týsdagur 14. juli 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 14. juli 2009
17
Aftaná ein seigan andróður í sein
astuni legði Jógvan árarnar inn,
móður og stillisliga fór hann burt
ur úr likaminum tann 19. juni, og
kom í støð í havn. Ein stórur
skari fylgdi honum til gravar.
Mong kendu og høvdu tokka
til henda fryntliga og fyrikomandi
mannin á bilverkstaði hansara og
hjá bileftirlitinum kring landið.
Og mong vóru nøvnini millum
tey nærmastu: Egga, Mamba,
Omba ella bara Boyggi.
Lívið og fyrimyndir
83 ár er ein rættiliga høgur aldur.
Men um lívið er stutt ella langt,
so hongur hetta eftir: hvussu
eydnaðist tað? So ymist er,
hvussu lívið formar seg. Hvørjar
fyrimyndir ein velur sær ella
sjálvur verður fyri onnur.
Tað fyrsta, ið børn minnast, er
at verða fevnd og fjálgað av for
eldrum og kanska eldri systkjum.
Og so hvørt sum vitskan víðkast,
vit vaksa og mennast, so tekur
álvarin og ábyrgdin yvir.
Lívið er ongantíð bara svart/
hvít at minnast aftur á. Og sum
tíðin fer, hendir tað ein penan
dag ofta í tríatiárunum – at vit
steðga á og spyrja:” Er helvtin
longu farin?” Og ein vissa vaknar
av álvara, at lívið hevur so ella
so eitt mark, fær ein definitivan
enda. Alt samalt. Ein erfaring
sum mong komast við.
Ikki tí, lívið er ofta bæði vakurt
og gott, og tíðum í náttúruni ein
rættilig opinbering.
So ymisk vit eru
Og hvussu gott er tað ikki eitt nú
at vera saman við teimum, sum
tú heldur av, og sum draga somu
línu
sum
tú.
Hetta
kæra
netverkið.
Men, álvaratos, ein lívsroynd er
tað hinvegin eisini, at tað ofta eru
tey, ið tú so at siga ikki upp á
forhond ert á bylgjulongd við,
sum geva tær nakað annað at
hugsa um !?
Herfyri stóð ein samrøða í ”Jyl
landsposten” við fyrrverandi pol
itikaran og vísindamannin Pre
ben Wilhjelm. Kendur maður í
Danmark og nú fyrst í 70unum
og pensioneraður.
Preben Wilhjelm stovnaði SF
saman við Aksel Larsen og var
virdur langt út um floksmark. Fyrr
var hann atomfysikari og eftir
politiska skeiðið skrivaði hann
eftir trimum árum eina phd. ritgerð
í jura (!) – til frama fyri tey veikastu
í samfelagnum.
Olympiski
sigursskammilin
Blaðmaðurin spyr nú henda ”
Grand old man” á vinstravongin
um um hansara fyrimyndir. Pre
ben ið sigur seg vera ” fullkomi
liga óreligiøsan” (hvat hann so
meinar við tað) svarar soleiðis:
”Skuldi eg sett tríggjar persón
ar upp á tann olympiska skammil
in, so hevði politikarin Viggo
Hørup – hetta fyri hansara hvassa
penn, hugburð og mót staðið á
skamli nr. 3. Á skammil nr. 2
hevði eg sett Karl Marx – at fing
ið eitt prát við hann í Kensington
Garden – um teir teoriirnar, ið
eydnaðust og ikki, og hvat hann
helt um háttin: hvussu hansara
hugsanir blivu brúktar og mis
brúktar. Tað hevði eg givið nógv
fyri.” (Hetta undrar okkum ikki).
Men á skamli nr.1 sigur Preben
Wilhjelm:” Har verður tað Jesus,
sum fær fyrstaplássið millum
hetjurnar.
Timburmanssonurin
úr Nazaret er ringur at koma utt
anum. Og fjallatalan er fantast
isk.” (Eitt svar, sum kanska
undrar onkran )
Fjallatalan
Men hvat sigur so henda tala í
Matt. kap. 57. Sum varð hildin í
svárastu trongdartíð Ísraels
sperd við hatri og illvilja. Landið
kúgað av fremmandum hervaldi
og bundið niður av náðileysari
lóg (eyga fyri eyga og tonn fyri
tonn!). Ein standur sum ikki
tykist at helma í enn í dag við
alskyns illgerðum móti sakleys
um. Og har orðið ”náði” tykist at
vera eitt ókvæmisorð.
Fólkið har á leið – allir partar
krevja sokallað rættvísi, men
sum táið av tornar kanska bara er
eitt krav um sjálvsøkið sjálvrætt
vísi.
Men hvat sigur nú Menniskja
sonurin á fjallinum. Hann sum
tað stendur um: ”Lógin varð giv
in við Mósesi, men náðin og
sannleikin er komin við Jesusi
Kristi” (Jóh.ev. 1,17), og lat okk
um tí bara lesa, hvat ið Matt. 5.
byrjar við:
Táið Hann nú sá fólkið, fór
Hann niðan á fjallið, og táið
Hann hevði sett Seg, komu læri
sveinar Hansara til Hansara.
