Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 132 - 14. juli 2009 tíðindi Stórur gravgangur er eftir at sleppa við Norðlýsinum út í Stóru Dímun. Seinasta leygardag var Norðlýsið fullsett við fólki, og fleiri sluppu ikki við. Eykatúrur verður nú mikudagin 15. juli. Tá verður Dímunarbóndin ferðaleiðari. At ferðAst í egnum lAndi Jan Müller jan@sosialurin.fo Hetta er tíðin, tá n´gvir føroyingar leita sær av landinum at uppliva onnur lond og fólk og ikki minst koma suður til sólina. Men betraða ferðasambandið í Føroyum seinastu árini hevur eisini gjørt sítt til, at alsamt fleiri føroyingar velja at brúka ein part av síni summarfrítíð til at ferðast í egnum landi. Til at vitja og uppliva partar av Føroyum tey ongantíð hava vitjað áður. Við til at gera slíkar dreymar til veruleika er eitt nú Norðlýsið, sum góðum skipara og manning flytur fólk út í eitt nú Stóru Dimun, og eftir ein hendingarríkan dag á hesi heimsins minstu búsettu oyggj flytur tey aftur til Havnar. Portalurin skilur, at hetta er eitt av nýggju ferðamálunum, sum eigararnir av Norðlýsinum hava valt út at seta fokus á í ár. Tá farið varð í oynna seinasta vikuskifti var so stórur áhugi, at pláss var ikki fyri øllum. Tí verður enn ein ferð gjørd út í Stóru Dímun í morgin. Ætlanin er at sigla úr Vágsbotni kl. 8 á morgni. Siglitúrurin suður tekur um 3 tímar. Farið verður upp á oynna við Dímunarbóndanum sum ferðaleiðara. Steðgað verður í 3-4 tímar á oynni. Á veg norður aftur er møguleiki at royna heimsgitnu fiskasúpanina hjá Birgir Enni. Boðast kann frá hjá Birgir á telefon 218520 ella á telduposti info@nordlysid. com. Stóra Dímun er STAÐIÐ