týsdagur 14. juli 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. juli 2009 – Nr. 132
- Hann var smílandi,
fittur og fyrikomandi. Og
hann er als ikki broyttur,
nú eg hyggi at honum í
sjónvarpinum, tá hann fær
handað gullkrónur á Tour
de France, sigur Gunnar
Dahl Olsen um Mark
Cavendish av Isle of Man,
sum í løtuni er nummar
tvey í sprintkappingini í
Tour de France
SÚKKLING
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Hann eltir oddamannin. Tað eru fáir
metrar eftir á málið. Landsmaðurin
av Isle of Man hevur verið fremstur
stóran partin av býarteininum, og
letur seg longu fagna av
áskoðarunum. Nevnarnir eru longu
knýttir og koyrdir upp í loft. Men
hann tekur seg spakuliga inn á
oddamannin. Hann er sannførdur
um, at einki er liðugt, áðrenn alt er
liðugt. Og tað verður munurin.
Hann súkklar seg á fremsta plássið
fáar sentimetrar áðrenn teir koma á
málið. 18 ára gamalur. Oyggjaleikir.
Býarsúkkling á Guernsey. 2003.
Mark Cavendish.
Hann verður í dag mettur sum
ein av heimsins bestu sprintarum.
Hann er í løtuni nummar tvey í
sprintkappingini á Tour de France.
Men tað eru ikki meira enn seks ár
síðan, at hann vann gull í
býarsúkklingini á Oyggjaleikum.
- Fleiri siga, at eg eri arrogantur, tí
eg altíð svari fjølmiðlafólki, at eg eri
heimsins besti sprintari, tá tey
spyrja, um eg eri heimsins besti
sprintari. Men tað havi eg prógvað.
Men um tey ikki spyrja, so sigi eg
tað heldur ikki, segði Cavendish
undan Tour de France í fjør.
Bilsin um Cavendish
Mark Cavendish fekk starv í einum
lokalum banka sum 16 ára gamalur.
Hann hevði tørv á pengum, um
dreymurin at gerast yrkissúkklari
skuldi verða veruleiki. Tvey ár seinni
fekk hann sáttmála við British Track
Cycling, og eftir fáum mánaðum
vóru framstigini eyðsýnd.
- Eg eri bilsin av, at hann hevur
staðið seg so væl. Men tað er enn
eitt dømi um, at um tú sum ungur
er ambitiøsur og venur miðvíst, so
røkkur tú tindunum. Eg minnist væl,
tá hann súkklaði á Guernsey. Hann
var smílandi, fittur og fyrikomandi.
Og hann er als ikki broyttur, nú eg
hyggi at honum í sjónvarpinum, tá
hann fær handað gullkrónur á Tour
de France. Tað er løgið, greiðir
Gunnar Dahl-Olsen, sum í 2003
vann á Mark Cavendish í
landavegskoyring.
Mark Cavendish varð skjótt
mettur sum ein av heimsins bestu í
sínum árgangi. Í 2005 vann hann
heimsmeistaraheitið í banasúkkling,
og staðfesti harvið sína støðu í
súkkluheiminum. Árið eftir skifti
hann til Team Sparkasse, og í 2007
skifti hann til T-Mobile Team við
vónunum um at sleppa nærri
gullinum í Tour de France. Og tað
varð veruleiki. Í fjør vann hann ikki
færri enn fýra teinar í heimsins
sterkastu súkklukapping.
- Eg meti ikki, at eg havi verið
heppin. Eg eri professionellur, tí eg
havi stríðst fyri tí. Eg eri ikki
professionellur, tí eg havi verið
heppin. Men eg eri heppin, at eg eri
har, eg eri, hevur Mark Cavendish
sagt í enskum miðlum um sína
yrkisleið.
Heimsins besti sprintari
Tað er serliga sum sprintari, at Mark
Cavendish hevur gjørt seg
galdandi. Men Gunnar Dahl-Olsen
metir, at hann í framtíðini sanniliga
eisini fer at gera seg galdandi á
øðrum økjum.
- Venjararnir fara sjálvsagt at
venja hann soleiðis, at hann verður
betri sum heild. Tað er eginleikarnar
sum sprintari, hann er víðagitin fyri.
Men tá hann súkklar í fjøllunum,
stendur hann seg ikki eins væl,
sigur Gunnar Dahl-Olsen.
Og italiumaðurin Daniele
Bennati, súkklari, hevur eisini
rósandi orð at bera Mark
Cavendish.