2 Hann læt tá upp munnin, lærdi
teir og segði:
3 „Sæl eru hini fátæku í anda; tí
ríki Himmiríkis er teirra.
4 Sæl eru tey, sum syrgja; tí tey
skulu verða troystað.
5 Sæl eru hini spakføru; tí tey
skulu arva jørðina.
6 Sæl eru tey, sum hungra og
tysta eftir rættvísi; tí tey skulu
verða mettað.
7 Sæl eru hini miskunnsomu; tí
tey skulu finna miskunn.
8 Sæl eru hini hjartareinu; tí tey
skulu síggja Gud.
9 Sæl eru tey, sum fáa frið í lag;
tí tey skulu kallast børn Guds.
10 Sæl eru tey, sum eru atsøkt
fyri
rættvísi
skuld;
tí
ríki
Himmiríkis er teirra.
11 Sæl eru tit, táið tey spotta
tykkum og søkja at tykkum og
lúgva alt ilt um tykkum fyri Mína
skuld.
Og síðani koma tey kendu, klass
isku hugtøkini, sum ganga aftur
á mannamunni og í bókmentum
kring allan heim. Eitt nú hesi:
”Um salt jarðarinnar, ljós
heimsins, søki ríki Guds fyrst,
ein staður á fjalli fjalist ikki, um
ikki at døma onnur, um flísina
hjá hinum og bjálkan í egna
eyga, hitt tronga portrið inn til
lívið, ikki at tæna tveimum harr
um og um ikki at byggja hús sítt
á sand, men á hellubotn.”
Jógvan Sønrad var ein friðar
maður, ein sum fekk frið í lag,
og kundi eisini sambært hesum
– kallast eitt Guds barn. Og tað
var hann.
Men hvørjar fyrimyndir?
Ella varðar mundi Sønrad so hava
á leiðini? Ber nú til at spyrja. Og
millum hesar bæði kvinnur og
menn sum hann ofta tók til var
eitt nú: Jákup Heinesen, ommu
beiggi hansara, (pápi Fischer
Heinesen). Teir báðir plagdu at
fylgjast í kirkju, Jógvan bar sálma
bókina fyri hin gamla. Hesin
”Gamli Heynesen”, sum hann var
nevndur, lærdi Jógvan nógv um
ættir, rákið á luftini o.s.m.a.
Vóru teir á floti saman á
Borðoyarvík og Heynesen fekk
ein heldur lítlan smáfisk, so
royndi hann altíð at fáa lív í hann
aftur við at blása í hann ella
leggja hann í kjølsvatnið, og ern
aðist fiskurin, so slepti hann hon
um útaftur, og bað alt gott fylgja
honum á leið.
Einaferð, táið teir báðir komu
inn í kjallarin á Heygum, hevði
onkur verið og stolið sekkin við
øllum eplunum í. ”Tá lat í ommu
beiggja”, segði Jógvan, ”Hatta
var mín skyld, boyggi, eg havi
froysta hann. Eg lat hurðina
standa opna”.
Jógvan bleiv faðirleysur longu
11 ára gamal í fátækastu tíð, sum
land okkara hevur verið í. Sanna
sat einkja 39 ára gomul við 7
børnum. Jansy var 12, Mia 10,
Bodil 9, síðani Noomi, Árni og
Henny 4 ára gomul.
Pápi Jógvan, Richard í Gerð
um, sum var í sama styrkiklassa
sum eldri bróðirin: Sterki Jakku,
doyði niðri av illkynjaðari sjúku
bara 43 ára gamal í 1937.
Hetta var eitt slag, sum merkti
Jógvan Sønrad fyri lívið men
sum eisini hinvegin menti hann
til at blíva tann maður, ið hann
varð.
Bønarsvarið
Frá fyrsta degi, eftir at hann misti
pápan, føldi Jógvan eina sterka
ábyrgd yvir fyri mammuni og hin
um systkinunum. (Frásøgnin nið
anfyri stóð eisini í blaðnum”
Sunnudagsskúlin”
nr.38/1959,
niðurskrivað av A.W. Sloan.)
Tað var ein fyrrapart, Jógvan
var um 13 ár, táið hann forstóð á
øllum brøgdum, at als einki var
til matna í húsinum til dagin eft
ir. Og hetta nívdi hann niður all
an dagin, tí hann fann ongan
útveg. Móti kvøldi fór hann upp
á kamarið, og sum tað stendur í
Gomlu Paktini:” Tá bað eg til
Gud Himmalsins” (Neh. 2,4).
Og Jógvan bað Gud um hjálp.
Og ikki meir enn komin niður
aftur av loftinum varnaðist hann,
at ein lastbilur steðgar í túninum.
Tá var tað Dávur í Gerðum, sum
fylti upp í meir enn tvær fullar
baljur av góðum fiski. Og glaður
varð Jógvan og hini øll eisini.
