týsdagur 14. juli 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. juli 2009 – Nr. 132
Todi í Søllerød-Vedbæk
Hetta ger hann, tí hann ynskir at koma í venjing, soleiðis at
hann er klárur, tá landskappingin í Føroyum verður tikin
uppaftur. Hesi tíðindi bar heimasíðan bold.dk í morgun. Todi
Jónsson skal vera við at venda keðiligu gongdini hjá KÍ í
føroysku landskappingini, men hann flytir kortini ikki heim til
Føroya. Tískil fer hann at venja nakað saman við Søllerød-
Vedbæk, sum spælir í triðbestu donsku deildini, og nakað
saman við KÍ. Annars kemur Todi Jónsson at ferðast í millum
Føroya og Danmark, hetta tíðarskeiðið til kappingarárið er av.
Moldova og Letland á ovara vølli
Teir báðir næstu heimadystirnir hjá U21-landsliðnum í fótbólti verða eisini
spældir á ovara vølli í Gundadali. Hesum hevur fótbóltssambandið boðað frá
á heimasíðu sínari.
Teir báðir dystirnir móti Moldova og Letlandi verða spældir 5. og 9.
september. U21-landsliðið hevur fingið eina fína byrjan, har tey trý stigini,
sum liðið vann móti Russlandi, bera við sær, at Føroyar í løtuni eru á øðrum
plássi sínum undankappingarbólki. Rumenia er nummar eitt við seks stigum
– teir hava vunnið báðar sínar dystir. Annar teirra var ímóti Føroyum, sum teir
bastu við fýra málum í Gundadali.
Abbadóttir væl kenda
Palla Lamhauge í
Vestmanna vann
europameistaraskapið
í kurvabólti fyri deyv.
Talan var um EM fyri U20-
landslið, sum var hildið í
Póllandi
KURVABÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Ein hálvur vestmenningur er
europameistari í kurvabólti. Talan er
um 14 ára gomlu Linneu úr Stock-
holm. Linnea er dóttir Oddvør
Lamhauge. Oddvør er dóttir Palla
Lamhauge, sum er tiltikin fyri teir
spennandi túrarnir hann ger undir
Vestmannabjørgini.
Vestmanna er kend fyri annan
bóltítrótt, sum verður spældur við
hondunum, men 14 ára gamla
Linnea hevur valt sær kurvabólt,
sum sína ítrótt. Hetta kann hon
fegnast um nú, tá hon er vorðin
europameistari í kurvabólti fyri
Svøríki fyri U20-landslið.
Tó er ikki talan um eitt ”vanligt”
landslið. Linnea er nevnliga hoyri-
tarnað. Hon hevur eitt hoyritól, og
kann hoyra eitt sindur, men europa-
meistaraskapið hon var við til at
vinna, var fyri deyvar kurvabólts-
spælarar í U-20 bólkinum.
EM í Póllandi
Europameistaraskapið fyri deyv
U20-kvinnulandslið varð hildið í
Póllandi í næstsíðstu viku. Oddvør
Lamhauge ferðaðist til Póllands fyri
at síggja teir avgerandi dystirnar.
– Tað var ótrúliga spennandi at
vera til staðar og síggja avgerandi
dystirnar. Tær svensku genturnar
stríddust hart fyri sigrinum, og tað
var veruliga stuttligt at síggja, greið-
ir Oddvør Lamhauge frá. Svensku
genturnar máttu vinna tann avger-
andi dystin við 10 stigum.
– Venjarin hjá Linneu og teimum
segði við genturnar, at hann vildi, at
tær skuldu vinna dystin við 20 stig-
um, og tær kýttu seg veruliga, fyri
at fáa europameistaraskapið í hús,
staðfestir Oddvør Lamhauge.
Oddvør heldur, at Linnea og hin-
ar svensku genturnar fingu eitt
sálarligt lyft av at vinna
europameistaraskapið í kurvabólti.
Næsta ár verður EM-endaspælið í
Turkalandi, og Linnea og hinar
genturnar á U20-landsliðnum eru
longu byrjaðar at fyrireika seg til at
endurvinna europameistaraskapið.
Familjan er stødd í summarhúsi, og
hvønn dag rennur Linnea ein longri
tein fyri at halda seg í venjing. Odd-
vør hevur tó enn ikki fest eina
kurvabóltskurv fasta í summarhús-
ið, so Linnea fær vant við bóltinum,
men stig verður tikið til hetta fyrsta
dagin.
Spældi við teimum hoyrandi
Tey fyrstu árini spældi Linnea við
einum kurvabóltsliði, har hinar, sum
spældu, vóru gentur við fullari
hoyrn.
Oddvør møtti trúføst til allar venj-
ingar og dystir fyri at tulka alt fyri
Linneu, men seinnu árini hevur
Linnea hildið seg meiri til at spælt
kurvabólt við teimum deyvu og
hoyritarnaðu.
Oddvør greiðir frá, at tað er ikki
soleiðis, at eyka dómarar eru til ein
kurvabóltsdyst fyri deyv, sum ein til
dømis sær til fótbóltskappingar fyri
deyv. Genturnar hava alla tíðina
eyguni við, hvat dómarin ger og
signalerar, men tað hendir seg
onkuntíð, at onkur strýkur avstað,
uttan at hava fingið við, at dómarin
hevur bríkslað. Annars gongur væl
at avgreiða dystirnar hjá teimum
deyvu.
Linnea fær ikki vant so nógv, tá
familjan er í Vestmanna og ferðast.
Ein kurvabóltsvøllur er í Vestmanna,
men kurvabóltur verður ikki nógv
íðkaður í Føroyum, og í Vestmanna
er tað hondbólturin sum telur.
Oddvør staðfestir tó, at spælarnir
eru betri vardir í kurvabólti enn í til
dømis hondbólti.
– Í kurvabólti er ikki loyvt at fara í
spælarar, ella takla teir, sum ein ger
í øðrum ítróttargreinum. Fremur ein
spælari fimm brot á hesar reglur, so
verður viðkomandi spælari vístur
av vøllinum, sigur Oddvør, sum er
sera spent uppá stóru uppgávurnar,
sum standa fyri framman hjá 14 ára
gomlu Linneu, sum finnur stóra
gleði í ítrótt sínari.
Hálvur vestmenningur
europameistari í kurvabólti
Linnea situr til vinstru fyri
steypið, hon vann saman
við liðfeløgum sínum í EM-
kappingini fyri U21-landslið