týsdagur 14. juli 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 132 - 14. juli 2009
Hans Pauli Strøm,
fráfarin landsstýris
maður, sigur, at
hann vil hvørki
bjóða sær sjálvum,
Javnaðarflokkinum,
samgonguni ella heilsu
verkinum at halda fram
sum landsstýrismaður
Uppsøgn
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er ein lætti, nú
avgerðin um at eg skal fara
frá, er tikin.
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður, sigur, at sein-
astu dagarnar hevur hann
brúkt nóv tíð upp á at hugsa
um, hvat hann skal gera í
kjalarvørrinum á tí, sum
hann kallar eina miðvísa
heksajakt frá Tjóðveldinum.
Tjóðveldið hevur klagað
Hans Paula Strøm fyri at
hava brúkt pening til heilsu-
verkið, áðrenn Løgtingið hev-
ur samtykt at játtað hann.
Tað endaði við, at Hans
Pauli Strøm í gjárkvøldið
boðaði frá, at hann leggur frá
sær sum landsstýrismaður.
Hann viðgingur eisini, at
avgerðin um at leggja frá sær,
hevur verið tung at taka.
Men tá ið avgerðin var
tikin, var tað ein lætti,
leggur hann afturat.
Hann sigur, at sum støðan
er vorðin ivast hann ikki í,
at Tjóðveldið hevði ikki
givið seg, men hevði blivið
við at bora í málinum.
- Tí hevði tað ikki blivið
arbeiðsfriður hjá mær og
tað hevði eg ikki kunnað
bjóðað mær sjálvum, mín-
um húski, mínum flokki og
mínari samgongu.
- Men ikki minst hevði eg
ikki kunnað bjóða øllum
starvsfólkunum í Heilsu-
verkinum, at teirra arbeiðs-
pláss skal verða plágað av
politiskum ófriði.
Tí vil hann ikki bjóða
nøkrum at verða hunddálk-
aður í eini framhaldandi
politiskari atsókn frá Tjóð-
veldinum.
Hann staðfestir, at eftir
nógv rumbul og nógvan
ófrið í fleiri ár, hevur tað
eydnast at skapa støðufesti
og frið í heilsuverkinum og
tí vil hann ikki lata sín per-
són verða orsøkin til, at frið-
urin verður brotin.
Hevur góða
samvitsku
Hans Pauli Strøm, staðfestir,
at tað er við góðari samvitsku,
at hann leggur frá sær, tí hann
hevur gjørt sítt besta í
starvinum, sum í størstan
mun hevur verið til frama fyri
samfelagsins veikastu.
Og hann heldur eisini, at
hann hevur tikið framrættað,
heilsupolitisk stig til gagns
fyri allar borgarar í landin-
um.
- Spurningurin var um
tað rættasta var at tvíhalda
um ein sess, sum tað fram-
haldandi verður ófriður um,
ella um eg fari frá, so onkur
annar kann yvirtaka sessin,
leggur hann afturat.
Hans Pauli Strøm stað-
festir, at tað er ómetaliga
tórført at stýra peninganýtsl-
uni og tí mælir hann til, at
greiðar mannagongdir og
skipanir verða gjørdar, so at
landsstýrisfólk sleppa und-
an at koma í hesa støðuna.
- Verður onki gjørt og skal
hendan avgerðin hjá lands-
stýrismálanevndini
ímóti
mær leggja støðið, verður tað
ikki eitt tað einasta landsstýr-
isfólk, sum klárar at varðveita
starvið. Tað kunnu vit ikki
liva við og tí verður neyðugt
at finna varandi loysnir.
Nøkur stig eru tikin við
at hava neyvari eftirlit við
nýtsluni hvønn mánað, men
tað er ikki nóg mikið, sigur
hann.
- Fíggjarlógin er eisini
ein ætlan, sum Løgtingið
samtykkir og tað er hetta,
sum landsstýrið skal miðja
eftir, men tað er ómøguligt
at tryggja, at tað ikki verður
farið út um karmin.
Og at fáa eina eykajáttan
tekur so drúgva tíð, at nógv-
ir pengar kunnu vera brúkt-
ir, áðrenn tað eydnast at fáa
hana avgreidda- ella, sum
tað hendir viðhvørt, at eyka-
játtanin verður vrakað og so
stendur landsstýrismaðurin
eftir við trupulleikanum.
- Tí verður neyðugt at finna
smidligari mannagongdir og
tað verður ein politisk avbjóð-
ing, sum eg fari at gera mítt til
at loysa, sigur Hans Pauli
Strøm.
Ófriður í Norðurírlandi
Norðurírsku protestantarnir hátíðarhildu í gjár ein sigur á
katolikkunum, og tað endaði við ógvusligum ófriði. Tað var
tann árliga skrúðgongan til minnis um tann protestantiska
sigurin á katolikkunum í 1690, sum endaði við ófriði í fleiri
býum. Í býnum Armagh brast ein bumba stutt frá
skrúðgonguni, og í Ardoyne varð skotið eftir løgregluni, sum
svaraði aftur við vatnkanónum. Tað hevur verið toliliga
friðarligt í Norðurírlandi, síðani protestantar og katolikkar
samdust um eina friðaravtalu. Men í mars vórðu tríggir
menn myrdir, og hildið verður fyri vist, at tað var IRA, sum
gav boð um drápini.
