mikudagur 24. oktober 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nú hann skal verða
landsliðsvenjari í
Luksemborg verður
góður møguleiki hjá
Allani Simonsen at
nýta royndirnar, sum
hann hevur fingið í
Føroyum, og tað fer at
bera illa til at gera
hann til tapara
LUKSEMBORG OG
LANDSLIÐSVENJARIN
Jóannes Hansen
Allan
Simonsen
fer
komandi árini at hava sama
setningin at røkja, sum
hann hevur havt tey átta
árini, hann hevur verið
landsliðsvenjari í Føroyum.
Tað er skil í tingunum hjá
Allani. Fyrst varð tað
kunngjørt, at hann ikki fór
at halda fram í Føroyum, so
var hann í Føroyum og
segði farvæl, og tá hann var
gott og væl komin aftur til
Danmarkar, vórðu tíðindini
mánakvøldið almenn um,
at nú verður Allan Simon-
sen landsliðsvenjari hjá
Luksemborg.
Í Luksemborg skal Allan
Simonsen
loysa
Paul
Phillip av. Hann er ættaður
úr Luksemborg og hevur
havt venjarastarvið í 17 ár.
Tað er heimsmet fyri allar
teir venjararnar, sum nú
hava ábyrgdina av lands-
liðum.
Tá Luksemborg 1. sep-
tember í ódnarveðri tapti
1–0 á Svangaskarði, var
Paul Phillip illa hýrdur. Tá
fregnaðust tíðindamenninir
hjá Luksemborg fyri at
vita, hvussu nógv Allan
Simonsen fekk í løn. Teir
vistu at siga, at teirra
venjari fekk meiri enn tvær
ferðir so nógv, sum venj-
arin hjá føroyska liðnum,
og tað er nevyan sannlíkt,
at Allan Simonsen er verri
løntur, enn nú fyrrverandi
venjarin hjá Luksemborg
var.
Royndur sum fáur
Tað er ein venjari við
ógvuliga nógvum altjóða
royndum, sum Luksemborg
nú hevur fingið. Allan
Simonsen stóð á odda fyri
føroyska landsliðnum í 52
dystum. Allan Simonsen er
í DBU skrásettur at hava
spælt 56 landsdystir og at
hava skorað 21 mál. Men
hetta er ikki heilt rætta
talið. DBU gjørdi í síni tíð
av, at ein dystur, sum Allan
Simonsen spældi á einum
europeiskum
úrvalsliði
ímóti italska landsliðnum,
skuldi telja sum landsdyst-
ur. Dysturin varð spældur
25. februar í 1981 á olymp-
iska leikvøllinum í Rom.
Inntøkan fór til tey í Italia,
sum um hetta mundið vóru
rakt av jarðskjálvta. Europa
liðið vann 3–0, og Allan
Simonsen skoraði eftir 33
minuttir fyrsta málið.
Umframt at hava verið
landsliðsvenjari og at hava
verið landsliðsspælari, so
hevur nýggi venjarin hjá
Luksemborg so nógvar
royndir sum nakar frá al-
tjóða dystum fyri lið – fyrst
og fremst frá teimum trim-
um Europa Cup kapping-
unum (meistarar, steypa-
vinnarar og UEFA).
Sami setningur
Tað hevur verið nevnt fleiri
ferðir, at nú skuldi Allan
Simonsen
royna
størri
avbjóðingar. Men fyrrver-
andi føroyski landsliðs-
venjarin hevur valt eina
avbjóðing, sum er akkurát
tann sama sum tann, ið
hann nú hevur sagt farvæl
til.
Luksemborg telist mill-
um minstu fótbóltstjóðirnar
í Europa. Úrslitini hjá
teimum hava tey seinastu
árini verið lakari, enn tey
hjá Føroyum hava verið.
Men tað hava verið onkrir
glottar, t. d. tá teir í HM
undankappingini taptu 2–1
á heimavølli ímóti Russ-
landi.
