týsdagur 14. juli 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 14. juli 2009
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Aksel Fredag Østerø
av Skipanesi andaðist á
Eysturoyar Røktar- og
ellisheimi leygardagin,
69 ára gamal. Kistan fer
úr Røktarheiminum í
Runavík týsdagin kl.18.
Jarðarferðin verður úr
Elim mikudagin kl. 14.
Tey, ið vilja minnast
Aksel, kunnu lata Elim
eina peningagávu, konta
í peningastovnunum.
Red Hjelm, ættaður úr
Vági, búsitandi í Dan-
mark andaðist leygar-
dagin, 49 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Henda siglingsferð hjá Óluvu er
liðug og alt, alt ov stutt hon gjørdist.
Svárt nívir sorgin, og »alt í sor og
sorli er.« Í líðingini ásanna vit
neyðarsliga, at endin longu er í
byrjanini, at verður okkum lív givið,
er deyðin hjástaddur. Hetta er okkara
grundvøllur, og eru tað nøkur, ið
komu at smakka hetta lívskrav, so
vóru
tað
Óluva
og
hennara
avvarðandi. Sníkjandi kom sjúkan
og stríðið byrjaði – ikki eitt stríð, ið
noktaði sjúkuna, men eitt stríð, ið
møtti sjúkuni, sum ein part av
lívinum. Slíkt krevur mót, ja, tað
krevur lívsmót, og var tað nakað ið
eyðkendi Óluvu, so var tað lívsmót.
Hetta fingu vit at kenna frá fyrsta
degi,
hon
traðkaði
inn
á
Almannastovuna, og nú vit hesa
síðstu tíðina vóru fráskild vegna
sjúkuna, men fingu høvi at fylgja
við á síðulinjuni á blogginum.
Og í sorgini dagar sólin í eystri,
har Óluva fryntlig tekur ímóti í
móttøkuni á Almannastovuni.
Blíðlátin samskiftir hon við fólk í
dýrastu neyð, og í eygu hennara skilja
tey, at samrøða teirra verður fatað.
Hon tekur ímóti fólki, ið koma á
fund. Starvsfelagar venda sær til
hennara. Alt hetta verður gjørt við
fakligari professionalismu, ið sýnir,
at hetta er ein partur av lyndinum.
Har hon stígur, er hugni, og á vegnum
verður prýðað.
Eingin ivi er um lívsins meining.
Vit eiga at taka ábyrgd av egnum
lívi, men tey, ið av eini ella aðrari
grund ikki megna hetta, skal hond
takast um. Familjan er miðdepilin,
men er hon viðbrekin uttan arbeiði
og menniskjaliga felagsskapir.
Hetta vóru ikki bert meiningar. Vit
sóu tað eisini í verki. Óluva elskaði
sína familju, og hon visti eisini, at
hon var elskað. Skjótt var tað, at vit
hoyrdu um og sóu Henrik, og á
borðinum stóðu myndir av børnunum
og ommubarni. Vit fingu at vita um
týdningin um tað andaliga lívið, og
fyri Óluvu var kirkjan týdningarmikil
klettur í samfelagslívinum. Kirkjan
skuldi umboða lívsins vakurleika.
Men tað vóru eisini aðrir felagsskapir,
ið høvdu týdning. Her lá fótbólturin
frammarlaga,
og
mangar
hava
frásagnirnar verið frá túrum við fót-
bóltlandsliðinum. Og Óluvu líkt var
einki hálvt, men alt heilt, so fáur er
tann, ið hevur stuðlað landsliðnum
eins nógv og hon og maðurin.
Men nú sólin er sett í vestri, nívir
sorgin. Til tað síðsta var stríðst – og
til tíðir sást lívsvónin í havsbrúnni,
men at enda tók sjúkan fastatøkur og
køvdi alla vón. Men kenna vit Óluvu
rætt, so tók hon ábyrgdina av hesum
lívsumstøðum, og sá eisini hetta
sum ein part av lívsins innihaldi. At
hon gleddist um tað, henni var givið,
og her mugu vit leggja aftur, har hon
var sólin, ið fløvaði henda gróðr-
arbúnaða urtagarð. So í allari sorgini,
mugu vit ásanna, at vit sita ikki á
berum, tí vit hava henda urtagarð,
sum Óluva hevur plantað, og í
okkum er eingin ivi, at tit, Henrik,
Sjanna og Tórur fara væl um tær
blómur,
sum
tit
saman
hava
gróðursett. Og tá ið alt tykist í sor og
sorli at vera, tá setast vit í urtagarð,
har troystarsangur okkum fer at
ljóma.
Óluva, hvíl í friði, og Henrik,
Sjanna og Tórur, má lívsins blóma
fylgja tykkum.
Blíðar heilsanir
Starvsfólk á Almannastovuni
Minningarorð um Óluvu Hentze
f. 23. okt. 1949, deyð 7. juni 2009
Dagurin
14. juli. Bonaventura, deyður í 1274. Hann var úr
Italiu og æt upprunaliga Giovanni Fidanza. Halgisøgan
sigur, at tað var sjálvur hin heilagi Frans, sum gav hon-
um navnið Bonaventura, ið merkir eydnurík hending.
Bonaventura varð seinni biskupur í Albano, og hann
gjørdist ein tann mætasti lærumeistarin hjá katólsku
kirkjuni í miðøld.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Fríggjadagin 3. juli fingu á
Fróðskaparsetri
Føroya,
Søgu- og samfelagsdeild-
ini, 10 bachelorar prógv hand-
að (9 bachelorar í stjórnmála-
frøði
og
ein bachelorur í
søgu/Jóhanna V. Joensen).
Aftara rað f.v.: Kristoffur
Laksá, Jens Hákun Leo, Pól
Espern H. Hansen, Janus á
Ryggi og Kristian Joensen.
Fremra rað f.v.: Runa
Preeti Høgnesen, Jóhanna
V. Joensen, Lena Fríðunn á
Ørg og Marin Katrina Frý-
dal. Á myndini vantar Jan
Lamhauge
Bachelorar fingið prógv
Nýtt blað er komið á før-
oyska marknaðin. Talan er
um blaðið ”Krossorð”, sum
Bergur Dalsgaard gevur út.
Í blaðnum eru nógvar
ymiskar uppgávur, so sum
krossorðagátur,
sudoku,
finn orð og mangt annað.
Bergur Dalsgaard er úr
Havn og búsitandi í Dan-
mark, har hann arbeiðir
sum sjálvstøðugur grafikari.
Bergur sigur, at hann hevur
altíð havt stóran áhuga fyri
krossorðum og tílíkum upp-
gávum og hann hevur m.a.
gjørt krossorð til Barnablað-
ið og Dimmalætting. Góðir
vinningar eru eisini at fáa,
t.d. allar Harry Potter-bøk-
urnar og árshald til Dimma-
lætting.
Krossorð kann keypast í
sølubúðum kring alt landið.
Blaðið er 32 síður og kostar
30 krónur.
Nýtt føroyskt
blað
Bergur Dalsgaard við blaðnum Krossorð sum hann ritstjórnar
Mynd: Álvur Haraldsen