týsdagur 14. juli 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 132 - 14. juli 2009
tíðindi
Barnamentan
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Beinta Haraldsen
- Guvide, hvat tollararnir høvdu
sagt, um teir lótu mítt kuffert
upp? Jensina stendur mitt á
gólvinum við trimum yvir-
vaksnum blýantum í hondini.
Hon hevur drigið teir úr stóra
gyklara-kuffertinum við alskyns
lutum, sum hon brúkar, tá hon er
úti og framførir.
Jensina Olsen, tónleikari og
barnasjónvarpsvertur, er heima í
summarferiu. Bæði fyri at
marknaðarføra nýggjastu fløgu
sína og at giftast.
Yviri á songini liggur
Ljóðfílurin og hyggur upp í loft,
so hann fær frið. Ljóðfílurin er
toybamsan, sum Jensina hevur
brúkt í sjónvarpssendingunum
Ding Dang Papsang, og nú eisini
í sambandi við nýggju fløguna,
”Barnahjartafløga”.
Jensina er helst tað, sum vit
rópa eitt multitalent. Bæði innan
tónleik og skapandi list hevur
hon evnir framum tey flestu. Og
tað eru hesar gávur føroysk børn
enn einaferð fáa gagn av. Tí
Jensina hevur sett sær sum mál í
lívinum at framleiða dygdargott
tilfar til føroysk børn á
føroyskum. Hetta, hóast hon býr
í Danmark.
- Tá eg eri niðri, síggi eg
veruliga, hvussu nógv manglar
til føroysk børn. So eg brenni
fyri at útgeva gott tilfar á
føroyskum. Tilfar, sum gevur
meining og leggur nakað eftir
seg, og ikki bara er tant og fjas,
sigur Jensina Olsen.
Hyggur eftir
barnasendingum
Hon brúkar nógva tíð og orku
upp á til at granska barnatilfar av
ymsum slag. Bæði útlendskt og
eldri føroyskt tilfar.
- Til dømis fann eg nøkur
barnabløð frá fyrst í 60unum
hendan dagin. Har er týðuligt, at
ritstjórnin hevur sett sær eitt
tilvitað mál fyri, hvat skuldi
prentast í blaðnum. Til dømis
verða foreldrini staðiliga mint á
at geva børnunum føroyskar
bøkur, og mátin tey tosa við
børnini vísir eisini eina
sjáldsama virðing og ídni,
fortelur hon. Sum dømi nevnir
hon teigin ”Børnini skriva”, har
ritstjórnin sigur: Tú skalt sjálv/ur
skriva søguna, tí tað dugir tú!
Undir fyrireikingunum til Ding
Dang Papsang, fór Jensina upp
við hønunum á morgni fyri at
hyggja at barnasendingunum í
sjónvarpinum. Millum annað hjá
BBC. Hon greiðir frá, at bretar
hava eina aðra siðvenju á hesum
økinum enn vit í norðurlondum,
bæði í mun til, hvussu tey tosa
við børnini og innihaldsliga.
Tilfarið skal eggja og stimbra og
leggja nakað eftir seg, so børnini
sjálvi fáa hug at skapa nakað,
nýta hugflogið og at vera kreativ.
- Har verður alt ikki bara
serverað. Tað setir nakað í gongd
í heilanum aftan á, at kassin er
sløktur, og hetta verður nógv
undirmett í dag, staðfestir
Jensina Olsen.
Her sipar hon til eina
barnamentan, har børnini verða
stoppfóðrað við designi,
myndum og ljóði alla tíðina. Væl
at merkja meiri og minni
perfektum avrikum, sum
professionell fólk hava framleitt.
Tað letur ikki upp fyri nøkrum,
men mettar børnini. Tí leggur
hennara barnatilfar upp til, at
børnini sjálvi skapa nakað, og at
tað ger onki, um alt ikki er so
perfekt.
Tað perfekta er drepandi
Hon sigur, at kravið um tað
perfekta verður eitt haft um
beinini á børnunum, so tey halda
seg aftur. Tá alt skal vera so reint
og pent og liðugt, tora tey ikki at
royna seg; at gera mistøk, líma
skeivt, detta á súkluni ella syngja
falskt.
