týsdagur 14. juli 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 132 - 14. juli 2009
Tólv evropeisk orku
feløg skrivaðu í gjár
undir ein sam starvs
sáttmála um at bygg ja
eitt risastórt sól orku
verk í Saharaoyði
mørk ini. Tað skal
nøk ta 15 prosent av tí
evropeiska orku tørvi
num í 2050
Orka
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
-Í dag hava vit tikið eitt týð-
an di stig á leiðini at fullføra
verk æt lanina, segði Niko-
laus von Bomhard, sum er
stjóri í Munich Re, tá
um boð fyri tey tólv feløgini
høv du skrivað undir sátt-
mál an.
Millum feløgini, sum eru
við í teirri ovurstóru verk-
æt lan ini, eru týsku Siemens,
RWE AG og Deutche Bank.
Tey og hini feløgini skulu
nú fyrireika eina íløguætlan,
sum eftir sáttmálanum skal
liggja klár í 2012.
Fekøgini aftan fyri til tak-
ið siga, at við hesari verk-
æt lan ini kann Evropa røkka
sín um máli um burðardygga
orkuframleiðslu.
Úr Marokko til
Saudiarabia
Ætlanin hjá teimum tólv
fe løg un um er at seta stór
spegl í oyðimørkini líka úr
Marok ko í vestri til Saud i-
ara bia í eystri. Sólstrálurnar
geva vatndamp, sum setir
gen era torar í gongd, og ork-
an skal so flytast ígjøgnum
eitt nýtt 300 kilometrar
langt kaðalkervi undir Mið-
jarð ar havinum og haðani út
um tað evropeiska megin-
landið.
Verkætlanin er ikki bara
stór, men eisini sera dýr.
Fe løg ini hava roknað út, at
bara sjálvt kaðalkervið fer
at kosta einar 260 milliardir
krón ur, og at kostnaðurin
fyri at fullføra alla verk æt-
lan ina fer at liggja oman
fyri 3.000 milliardir krón-
ur.
Ein orsøk til tann ovur-
stóra kostnaðin er, at tann
nýggja elveitingin fer at
krevja nýggjkar kaðalar um
alt Evropa, tí verandi kaðal-
kervi kunnu ikki flyta meiri
orku, enn tey longu gera.
Fyri og ímóti
Franska tíðindastovan AFP
skrivaði í gjár, at umboð
fyri tey tólv feløgini hava
ver ið á fundi við stjórnir í
Ev ropa og Afrika um verk-
æt lanina, men einki verður
sagt um, hvat kom burturúr,
ella hvussu langt ting ing ar-
nar eru komnar.
Fleiri hava longu sagt
sína hugsan um verk æt lan-
ina.
Umhvørvis vern dar-
felags skapurin Greenpeace,
Angel Merkel, kanslari og
for maðurin í ES-nevndini,
Jose Manuel Barroso, taka
av fullum huga undir við
æt lan ini, men saqmbært
AFP hevur ætlanin eisini
møtt mótstøðu og iva.
Iran avrættar mótstøðufólk
Í Iran hava myndugleikarnir avrættað nøkur av teimum 14
limunum í einum sunnimuslimskum felagsskapi, sum herfyri
vórðu dømd til deyða. Almenna tíðindastovan Fars skrivar, at tey
fyrstu eru hongd í fongslinum í býnum Zahedan. Tey dømdu
vóru limir í einum felagsskapi, sum nevnir seg "Jundollah", sum
merkir "Guðs hermenn", og tey vórðu dømd fyri at hava ført
kríggj ímóti Guði og fyri at hava dripið ósek fólk. Iransku
myndugleikarnir siga, at sunnimuslimski felagsskapurin
samstarvar við al-Qaeda, og at felagsskapurin fær fíggjarligan
stuðul frá USA.
Kendur rasistur tikin í Ísrael
Í Ísrael hevur løgreglan tikið ein lim í teirri amerikonsku Ku
Klux Klan-rørsluni. Maðurin, sum eitur Micky Louis Mayon,
verður lýstur sum ein ein týðandi, amerikanskur rasistur.
Myndugleikarnir hava leitað eftir honum síðani 2007, tí hann er
skuldsettur fyri fleiri álop, eldáseting og fyri at hava medvirkað
til harðskap í fleiri førum. Amerikanska løgreglan skuldi taka
hann í 2007, men tað eydnaðist honum at flýggja til Ísraels.
Síðani hava ísraelsku myndugleikarnir leitað eftir honum, og í
gjár bleiv hann avdúkaður og settur í varðhald.
Evropa skal hava
streym úr oyði mørkini