Krøvini til Allan Simon-
sen verða, at hann skal
útinna somu uppgávu, sum
hann hevur gjørt í Før-
oyum. Í Føroyum hevur
hann víst seg hava havt
hegni til hetta. Um tað ikki
eydnast á sama hátt í Luks-
emborg, so verður trýstið á
venjaranum ikki so stórt,
sum tað verður á spælar-
unum og teimum, sum hava
ábyrgdina av karmunum
kring landsliðið. Tað hevur
Allan Simonsen neyvan
nakað ímóti, tí hann er frá
tíðini í Borrusia Mönchen
Gladbach og serliga Barce-
lona mettaður av trýsti frá
øllum síðum.
Føroyingar kunnu ikki
annað enn ynskja Allani
Simonsen alt tað besta í
nýggju avbjóðingini. Eftir
at UEFA hevur flokkað
europeisku tjóðirnar til EM
undankappingar lutakastið
er tað ikki serliga sannlíkt,
at Føroyar og Luksemborg
aftur koma í bólk saman.
Men nú mátti tað ligið væl
fyri hjá Fótbóltssamband-
inum at fingið avtalu um
vinadystir millum Luksem-
borg og Føroyar – á heima-
vølli og útivølli. Men tað
kann sjálvsagt ikki gerast,
fyrrenn FSF hevur gjørt
avtalu við ein nýggjan
landsliðsvenjara.
Kenslurnar gera ikki
mannin minni
Farvæl samkoman saman
við
Allani
Simonsen
fríggjadagin gjørdist iva-
leyst meiri kensluborin,
enn nakar hevði ímyndað
sær. Tá ein spælari frá átjan
ára aldri og í sjey ár hevur
verið skúlaður í Týska-
landi, so er nærliggjandi at
hugsa sær, at alt, sum eitur
kenslur, er programmerað
burtur.
Fríggjadagin
sást,
at
soleiðis er tað ikki hjá All-
ani Simonsen, og tað ger
hann ikki til minni mann – í
hvussu so er ikki í eyg-
unum á føroyingum.
Fimtan ára gamalt
minni
Hetta var ikki fyrsta ferðin,
at kenslurnar fóru við
Allani Simonsen í farvæl
støðu.
Eftir at hann í fyrsta dyst-
inum í EM endaspælinum í
Fraklandi í 1984 hevði
brotið beinið, megnaði
Allan Simonsen ikki at
endurvinna
sjálvsagda
plássið á landsliðnum hjá
Sepp Piontek, men hann
var við í danska hópinum í
HM
endaspælinum
í
Meksiko í 1986. Eftir
heimkomuna var greitt, at
Allan ikki skuldi halda
fram á landsliðnum.
Hann fekk kortini høvi at
siga farvæl í Ítróttarparkini
í Keypmannahavn, sum tað
tá kallaðist, og tað gjørdist
ein kenslurík løta.
Mótstøðuliðið var Vestur-
týskaland, sum vann 2–0.
Undan dystarbyrjan stóð
Allan Simonsen saman við
liðfeløgunum – millum
teirra vóru m. a. núverandi
venjararnir hjá Danmark
Morten Olsen og Michael
Laudrup – og lurtaði,
meðan 43.000 áskoðarar
sungu tjóðsangin.
At tað yvirhøvur kom
fram, hvat bylgdist í Allani
Simonsen
hesa
løtuna,
syrgdi ein myndamaður hjá
Politiken fyri. Hann var eitt
sindur seinur til dystin. Tá
hann setti fótin inn á vøllin,
fóru teir at syngja tjóð-
sangin, so hann noyddist at
standa stillur. Hann setti
myndatólið
við
størstu
linsuni
fyri
eygað
og
smekkaði til. Úrslitið fór
kring allan heimin. Talan
var um nærmynd av Allani
Simonsen, og klokkuklár
sóust tárini í eygnakrókun-
um.
