Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 24. oktober 2001 19 U–19 landsliðið fekk akkurát fatur í flúgvaranum úr Kastrup og til Eysturríkis EM UNDANKAPPING Jóannes Hansen Føroyska U–19 landsliðið er í hesi vikuni í Slovenia, har teir taka lut í EM und- ankapping. Uppgávurnar eru sera stórar. Í dag skulu teir spæla ímóti Skotlandi, fríggjadagin skulu teir spæla ímóti Slovenia, og sunnudagin verður Grikka- land mótstøðuliðið. – Eg kenni ikki so nógv til spælararnar á hinum liðunum. Skotland royna vit at fáa upplýsingar um nú undan dystinum. Hini bæði liðini fara vit at kanna, tá tey spæla í kapp- ingini her niðri, sigur Jógvan Martin Olsen, venjarin, sum ikki ivast í, at avbjóðingarnar vera iva- leysa stórar hjá hansara monnum: – Vit vita, at skotarnir hava eitt gott lið. Vit rokna við, at Slovenia hevur eitt uppaftur betri lið, og tað er eingin loyna, at fótbólts- menningin í Grikkalandi hevur verið sera stór tey seinastu árini, staðfestir Jógvan Martin Olsen. Dysturin ímóti Skotlandi verður, sum allir hinir dystirnir í kappingini, spældur tíðliga á degnum. Tað kemst av, at einki ljósanlegg er á vøllunum. Tí verður bara spælt í dags- ljósi. Dysturin ímóti Skot- landi í dag verður longu klokkan tíggju føroyska tíð. Nógv seinkaðir Orsakað av veðrinum var føroyska landsliðið mána- dagin fleiri tímar seinkað úr Vágum. Eftir uppruna- ligu ætlanini skuldu teir havt góða tíð í Kastrup, áðrenn teir skuldu til Graz í Eysturríki, men tað gjørdist heilt knapt. Ein líltan hálv- an tíma eftir at flogfarið úr Føroyum hevði sett seg í Kastrup, lætti flogfarið til Eysturríki, men tað gekk akkurát hjá føroyska ferða- lagnum. Tá teir mánakvøldið komu til Graz í Eysturríki, stóð bussur fyri teimum. At koyra til Murskasobota í Slovenia tók fimm korter. Fyrrapartin í gjár var venjing á skránni. Umstøð- urnar eru góðar, har U–19 landsliðið heldur til. Atli Gregersen missir venjaran, sum skal taka sær av Viborg í superliguni Tað er ikki lukkuligt, sum reyða kortið í hesi vikuni verður nógv brúkt í superliguni. Í gjár vistu vit at siga, at venjarin hjá botnliðnum Silkeborg, Benny Jo- hansen, var uppsagdur. Og fyrrapartin í gjár hevði aftur eitt felag í Jyllandi reyða kortið á lofti. Kim Poulsen fekk á fundi við leiðsluna í Viborg at vita, at hann var sagdur úr starvinum. Felagið kundi ikki liva við, at úrtøkan í fyrstu tólv dystunum bara hevur verið ellivu stig, og at liðið er á fjórði niðasta plássinum. Nýggjur venjari í Viborg er Sørin Kusk. Hann hevur higartil í ár verið venjari í Randers Freja, har føroyingurin Atli Gregersen er í 1. liðs hópinum. Tað er púra greitt, at í hvussu so er annað av liðunum í superliguni, sum í hesi vikuni hevur fingið nýggjan venjara, fer at fáa stig komandi sunnudag. Tá fær Silke- borg vitjan av Viborg! At fleiri toppvenjarar í Danmark nú fara at ganga fyri einki, átti kanska at givið teimum í Fótbóltssambandinum okkurt gott hugskot um evni at vera landsliðs- venjari: Kim Poulsen, Benny Johansen og hví ikki Michael Laudrup? jh Fótbóltsfundurin er settur at vera leygardagin 17. november EFTIRMETING Jóannes Hansen Tað er vorðin fastur táttur í fótbóltsárinum, at FSF kallar umboð fyri feløgini til fundar, tá kappingarárið er gott og væl sodnað. Á heimasíðuni hjá FSF sæst nú, at fundurin verður leygardagin 17. november. Lagt verður fyri klokkan 10, og tað verður hildið fram út á seinnapartin. Fundurin verður í B36 húsinum. Upprunaliga var bara ein eftirmeting av kapping- arárinum á skránni. Eftir- metingin skuldi brúkast sum grundarlag undir tosinum um, hvussu kapp- ingin komandi árið kundi verða løgd uppaftur betri til rættis. Tey seinnu árini hava onnur viðurskifti enn bara sjálv kappingin verið á skránni. Fundurin hevur alt meiri verið brúktur sum høvi at tosa um fótbólts- politiskar spurningar, m. a. fyri at lodda dýpið fyri vánunum at fáa møgulig uppskot um broytingar í ásetingunum samtykt á aðalfundinum. FSF vil hava, at for- menninir í feløgunum møta á fundinum, og at teir hava ein nevndarlim og venjara við sær. Aftur