týsdagur 14. juli 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 14. juli 2009 – Nr. 132 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Seinast í juni skipaði
deildin hjá Frelsunnarheri
num, sum Njál Djurhuus
er partur av, fyri noregs
meistaraskapinum í fót
bólti fyri tey heimleysu,
sum halda til á gøtuni
Heri SimonSen
heris@sosialurin.fo
Frelsunnarherurin í Noregi hevur
gjørt nógv forkunnug átøk fyri at
lívga um tey heimleysu fólkini, sum
liva á gøtuni í stórbýunum í Noregi.
Fyri stuttum vóru fleiri av teimum
heimleysu við í einari stórslignari
filmsverkætlan, sum var nevnd
”Gatas Peer Gynt”, har m.a. Njál Djur
huus sjálvur hevði ein hjáleiklut,
sum prestur. Seinast í juni mánað
var so ein ógvuliga sjáldsom fót
bóltskapping í Oslo, sum
Frelsunnarherurin skipaði fyri.
NM fyri heimleys
Njál Djurhuus vitjaði inni í Miðla
húsinum mikudagin, og hann greið
ir soleiðis frá serligu fótbóltskapp
ingini: Talan var um noregs
meistaraskapið í gøtufótbólti, sum
vit skipaðu fyri tann 26. og 27. juni.
NM fór fram á Youngstorginum
mitt inni í Oslobýi, har ein vøllur
var gjørdur, og har vóru eisini
áskoðarapláss til 1.500 áskoðarar.
Tað var ein ótrúlig uppliving at
síggja heimleys gøtufólk koma heilt
úr Tromsø, og nógvum øðrum
býum í Noregi, fyri at sleppa at
spæla fótbólt ímóti øðrum gøtu
fólkum. Tey spældu ikki bara um
NM fyri gøtufólk, men tey spældu
eisini um rættin til at blíva úttikin til
norska gøtufólkalandsliðið, sum
skal taka lut í heimsmeistara
skapinum fyri gøtufólkalandslið,
sum verður í italska býnum, Milano
í september. Vit hava fingið eitt
gott samstarv við Vålerenga (norsk
ir meistarar í 2006 red.), sum hava
tikið okkum inn undir sínar veingir,
og teir hava givið okkum ein venj
ara, sum nú hevur hjálpt okkum í
eitt hálvt ár. Harumframt hava teir
latið onnur hjálparfólk, sum stuðla
okkum og eru við í arbeiðnum.
Freddie dos Santos, sum er millum
bestu spælarnar hjá Vålerenga
handaði eisini steypið til gøtu
fólkini í Stavanger, sum vunnu NM í
gøtufólkafótbólti, greiðir Njál frá. Ì
samband við NM var eitt ógvuliga
sjáldsamt og stuttligt sjónbandalag
gjørt, sum hevur verið at síggja í
øllum norskum sjónvarpsstøðum.
Njál sjálvur syngur eina strofu í
sanginum: ”Vi scorer mål”, og heldur
hann, at tað var ógvuliga stuttligt at
vera við. – Hetta er tað, sum mær
dámar. At vera við hesum fólkunum
úti á gøtuni, staðfestir Njál. Fimm
útispælarar og ein málverji vóru á
hvørjum liði, og hvør dystur vardi
tvær ferðir 15 minuttir. Fyrrverandi
Vålerengaspælarin, Erik Foss er
landsliðsvenjari hjá norska gøtu
fólkalandsliðnum, og Njál heldur,
at Erik Foss hevur eina torføra
uppgávu fyri framman at taka út
landsliðið, sum skal umboða Noreg
til HM í Milano.
Einki reytt kort
Njál er sera fegin um, at liðini vístu
góðan atburð á vøllinum. – Har
vóru nøkur, sum fingu eitt gult kort,
men eingin fekk tað reyða kortið,
fegnast Njál um. – Har var gott lag á
fólki, og um kvøldið høvdu vit
hugnaløtur, har vit m.a. grillaðu pyls
ur. Nógv á liðunum vóru fyrrverandi
fótbóltsspælarar, og teir dugdu
veruliga væl við bóltinum. Hesi fólk
ini duga veruliga nógv ymisk ting,
staðfestir Njál. – Ein kann ongantíð
forsíggja hvør fær rúsevnis
trupuleikar, ofta kann tað vera tey
bestu fólkini sum enda úti í
rúsevnistrupuleikum. Njál heldur, at
tey sum tóku lut í kappingini blivu
lyft sálarliga av stórfingna tiltaki
num. – Henda kappingin prógvar,
at ein skal ikki bara hugsa um
elituna, tá ein skipar fyri fótbólts
kappingum, ein skal eisini hava
breidduna við. Og í breidduni, har
eru vit, slær Njál fast.
Fótbóltskapping
fyri heimleys
Kerr broytir landskappingina
Fótbóltssambandi hevur, eftir ynski frá landsliðsvenjaranum Brian Kerr,
flutt eitt heilt umfar í Vodafonedeildini. Teir fýra dystirnir, sum
upprunaliga skuldu spælast 9. august, eru framskundaðir til 8. august.
Hetta tí, at landsliðsvenjarin ynskir at landsliðsleikararnir eru tøkir 9.
august. 12. august skal landsliðið spæla stórdyst ímóti Fraklandi, og
hesa til uppgávu ynskir landsliðsvenjarin helst at hava so góða tíð sum
gjørligt.
Nógvar avtalur í B68
Seinastu dagarnar eru nógvar avtalur gjørdar á Toftum. B68 boðar á
heimasíðu síni frá, at felagið hevði longt sáttmálarnar við Jóhan Petur
Poulsen og Kristian Anthon Andreasen. Talan er um tveyára sáttmálar.
Báðir tveir hava teir verið nógv raktir av skaðum, men sambært
heimasíðuni hjá B68 eru teir við at koma fyri seg aftur. Ivasamt er tó,
um teir koma at gera seg galdandi á besta liðnum í ár. Umframt tað
boðar B68 frá, at Jóhan Dávur Højgaard og Jóhan Petur Poulsen eru
settir sum ungdómsvenjarar hjá B68 fyri tey bæði komandi árini. Eisini
heldur Johnleif Gerðisá áfram sum samskipari hjá B68.
Myndin har Njál Djurhuus stendur longst til
vinstru, er úr norska blaðnum Krigsropet, og
er tikin í samband við sjónbandaupptøkurnar
av nýggjum lag, gjørt til liðið hjá teimum
heimleysu í samband við NM í gøtufótbólti