Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 14. juli 2009 19 tíðindi an er ikki bara-bara seg at siga: Gott er! Tað ger onki, um eg ikki eri perfekt/ur, sigur hon. Børn liva nú Eitt høvuðssjónarmið hjá Jensinu er eisini, at tað, sum tú fert undir, nýtist ikki at enda við einum ávísum úrsliti. Tað er ikki produktið, men tilgongdin, sum er skapandi og leggur nakað eftir sær. - Tá børnini sita og skapa, fokusera tey vaksnu upp á úrslitið, at tað skal eydnast og kann brúkast til nakað. Hjá børnum snýr tað seg um nú’ið og at sita og royna seg. Tá tey eru liðug, hava tey ”gloymt” tað, og fara til næsta spæl. Tey liva her og nú, og hugsa ikki um endan á tilgongdini. Tí eru børn, sum sleppa at royna seg og keða seg, nógv meira kreativ enn vaksin, sum tíverri ofta eru uppsteðgað, sigur Jensina. Meningar um barnamentan Brádliga sær hon skeiv út í andlitinum. Spílar oyruni út og lurtar afturá. Jú, har er eitt ljóð. Ein tóni. Reisir seg og leitar. Tað er radiatorurin. Tekur eitt viskustykki og leggur á. Nú er ljóðið vekk. - Puha, hatta var gott. Eg eri so ljóðfølsom, sigur hon, og tekur hendurnar upp fyri oyruni. Setist og prátar víðari. Um kreativitet og børn, um nútíðarmenniskjað, sum altíð skal taka myndir, í staðin fyri at vera til staðar, um stressað foreldur, sum ikki hava tíð at sita við børnunum eina løtu, um at tosa varliga, men við virðing við børnini, tí tey ræðast larmandi fremmand vaksin og um útgávur, fløgur, sendingar og barnabøkur, sum hon kundi hugsað sær at givið út. Altíð á føroyskum og til føroysk børn. Men vit fáa ikki alt við í eina grein, so tað má bíða til eina aðru ferð. Tí hon hevur so nógv gott upp á hjartað, um børn og barnamentan í Føroyum. Og tað er sjáldsamt her á landi. - Men fyrst fari eg at royna at koma út í dagstovnarnar við Ljóðfíli og sangunum av fløguni. So fáa vit at síggja, hvat tað verður til, sigur Jensina, og fer yvir til Ljóðfíl, sum eftir øllum at døma er troyttur av at liggja og hyggja upp í loft. Hann lýttar henni eitthvørt í oyrað. - Hann er fornermaður, tí tú ikki hevur spurt hann um nakað, staðfestir hon. Tekur hann upp á armin og uggar hann. Hví havi eg ikki hugsað um tað? Um man keðir seg og eitur Ásla og er 7 ár, so er tað óneyðugt at eiga bæði glimmurlím, límpistól ella mynstursaks fyri at skapa nakað sjálv. Ein tóm vesirullu, eitt reytt pappír og ein pinnur kunnu eisini vekja skapanarhugin, sigur Jensina Olsen.