Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 132 - 14. juli 2009 Fríggjadagin samtykti tekniska nevnd at fremja sparingar innan bussleið­ ina. Samtykt var at eingin bussur koyrir sunnudag og einging bussur koyrir eftir kl. 14. leygardag. Sam­ stundis gevast skúlaleið 1,2, og 6 at koyra frá 1. august 2009. Samtykt var at tveir túrar skulu sparast burtur á rutini til Velbastað/Kirkjubø. Samtyktin er endalig. Eg stemmaði ímóti, tí hesar sparingar serliga raka skúlaleiðirnar og raka hart hjá nógvum ungum og børn um. Hetta ferð eisini at føra við sær økta ferðslu, ótryggleika hjá børnum og ungum. Sam­ stundis koma fleirio børn og ung ov seint í skúla um tey skulu taka aðrar buss­ leiðir. Samstundis stressar hetta barnafamiljur meira, har tey verða noydd at fara fyrr upp um morgunum fyri at noða, at fáa børnini í skúla, um tey skulu taka bussin. Eisini ferð hetta serliga at raka útjaðaran í Havn t.e Hoyvík, Norðasta Horn, Kirkjubøður, Velbastað og Kollafjørður. Eisini meti eg at tað kundi verið onnur økir inna bussleiðina í ein kann spara t.e um kvøldi og har ein møguliga kundi sett gjald á. Men, at fara eftir børnum og ungum eri eg ímóti. At tað verður spart leygardagar og sunnudagar er í lagið, tí kanningar hjá Lóður, vísa at bussarnir koyra næstan tómur hesar dagar, men her kundi verið bussgjald. Góða summarfrítíð. Tá ið samhaldsfesti verður misbrúkt Jørgen Niclasen sigur við Sosialin 10 juli, at samhaldsfasta ketan hjá fakfeløgunum er gloppin av. Formaður folkaflokksins lastar fakfeløgini fyri, at tey ikki vilja ganga við til sáttmálabrot og lønarsteðg. Avgerðin hjá fakfeløgunum hevði kanska verið ørvísi, um søgan um samfelagssinni var bjartari. Søgan um samfelagssinni 6. oktober í 1992 fóru Føroyar á húsagang. Fakfeløgini vístu samfelagssinni. Eftir drúgvar samráðingar gingu fakfeløgini í februar 1993 við til ein lønarniðurskurð uppá 8,5 %. Lønarniðurskurðurin skuldi vara frá 1. februar 1993 og árið út. Tá 1994 nærkaðist fingu fakfeløgini stingin. Løgtingið gjørdi semjuna til lóg. Lønarniðurskurðurin skuldi halda fram frá 01.01.1994 til 01.01.1995. Í 1995 varð knívurin snaraður. Fakfeløgini skuldu berjast fyri at fáa lønina uppá 0 aftur. Ikki fyrrenn í 1998 fekk eitt nú Føroya Lærarafelag eftir tógvi stríð sama lønarstøði aftur. Hetta er í stuttum syrgiliga søgan, um tá tey almentløntu og teirra fakfeløg vístu samfelagssinni. Møguleikin, ið fór Tann fyrsta oktober í 2008 høvdu politikararnir møguleikan at styrkja álitið aftur millum partarnar. Tey alment løntu høvdu 1.oktober í 2008 eitt reallønarfall áleið 5 %. Men ístaðin fyri at rætta henda skeivleikan, var einki gjørt. Fakfeløgini onga ábyrd Fakfeløgini byggja sína støðutakan á ein vælgrundaðan syndarligan søguligan veruleika. Tað var politiski mynduleikin, sum niðurbreyt álitið og tískil eisini hann, sum eigur at byggja uppaftur. Fakfeløgini kunnu ikki handla stórt ørvísi í verandi støðu. Hvør fer skeivur,Arni? Tú skrivar: ­­ undarligur tvídráttur, serstakliga um kvennkynsorðið, vík, og síðani: ­­báðir partar fara skeivir! Nú skrivar tú næstan sum ein argur skúlalærari. Nei, tú, hvørgin partur fer skeivur!! “Hin” parturin hevur loyvi til at siga Teltavíks­, eg meini Tjaldavíkshólmur, tí málsliga siðvenjan hevur góðtikið tað, sjálvt um tað ikki er rætt eftir mállærureglunum. Hatta essið er annars at finna bæði í orðabók og atlasi, sum tey flestu helst munnu