Myndin varð kosin besta
pressumyndin í 1986, og
hon gjørdist eisini kend
uttanfyri Danmark. Allan
spældi 21 minuttir, so varð
hann skiftur út við John
Eriksen.
Lógvabrestirnir
dundu omanyvir grasvøllin,
og Allan Simonsen var
ógvuliga rørdur.
Um myndirnar og upp-
tøkurnar í ÍSF húsinum
síðsta fríggjadag hava verið
frammi uttanfyri føroysku
landoddarnar,
hava
vit
einki hoyrt um.
Men nú snýr tað seg um
Luksemborg, og tað ynskja
vit Allani Simonsen alt tað
besta við!
Nr. 205 • mikudagur • 24. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
AGF lyfti seg upp
um niðurflytingar-
strikuna, og
munurin øktist
millum AaB og
Brøndby
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Síðsti dysturin í trett-
anda umfarinum í super-
liguni var mánakvøldið
á skránni í Aalborg.
Næstfremsta liðið, AaB,
hevði vitjan av næst-
aftasta liðnum, AGF.
Í spælinum var stórur
munur á. Men tað var
botnliðið,
sum
var
omaná. AGF
spældi
hugflogsríkt og sann-
førandi, meðan AaB var
sera skinklut í verju-
partinum og vísti einki
hugflog í álopspartinum.
Tá ikki stórt meiri enn
tíggju minuttir vóru
farnir, var AGF á odda
við tveimum málum, og
tað kom AaB seg ong-
antíð eftir. Bæði málini
vórðu skorað uttanvert
brotsteigin, og í báðum
førunum hevði botnliðið
marginalirnar við sær –
tað plaga annars at vera
teir, sum frammanundan
eru væl fyri, ið hava
marginalirnar við sær.
Í 2. hálvleiki royndi
AaB at koma afturíaftur.
Og tá teir tíðliga í 2.
hálvleiki eftir horna-
spark høvdu minkað um
munin, lá í luftini, at tað
skuldi eydnast. Men
eftir lítlari løtu fór luftin
úr spenningsballónini.
AGF økti til 3–1, og
beinanvegin aftaná sá
toppskjúttin hjá AaB,
Indrek Zelinski, reytt
fyri fullkomuliga høv-
uðleysa hevnisøku.
Nocko Jockovic varð
skiftur inn, og hann
stútaði til 4–1.
Sigurin hevði við sær,
at AGF lyfti seg upp um
Vejle, sum nú er niðan
fyri niðurflytingarstrik-
una.
Í AGF er lagið gott. Í
síðstu viku fingu teir
lyfti frá góðum vinum
um, at fleiri milliónir
skulu leggjast í felagið,
mánakvøldið fingu teir
trý stig, og tað vísti seg,
at pólverski spælarin,
sum teir hava leigað, er
sannur fongur. Hann
eitur Tomasz Mazurkie-
wicz. Hesin maðurin er
liðformaður á pólverska
OL landsliðnum. Hann
skoraði til 2–0 ímóti
AaB, og hyggjararnir hjá
TV3+ valdu hann til
besta spælara í Aalborg.
Botnurin vann
á toppinum
Allan valdi tryggu
loysnina
Krøvini til Allan Simonsen í Luksemborg verða, at hann skal
útinna somu uppgávu, sum hann hevur gjørt í Føroyum
17
16
Nr. 205 - 24. oktober 2001
Hóast vit enn ikki
vita, hvussu sam-
gongumøguleikarnir
verða eftir næsta val,
so heldur ein av
royndu tjóðveldis-
politikarunum
gjøgnum skjótt 35 ár,
Finnbogi Ísakson, at
tað er skeivt at læsa
seg so fastan, at tað
bara verða tveir
blokkar. Hann heldur,
at Tjóðveldisflokk-
urin skal ongantíð
læsa seg so fastan, at
hann bara kann brúk-
ast í andstøðu.