ein venjari fingið reyða kortið Stór uppgáva á skránni í morgun Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U19-landsliðnum Nú skal kappingin eftirmetast 19 18 Nr. 205 - 24. oktober 2001 Michael Laudrup verður ikki hjálpar- venjari hjá Morten Olsen og Danmark, tá HM endaspælið verður liðugt VÆL UMTÓKTUR HJÁLPARVENJARI Jóannes Hansen Tað man vera langt síðani – um tað nakrantíð er komið fyri – at danska fótbólts- landsliðið hevur havt ein so væl fagnaðan venjara, sum teir hava nú. Og tað hevur avgjørt ikki gjørt popu- laritetin minni, at Michael Laudrup er hjálparvenjari hjá Morten Olsen. Men nú verður skjótt neyðugt hjá Mortani og DBU at finna ein nýggjan hjálparvenjara. Seinnapartin mánadagin boðaði Michael Laudrup frá, at hann hevur gjørt av at gevast í hjálparvenj- arastarvinum. Hann fer at røkja starvið, inntil HM endaspælið í Japan og Suðurkorea verður liðugt komandi summar. Michael Laurdup sigur seg ikki vera misnøgdan við at vera stýrimaður hjá Morten Olsen, men hann dylur ikki, at hann fegin ynskir at royna skipara- kjansin. Michael Laudrup er høgt í metum, og tað sigst, at honum standa fleiri góð venjarastørv í boði. Brøndby, sum Michael Laudrup spældi fyri, áðrenn hann gjørdist yrkis- spælari í Italia, hevur verið nevnt sum ein góður møgu- leiki, men Laudrup vil einki siga uttan at hann ætlar sær at vera venjari. Fyrsti dysturin hjá Mort- en Olsen og Michael Laudrup við stýrisvølin á danska landsliðnum var 16. august í fjør, tá Danmark vann 2–0 á Føroyum á Tórsvølli. Hóast nógv full- veldis– og yvirtøkuprát, so er tað neyvan nakar trupul- leiki at finna nógvar føroy- ingar, sum einki høvdu havt ímóti, at síðsti dysturin hjá Michael Laudrup saman við danska landsliðnum ikki varð fyrrenn HM finalan komandi summar! Norska felagið bjóðar Jákupi Mikkelsen nýggjan tvey ára sáttmála FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Vit hava áður greitt frá, at norska felagið Molde hevur havt áhuga í at leingja samstarvið við landsliðs- málverjan Jákup Mikkel- sen. Higartil hevur hetta verið orð og ynski, men nú ætlar leiðslan í felagnum at lata Jákupi eitt ítøkiligt uppskot um ein nýggjan sáttmála millum partarnar. Tá Jákup til Molde í summar var ein fyribils hálvt ára avtala gjørd, og hesa tíðina skuldi greiða fáast á, um partarnir vóru sinnaðir fyri longri sam- starvið. Í Molde søgdu teir, at teir høvdu havt trupulleikar við at fáa spælarar at trívast har, og tí vildu teir vita, hvussu tað fór at vera við Jákupi, áðrenn teir gjørda sáttmála í fleiri ár. Jákup nóg góður Nú hevur Jákup verið í Molde í hálvt ár, og kom- andi vikuskiftið skal hann eftir ætlan spæla seinasta dystin fyri Molde. Men leiðslan í Molde sigur nú, at hon fer at bjóða Jákupi ein nýggjan tvey ára sáttmála. – Í løtuni hyggja vit ikki eftir nøkrum øðrum mál- verja, tí vit meta avrikið hjá Jákupi sum nóg gott til, at vit kunnu bjóða honum sáttmála, sigur Espen Sil- seth, sum er stjóri í felag- num, við norsku tíðinda- stovuna NTB. Umframt Jákup hevur Molde tveir aðrar mál- verjar, sum kunnu spæla á besta liðnum. Teir eru Knud D. Lillebakk og Edward Gustafsson, sum hevur spælt tveir A-lands- dystir fyri Svøríki. Vann plássið Jákup kom beinleiðis á liðið hjá Molde, tá hann byrjaði í felagnum í juli mánaði. Fyrstu dystirnar hildu trupulleikarnir við deyðbóltum, sum liðið hevði havt framman undan, fram, og tí var Jákup settur á beinkin nakrar dystir. Tá hann nakrar vikur seinni kom heimaftur, eftir at hava spælt landsdyst fyri Føroyar, varð hann aftur settur á liðið, tí avloysarin hjá honum var skaddur. Síðani tá hevur Jákup vart málið hjá Molde, og tað hevur gingið væl. Hóast Molde sunnudagin tapti 3-0 á heimavølli, so var avrikið hjá Jákupi gott, siga norskir fjølmiðlar. Í øllum førum hevur tað verið so gott, at norska felagið vil hava føroyska málverjan at halda fram í felagnum. Molde vil binda Jákup Laudrup ætlar sær úr skugganum Leiðslan í Molde er nøgt við avrikið hjá Jákupi Mikkelsen í felagnum og vil hava hann at halda fram í tvey ár afturat C M Y K 18