Hópdráp skal kannast
Amerikanski forsetin, Barack Obama, ætlar sær nú at kanna,
um undanmaður hansara, George W. Bush, kávaði út yvir
eitt hópdráp í Afghanistan fyri átta árum síðani. Tað er
komið fram, at menn hjá afghanska krígsharranum Rashid
Dustum myrdu meiri enn 1.000 Taliban-fangar á heysti í
2001. Sambært New York Times slapp krígsharrin undan
rættarsókn, tí hann hjálpti amerikanska herinum í
Afghanistan. Í samrøðu við CNN sigur Obama, at hann
hevur biðið embætismenn sínar kanna málið, so sannleikin
kann koma fram. Obama sigur, at hevur USA styðjað slíka
framferð, skal amerikanski almenningurin hava tað at vita.
Heksajaktin ímóti
mær hevur styrkt sam
gonguna og soleiðis,
sum Tjóðveldið
hevur borið seg at,
verður seinur dagur
at nakar aftur fer í
samgongu við tann
flokkin, sigur Hans
Pauli Strøm, fráfarin
landsstýrismaður
Uppsøgn
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Framferðin hjá Tjóðveld-
inum
hjá Tjóðveldinum
ímóti mær, er ein heksajakt.
Men var endmálið at seta
kílar í samgonguna, er tað
fullkomiliga miseydnað.
Hans Pauli Strøm, fráfarin
landsstýrismaður í heilsu-
málum, er sannførdur um, at
tey í Tjóðveldinum hava
skotið seg sjálvi í fótin.
- Tey hava ført eina
heksajakt ímóti mær fyri at
fáa meg frá. Tað hevur nú
eydnast, men eg eri vísur í,
at hetta fer at koma Tjóð-
veldinum aftur um brekkur
í longdini.
Hans Pauli Strøm ivast
ikki í, at endamálið hjá
Tjóðveldinum var at seta
kílar í samgonguna.
Men hann er sannførdur
um, at úrslitið verður akkur-
át tað øvugta.
- Tvørtur ímóti hevur
hetta styrkt samgonguna og
gjørt okkum enn meiri upp-
sett upp á at halda saman
og at halda fram við sam-
starvinum.
Tjóðveldið ikki
aftur í samgongu
Hann sigur eisini, at síðani
hann legði frá frá sær, hevur
hann fingið heilt nógvar
viðmerkingar frá fólki, sum
vísa sín samhuga og tað
hevur tikið hann á bóli.
- Nógv fólk harmast um
tað, sum er hent og í ivist eg
ikki í, at hetta fer at koma
Tjóðveldinum
aftur
um
brekkur ímillum manna,
sigur Hans Pauli Strøm.
- Endamálið hjá Tjóðveld-
inum við at leggjast eftir
mær og at krevja meg frá,
var helst at skora nakrar
bíligar atkvøður.
- Men har vænti eg, at tey
hava forroknað seg, tí eftir
teimum viðmerkingum at
døma, sum eg havi fingið,
hava fólk vent sær frá slík-
ari politiskari forfylging.
Men, tað, sum er uppaftur
meiri alvorligari er, at frá-
farni landsstýrismaðurin er
púra vísur í, at við hesi
framferðini, hevur Tjóðveld-
ið forkomið sær møguleikan
at koma upp í eina sam-
gongu aftur.
- Vildi Tjóðveldið komið
meirnýtsluni til lívs, høvu
tey reist tað sum eitt prin-
sipp mál, tí tað eru so nógv
landsstýrisfólk, sum hava
brúkt meiri, enn tey hava
fingið játtað. Men ístaðin
fyri at gera tað, leggja tey
seg í selarnar í eina miðvísa
heksajakt fyri at fáa skovl-
ina undir meg og tað eydn-
aðist.
Men Hans Pauli Strøm
leggur afturat, at eftir slíkan
atburð, dugir hann ikki a
síggja, hvussu Javnaðar-
flokkurin skal kunna fara í
eini samgongu við Tjóðveld-
ið aftur við bræði, skuldi
tað borið so á, at tað kundi
blivið aktuelt.
- Og tað, eg havi hoyrt frá
topp-politikarum í øðrum
flokkum, er teirra støða akk-
urát tann sama.
- Sostatt hevur Tjóðveldið
forkomið sær møguleikan at
fáa politiskt vald aftur í
Føroyum, tí illviljin ímóti at
samstarva við tann flokkin,
hevur neyvan nakrantíð ver-
ið størri, enn hann er nú.
Og hann leggur afturart:
Tað er eitt hundalív at hava
við Tjóðveldið at gera og
eg dugi ikki at síggja nakran
politiskan flokk, sum fer at
útseta seg sjálvan fyri tað.
Høgni og Tobbi
hava skotið seg
sjálvar í fótin
- Tað var ein púra avkláraður
Hans Pauli Strøm, sum í
gjárkvøldið boðaði frá, at
hann leggur frá sær sum
landsstýrismaður. Men hann
er sannførdur um, at hetta fer
at koma Tjóðveldinum aftur
um brekku
Ein lætti at
er tikin