UPPSTILLING
OG LØGTINGSVAL
Jan Müller
Valfeburin er av álvara
farin at gera um seg. Tað
sæst og hoyrist eitt nú á lýs-
ingunum frá valfeløgunum,
sum so smátt eru farin at
hugsa um uppstillingina til
løgtingsvalið. Tað verður í
seinasta lagi 30. apríl kom-
andi ár ella um gott og væl
eitt hálvt ár.
Flokkarnir eru so smátt
farnir undir uppstillingar-
fundirnar. Vit hava longu
hoyrt um 1. uppstillingar-
fundin hjá Sambandsflokk-
inum á Strondum. Javnað-
arflokkurin í høvuðsstaðn-
um hevði sín fyrsta upp-
stillingarfund mikukvøldið,
og Tjóðveldisflokkurin í
Suðurstreymoy hevði fyrsta
uppstillingarfundin næst-
síðsta mánakvøld.
Av tí at talan er um 1.
uppstillingarfundir ber í
flestu førum ikki til at siga
við vissu, hvussu endaligu
listarnir koma at síggja út.
Vit hava eisini skilt á lagn-
um, at tað á fundunum hjá
Tjóðveldisflokkinum
og
Javnaðarflokkinum í Havn
varð ikki atkvøtt um, hvør
skal koma á listan. Tað
verður gjørt á øðrum og
triðja uppstillingarfundun-
um. Í staðin varð fyrsti
uppstillingarfundurin
brúktur til at koma við upp-
skotum um, hvørji skulu
kappast um at koma upp á
listan.
Millum tey, sum vóru í
uppskoti á fundinum hjá
Tjóðveldisfelagnum í Havn
vóru tey fýra umboðini,
sum í hesum valskeiðnum
umboða Suðurstreymoyar
valdømi í landspolitikkin-
um. Á valinum í 1998 fekk
Tjóðveldisflokkurin í Suð-
urstreymoy tríggjar um-
dømisvaldar tingmenn. Tað
vóru Høgni Hoydal, Annita
á Fríðriksmørk og Finnbogi
Ísakson. Tá Høgni Hoydal
fór í landsstýrið, kom Finn-
ur Helmsdal í løgtingið.
Umframt tey omanfyri
nevndu vóru millum hini,
sum vóru í uppskoti, Hildur
Patursson, sum viðhvørt
hevur verið avloysari í hes-
um valskeiðnum, og bý-
ráðslimirnir Jógvan Arge
og Leivur Hansen, og so
Karin Kjølbro. Haraftrat
vóru eisini mong onnur
nøvn.
Á uppstillingarfundinum
hjá Tjóðveldisflokkinum í
Suðurstreymi mánakvøldið
var Finnbogi Ísakson í upp-
skoti at koma á listan. Men
Finnbogi Ísakson vildi ikki
á fundinum siga, um hann
er sinnaður at stilla upp
aftur. Løgtingsformaðurin
segði, at hann á øðrum upp-
stillingarfundi fer at boða
frá, um hann ætlar at stilla
uppaftur ella ikki.
35 ár síðani fyrstu
ferð
Finnbogi Ísakson er tann av
núverandi
tinglimunum,
sum varð fyrst valdur í løg-
tingið. Longu í 1966 var
Finnbogi Ísakson, sum tá
var 23 ára gamal, valdur
inn á ting fyri Tjóðveldis-
flokkin í Norðoyggjum. 8.
november í ár eru sostatt 35
ár síðani tann ungi tjóð-
veldismaðurin fyrstu ferð
setti fót sín innum tinggátt.
Finnbogi
umboðaði
Tjóðveldisflokkin í Norð-
oyggjum inntil í 1984, tá
hann ikki stillaði uppaftur.
