Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 14. juli 2009 13 Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli tíðargreinin Johan Mortensen Johan_@olivant.fo E g var millum teirra sum í mai mánaða lýddi á fram­ løguna hja branding guruiðnum Símuni Anholt í Miðlahúsinum. Símun hevur ferðast í 61 lond­ um, hann sigur seg hava ráð­ givið hópin av londum hvussu hesi skulu branda seg, lond, sum fáur og ongin hevði hoyrt um áðrenn Símun gav teimum eitt brand. Men, tá Símun lendir í Vágum og kemur úr flogfarinum; tá hendir nakað hjá hesum altjóða gjørda mutilbrand aran­ um : Símun sigur sannførandi og við patos at hann beinavegin sær, at Føroyar eru sooooo absolut allarvakrasta landið í heiminum, number one in the universe uttan diskussión og so luftin, the aaaaaiiiiirrrr, luft i i heimsklassa og so tann besta hann nakrantíð hevur andað í seg, verulig árgangs­ luft, simpulthen fantastisk, Óhmeigod, og hann sær at her er ein so super ófatulig mentan og vit føroyingar eru áhhhhhhhhhhhhh so uppruna­ ligir og megakulir og jaligir og wellir og so forferdeliga fitt fólk (áhoyrararnir gleðast, gott er at vera føroyingur tavadenn tí vit føroyingar ellllska at hoyra hvussu fabolous vit eru, allir bandin, sálarliga herða­ klappið dask dask) wauuv effektin hjá eloquenta slow talking bretan um, whipped cream power talk um okkum føroyingar, Globaliseraða Turbofólkið í Norðurhøvum, Zen Masters of the Universe, the very ones... But, (men) sigur Símun, vit skulu fara stillisliga um við grindadrápi, hetta hvørvir av sær sjálvum av dálking (hø hø letur i áhoyrarunum) og, sigur Símun, í Føroyum kann inter­ nationala djett settið fáa sær alvorligar spirituellar upp­ livingar, Zen upplivingar, ikki kinverskt Zen við pagodum og klokkum, Kina er totalt yt veit hann at siga, men tað føroyska zennið, – Faroese Zen Air No 1, tað er framtíðin og vit skulu leggja doyðin á bara at fáa millionerar og kendissar henda­ vegin, ongan sum ikki hevur lummarnar fullar av platin credit cards og byggið so nøkur ordlig marglætishotel so millioner arnir kunnu verða hóskandi refreshjair. Síðani takkar Símun við tign teimum 50 føroyingum – sum uttan samsýning – hava greitt honum frá um okkara samleika (gestablíðir, chain dance, skerpi kjøt) so at hann gjørdist førur fyri at leggja Uttanríkis­ ráðnum lag á, hvørjar ætlanir skulu setast í verk fyri at draga full flogfør av millióningum hendavegin, hvørji nýggj almenn ferðavinnustjórarstørv skulu setast á stovn og so gav hann tað lyfti, at hann minst einaferð um árið kemur henda vegin himself fyri at skoða verkið og kjekka at hansara geidleines og Zen air blíva rætt implementeraðar. Men, bestu ráðini til lands stýrið eru, at tað beinanvegin fær sær tveir finskar ráðharrar í sam­ gong una. Hann visti at siga av royndum at finskir ráðharrar eru »do it men« ella »do it politikarar«. Og so takkaði Símun fyri seg, klapp klapp. Og nú vita vit, at millióna­samsýningin umframt expenses and travel costs før­ oyski skattgjaldarin letur Símuni, uttan iva eru smá­ pengar fyri hansara gløggu observa tiónir um luftina og zennið, sum fara at bjarga okkum Tjóðina! Vit føroyingar eru ikki smáligir tá vit samsýna útlendingum. Men tað syrgiliga er, at tað vit øll rinda Sìmuni og øðrum honum líkum er fyri almindi­ lig heitir, banalitetar, onki veru­ liga kreativt nýbrot, sum radikalt kann menna okkara ferða manna vinnu. Nýggju klæði keisarans enn einaferð – júst sum okkara egna vision 2015, ella hvat tað var. Lítil og ongin kritiskur sansur. So sanniliga hava vit í dag eina vælvirkandi ferðmannavinnu her á landi við dugnaligum føroyingum, sum