mikudagur 24. oktober 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 205 - 24. oktober 2001
Nr. 205 - 24. oktober 2001
21
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi
smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f
3244
Navn: Sp/f M. S.
Grevstur
Adressa: 730 Norðdepil
Kommuna: Hvannasunds
Kommuna
Stovningardato:
01.10.2001
Viðtøkudato: 01.10.2001
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: :
Kontant kr. 80.000,00 til
kurs 100.
Stovnarar: Maibritt
Sivertsen, 730 Norðdepil.
Stjórn: Maibritt
Sivertsen, 730 Norðdepil.
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við
undirskrift av einum
stjóra.
Grannskoðari: : Sp/f
Føroyabók, v/ Victor
Nielsen, Vágstún 2, 700
Klaksvík.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
01.10.2001 - 31.12.2002
Endamál: Endamál
felagsins er at reka
entreprenørvirki og annað
starv í hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann
18. oktober 2001
Kristin Balle
_____________________
Í døgunum 15. og 16. november 2001 verður
skipað fyri byrjanarskeiði í millumgongu. Skeiðið
verður á Hotel Hafnia. Við 20 luttakarum, sum er
mesta talið, verður kostnaðurin kr. 3.800,-.
Millumgonga, ella mediatión, er ein arbeiðsháttur,
sum í stuttum snýr um at loysa ósemjur so,
at
báðir/allir partar kenna seg sum vinnarar. Tey
stríðandi verða eggjaði til at skilja fyrimunin við sjálvi
at tosa seg til rættis og samráðast, heldur enn við
krøvum og ákærum at økja um ósemjuna. Mediator
leggur seg ikki út í sjálva ósemjuna ella kemur við
uppskotum um loysnir,men stýrir tingingunum part-
anna millum soleiðis, at partarnir sjálvir koma við
uppskotum um loysnir og velja ta loysnina, sum teir
halda vera tað bestu. Sleppast kann tá ofta undan
rættarmálum, sum ongantíð áttu at verið byrjað.
Hesin arbeiðsháttur hevur víst seg sum eitt sera
effektivt amboð at loysa ósemjur av alskins slag
innan vinnulív, í familjurættarligum trætum, innan
skúlagátt, í revsimálum og yvirhøvur á øllum økjum,
og eiga eisini vit í Føroyum at brynja okkum við
grundleggjandi vitan til henda arbeiðshátt, nú
roknast má við, at tørvurin á vælkvalificeraðum
millumgongufólkum innan leingi gerst veruleiki eis-
ini her hjá okkum.
Á byrjanarskeiðinum,verður størstur dentur lagdur á
trætur innan familjurættarliga økið, men eigur hetta
ikki at halda teimum aftur, sum hava áhuga í
trætuloysnum eisini innan onnur øki,tí skeiðið fevnir
eisini um eina almenna og grundleggjandi vitan um,
hvat mediatión snýr seg um, og um tær
mannagongdir, sum nýttar vera. Á skeiðinum verður
teoretisk framløga og praktisk uppgávuloysn.
Skeiðið vendir sær til advokatar,psykologar,dómarar,
socialráðgevarar, málsviðgerar og onnur, sum
dagliga
arbeiða
við
trætuloysnum
og
semjuroyndum, umframt onnur, sum hava áhuga í
hesum evni og ynskja størri kunnleika um mediatión,
og hvat hon kann nýtast til. Ætlanin er seinni at hava
víðkað skeið til teirra, sum ynskja fullan førleika at
virka sum mediator.
Undirvísararnir, sum báðar virka sum praktiserandi
mediatorar, eru:
Dr. jur. Vibeke Vindeløv: Útbúgvin mediator
umframt
psykoterapeutur.
Hevur
skrivað
doktararitgerð um alternativa trætuloysn og
undirvísir í hesum á Keypmannahavnar Universiteti.
Tað er eisini her, hon er farin undir at byggja upp
master-útbúgvingina innan sama øki, og
Advokatur Pia Deleuran: Útbúgvin mediator og
universitetsútbúgvin teoretiskur pædagogur. Hon
hevur nógvar royndir sum undirvísari og granskara-
lesandi á Granskaraskúlanum á Roskilde Universiteti
í evninum "livslang læring og konflikter".
Áhugað biðjast tilmelda seg í seinasta lagi miku-
dagin 31.oktober 2001.Skeiðið er treytað av,at minst
10 luttaka. Kostnaðurin verður tá tilsvarandi hægri.
Fyrivarni verður tikið fyri smávegis broytingum í
prísinum.
Tilmeldingin er bindandi, og verður peningurin at
gjalda til mín á eina av hesum konti við tilskilan
"skeiðsgjald": Føroya Banka kt. nr.:100 332 3 ella
Føroya Sparikassa: kt. nr.: 152 850 7.
Tilmelding hjá undirritaðu, higani eisini fáast fleiri
upplýsingar um skeiðið.
Demmus Hentze, lrs.
Turið Debes Hentze, adv.
E. Jalsgøta 1,Tórshavn
Tlf.: 31 14 60 fax.: 31 81 64
e-postur: hentze@post.olivant.fo
Millumgonga/megling
– ein øðrvísi trætuloysn
Tvingsilssøla
Hósdagin 15. nov-
ember 2001, kl. 9.00
verður á dómaraskriv-
stovuni, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, hildin
tvingsilssøla yvir matr.
nr. 126, Sørvágur (AS
2-30/2001).
