Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 132 - 14. juli 2009 Sosialurin Í gapistokki Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tað man vera breið semja um, at Hans Pauli Strøm hevur verið ein íðin og dugnaligur landsstýrismaður, ið hevur havt ábyrgdina av sera tungum málsøkjum. Hann er nú noyddur at leggja frá sær m.a. sum fylgja av einum alt meira baldrutum politiskum veðurlagi. Tað er eingin, sum kundi so mikið sum funnið uppá at skuldsett Hans Paula fyri at hava misrøkt sítt starv ella við vilja at hava brotið nakra lóggávu ella roynt at fáa persónligar ella politiskar fyrimunir av sínum starvi. Málið um Hans Paula er eins áhugavert, og tað er syrgi- ligt. Tað sigur søguna um eina politiska skipan, sum sigur seg vilja eitt og so ger eitt annað. Almanna- og heilsugeirarnir eru dýrir í rakstri, og útreiðslurnar eru støðugt vaksandi, men allir flokkar vilja hava sama vælferðarstøði sum grannalondini. Vit skulu eisini hava atgongd til bestu viðgerðir úti sum heima. Eingin politik ari vil ella torir tíbetur at nokta føroyskum sjúklingum bestu viðgerðarmøguleikar og soleiðis eru vit komin inn í eina tilgongd, sum krevur størri upphæddir. Stóri trupulleikin er ikki meirnýtsla á almanna- og heilsuøkinum. Stóri trupulleikin er, at tað er ikki saman- hang millum tað tingflokkar lova, og tað teir gera. Allir flokkar lova meira vælferð og betri tænastur. Men tá tað kemur til skarpskeringar, verður raðfest soleiðis, at almanna- og heilsuøkið, útbúgving, gransking og mentan, tey bleytu økini verða við sviðið soð. Tá so hartil kemur, at vit hava eitt skattahámark, sum avmarkar møguleikarnar fyri øktum inntøkum til lands- kassan, so eru samstundis møguleikarnir fyri at uppi- halda vælferðini avmarkaðir. So koma andsagnirnar: Gud náði tann almanna- og heilsumálaráðharra, sum dittar sær at lækka tænastu- og veitingarstøðið. So melur absurdi leikurin í ring – vit krevja sjálvsagt eitt høgt almanna- og heilsustøði, men Løgtingið vil ikki gjalda tað, ið hetta kostar. Hin vegin signalerar løgtingið klárt, at støðið skal hald ast so ella so, eisini um hetta merkir meirnýtslu og so er landsstýrismaðurin í trunkusmelluni í somu løtu, sum ein andstøðuflokkur vil brúka hetta ímóti honum. Løgtingið hevur, sum ein fyrrverandi løg mað - ur longu hevur víst á her í blaðnum, de facto viður kent meirnýtsluna, sum fyri alt tað í stóran mun er lógar- bundin. Eingin tingflokkur hevur dirvið at mæla til lógarbroytingar, sum lækka tænastustøðið á almanna- og heilsuøkinum, men tað er heldur eingin, sum hevur dirvi til at útvega tær neyðturviligu inntøkurnar, les hækka skattir og avgjøld fyri ikki at tala um at nema við blokkspurningin, og tí hava vit hesa óndu ringrás. Henda ringrás er sostatt eitt dømi um trótandi politiskt dirvi, um ábyrgdarloysi og um vanvirðing fyri egnum lyftum. Ein stórur meiriluti á løgtingi hevur glaðbeintur lækkað blokkin, men sami meiriluti hevur ikki politiskt dirvi at tryggja, at lækkingin verður dekk- að innaftur tvs. dagføra skattalóggávuna og reka ein vinnufremjandi politikk, ið skapar øktar inn tøkur. Sostatt er tað ikki bert Hans Pauli, sum situr í gapi- stokkinum - har situr øll politiska skipanin. “A very charming ferry”, søgdu Niðurlendsku ferða­ fólkini, hendan dagin vit við Másanum, settu kós móti Svínoy. Fýra ára gamli sonur okkara var av heilt aðrari fatan. Hann helt at tað var einki petti stuttligt at sigla við “Masanum”. Sjálvur hugsaði eg, at tað varð nærum ein øld á muni, millum hesar fjalar vit sigldu á, og eitt nú café latté mentanina umborð á Smyrli. Skommin ringdi seg innan í mær, at før­ oyska samfelagið anno 2009, bjóðar hart royndu fólkunum í Fugloynni og Svínoynni, eina farleið sum hesa. Sum á kalvabaki Hóast skiparin valdi styttru, og helst frægaru leiðina, hendan dagin, so skolaði sjógvur innan­ borða, og eingin ferðandi