Tá hann í 1988 stillaði upp-
aftur, var tað í Suður-
streymi. Har kom hann á
ting, tá Jóngerð Purkhús fór
í landsstýrið. Síðani 1990
hevur Finnbogi verið vald-
ur hvørja ferð í Suður-
streymoyar valdømi. Hann
hevur verið landsstýris-
maður fleiri ferðir, og í hes-
um valskeiðnum er hann
løgtingsformaður.
Tað er eingin loyna, at
tað millum manna hevur
verið gitt, um Finnbogi
Ísakson fór at stilla upp
aftur til løgtingið. Hann
sigur við Sosialin, at skuldi
hann funnið uppá at tikið
seg aftur, so vildi tað ikki
verið á 1. uppstillingar-
fundinum. – Lat meg siga
tað soleiðis: eg umhugsi
støðuna.
Uppá fyripspurning um
hann hevur orku til at royna
enn eitt skeið sigur Finn-
bogi Ísakson, at tað hevur
hann nokk. Aldurin er so
heldur ikki meira enn 58.
Og líkindi at fáa nakað lík-
inda starv eru kanska held-
ur ikki so góð. Hugurin at
halda fram er eisini til steð-
ar.
– Men hví so ikki taka
eitt tørn aftrat: – Tá man
hevur verið so leingi í polit-
ikki, so er tað ein spurning-
ur, nær tú skal gevast.
Kappingin er eisini sera
stór staðfestir tingmaðurin.
Ansa eftir blokkum
Tað er einki dulsmál, at tað
í Tjóðveldisflokkinum eins
og í øllum øðrum flokkum
eru ymsar meiningar um,
hvør er skilabesta kósin at
halda, hóast semja kann
vera um grundsjónarmið-
ini. Og Finnbogi Ísakson
hevur verið mettur at hoyra
til tann gamla og meira
hóvliga partin av flokkin-
um. Tað kom tí ikki dátt
við, tá hann í sambandi við
føðingardagshald hjá ein-
um av tingmonnunum á
Gamla Apoteki fyrr í ár
segði seg sakna størri sam-
starv millum flokkarnar og
nevndi í tí sambandinum, at
formenninir í stóru flokk-
unum fyrr dugdu betur at
samstarva
tvørtur
um
blokkmark. – Og tað meini
eg framvegis leggur hesin
royndi politikarin aftrat.
Tá spurt verður um sam-
gongumøguleikum
eftir
næsta val er Finnbogi Ísak-
son eitt sindur varin. – Er
meiriluti fyri eini sam-
gongu, sum vil fara úr rík-
inum, ið er høvuðsenda-
málið hjá Tjóðveldisflokk-
inum, so má man rokna við,
at Tjóðveldisflokkurin vil
halda fram í tí samgonguni.
Men hinvegin kann man
ikki siga, at møguleikarnir
fyri øðrum samgongum
ikki eru til steðar. Tað
veldst um, hvussu valúrslit-
ið sær út. Man kann ikki
læsa seg so fastan, at tað
bara verða tveir blokkar og
so ikki meira.
– Hevur tú varhugan av,
at Tjóðveldisflokkurin síð-
ani formansskiftið hevur
læst seg ov fastan til bara
tveir blokkar í føroyskum
politikki?
– Nú gjørdist støðan so
serstøk eftir seinasta val.
Tað er nokk meira tað sum
hevur ført til, at tað sær út
sum tað bara eru tveir
blokkar í løtuni. Verður val-
úrslitið eitt sindur øðrvísi
so sær myndin væl eisini
øðrvísi út.
– Men sær tú ein vanda
við tí blokkpolitisku linju,
sum leiðslan í flokkinum
hevur valt, at Tjóðveldis-
flokkurin kann koma at úti-
loka seg sjálvan eftir valið?
– Tað vóni eg í hvussu er
ikki. Men eg haldi, at Tjóð-
veldisflokkurin skal ongan-
tíð læsa seg so fastan, at
hann bara kann brúkast í
andstøðu.