vita. HÚSAVÍKARBRØV og HOYVÍKSHÓLMUR: Lat ongan iva vera um, at ein hálvgamal føroysklærari við ættarbondum úr Húsavík og Hoyvík kennir Húsavíkarbrøvini og sjálvandi eisini úttaluna av Hoyvíkshólmi og Hoyvíksfles!! SÁLARBÓTARÁ og UNDIR GRUNDAR­ AVTALA: Eg og mínir líkar hava sjálvandi eisini loyvi til at siga / skriva húsavíkarbrøv, víkarbyrgisfólk (trý navn­ orð í einum), undir grund­ aravtala og Sálarbótará, sum eru vakrari og rættari sambært mállærureglum!! Sunnan fyri Argir hava vit Sálarbótará. Soleiðis hevur hon altíð itið! Ein kendur málfrøðingur bað einaferð fjølmiðlafólk siga / skriva : undir grund­ ar avtala, ikki –grunds! Annars havi eg ikki skrivað eitt orð um, at “hin” parturin ikki kann siga Tjaldavíkshólmur, sum onkur kanska hevur fingið fatan av. TELT: Telt var annars orðið, eg skrivaði um, ikki vík! Royndi at fáa fólk / fjøl­ miðlar at brúka tað vakra, føroyska orðið, TJALD! E.S.: Takk fyri mál­ stuðulin, Kai! E.E.S.: Oyggjaleikafólkini (ikki leiks)! Hjartaliga til lukku við stóra bragdinum! AB­kvinnur/gentur! Hjartaliga til lukku við steypinum! Reyði drekin! Hjartaliga til lukku við føroya­ meistara heitinum! Við málfrøi. So reyk høvdið av Hans Paula Strøm Hans Pauli er klagaður til Landsstýrismálanevndina fyri ov høga peninganýtslu í mun til játtan á fíggjarløgtingslóg ella aðrari játtanarlóg, soleiðis sum yvirskipað lóg krevur. Ongin er í iva um, at Hans Pauli hevur játta hærgi nýtslu til tørvin á almanna­ og heilsuøkinum, og ikki til sín sjálvs. Nú síggjast í fjølmiðlunum uppgerðir yvir, hvussu nógv onnur landsstýrisfólk hava nýtt meiri enn játtað, men bert Hans Pauli verður "drigin í rættin" Vit vita, at almannaøkið er rættuliga torført at fíggja neyvt. Nógv tær flestu útreiðslurnar eru lógarfestar, og tað ber illa til at steðga lógarfestum útreiðslum, um játtanin ikki røkkur. Men! Hvussu neyvt eftirlit er við dagligu útreiðslunum, sum fara út av almannastovuni til ditt og datt, men kortini ikki lógarbundnar? Eg havi nevnt tað í øðrum greinum: Hvussu ber tað til, at hesi so væl skúlaðu fólkini, ið verða sett í starv í almennu fyrisitingini sambært starvslýsingum: Hví eru fíggjarligu viðurskiftini ikki lýst fyri avvarandi myndugleika so hvørt, sum tað sæst, at játtanin ikki røkkur. Sum skilst, so fær Løgtingið einki at vita, fyrr enn roknskapurin kemur á borðið langt aftaná, at roknskaparárið er lokið! Hví verða umbønir um eykajáttanir ikki umbidnar so hvørt, fíggjarjáttanin ikki røkkur? Ella er nakar ræddur fyri, at neyvari eftirkanning av útgjaldingunum kundu gjørst keðiligar fyri onkran? Tað vildi verið løgið, um Løgtingið noktaði at geva eykajáttan, um tað vóru tær lógarfestu útreiðslurnar, ið ikki nokk av játtan vóru fyri. Málið er nevvan so einfalt, sum bert at ein landsstýrismaður má frá, ella verður sitandi! Fyrsta ítróttagreinin, eg sum smádrongur fekk alsk fyri, var kappróður. Búði við Landavegin, men hug­ urin dró tíðliga oman á eystaru bryggju at hyggja at bátum og skipum, og tá ið eitt systkinabarn fór at stýra 8­mannafarinum Ørvi, vaks róðrarhugurin enn meiri. Trettan ára gamal slapp eg at stýra Sílinum og seinni Ørvi, og sjálvt um hondbólturin knappliga dró meg í Gundadal, og tú varð meira enn bitin av hesum spæli, so var kappróðurin altíð í hugaheiminum í summar­ mánaðunum. Vit gleddu okkum til hvørja ólavsøku, tá ið kapp róðrarbátar úr hvørj­ um heraðshorni í Føroyum komu til Havnar