Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 14. juli 2009 7 Hósdagin 16. juli kl. 16. letur Oggi Lamhauge upp framsýning í Snarskivuni við 20 myndum. Talan er um 14 grafisk blindprent, 5 útskornar relief myndi og eina innseting. Framsýningin hevur heitið Skuggaljós TÍÐINDASKRIV Á hesari framsýning eru all ar myndirnar hjá Oggi hvítar og gerast sjónligar við ljósi og skugga. Hetta skapar eisini heldur løgna orðið Skuggaljós, sum lista­ maðurin hevur valt at nevnt framsýningina. ­ Tí ljósið er fyritreyt fyri skugganum og hesi baði hanga saman í lívinum so væl sum í listini, sigur Oggi. Rekaviður og malargrót Listamaðurin hevur skorið í linoplátu og onkuntíð límað metallstumpar omaná. So ­ leiðis fær listamaðurin dýpd og hædd í plátuna, sum undir stórum trýsti gev ur avprent á pappír. Eis­ ini hevur listamaðurin skor­ ið relief myndir úr MDF plát um, sum eru hvít mál­ aðar. Umframt hesi verður ein innseting, innstallasjón, við einum rekatræi og mal­ argróti. Listgrafikari Oggi Lamhauge hevur ver­ ið virkin á listarliga økinum, her á landið og útlendis, síð an hann gjørdist liðugur við útbúgving sum list graf­ ikari við lærda háskúlan í Íslandi 1997. Kendasta verk hansara er uttan iva altar­ talvan í Hattarvíkar kirkju, sum varð latin kirkjuni í 2001. Listamaðurin fekk trý ára starvsløn frá Ment­ an argrunni Landsins í 2006. Framsýningin Framsýningin Skuggaljós er opin í Snarskivuni 16. juli – 24. august 2009. Øll eru vælkomin til ein drekka­ munn, tá framsýningin hjá Oggi Lamhuage letur upp hósdagin 16. juli 2009 kl 16, eins og at njóta mynd­ listina, tá Snarskivan er opin kl 9­16, hósdagar tó kl 9­18. Rúmsátta, ljósa og hugnaliga hølið verður nýtt at sýna fram myndlist, har mong føroysk listafólk hava sýnt fram, síðani Snarskivan læt upp í 2000. Ein skilagóð sameining av kommunalari tænastu og listaskála, har list in hittir borgaran á alfara vegi Nýggja Perlan, sum Tórshavnar kommuna letur byggja millum Reinsaríið og Miðlahúsið, fær í hesum døgum skap BYGGING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í gjár og í dag hevur ein yvir vaksin krani staðið mill um Reinsaríið og Miðla húsið. Hann hevur hivað elementini til nýggju Perluna upp á pláss. Arbeiðið gongur skjótt og væl, og ætlanin er, at bygningurin skal standa inni lokaður til ólavsøku. Perlan er ætlað at verða eitt nýtt spælistað í Havnini. Umvælingarnar til at fáa gamla Reinsaríið í skikki­ ligan stand eru so mikið dýrar, at býráðið hevur valt at bíða nakað við teimum. Í staðin verður so nýggja Perlan bygd, og hon skal so nýsa konsertum og øðrum mentanarligum tiltøkum í býnum. Tað hevur í mong ár verið tosað um Tórsgøtu sum eina mentanargøtu, og bygg ingin av Perluni er enn ein liður í at menna hesa ætlan. Tá byggingin er liðug er so klárt at fara undir at gera eitt torg millumReinsaríið, Perl una og Miðlahúsið, men tað verður kortini neyv an gjørt í ár. Bogi Andrea sen hevur áður sagt fyri Sosialinum, at pening­ urin, sum er játtaður til Perl una, røkkur bert til sjálva byggingina, og tí verða fyribils keypt ljóð­ teppi at hanga upp. Byggingin er nakað seink að. Upprunaliga ætl­ an in var, at alt skuldi verða liðugt til ólavsøku, men arbeiðið kom eitt sindur seint í gongd, og tí er øll verkætlanin skotin út ein mánað. Leiðari til Dagstovnin í Gøtu Søkt verður eftir leiðara til Dagstovnin í Gøtu. Talan er um farloyvisstarv, frá 1. september 2009 til 1. august 2010. Leiðarin hevur ábyrgdina av tí aðalmáli, ið er sett fyri stovnin, og av tí námsfrøðiliga virkseminum, ið verður gjørt. Leiðarin hevur, í samstarv við Eysturkommunu, tað fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina. Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur leiðsluroyndir. Starvið er 40 tímar um vikuna. Í Dagstovninum arbeiða 6 námsfrøðingar, 10 hjálparfólk og 2 stuðular. Um stovnin: Dagstovnurin lat upp 1. februar 2000, og er ásettur til 70 børn. Talan er um 3 barnagarðsstovur og 1 smábarnastovu. Stovnurin liggur í barnavinarligum umhvørvi, við Gøtugjógv. Førleikakrøv: • Námsfrøðiliga útbúgving. Vit ynskja av tær: • at tú ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir. • at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroytt- an og tryggan gerandisdag. • at tú vilt vera við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið. Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á: • at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum. • at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn. • at virða tað einstaka barnið • at ferðast nógv í náttúruni. Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðagevarafelagið. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera Eysturkommunu, Postboks 30, 510 Gøta í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. juli 2009. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Torgerð Hansen, stovnsleiðara, á telefon 73 00 51. Vaskifólk Søkt verður eftir einum vaskifólki til barnagarð í Leirvík at byrja 01. august 2009 Talan er um starv á 25 tímar um vikuna. Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeið­ arafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag Umsóknir skulu verða Eysturkommunu, post­ boks 30, FO – 510 Gøta í hendi er mikudagin 22. juli 2009 kl. 12.00 Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ove Heinesen, umsitingarleiðara, á tlf. 730012 Perlan fær skap Ein yvirvaksin krani setur í hesum døgum elementini til Perluna upp Mynd: Leo Poulsen Oggi í Snarskivuni