hættaði sær undir dekk. At ein av hydraulikslangunum á krananum, varð farin fyrr um dagin, gjørdi at tað var sum á kalvabaki, hjá teim­ um sum hættaðu sær uttan­ dura. Manningin, sum varð stak fyrikomandi, eigur rós uppiborið fyri at royna at veita eina tænastu til okk­ um ferðandi, men týði ligt varð, at máttloysi um hettar neyðars skip, kundi lesast í anlitsbrøgdunum. Vit løgdu at á Eiðinum, og smá børn­ ini vóru syft í land, meðan Másin livdi aftur og fram, eins og taravøksturin á lendingini. Skulu hesi setast eftir? Standandi á Hálsinum, sum trokar seg niður millum Eysturhøvda og Keldufjall, er frálíkt sýni móti Fugloynni, og í veruleikanum varð tað her, at perspektivini, byrjaðu at mynda seg. Tí, hvussu í víðu verð ber tað til, at føroyska samfelagið, hevur víst seg so eirindaleyst, móti fólkunum sum her búgva, og sum við treysti hava gjørt sítt íkast fyri landið. Hettar framúr vakra umhvørvið bjóðar tær vælkomnum, og fólkini eru eyðmjúk og fyrikomandi. Hugsaði um restina av infrakervinum í eitt nú Norðoyggjum. Her er undirsjóvartunnil sum bindur til meginøkið. Her eru tunnlar í hópavís sum binda gjøgnum fjøll. Her eru byrgingar, sum binda oyggjar saman og her eru vegir til bygdir, sum Múla og Norðoyri, har sera fá, ella eingi fólk búgva. Og tað er alla æru vert og einastandandi gott. Men hví ólukkan steðgaði fram­ burðurin, tá Fugloyingar og Svínoyingar áttu tørn. Hesar reglur eru ikki skrivaðar fyri at lasta nakran, men heldur ein undran, ella uppróp til restina av Føroyum um at hjálpa hesum fólkum, í royndini at fáa rímilig samferðsluviðurskifti, á hædd við tey hjá restini av okkum. Ritan fyrst... Tað er mín inniliga vón og áheitan á vinmannin, Jóhan Dahl, landsstýrismann, at hann sum eina neyðloysn velur Rituna at sigla mill­ um Sund og leysu oyggj­ arnar fyri norðan. Og tað er ongantíð ov skjótt at taka tað stigið. ...og undirsjóvartunnil til Svínoyar, heldur enn nýggjar tunnlar Eystur um Fjall. Sjálvandi eru verandi tunnlar ótíðarhóskandi, men samanborið við tær treytir Fugloy og Svínoy í dag hava, eru teir tað reina luksus. Ein undir sjóvar­ tunnil til Svínoyar, kostar helst minni enn tunnlarnir Eystur um Fjall, og ger nógv størri gagn uppá sikt. Tí, so miðjumjá Svínoy er um eiðið, er hon, saman við Viðareiði, eitt tað fræg­ asta boðið uppá byggilendi í Norðurpartinum av landi okkara. Høvuðsuppgávan, er at bjóða øllum okkara borg­ arum nøkulunda javnbjóðis fortreytir. Og tað ber ikki til at siga at hesi fáu ikki eiga rættin til landið. Fremsta fortreytin fyri framburði er læra og útbúgving, men uttan eitt tíðarhóskandi infrakervi er ikki lív lagað. Skal kortini vera púra erligur og viðganga, at sjálvur hevði eg raðfest Sandoyartunnilin fremri, men í vali millum nýggjar tunnlar Eystur um Fjall, ella ein undirsjóvartunnil til Svínoyar, hevði eg ivaleysur valt tað seinna. “Hells outpost” Ein fróðarmaður segði mær henda góðan dagin í Svínoy, at einasti grafitti, sum funnið varð í Føroyum undir krígnum, var í leivd­ unum eftir eingilskmenn­ irnar, á Draganum. Har segði hann, stóð á einari forvitnisligari hurð “Hells outpost. Let it burn”. Lítið mundu hesir menn vita, um hvat í beyðst teimum aðrastaðni undir seinna heimsbardaga, men eitt er vist. Svínoy er ein perla, fyri fólk og fæ, og tey ljósini, sum enn lýsa, eiga ikki at brenna niður. Vit eiga øll ábyrgd av møgu­ ligu gongdini, men vit hava góðar møguleikar at taka røttu avgerðirnar nú. Ferðin til fastlandið aftur, varð við tyrluni, og gekk uppá stás. Spell at týska familjan, við ungarsku mammuni, sum varð komin við Másanum, ikki hevði sama møgu­ leika. Hon var illani á holdum komin, útlúgvað og hjartkipt fyri heim­ ferðini. Kendi tað uttan iva sum “Hells outpost”, hóast hon í veruleikanum, helst varð nærri paradísi, enn hon hevði verið áður. Másin sigur...nei, nei, nei! summargestur í Svínoy PÁLL Á REyNAtÚgvU