Talan er um eini sethús
við kjallara, stovuhædd
og loft,har hvør hædd-
in er 50 m2 og sum
smb.
tingbókina er
grundstykki 566 m2 til
víddar. Sethúsini eru
gjørd av timbri á grót-
grund, klædd við plast-
ikki og takt við jarni. Í
stovuhæddini er køkur,
tvær stovur,
kamar,
baðirúm
gangur. Á
loftinum eru 5 lítil
kømur,
goymslurúm
og gangur. Kjallarin er
allur í einum. Úthús er
omanfyri húsini. Set-
húsini eru bygd í 1915
og treingja til ábøtur.
Tvingsilssølan er um-
biðin av Anfinn V.Han-
sen, adv., Bryggju-
bakki 22, Tórshavn,
tlf.
359595 (j.
nr.
2000298), sum kann
geva nærri upplýsingar
eins og avtala kann
gerast við um at síggja
ognina.
Søluuppgerð
kann
umbiðjast frá nevnda
advokati ella hyggjast
ígjøgnum á dómara-
skrivstovuni.
Føroya Fútarættur,
tann 22.10.01.
Sølu/Marknaðar-
leiðari
Eitt spennandi og áhugavert starv sum sølu- og
marknaðarleiðari er leyst at søkja hjá P/f Vónini.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um sølu og marknað-
arføring innanlands eins væl og uttanlands.
Tann, sum settur verður, má m.a. vera kønur í
norðurlendskum og enskum máli, vera vanur við
telduarbeiði og eiga at vera førur fyri at leggja
søluarbeiðið væl til rættis.
Arbeiðið er sera spennandi, fjølbroytt og sjálv-
støðugt, og í sera góðum arbeiðsumhvørvi.
Lønarviðurskifti og setanartreytir verða avtalað
við leiðsluna.
Umsókn, saman við møguligum prógvum, eigur
at vera okkum í hendi í seinasta lagi 1.november.
P/F Vónin
P/F Vónin
Bakkavegur 22
Álaker
Postboks 19
FO-100 Tórshavn
FO-530 Fuglafjørður Tlf. 354391
Tlf. 444246
Handverkarar/
forskallarar
Søkt verður eftir handverkarum/forskallarum til
forskallingsarbeiði í Føroyum.
Tlf. 315060/215005
Handverkarar
Søkt verður eftir handverkarum til timburarbeiði
í Grønlandi.
Tlf. 315060/215005
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
Leiðsluskrivari
Starvið sum leiðsluskrivari á kirurgiska deplinum er leyst at søkja til setan
skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
•
skrivari hjá leiðsluni í kirurgiska deplinum við tilvísing til leiðandi
yvirlæknan og yvirsjúkrasystrina
•
fíggjarstýring
•
samskipari hjá leiðsluni v.v. starvsfólkafyrisiting og útbúgving
•
fyrisitingarligt arbeiði so sum brævaskifti, journalisering v.m.
•
bindilið millum sjúkrahúsleiðsluna og depilsleiðsluna
Krøv til umsøkjaran:
•
skrivstovufólk við handilsskúlaprógvi
•
ella læknaskrivari við góðkendari útbúgving og útbúgving innan
skrivstovuyrkið
•
evni til at raðfesta og planleggja arbeiðið
•
góður edv-førleiki
•
kunna arbeiða sjálvstøðugt
•
førleiki í føroyskum og donskum bæði skrivliga og munnliga
•
góð samstarvsevni og tænastuhug
•
góður røkjuskapur
Vit kunnu bjóða:
•
eitt fjølbroytt starv
•
fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
•
ávirkan á fakliga menning
•
góða innleiðslu (introduktión)
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Fíggjarmálastýrið og Starvs-
mannafelagið. Starvið er í løtuni flokkað í 20. lønarflokki.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ceciliu Vestureið, yvirsjúkra-
systir á tlf. 31 35 40, lokal 129 (L), har biðjast eisini kann um eintak av
starvslýsingini, ella til leiðandi yvirlæknan, Johan P. Davidsen, lokal 248 (L).
Umsóknarfreistin er 7. november 2001 kl. 12.00
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og viðmælum e.l. skulu sendast til
Almanna- og heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Almanna- og Heilsumálastýrið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
Skála kvøldskúli
Vegna ov lítla undirtøku er freistin fyri tilmelding longd eina viku og bjóða vit í
vetur hesi skeið:
TELDULÆRA:
Týskvøld kl. 19.15.
Lærari: Jens M. Rasmussen, tlf. 442198.
KVINNUFIMLEIKUR:
Hóskvøld kl. 18.30. (Havið undirlag við).
Lærari: Guðrun M. Hansen, tlf. 441732 ella 211732.
GUITARSPÆL:
Tíð eftir avtalu.
Lærari: Esben Jacobsen, tlf. 441043 ella 254329.
Tilmelding kann eisini fara fram á tlf. 441539 ella á teldupostadressuni:
skalask@post.olivant.fo.Tilmeldingarfreistin er leygardagin 27. oktober.
Luttøkugjaldið er 300 kr, sum verður goldið, tá byrjað verður.
Øll undirvísing fer fram í skúlanum, og byrjað verður í viku 44. Skeiðini eru
treytað av nóg stórari luttøku.
Skála kvøldskúli
C
M
Y
K
21
20