Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 132 - 14. juli 2009 Talan sum Bergur Dam Jensen helt í kirkjuni til jarðarferðina hjá ommubeiggjanum Óla Kristian Dam, fyrrverandi bónda í Kollafirði Ein kann siga, at orð eru fátøk. Hóast ein roynir at finna fram orð, ið kunna sýnast sterk og týðandi, so stendur man hvørja ferð eftir við hesi fátøku kensl­ uni, nú saknurin av ommu­ beiggja mínum, Óla Kristian Dam, merkist av álvara. Óla Kristian var ikki maðurin tú hoyrdi siga, ”eg orki ikki” ei heldur ”eg tími ikki”, nei, hann var lítillátin og gjørdi altíð sum minst burtur úr sær sjálvum. Ein eldri maður við einum lívsstíli, har ser­ liga náttúran hevði hansara størsta áhuga. Hann vaks upp í bóndahúsinum við Sjógv, og hevði hann bústað har heilt til tað síðsta, so bóndalívið og tann føroyska náttúran hev­ ur altíð ligið í blóðið hansara. Óla Kristian var eitt heldur ørðvísi menniskja. Sjálvandi haldi eg tað, mín einasti ommubeiggi her, eg meini so við, ein heldur altíð av síni nærmastu fam­ ilju, so ella so. Men nei, Óla Kristian var ikki bara ein ommubeiggi fyri okk­ um; hann var nógv meira enn tað. Hann var ein mað­ ur við fáum orðum, so hann hoyrdist ikki væl millum fólk. Men hóast hetta var hann ein maður, ið man legði merki til og tað sera væl. Óla Kristian hevði nevn­ liga góða heilsu sum fáur, gongutúrar hansara í hag­ anum eru ótalligir, og dámdi honum væl at lut­ taka í ymiskum gongutúr­ um í hagum runt landið. Tá ið vit vóru á fjalli, so var hann altíð fremstur, framman fyri øll, og ofta var tað torført at fylgja við honum. So seint sum í síðstu viku var hann ein túr runt Dyllina, so aldurin darvaði honum ikki. Óla Kristian var ógiftur og átti ongi børn. Hann átti eina systur, ommu mína, og hevði hann dag­ liga gongd inni hjá ommu og abba. Sjálvt um Óla Kristian búði hjá sær sjálv­ um, so hevur húskið niðri hjá ommu og abba altíð talt 3 fyri okkum, omma, abbi og Òla Kristian. Tey smáu tók hann sær eisini tíð til. Eg minnist serliga teir traditionellu sunnudagstúrarnar. Hann hevði føst tíðspunkt at geva seyðinum, og helt hann hesi sera væl. Sunnu­ dag aftaná døgurða byrjaði hann inni í Líð, síðan Langasandsfylgið, Heygs­ garðar, Kúvingafylgið og síðst Botnafylgið. Hesar túrar dámdi mær væl at fara við honum. Meðan vit koyrdu millum støðurnar, lærdi hann meg ymiskar søgur og sangir. Serliga var tað ein, ið eg minnist burtur úr, barnasangin hjá Hans Andrias Djurhuus, ”Burtur á heiði”, ið hevur eitt eyðkent kvæðalag. Hann hevði lagt til merkis mín vaksandi áhuga fyri føroyskum kvæðum, og var tað tað fyrsta av sínum slagi, ið eg dugdi uttanat. Pætur, ið er lítli drongurin í sanginum, broytti Óla Kristian til mítt navn, og gjørdi hann meg sera stoltan tá, minnist eg. Tey árini, har eg var álvarsliga sjúkur, tá eg ikki kundi renna og ganga sum mínir javnaldrar, vísti hann mær á ljós, eitt nú við at læra meg at telva, so eg gloymdi, at eg var sjúkur. Tá ið eg gjørdist frískur, og aftur kundi renna og virka sum onnur, var Óla Kristian ótrúliga dugna­ ligur at vísa mær, hvat tað var, ið eg hevði fingið aft­ ur. Enn ein møguleika at liva. Ikki so nógv í orðum, men hann hevði sínar heilt uniku mátar at avgreiða síni ting uppá, eisini í hes­ um føri. ”Tað er øgiligt, sum tú orkar væl”, ”ja, men tú ert so øgiliga sterk­ ur”, eru setningar, ið hann ofta gav mær, og tá tað júst kom frá honum, ið sjálvur var fyrimynd fyri nógv, vegna hansara stóru orku, gav hetta mær eina ótrúliga megi at halda fram við tí, sum eg gjørdi beint tá. Hansara dygdir fevndu víða, sum bóndi var hann heilt ótrúligur. Ofta spurd­ ur, ja, men hvussu heldur