Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 205 - 24. oktober 2001 Nr. 205 - 24. oktober 2001 13 Hús í Trongisvági Um hóskandi boð fæst, verða húsini á matr. nr. 144av seld. Húsini kunnu síggjast eftir avtalu. Stødd: Kjallarin 75 m2, stovuhædd 144 m2, lofts- hædd 57 m2, bilhús 76 m2. Tlf. 372166 Fólk søkist Søkt verður eftir fólki til kvøld- og vikuskiftis arbeiði at byrja beinanvegin. Kiosk Activ Tlf. 313740 Fax. 314720 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3050, Sp/f Sakin, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 11.10.2001. Nýtt hjánavn: Sp/f Platform Skráseting Føroya tann 18. oktober 2001 Kristin Balle _____________________ -tað loysir seg www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Fólkið reistist fyri at heiðra Eyðun Johannessen, tá hann mánakvøldið fekk handað Mentanar- virðisløn landsins. Í takkarrøðu síni legði hann dent á, at hetta var úrslitið av einum felagsátaki hjá øllum innan sjónleikin. Eisini Fuglafjarðar Sjónleikarafelag varð heiðrað við Heiðurs- gávu Landsins HEIÐRAN Heri á Rógvi Klingran í Norðurlanda- húsinum var at kalla fullsett mánakvøldið, tá handinin av tveimum virðislønum stóð á skránni. Hátíðar- haldið varð eisini sent bein- leiðis í útvarpi, og tóktist áhugin sum heild at vera rættiliga stórur. Á skránni mánakvøldið var sjálvsagt handanin av teim- um báðum heiðurslønun- um, Mentanarvirðisløn landsins og Heiðursgávu landsins til ávíkavíst Eyðun Johannessen og Fuglafjarða sjónleikarafelag, eisini framførdu limir úr Aldubár- uni tvey stykki og Leik- bólkurin Gríma slap eisini framat við einum broti úr Glataðu Spælimonnunum. Tað var hin sami Eyðun Johannessen, sum fyri nøkrum árum síðani leik- stjórnaði Glataðu Spæli- menninar, tá leikurin varð framførdur í Føroyum. Dygdargott arbeiði Í mun til Mentanarvirðisløn landsins, sum hevur verið latin áður, so var eisini ein nýggj virðisløn á skránni hesaferð. Virðislønin ella heiðranin ber heitið Heið- ursgáva Landsins. Sambært leikreglurnar fyri heiðurs- gávum til mentafólk v.m., verður Heiðursgáva Lands- ins latin fyritøku ella felag- skapi, ið nevndin metir at hava framt avrik, ið hava ella hava havt serstakan stóran týdning fyri før- oyska list og/ella føroyska mentan og mentanarlív. Virðislønin var í ár 75.000 kr. Í grundgevingini varð serliga víst til Mentanar- húsið sum eitt avrik, sum hevur stóran týdning fyri føroyska mentan. Mentan- arhúsið er enn ikki heilt lið- ugt bygt, men tað hevur longu nú fingið sera stóran týdning fyri Fuglafjørð og mentanarlívið har um leiðir og eisini føroyska mentan sum heild. Nevndin, sum letur til- mæli til landsstýrismannin í mentanarmálum, sigur í grundgevingini m.a., at Mentanarhúsið gevur ríka mentanarlívinum í Fugla- firði góðar karmar at virka í... og Fuglafjarðar Mentan- arhús hevur alstóran týdn- ing fyri tey, sum skapa og virka á listarliga- og ment- anarøkinum í bygdini. Á hátíðarhaldinum bar Hilmar Joensen, formaður fyri Meginfelag áhugaleik- ara Føroya, MÁF, eina kvøðu fram fyri Fuglafjarð- ar Sjónleikarafelag. Í kvøðu sínari kom hann inn á, hvussu alstóran týdning Fuglafjarðar Sjónleikara- felag hevði havt fyri før- oyskan sjónleik. Hann kall- aði tað eina virðisløn dygd- argott arbeiði, og hann fegnaðist eisini um, at sjón- leikurin á henda hátt fekk viðurkenning. Formaður í Fuglafjarðar Sjónleikararfelag, Eyðun Hansen, tók vegna felagið ímóti heiðursgávini og takkaði fyri. Tað er blivið betur Mentanarvirðis Landsins varð øllum kunnugt latin Eyðuni Johannessen, sjón- leikara og leikstjóra. Burt- urúr grundgevingunum ber til at lesa, at nevndin m.a. metti, Eyðun Johannessen hevur lyft palllýsingina í føroyskum sjónleiki upp og givið henni ein listarligan dám... og sum leiklistarlig- ur undangongumaður er Eyðun Johannessen ein ómetalig megi. Eyðun Andreassen, professari, segði í sínari kvøðu til Eyðun Johanness- en, at hann var vorðin illa sjúkur av sjónleikarbasill- uni, og hann var ikki vorðin frískur aftur. Hann kallaði hann eisini fyri tann sjálv- sagda vinnaran, tá hann hevði veruliga verið ein ómetalig megi fyri sjónleik og mentan. Í takkarrøðu sínari hevði Eyðun Johannesen lyndi til at lata heiðurin detta á onkran annan ístaðin fyri seg sjálvan. Fólkið, sum var komið saman til hátíðar- haldið, reistist fyri at fagna Eyðuni, og tað var eingin ivi um, at fólk hildu hesa virðislønina vera væl og virðiliga uppiborna. Eyðun Johannessen segði eisini, at hann var glaður um, at um- støðurnar fyri sjónleikin vóru vorðnar bæði øðrvísi og betur. Eyðun Johannesen, sum eisini verður móttekur stuð- ul frá danska statinum, segði eftir hátíðarhaldið, at hann gjørdist heilt í ørviti av stórfingnu móttøkuni. Mentanarvirðislønin er 150.000 kr. Nýggj nevnd Tann fleiri ferðir áður um- rødda nevndin, sum letur landsstýrismanninum til- mæli um, hvør skal fáa Heiðursgávu landsins og Mentanarvirðisløn lands- ins, hevur nú sitið øll tey ásettu árini. Tí skal tað finnast ein nýggj nevnd til komandi ár. Í fráfarandi nevndini sótu Malan Marnersdóttir, Mal- an Johannesen, Bárður Ják- upsson, Martin Restorf Jacobsen og Jeanette Blå- svær. Tað er Listafólkasam- band Føroya, sum velur fýra limir og Mentamála- stýrið velur tann fimta. Hvussu nýggja nevndin fer at síggja út er ikki greitt enn. Nevndin hevur áður latið Mentanarvirðislønina til Regin Dahl, Jens Paula Heinesen og Ingálv av Reyni. Sosialurin ynskir Eyðuni Johannessen og Fuglafjarð- ar Sjónleikarafelag til- lukku. Tann sjálvskrivaði móttakarin C M Y K 13 12