- Øll hava eitt kreativt gen
innan okkurt øki. Tað kann vera
matgerð, tónleik, urtaðgarðsrøkt
ella okkurt annað. Um man keðir
seg og eitur Ásla og er 7 ár, so er
tað óneyðugt at eiga bæði
glimmurlím, límpistól ella
mynstursaks fyri at skapa nakað
sjálv. Ein tóm vesirullu, eitt reytt
pappír og ein pinnur kunnu eisini
vekja skapanargleðina- og hugin,
sigur Jensina.
Fólk siga ofta við Jensinu, at
hon er so herlig, lívlig og kreativ.
- Eg havi sagt við meg sjálva,
at eg eri ikki perfekt, og ætli mær
heldur ikki at vera tað. Í tí
óperfekta hendir nakað
spennandi og skapandi. Hevur tú
kanska nakrantíð beundrað
nakran, sum ger tingini akkurát
líka sum onnur, tað óorginala,
spyr Jensina.
Tey, sum hava upplivað Jensinu
upptraðka, kenna hetta aftur. Tað
fría og ósmædna, sum flestu fólk
aftra seg við.
- Eg havi lært at góðtaka meg
sjálva, sum eg eri. Og eg fái bara
smíl og positivar afturmeldingar,
tí eg tori at hoppa runt á
pallinum við boppum og dellum
og øllum. Tað gevur so
fantastiska nógv at tora at vera
erlig.
- Tí vil eg staðiliga heita á øll,
bæði børn og vaksin, um at læra
Gleðir føroysk
barnahjørtu
Fyrst kom Ding Dang Pappsang og
nú eisini fløgan ”Barnahjartafløga”
Barnamentan
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Jensina Olsen er á bananum aftur. Hon hevur longu fleiri
framleiðslur í viðførinum, sjónvarpsframleiðslunan ”Ding
Dang Papsang”, vaksnafløgan ”Eitt sindur av tí bláa” og
nú eisini tónleikafløguna ”Barnahjartafløga" við 13
litføgrum sangum. Perfektir at koyra drønfrá og syngja og
dansa til.
- Eg havi leingi hugsað um at geva eina barnafløgu út. Tá
Kristian Black frá Tutl segði, at markanaðurin manglar
eina góða barnafløgu, var bara eitt at gera, fortelur
Jensina, sum enn ferðast runt við løgunum frá fyrru
fløguni. Men í heyst ætlar hon at fara út at spæla løg av
nýggju fløguni fyri børnum.
Jensina hevur sjálv staðið fyri næstan øllum arbeiðinum
handan útgávuni, so sum húsa, løgum og tekstum. Tó eigur
pápi hennara, Knút Olsen, eitt av løgunum.
Men ongin útgáva uttan góð fólk. Her hevur serliga
Janus Kampmann verið ein hollur stuðul. Harumframt
hevur hon góðar tónleikarar afturat sær sum Arhold
Ludvig, Pætur við Keldu og Hans Petur í Brekkunum.
Eitt lag, sum longu nú liggur á playlistunum, er
bamsulagið um bamsuna, sum hon er so góð við.
- Eg haldi sjálv, at bamsulagið er ordiliga skeg. Tað er
nokkso Hawai-aktigt og minnir um kvøðuljómar við
steelgittara og klicheum fyri allar pengarnar, sigur Jensina
Olsen, sum eisini hevur úttalað, at ”Hettar er tann feitasta,
skemtiligasta og hugnaligasta barnafløgan, eg nakrantíð
havi hoyrt”.
So tað lata vit upp til tygara at meta um ☺
Barnamenta
Hóast tað kanska tykist lætt og
líkatil, liggja nógvir teoretiskir
tankar og hugleiðingar aftanfyri
barnaútgávurnar hjá Jensinu
Olsen. Hon hevur sett sær fyri at
framleiða dygdargott barnatilfar
á føroyskum