tú skil á øllum seyðunum. Tú hevur næstan allar 260 áseyðirnar svartar. Tá flenti hann bara, sum um tað bert var eitt spæl. Men fyri hann, var tað bert eitt spæl. Í øllum førum á at líta. Hann kendi hvørja kleyv, ikki bara í okkara haga, men eisini í øðrum høgum við. Júst hesi evni, saman við øllum teimum ótrúliga góðu eginleikum, ið Òla Kristian hevði, hava fingið meg at síggja upp til hansara. Um eg bert klári helvtina av øllum tí, ið hann hevur megnað, so havi eg klárað meg væl, tí at megna alt verður neyvan gjørligt hjá nøkrum. Vit skulu á fjall í kom­ andi viku. Tað veit eg, at hann gleddi seg til. At fáa hvønn einasta seyð í rætt var hansara hjartamál. Fríggjakvøldið var Òla Kristian farin at stákast uppi í seyðhúsinum frammi í Botn, har hansara lívsvirðir lógu. Júst hetta kvøldið skuldi so seinri vísa seg at verða hansara síðsta kvøld her á foldum. Sjálvt um deyðin virkar ótrúliga fjarur frá øllum tí veruliga lívinum, so er tað eitt tað mest nátúrliga aspektið við at liva. Og júst hetta, at liva, tað gjørdi Óla Kristian úti í náttúrini, og fekk hann møguleikan heilt til tað allarsíðsta. Men vit skula víðari, og eru vit nú komin saman fyri at siga ommubeiggja, Óla Kristian Dam, farvæl fyri síðstu ferð. Tað verður trupult at skula ganga oman Grønastíggj í kom­ andi viku, tí eg veit, at eg plagi at venda mær á, og síggja teg koma undan sýn­ uni yvir Rókunum, men hesaferð, tá kemur tú ikki við. Tú ert farin til tann stað, har dýrgripir eru, ið eygu ikki hava borið eygað við enn, har pína ei merk­ ist, heim til tann stað, ið Guð hevur skapað. Heim til Jesus. Við Guðs signing til okk­ um øll, fari eg við hesum orðum at lýsa frið yvir minnið um ommubeiggja mín Óla Kristian Dam. Minningarorð um Óla Christian Dam f. 30. juli 1929 d. 3. juli 2009 Á Argjum situr ein maður so eina, hann hevur mist konu so kær. Hon var eitt og alt fyri hann. Trý børn hava fingið og ommubørn við, aldrin kærleika manglaðu, tú givið hevur nógv. Alt lívið tú gav og tók, bæði við kærleika og tolsemi, ikki eru tað nógv sum klára høvdu tað. Tá sjúkan gjørdi um seg, mátti tú noyðast við tað, ikki alt gekk sum tað skuldi, førleikan misti. Í 14 ár tú sjúkuna bardist við, við upp- og niðurtúrar. Øll ár fyri tað, vóru gleðiár, fylt við gleði og gleim. Tað stórt tap var fyri teg, men ikki tú misti móti. Altíð blíð og løtt um sinnið. Tú gav so nógv. Tá vit børn og ommubørn komu, tú altíð hevði eitt smíl. Vit vistu tú troytt var av degnum, vit skiltu tað væl. Tað tungt var fyri okkum, hjarta græt fyri teg. Vit gjørdust til tínar armar og bein, vit gjørdu tað við gleði. Alt fyri at hjálpa, sum tú hjálpt hevur okkum. Tú var ein góð kona (ver)mamma, omma og ein systur, tað veit tú væl, alt í alt. Kærleiki, tolsemi og orð tú hevði, tað gav so nógv. Við tárfeldum eygum tú sat, hvørja ferð vit skiltust, men eitt smil og ein tøkk, tú royndi so væl. Tú vildi, vit tóku okkum av tær, sjálvt um tað var ringt. Tú læt okkum elska teg, fyri alt tú var, líka sum tú elskaði øll. At gloyma er ringt, tað vita øll Minnir um gamlar dagar, vit máttu taka fram. Vit lærdu at seta prís á tað. Lítið bleiv sagt til síðst, men tolin tú var. Eitt smíl og ein tøkk, tú altíð gav. Vit mistu teg og vit sakna teg, Vit vita, tað var best fyri teg, men alt ov skjótt, tað er svárt. Tú er komin í eitt betri stað, har friður valdar og alt er gott. Harrin verið við tær. Takk fyri alt. Hvad du led, det ingen kender, tappert du din smerte bar. Smilte blidt til dine venner, før du gik til Himlens Far. Hvíl í friði. Dóttir tín Poula við familju Minningarorð um Tordis Huus Nielsen f. 16.01.47 - d. 21.03.09 nøvn