Karin Kjølbro ikki
aftur
Millum hini uppskotini á
uppstillingarfundinum hjá
flokkinum í høvuðsstaðn-
um var eisini Karin Kjøl-
bro, sum sat í løgtinginum
frá 1978 og fram til 1990.
Karin var – saman við Jonu
Henriksen – fyrsta kvinnan,
sum varð vald á ting.
Frammanundan
høvdu
Malla Samuelsen og Jona
Henriksen verið í tinginum
sum eykalimir fyri ávika-
víst Marius Johannsen úr
Sjálvstýrisflokkinum
og
Jákup Lindenskov úr Javn-
aðarflokkinum.
Tað eru uttan iva mong
tjóðveldisfólk, sum vildu
ynskt at sæð Karina aftur í
politiki, tí hon var jú var
ein
markant
løgtings-
kvinna. Hon hevði stóran
áhuga fyri kvinnuspurning-
um og sosialpolitikki, men
hon gjørdi eisini vart við
seg, tá t. d. stóru skipa-
pakkarnir vórðu viðgjørdir
í áttati árunum. Karin hevði
fleiri ferðir sjónarmið, sum
avgjørt ikki vóru í tráð við
sjónarmiðini hjá teimum,
sum tóku avgerðirnar og
sum hon var í samgongu
við. Heldur ikki hjá teim-
um, sum høvdu valdið í
hennara egna flokki.
Men hvat sigur Karin
Kjølbro so sjálv til at verða
í uppskoti til valevni til
komandi løgtingsval: – Eg
var ikki á fundinum og veit
einki um hatta. Tá eg fór úr
politikki, so fór eg. Tað var
ikki við tí fyri at koma
aftur, og tað hevur heldur
ongantíð verið í huga mín-
um at gerast virkin politik-
ari aftur. Karin Kjølbro vil
heldur hava, at ung og
nýggj fólk skulu koma
framat. Hon hevur fram-
vegis stóran áhuga fyri pol-
itikki og vil gera sítt at lyfta
við. – Man kann royna at
lívga um sín flokk uttan, at
man er aktivur politikari.
Eg havi havt mína tíð.
Royndi at arbeiða nógv ta
tíð tað var og haldi meg
ikki av avlopsorku til tað
longur.
Ein av tungu kanónunum í
Tjóðveldisflokkinum, Finn-
bogi Ísakson hevur enn ikki
gjørt av, um hann fer at stilla
uppaftur til løgtingsvalið.
Finnbogi Ísakson
umhugsar sína støðu
Ein nýggj ES-frágreiðing
staðfestir, at eitt óhapp á end-
urvinningarverkinum Sella-
field kann fáa álvarssamari
avleiðingar enn spreingingin
á kjarnorkuverkinum Tjerno-
byl í Ukraina fyri fimtan
árum síðani.
Umhvørvisfelagsskapir og
onnur hava leingi kravt, at
bretsku
myndugleikarnir
skulu steingja verkið í Sella-
field, og nú verður hildið, at
tann nýggja frágreiðingin fer
at gera, at trýstið á bretsku
stjórnina verður uppaftur
størri.
Sellafield-verkið er bara
tíggju fjórðingar frá írsku
strondini, og írsku myndug-
leikarnir hava leingi sagt seg
bera ótta fyri, hvat kann
henda, um eitt óhapp hendir á
verkinum Yvirgangsatsóknin
í USA tann 11. september
hevur ikki gjørt fólk tryggari,
og sambært bretsku tíðinda-
stovuni Reuter verður tað ikki
mætari, tá innihaldið í nýggju
ES-frágreiðingini
verður
alment.
– Langtíðar avleiðingarnar
av einum leka á Sellafield-
verkinum
kunnu
gerast
munandi vandameiri enn av-
leiðingarnar av Tjernobyl-
vanlukkuni. Hetta kemst ser-
liga av teimum stóru nøgdun-
um av cesium-137, sum eru í
tangum á Sellafield-verkin-
um, stendur m. a. í frágreið-
ingini, sum umhvørvisstovn-
urin Wise Paris hevur gjørt
fyri ES-myndugleikarnar.