at rógva á ólavsøku. Hæddarpunktið hjá okkum ungu var at leita oman á Kongabrúnna at hyggja at kappróðrar­ bátunum, sum allir stóðu har til framsýningar ólav­ søkudagarnar. Bara at sleppa at nema við 10­manna farið Sumbingin ella ein av hinum kendu bátunum bjargaði mest sum ólavsøkuni. Útvarp Føroya við Niels Juul Arge útvarpsmanni á odda setti serligan dám á kappróðurin við frálíkum frásagnum. Niels Juul var eitt skifti formaður í Havnar róðrarfelag og skrivaði bókina Drekan. Miðskeiðis í 70­árunum tók Jógvan Arge við eftir pápan, og hevur hann í ein mansaldur sett sín dám á kappróðurin við meistar­ ligum frásagnum. Nú er alt hetta róðrarsøga, tí Jógvan Arge starvast ikki longur í Sortudíki. Eingin ivi um, at Útvarp Føroya í meira enn fjøruti ár var við at menna kappróðurin kring landið. Beinleiðis sjón­ varpsmyndir Tað tøkniliga í samfelag­ num mennist við fúkandi ferð, og hetta er eisini komið føroyskum kapp­ róðri til góðar. Í 2004 syrgdi toftamaðurin Gunnar Hansen fyri, at róðrarúrslitini nakrar minuttir eftir hvønn róður sóust á heimasíðuni Drekanum. Seinni vórðu hesi úrslit eisini send hinum fjølmiðlunum. Ja, hann snikkaði eisini saman sms­skipan, har úrslitini komu á fartelefonina, sekundir eftir úrslitini vóru skrivað á telduna í málbilinum. Men tað tøkniliga steðgaði ikki her. Kring­ varp Føroya hevur í 3­2 sendingunum framleitt frálíkt kappróðrartilfar við myndum og frásagnum. Í ár er so tað meistarliga frambrotið framt, at tú kanst síggja allar FM­róðr­ arnar beinleiðis á teldu­ skíggjanum, hvar í heim­ inum tú ert. Havi sæð allar seks FM­róðrar í ár á henda hátt, og eg má siga, at tað er ótrúligt, at hetta kann lata seg gera. Eg havi serligan áhuga í tí taktiska í kappróðrinum, og nú hevur tú róðrarnar beint framman fyri tær á stórum telduskíggja og kanst eygleiða og gera niðurstøður, sum tær lystir. Hetta droymdi tú um fyri fleiri árum síðani. Róðrarfrásagnirnar eru framvegis góðar, tó annar stílur, enn tá ið Niels Juul og Jógvan Arge ráddu fyri borgum. Suni Merkistein og Solby Eliasen klára seg væl, og funnin frensur er viðmerkjarin Ludvík við Stein, sum í nógv ár róði við Eysturoyingi. Eisini riggar væl, at viðmerkingar koma frá rógvarum, sum júst eru komnir í dráttin eftir vunnan róður. Øll frásøgufólkini vita nógv um føroyskan kapp­ róður, tó kundi tú ynskt tær, at tey settu seg enn meira inn í føroyskan kappróður. Her hugsi eg um nýggjar bátar, mann­ ingar og feløg, sum er frálíkt tilfar at taka til millum róðrarnar. Hjartasuffið í hesi grein er barnaróðurin. Í fyrraárið var sagt, at føroyskur kappróður var í kreppu, tí bátatalið minkaði. Í 2009 kunnu vit staðfesta sólskinsøguna, at heili 33 barnamanningar hava róð í summar, sum næstan er helvtina av róðrarflotanum. Feløg hava skilt, at skulu tey manna bátar í framtíðini, so má byrjast við barnaróðri. Vit skulu øll lofta hesari menning og vísa barnaróðrinum ser­ ligan áhuga. Í 2010 vísir Kringvarp Føroya sjálvandi eisini beinleiðis sjón varps­ myndir frá barnaróðrinum. Ella kunnu barnaróðrarnir bandast og sendast í steðg­ inum millum FM­róðr­ arnar, tí tað tekur bara millum tveir og tríggjar minuttir at avgreiða ein barnaróður. Klaksvík Jónleif Johannesen eyðun Mohr Viderø býráðslimur í Havn leVi Mørk eyðun á Borg Vagnur Michelsen Bussleiðin skal spara – ein skandala VÍK, TELT og MÁL(FR)ØÐI Beinleiðis róðrarmyndir ein perla í Kringvarpinum viðmerkingar