Vit kunnu halda um hesa hend
ing, hvat ið vit vilja, men hetta
konkreta bønarsvarið fór ongan
tíð frá Jógvani. Hann hvíldi í
hesum.
Djúpari spurningar -
Jógvani longdist eftir, at finna
svar upp á lívsins og ævinleikans
spurningar. Og hann fann tað,
hann leitaði eftir. Konfirmatiónina
talaði til hann, gekk í Emmaus,
men sangurin frá útimøtunum í
Vágstúni dró hann, og hann kom
seinni at ganga í Salin (Betesda).
Kom upp í sangkórið, har ið
skyldmenn hansara hvør sína
ætt Theodor við Keldu og Jógv
an Gerðalíð vóru tónaangevandi
millum ungdómin tá. Og har kom
hann at kenna Eileen (ella Dutt,
sum vit nevna hana). Tey blivu
góð, og tað við einum ómeta
ligum kærleika, sum hevur hildið
nú í yvir 65 ár. Heilt til seinasta
andadrátt. Vit vitstu altíð, at har
ið annað av teimum var, har var
hitt ikki langt burturi.
Talari
Eg havi av og á hoyrt Jógvan bið
ið borðbøn við hús. Men ongantíð
hoyrt hann sagt nakað frá nøkrum
talarstóli. Men hann hevur talað
meiri enn mong, og tað við sín
um stilla lívi.
Ein gjáarmaður (haldi eg tað
var) kom einaferð til hann og
segði:” Tað, sum tú segði á einari
vakt eitt sjaskveðurskvøld undir
Íslandi við ”Dragasundi”, tað fekk
avgerðandi ávirkan á lív mítt!”
Eg spurdi, hvat ið hetta var,
men segði Jógvan:” Nei, eg veit
ikki, hvat ið tað var.”
Eitt sindur um grannalag
Hálvt í álvara og hálvt í spølni
ber til at siga: hvør gleðist ikki
yvir gott grannalag? Og Egga og
Dutt høvdu bara góðar grannar.
Og ert tú í iva, hvat hugtakið
merkir, so far niðan á Kráargøtu
38 í Klaksvík.
Jógvan hevði sæð, at ung og
eldri – fyri at stytta um leiðina á
veg oman í býin høvdu stríð av
at klintra upp um stakittið hjá
teimum. Jógvan tók (í fullari
semju við Dutt) stakittið og
hekkin burtur, sum har vóru. Og
gjørdu eina smogu um tveir garð
ar, eitt eyka trin, og eina gøtu um
stykkið, og hampaði og málaði
aftur í aftur so har bleiv gott at
ganga til og frá hjá øllum, sum
búðu omanfyri. Hetta er gott
grannalag.
Onkur, sum hevur ferðast nógv
um lond, og sum sá hesa gøtuna,
helt fyri:” Hetta má helst vera
eindømi í verðini!”
Umgongiligheitin sjálv
Men hvussu var Jógvan so at
umgangast? Eg veit, at eg havi
alla familjuni á Selheyggi aftan
fyri meg, tá eg sigi: at hann var
ein hendinga vinur, svágur og
menniskja. Eitt vælsignilsi.
Altíð klárur at hjálpa og at
taka eitt tak, um tey vóru tung,
og sterkur sum bjørnin var hann
allar dagar, og hetta ikki frá
fremmandum. Hóast hann ong
antíð gjørdi seg upp ella erpaði
sær av tí. Tí soleiðis var hann.
Einaferð
hevði
hann
ein
møguleika, har hann kundi fáa
ein fyrimun av onkrum í tí dag
liga. Men so segði hann: ”Nei,
eg havi umhugsað hatta og slept
hasum tí tað er best.” Táið eg so
spurdi: hví? tí at hann átti allan
rættin, so var svarið hetta: ”Skrift
staðið, sum eg las í gjárskvøldi,
var í Sálmi 94:
18 Táið eg hugsaði: „Nú ekur
fótur mín!“ tá styðjaði náði Tín
meg, HARRI!
19 Táið hjarta mítt var fult av
óttafullum hugsanum, lívgaði
troyst Tín sál mína.
Og hetta gav honum tann inn
vortis friðin, og so var tað alt í
lagi og liðugt. Soleiðis var hann
bara.
Vit kunnu vera samd um, at tað
hevði ikki verið nógv stríð í
heiminum, um øll vóru sum
Jógvan Sønrad. Og øll tit, sum
stóðu honum nær í hansara familju
og okkara familju við, kenna til ta
støðugu umsorgan, sum hann
hevði fyri øllum. Hvørt einasta
eitt, sum hann vitjaði, ringdi til og
spurdi eftir. Hann var líka við øll.
Og hann var líka góður við øll.
Soleiðis kendi eg Jógvan Søn
rad, soleiðis var hann, og soleiðis
fara vit at sakna hann.
Arnstein Niclasen
Minningarorð um Jógvan Sønrad Joensen
12.04.1926-19.06.2009
nøvn