Kanningar hava longu stað-
fest, at geiðslavirkna dálking-
in frá Sellafield-verkinum er
longu størri enn tað, sum ES-
nevndin og OSPAR-samtykt-
in um vernd av vistfrøðini í
havinum meta ráðiligt.
(Fartekst)
Myndugleikarnir í amerik-
anska statinum Texas avrætt-
aðu mánadagin tann 33 ára
gamla drápsmannin Gerald
Mitchell, sum var dømdur til
deyða fyri eitt morð fyri 16
árum síðani.
Gerald Mitchell bleiv av-
rættaður við eiturinnspræn-
ing. Hann er tann 14., sum er
avrættaður í Texas í ár.
Mannarættindafelagsskap-
ir sum Amnesty Internation-
al og Human Rights Watch
høvdu biðið dómsvaldið
ógylda deyðadómin, so Ger-
ald Mitchell kundi fáa lív-
langa fongsulsrevsing ístað-
in, men uttan úrslit.
Lagnan hjá tí 33 ára gamla
drápsmanninum varð enda-
liga staðfest, tá hægstirættur
mánadagin havnaði einari
áheitan um grið, samstundis
sum guvernørurin í Texas,
Rick Perry, vísti aftur einari
áheitan um at útseta avrætt-
ingina 30 dagar.
19 av teimum 253, sum
eru vorðin avrættað, síðani
amerikanski
hægstirættur
ógyldaði forboðið ímóti
deyðarevsing fyri 25 árum
síðani, vóru yngri enn 18 ár,
tá tey framdu lógarbrotið,
sum tey seinni vórðu dømd
til deyða fyri.
(Fartekst)
Leki í Sellafield kann gerast
verri enn Tjernobyl
Aftur stríð um deyða-
revsing í USA
Samstundis skal Yasser Ara-
fat steðga teimum víð-
gongdu palestinsku felags-
skapunum.
Amerikanska stjórnin vil
nú hava ísraelsku stjórnina at
taka sínar herdeildir og
stríðsvognar úr teimum um-
ráðum,
sum
palestinsku
sjálvsstýrismyndugleikarnir
hava umsjón við. Samstund-
is skal ísraelska stjórnin
lova, at hon fer ikki at senda
hermenn ella stríðsvognar til
teir palestinsku býirnar aftur.
So greið vóru boðini, sum
talsmaðurin hjá uttanríkis-
ráðnum í Washington, Philip
Reeker, kom við í gjár.
– Vit hava skilt á ísraelsku
stjórnini, at hon ætlar at taka
hermenninar og stríðsvogn-
arnar aftur. Tað eigur Ísrael
eisini at gera alt fyri eitt, og
hetta seinasta átakið eigur
eisini at vera tað seinasta av
hesum slagnum, segði Philip
Reeker.
Samstundis mælti hann
palestinska leiðaranum Yass-
er Arafat til at gera alt, sum
gerast kann, til tess at steðga
harðskapinum og yvirgang-
inum. Philip Reeker helt eis-
ini, at teir palestinsku mynd-
ugleikarnir eiga at revsa teir,
sum mótarbeiða áhugamál-
unum hjá palestinska fólkin-
um.
Palestinska trygdarráðið
segði mánadagin, at teir, sum
myrdu ísraelska ráðharran
Rehavam Zeevi, arbeiddu
ímóti palestinsku áhugamál-
unum. Ísraelska stjórnin
hevur kravt at fáa teir, sum
myrdu ráðharran, men tí
hevur Arafat sýtt fyri.
Ísraelski herurin hevur
lopið á fleiri mál seinastu
dagarnar, og meira enn 20
palestinar
eru
deyðir
í
álopunum.
(Fartekst)
USA vil hava Ísrael
at taka seg aftur
C
M
Y
K
16