væl duga at marknaðarføra okkum og, væl at merkja, um tey fáa tær røttu umstøðurnar at virka í. Hví tora so fá at seta orð á, at forðingin í dag og tungi klepp­ urin fyri menning av ferða­ mannavinnuni og framburði yvirhøvur eru ferðaseðla kostn­ aðurin hjá almennu reiðaríun­ um, Atlantic Airways og Norrønu. Verða hesir ikki broyttir bløðir ferðamanna­ vinnan út. Íslendska ferða­ mannavinnan fór at blóma tá Iceland Express og Iceland Air broyttu prísleguna radikalt. Tað er snøgt sagt alt ov dýrt at ferðast til Føroyar og tessvegna kemur alt ov lítið av ferðafólki higar. Við einum returferða seðli hjá Atlantic uppá kr. 1.200,­ og onki tvass við avmarkingum, og burtur i weekend og tílíkt, høvdu vit havt full hotel og fullar mat stovur heila árið og ferða manna vinnan vildi blómað – tí, vit hava eitt vakurt land og fólk vilja koma hendavegin. Føroyar tørva kommercielt hugsandi politikarar, sum lurta eftir vinnuni og ganga hennara ynskjum á møti – »do it monn­ um« ... Kanska var tað ikki eitt so býtt hugskot hjá Símuni kortini at manna landsstýrið við finnlendingum ! Eftirskrift Nú sunnudagin vóru tvey ferðamannaskip á Havnini. Klokkan 09.30 fyrrapartin gekk hópurin av fremmindafólki á Vaglinum og í miðbýnum og hugdi eftir souvenirs i gluggunum á Gamla Bókhandli og Kunningarstovuni og snoddaðu eftir matstovum og veitingarstøðum, men allastaðni stongt, stongt, stongt, ikki ein handil ella matstova opin ! vinnulívið í Tórshavn vil heldur sova enn at taka sær av ferðafólki ein sunnumorgun. Símun, Zen og Finland Tíðargreinin Eg helt tað vera ómetaliga stuttligt her fyri at lesa og hoyra, at Edmund Joensen hevði tosað við danska forsætisáðharran, um at tiðna blokkin upp. Eg sá fyri mær ein av hesum stóru blokkumum, sum ein kundi síggja á gøtunum í heitu londunum, sum verða tiknir fram og knústir, fyri at verða brúktir at køla við. Onkuntíð kundi ein slík­ ur blokkur liggja ov leingi, so eftir stuttari tíð kundi hann verða tiðnaður so nógv, at hann at enda var heilt burtur. Við hesari myndini í huganum, var tað tí søtur tónleikur í mínum oyrum, tá Edmund kom við hugskotinum, um at tiðna blokkin upp, og helt at maðurin helst hevði misskilt okkurt, og at tað var helst tí, at Lars Løkke Rasmussen var so fegin um at spara 600 milliónir. Hvat bjóða nýggju og yngri kreftirnar? Eftir síðsta løgtingsval komu fleiri nýggj, ung fólk á ting; nøkur av hesum fyri sambandsflokkin. Eg hugsaði, at nú fara vit at síggja stórar broytingar í hesum mumieseraða flokki, hóast hesin flokkur er vorðin meira nýmótans síðstu árini, tá hugsað verður um, at hann hevur verið við til at framt nakrar yvirtøkur. Nú veit eg ikki hvørji vallyftir hesi fólk hava brúkt sum valagn, men tær vónir eg hevði til hesi fólk (menn), hava ikki hildið, men skuffa meg almikið. Eg roknaði við, at hesir komu við nýggjum og stimbrandi tonkum og hugskotum. Væntaði at hesir fóru at bróta upp um armar og koma við ítøkiligum boðum uppá framtíðina og teir trupuleikar, sum vit í løtuni dragast við. Tíverri, her er einki, als einki at hóma. Einasta boð, summir av hesum hava, er eitt hjálparleyst vesalakent uppskot um, at vit skulu súgva meira av donskum pengum til okkum, við at tiðna blokki. Í einari blaðgrein fyri og aðrari eftir, gráta hesir politisku píningar um, hvussu nógv vit hava mist, tá blokkurin varð skerdur 366 milliónir. Ikke eitt orð um, hví at hann var skerdur, at orsøkin var yvirtøkan av m.ø. skúlanum, nakað sum teir áttu at veri stoltir av. Álvara tos, hvussu skralltómur og politiskt geldur kann ein vera, sum bjóðar seg fram at stýra einum landi?? Kai Vágfjall Tiðnaður blokkur