Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 14. juli 2009 – Nr. 132 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 inki broyttur Pokerspælarar mistu 20 milliónir SKAT í Danmark – tað sum svarar til føroyska TAKS – hevur seinastu tíðina hugt eftir donskum pokerspælarum, og hevur nú peikað út 30 kortspælarar, sum nú skulu rinda tilsamans 20 milliónir krónur í skat. Hesir hava ikki upplýst í sjálvsuppgerð síni, at teir hava vunnið pening í poker, og tað kostar teimum dýrt nú, skrivar ekstrabladet.dk. Neistin skal til Bulgaria Mótstøðuliðið hjá Neistanum í Evropa Cup fyri steypavinnarar eitur HC Dobrudja-Dobrich. Tað skrivar heimasíðan hjá føroyska høvuðsstaðarfelagnum. HC Dobrudja-Dobrich vann í farna kappingarári bulgarsku steypakappingina, og Neistin staðfestir, at felagið veit lítið annað um komandi mótstøðuliðið. Fyrri dysturin millum liðini verður leiktur í Bulgaria hin 10. ella 11. oktober. Seinni dysturin verður leiktur í Føroyum hin 17. ella 18. oktober.