- Hann er heimsins skjótasti í
seinastu 50 metrunum, staðfestir
hann undan Tour de France í fjør.
Oyggjaleikir er ein loypifjøl
Tað eru ikki fleiri dømi um, at
ítróttaríðkarar, sum hava tikið lut á
Oyggjaleikum, seinni verða
professionellir. Men Cavendish av
Isle of Man hevur prógvað, at tað er
møguligt. Og tí er eisini
nærliggjandi at spyrja, um
Cavendish er eitt eindømi.
- Nei. Oyggjaleikir er ein loypifjøl.
Støðið á súkklingini er sum heilt
rímuligt høgt til hesar leikirnar. Men
um tú ætlar tær víðari, so krevur tað
sanniliga nógv. Tað eru fleiri túsund
talentir í heiminum, men fáir av
teimum sleppa at súkkla á Tour de
France. Tú skal hava stríðsvilja,
venja tað sum krevst og verða
heppin, staðfestir Gunnar Dahl-
Olsen.
Ragnvaldur
fekk einki
heiðurs-
merki
Men gjørdist í staðin
nummar fýra og
fimm. Kortini fegnast
ferðaleiðarin Halla W.
Reinert um luttøkuna í
Global Games, har tey
hava lært ótrúliga nógv
GLOBAL GAMES
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Fríggjadagin gjørdist
Ragnvaldur Jensen nummar
fimm, tá hann svam finaluna í
50 metur frí. Hóast tað ikki
gjørdist talan um
heiðursmerki, so svam
Ragnvaldur Jensen til sína
bestu tíð. Tískil kunnu tey ikki
vera annað enn væl nøgd við
úrslitið.
Leygardagin svam
Ragnvaldur Jensen 100 metur
bringu og har gjørdist hann
nummar átta, men eisini her
kundi hann valla svomið betur.
– Úrslitini hava verið á heilt
góðari leið, hóast talan ikki
gjørdist um heiðursmerki,
sigur Halla W. Reinert, sum er
ferðaleiðari á túrinum í Kekkia,
har Global Games 2009 varð
hildið.
Lærurík kapping
Ragnvaldur Jensen luttók í síni
seinastu kapping leygardagin,
meðan Kristian Martin
Garðalíð var liðugur
mikudagin, og sjálvt Global
Games 2009 endaði í gjár.
– Hetta hevur verið ein heilt
ótrúliga góð kapping fyri
okkum, har vit hava lært
ógvuliga nógv, sigur Halla W.
Reinert umvegis telefonina úr
Kekkia. Hon greiðir frá, at tey
hava brúkt nógva tíð at tosa
við aðrar venjarar, um hvussu
føroysku íðkararnir kunnu
lyfta sítt støði, og harvið fáa
betri úrslit.
– Vit hava fingið nógv góð
ráð og hugskot um, hvat vit
kunnu arbeiða við, fortelur
Halla W. Reinert, sum saman
við restini av føroyska
ferðalagnum í Kekkia byrjaði
heimferð sína í dag.
Frá Oyggjaleikum til Tour de France:
Hann er ei
Navn: Mark Cavendish
Føddur: 21. mai, 1985
Aldur: 24 ár
Tjóðskapur: Isle of Man
Felag: Team Columbia-High
Road
Hædd: 175 cm
Vekt: 69 kg
FAKTA
Madsen liðugur í NSÍ
Høgni Madsen spælur ikki longur við NSÍ. Miðvallarin og leiðsan í
felagnum eru samd um at steðga samstarvinum. Tað skrivar
Dimmalætting í dag.
Høgni Madsen skifti úr ÍF til NSÍ undan hesum
kappingarárinum, men hevur ongantíð prógvað sítt virði.
Dimmalætting skrivar, at hann nú fer at leita eftir øðrum felag, og
væntandi finnur hann nýggjan arbeiðsgevara, áðrenn
flytingarvindeygað letur aftur 27. juli.
Høgni Madsen hevur áður umboðað ÍF, GÍ, KÍ og NSÍ.
Venjaraskifti í FC Hoyvík
Jón Brekku skal komandi mánaðirnar standa á odda fyri
besta mansliðnum hjá FC Hoyvík. Finn Mørk og Helgi L.
Petersen hava sagt venjarasessin frá sær, tí hesir hava ov
nógv at takast við, umframt arbeiðsplássið. FC Hoyvík er í
løtuni á sjeynda plássinum í næstbestu deildini, seks stig
frá uppflyting.