraldurin upp, so
fólk hava møguleika fyri at
arbeiða hjá tí almenna, til
tey fylla 70 ár.
Rura á donskum
Anfinn Kallsberg
hevur einki gjørt fyri
at effektivisera
umsitingina, hóast
hann fyri einum ári
síðani lovaði at taka
málið upp, heldur
Annita á Fríðriks-
mørk úr Tjóðveldis-
flokkinum
ALMENN FYRISITING
Magnus Dam
Almenna umsitingin er ov
stirvin. Hon er vaksin við
risa ferð, síðani bygnað-
arbroytingarnar hjá Finn
Normann Christensen, men
einki er gjørt við at laga
hana til føroysk viðurskifti,
so størri gagn fæst burturúr
mongu embætisfólkunum.
Tað er støðan hjá Annitu
á Fríðriksmørk úr Tjóð-
veldisflokkinum,
sum
hartar løgmann fyri ikki at
hava tikið hendan spurn-
ingin upp í nóg góðari tíð.
Nú hálvt ár er eftir av
valskeiðnum roynir Annita
á Fríðriksmørk enn eina-
ferð at sannføra løgmann
um, at umsitingin hevur
stóran tørv á ábotum.
Tingkvinnan vísir á, at
miðfyrisitingin hevur verið
fyri einum øgiligum vøkstri
seinastu árini, men einki er
gjørt fyri at miðsavna ser-
frøðina,
sum
liggur
í
teimum einstøku aðalstýr-
inum.
Spjaða vitanina
- Servitanin verður spjødd
runt á aðalstýrini og aðrar
almennar stovnar. Soleiðis
hava vit eitt sindur av vitan
alla møguliga staðni, í
staðin fyri at hava eina
stóra og sterka servitan á
einum stað, sigur Annita á
Fríðriksmørk
í
einum
fyrispurningi til Anfinn
Kallsberg, løgmann.
Hon heldur, at meiri fekst
burturúr starvsfólkunum,
um
eitt
nú
búskapar-
frøðingarnir, løgfrøðing-
arnir og EDV-fólkini sótu
saman í hvør sínum fak-
bólkum og arbeiddu í
einum umhvørvi, sum er
teirra fakøki, heldur enn at
sita hvør í sínum lagi úti í
ymsu aðalstýrunum. Tað
eru Føroyar og lítlar til,
heldur Annita á Fríðriks-
mørk.
Hon vil hava løgmann at
siga sær, um hann hevur
ætlanir um at gera broyt-
ingar innan miðfyrisiting-
ina, eins og hann segði fyri
einum góðum ári síðani. Tá
segði løgmanður, at hann
fór at virka fyri, at arbeiðið,
sum løgfrøðingar og bú-
skaparfrøðingar
gera,
verður samskipað. Enda-
málið er, segði løgmaður
tá, at fáa nøkur faklig fora,
sum arbeiða saman um
uppgávurnar. At varðvetia
fakligu breiddina í einstøku
stýrunum og tryggja løg-
manni og landsstýrismonn-
um ta bestu tænastuna.
- Síðani svarið kom er
einki hent á hesum øki,
heldur Annita á Fríðriks-
mørk, sum tí vil hava
løgmann at svara uppá, um
nakrar broytingar eru á veg,
nú bara hálvt ár er eftir av
valskeiðnum.
Søgur og ævintýr Símunar
av Skarði
Trý ár longri á
arbeiðsmarknaðinum
Einki gjørt við stirvnu
umsitingina
Anita á Fríðriksmørk sóknast nú eftir, at løgmaður tekur stig
til at trimma almennu umsitingina, sum hann lovaði í fjør.
C
M
Y
K
11
10