týsdagur 14. juli 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 132 - 14. juli 2009
Minningarhaldið fyri Michael
Jackson hevur endaliga verið.
Tað var ein vakur fagnaður
og kortini hevði eg at enda
vaml og sat við einari heldur
undarligari kenslu í búkinum
Birita L. Jóansdóttir
Sexolog og parráðgevi
Maðurin, ið tey síðstu tíggju
árini hevur fingið klistra
navnið “Monstrið” á seg, er
kanska í veruleikanum ein
eingil. Hann var “kærleikin”
sjálvur, besti “gøtusópari”
á gøtuni og fór til Gud tí
Gud hevði meira brúk fyri
honum enn vit.
Er tað ikki undrunarvert,
hvussu vit brádliga kunnu
hálsa um og halda tað
besta um tann, ið vit fyri
løtu síðan hildu tað versta
um? Er tað ikki merkisvert,
at vit kunnu hava so nógv
gott at bera tí deyða, ið vit
áður ikki virdu meira enn
okkara egna afturpart? Eg
meini so við, um vit veruliga
halda, at viðkomandi var eitt
sovorðið beist, sømir tað
seg tá ikki betur, at prestur
sigur sum er - hann var eitt
bartrog.
Tí tað er bara tað, at tann
ið er deyður, fær ikki brúkt
okkara kerligu og rósandi
orð til serliga nógv og hann
minnist tey heldur ikki. Tann
deyði minnist betur, at vit
flentu eftir honum vildi
hann takast í álvara, at vit
hugdu undarliga at honum
segði hann hvussu hann
hevði tað, at vit hildu hann
vera eina ónyttu, megnaði
hann ikki altíð at arbeiða
og at vit læstu hurðina fyri
honum stóð hann fullur ella
skeivur uttanfyri. Tann deyði
minnist betur, at vit kroystu
mat niður í hann, tí hann ikki
kláraði at eta, at vit gjørdu
gjøldur burtur úr honum,
tí hann var av “hinum
slagnum”, at vit hildu
hann vera langt úti, tí hann
ikki vildi kennast við síni
foreldur, at vit uppfataðu
hann sum svakan, tí hann
sá spøkilsir og hevði byrsu
á loftinum og at vit mettu
hann ikki vera verdan at
liva saman við, tí hann
hevði verið ótrúgvur, var
fráskildur og hevði skiftandi
partnarar. Og tann deyði
minnist betur, at vit søgdu
hann vera gudleysan, tí
hann fann bert Fanan og at
vit síðan avnoktaðu hann,
tí onkur segði, at hann var
eitt misnýtt barn, ið hevði
misnýtt onnur børn og at
Fanin nú hevði tikið hann.
Tað er ofta ómenniskjaligt
at vera menniskja. Tíverri er
eitt tað mest menniskjaliga
við okkum menniskjum,
at vit eru ómenniskjalig
móti hvør øðrum. Og
vit eru tað allar ringast
gjøgnum okkara kyn. Í
neyðini misnýta vit okkara
seksualitet. Vit kroysta hann
niður um høvdi á hvør
øðrum og neyðtaka hvønn
annan og okkara børn.
Kanska tí vit eru forkroystar
sálir, ið halda okkum finna
svarið við at brúka hvønn
annan sum forleingjara av
egnari ólukku.
Var Michael Jackson ein
“forkroyst” sál ella var hann
ein “eingil”? Var hann eitt
“Monstur” ella sópaði hann
gøtur fyri Gud? Misnýtti
hann børn? Svav hann við
apum? Var hann av plastikk?
Og bleiv hann hvítur ella
gjørdi hann seg hvítan?
Tað er undarligt, sum
deyðin kann gera fólk vøkur.
Og tað er undarligt sum
fólk kunnu gera lívið ljótt.
Og um tað er so, at okkara
seksualitetur uppá nógvar
mátar er høvuðsmotorurin
í lívið okkara gevur hann
okkum eisini harðasta
stoytin, renna vit á við
honum. Valdu vit tí at elska
hvønn annan áðrenn vit
doyggja, vóru tað kanska
fleiri av okkum, ið blivu til
einglar, meðan vit enn vóru
á lívið.
Hví blíva fólk til
einglar, tá tey doyggja
Tørv á
meira sex
Spurningur frá lesandi:
Hvussu fái eg meira sex frá damuni?
Lesari skrivar:
Hey
Super at tit hava fingið tykkum sexolog. Havi sakna
hana síðan hon var í einum øðrum blað men nú er hon
her. Mín spurningur er:
Eg meti, at eg fái alt ov lítið sex frá damuni. Tá tað er
av tí allar besta, er tað 2 ferð um vikuna. Eg havi tørv
á minst annað hvønn dag. So gangi eg, og fantaseri
um nógvar aðrar eg kundi hugsa mær bara at gjørt
eingangs við, tí eg eri simpulten so græður allatíð. Eri
eg ónormal?
Sexologurin svarar:
Hey Tú
Nei, tú ert ikki ónormalur. Menn, ið ikki fáa tað sex teir
hava brúk fyri, missa ofta sambandið við seg sjálvan
og sínar egnu kenslur. Tú hevur ein sterkan tørv á
javnan at fáa sex - annað hvønn dag - í mun til onkran
annan, ið kanska ikki tørvar sex meira, enn eina ferð
um vikuna. Tað er einki undarligt í hesum. Summum
tørvar bara meira sex enn onnur gera tað. Men tí tú
hevur ein sterkan seksuellan tørv, kann tað “sexi” tú
ikki fær, skjótt koma at fylla alt ov nógv í tímum høvdi
og tú byrjar at “fiksera” uppá tað - tað ávirkar teg á
ein negativan hátt í gerandisdegnum soleiðis at tú ikki
slappar av og fært virka sum tú plagar.
Eg hald tú skalt tosa við damuna hjá tær um tína
frustrasjón. Tú skalt nokk ikki siga, at tú hevur hug at
fara saman við øðrum, men fortel hvussu tú hevur tað
og hvussu tað ávirkar teg at tit ikki hava meira sex.
Heldur tú tað ikki vera nakað fyri teg at tosa, so kundi tú
hugsa um, hvat tú sjálvur kundi gjørt fyri at fingið meira
sex inn í parlagið. Gentur eru soleiðis, at tær mugu
kenna seg væl við sínum egna kroppi og halda seg vera
lekrar skulu tær fáa hug til sex. Fortelur tú henni hvussu
rotin hon er tí hon ikki gevur tær sex, fært tú garantera
heldur einki sex frá henni. Flirta við damuni hjá tær,
og fortel henni hvussu deilig hon er og hvussu stóran
hug tú hevur á henni. Far í bað saman, tá eru tit bæði
nakin og sex er upplagt. Mussist nógv. Í spýttinum eru
evnir, ið gera, at vit
betur varðveita
“neistan”. Og liggi
tætt saman á einari
sofu, í seingini
ella á gólvinum og
klemmist og práti,
heldur enn at sita
í hvør sínum stóli.
Tá hava tit longu
kropskontakt og tí er
lættari hjá tykkum
at gerast enn meira
intim. Verið kreativ.
Sex nýtist ikki altíð
at taka fleiri tímar.
Tað kann náast
uppá fimm minuttir.
Góða eydnu
Birita