týsdagur 14. juli 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 132 - 14. juli 2009
Forseti á ákærubonkinum
Fyrrverandi liberiski forsetin Charles Taylor kemur nú fyri krígsbrots
mannadómstólin í Haag. Har er hann ákærdur fyri at hava viðvirkað til
ræðuleikar í tí ellivu ára langa borgarakrígnum í grannalandinum
Sierra Leone frá 1991 til 2002. Charles Taylor er ákærdur fyri yvir
gang, dráp, neyðtøku og píning, men hann noktar seg sekan. Hann er
tann fyrsti afrikanski ríkisleiðarin, sum kemur fyri ein altjóða krígs
brotsmannadómstól. Roknað verður við, at rættarmálið ímóti honum
fer at vara hálvtannað ár. Upprunaliga var ætlanin, at Charles Taylor
skuldi koma fyri rættin í Sierra Leone, men myndugleikarnir har bóru
ótta fyri, at málið kundi elva til ófrið, og tí bleiv tað flutt til Haag.
Nógvir falskir evruseðlar
Altsamt fleiri royna at falsa evruseðlar. Evropeiski Miðbankin
kunngjørdi í gjár, at fyrra hálvár vórðu ikki færri enn 413.000
seðlar tiknir úr umfari, tí teir vístu seg at vera falskir, og tað er 17
prosent fleiri enn fyrra hálvár í fjør, sigur bankin. Tað eru serliga
20evruseðlarnir, sum verða falsaðir, og fyrra hálvár komu næstan
50 prosent fleiri falskir 20evruseðlar á marknaðin enn somu
mánaðir í fjør. Evropeiski Miðbankin vísir á, at tað seinasta árið
hava í meðal 12,5 milliardir evruseðlar verið í umfari, so í
veruleikanum er talið á falsaðum seðlum ógvuliga lítið, sigur
bankin.
avgerðin
Hans Pauli Strøm var á skrivstovu síni í morgun og
pakkaði og beyð starvsfólkinum farvæl, eftir at hann nú
hevur lagt frá sær sum landsstýrismaður