Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. juli 2009 HB kom til Kýpros í nátt, men har hava tey í ferðalagnum einki merkt til, at fleiri tilburðir við H1N1 eru staðfestir har. – Við allari virðing fyri kríminum, so er ógvusligi hitin ein størri trupulleiki hjá okkum, sigur Steinfinnur Mittelstein, stjóri í Havnar Fótbólti FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Ferðalagið hjá HB lendi á Kýpros klokkan trý í nátt. – Men vit hava ikki sæð fólk við hvítum maskum ella nakað líknandi, ið gevur tekin um, at vandi er á ferð. Hvørki á flogvøllinum ella aðrastaðni, vit hava ferðast, sigur Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbóltur. Eftir at fjølmiðlar hava skrivað, at millum annað Anders Jochumsen, sum hevur spælt undir Toda Jónsson í FC Amager, og enski landsliðsleikarin Micah Richards hava fingið staðfest H1N1-virus, eftir at hava hildið summarfrí á Kýpros, setti HB seg í samband við lækna. – Men har er eingin koppseting í móti kríminum sum er, so vit taka tey fyrivarni, vit kunna. Vit halda okkum burtur frá strondini, har smittuvandin sigst vera størstur, umframt at vit raðfesta reinføri høgt, greiðir Steinfinnur Mittelstein frá. Hann vísir síðani á, at tað er avmarkað, hvussu nógv føroyska ferðalagið kemur í samband við onnur fólk, tí teir fyri tað mesta eru á hotellinum ella venja. Long ferð til Kýpros Ferðalagið úr Havn fór úr Føroyum tíðliga mánamorgunin. Teir steðgaðu nakrar tímar í Keypmannahavn, áðrenn teir flugu til Prag í Kekkia, fyri síðani at seta kósina móti Kýpros. – Vit vóru tó á vøllinum klokkan tíggju í morgun og vandu, og so venja vit aftur í kvøld, so leikararnir eru komnir í gongd aftur, eftir at hava ferðast í nærum eitt lítið døgn. Ógvusligur hiti Tað er tó ikki bara sum at siga tað at venja hjá teimum. Hóast umstøðurnar eru frágera góðar, so er hitin ræðuligur. – Tað eru omanfyri 30 hitastig í dag, og tað verður ikki kaldari í morgin, so vit hava ein stranga plan um, hvussu nógv skal drekkast. So við allari virðing fyri kríminum, so er ógvusligi hitin ein størri trupulleiki hjá okkum, sigur stjórin í Havnar Fótbólti á Kýpros. HB á Kýpros: Hugsa meir um vætu enn H1N1 Altjóða dystur nummar 35 Heimasíðan hjá HB skrivar, at fyrsti dysturin í nýggju Europa League er 35. altjóða dystur felagsins FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heimasíðan hevur eisini knýtt nøkur onnur tøl og fakta at hesum sama dysti. Ferðalagið hjá HB á Kýpros telur 24 fólk – harav 17 leikarar. Harumframt eru fýra fjepparar við á túrinum, so tað vóru 28 fólk, sum fóru úr Føroyum mánamorgunin. Á Kýpros eru eini 15 føroyingar, so HB hevur helst út ímóti 20 fjepparar á leikvøllinum, sum rúmar omanfyri 20.000 fólkum. Kendur leikvøllur Dysturin í Nicosia verður spældur á sama vølli sum HB spældi á í 1997, tá HB spældi ímóti Apoel Nicosia, sum skal spæla í móti á Tórsvølli í kvøld. Hósdagin verður mótstøðuliðið hjá HB AC Omonia. Dysturin byrjar klokkan 20.30 lokala tíð, sum er 18.30 føroyska tíð. Heimasíðan hjá HB skrivar, at roknað verður við 20.000 áskoðarum á GSP Stadion hóskvøldið.