Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-14, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 14. juli 2009 33 Droymir tú um at vakna upp til túnatos, barnaspæl og angan av nýbryggjaðum kaffi, sum stendur og bíðar uttan fyri hurðina? Ella ert tú ein av teimum, sum vil vak na upp í eini heitari song og við gardinum fyri vind eygu­ ni? Ella kanska vilt tú vakna í einum dún vát um soviposa, meðan tim bur­ menn inr nir frá náttini gera klárt til at smíða hús in ni í knokkinum á tær? Á Summarfestivalinum hev ur tú møguleika til alt hetta, tí gistingar møgu­ leik ar nir eru fleiri í tali og gerast tilboðini bara betri og betri fyri hvørt ár. Ár ið nú er einki undantak í so máta – men tað er at skunda sær eitt sindur, um tú ætlar tær at kampa, at sova í tjaldi ella á einum rull an di dekki í døgunum fra 6. til 8. august. GistinGarmøGuleikar Ragnhild Ellingsgaard Síðani fyrst í januar mánaða hevur tele fon in á Kunningarstovuni kim að dagliga við fyrispurn ing­ um um gistingarmøguleikar í sam ban di við Summarfestivalin. Tey ha va ábyrgdina av hesum øki­ num og kunnu longu nú – ein góða n mánaða áðrenn slagið skal standa – staðfesta, at eftir spurn­ ing ur in eftir gistingartilboðum er alsamt vaksandi. ­ Í ár kunnu vit bjóða gestunum fleiri møguleikar. Vit hava bátapláss, eitt stórt kampingpláss, fleiri tjaldingarpláss, eitt vallara­ heim og eisini summarhús at bjóða gestunum, greiðir Maiken Stein berg, leiðari á Kunn ing ar­ stovuni, frá og leggur afturat, at um støðurnar bara gerast betri og betri fyri hvørt ár. ­ Til dømis kann eg longu nú av dúka, at serliga nógv verður gjørt burtur úr kampingplássinum, sum liggur beint aftanfyri stóra pall in. Vit gera sjálva útfyllingina á vágni um til eitt stórt veitsluøkið, har pláss er fyri allari familjuni – eisini teim smáu børnunum. Her hevur tú bara eitt lítið hanalgleiv til sjálvt festivaløkið og hevur kamp ing plássið verið serstakliga væl umtókt tey árini, vit hava roynt hetta. Í ár fara vit so at gera ser liga nógv burtur úr við fleiri spennandi tiltøkum, bæði fyri vaks in og børn, fortelur Maiken. Kostnaðurin fyri eitt kamp ing­ pláss allar festivaldagarnar er 800 krónur og umsitur Kunn in g ar­ stovan eisini eitt avmarkað tal av kampingvognum, um onkur hevur hug til at leiga ein sovorðnan. Umframt kampingplássið kann Kunn ingarstovan eisini bjóða festi val gestunum eitt av teim bestu tjaldingarplássunum í Før­ oym. Hetta liggur úti í Grøv og hava tjaldarar atgongd til ein frá­ líkan køk og góða atgongd til bæði konufólka­ og mann fólka­ toilett. Plássið varð sett av til tjalding fyri nøkrum árum síðani og er griv ið soleiðis niður, at vindurin í stóran mun ikki rakar tjaldini. Her búleikast fyri tað mesta ung fólk, sum vilja hava tað stuttligt og av tí sama er eisini gott lív í á økinum døgnið runt. Hevur tú familju er eitt annað tjald ing arpláss kanska rætta til­ boð ið til tín. Hetta liggur eitt sind ur tættari við býin, so tað er styttri hjá børnunum at ganga til festival økið. ­ Og ikki minst liggur hetta beint við Føroya størsta baðiland, beint við fótbóltsvøllin og eisini beint við eina stóra skateboard­ rampu. Hetta gevur børnunum fram úr møguleika til at spæla saman og hava tað stuttligt, eisini uttan fyri festivalin, greiðir Maik­ en frá. Afturat hesum tilboðunum ber eisini til at bíleggja sær eitt báta­ pláss ella at leiga sær eitt kamar á Vallaraheiminum, sum nú eisini liggur undir Kunningarstovuni. ­ Bátaplássini eru altíð væl um tókt, so her loysir tað seg at koma í góðari tíð, tí bestu plássini fara sjálvandi fyrst. Men ynskir tú eina heita song, so eiga vit hana á Vallaraheiminum, har vit hava ein góðan sovisal og eisini einkul­ og dupultkømur at bjóða gestunum. Her fært tú eisini eina stóra uppi­ haldsstovu, ein góðan køk og super toilettviðurskifti við brús­ um og øllum, ið har til hoyrir. Pláss ini á Vallaraheiminum ganga tó sum heitt breyð longu nú, men enn eru nøkur fá pláss eftir, fortelur Maiken. Um okkurt av hesum kundi verið nakað fyri teg, so ber til at ring ja til Kunningarstovuna í Klaks vík á telefon 456939 ella skriva ein teldupost til info@ klaks vik.fo fyri at frætta meira. Við spurningum í lumma num hittir Ragn­ hild Ellingsgaard hvønn dag nýggj fólk á gøtuni. Í dag er tað Beinta Klak stein frá Klaks­ vík, sum stend ur fyri skot­ um. Bein ta er 30 ára gomul, náms frøðingur og hevur verið á SF øll tey undanfarnu 5 árini 1. Hvør hevur verið tín stuttligasta uppliving á SF? At standa í eini langari kø til w.c.’ini er ongantíð stuttligt – og so slett ikki á einum festivali. At finna alternativar loysnir kann hinvegin verða rættiliga stuttligt. Hetta hevur í øllum førum givið mær og vinkonunum fleiri láturkrampar gjøgnum árini. Ein onnur stuttlig uppliving var at fáa fatur á eini av teim einans 200 t-shirtunum, sum Straight Ahead høvdu prentað til framførsluna í 2005. Tað var ikki bara sum at siga tað, men eftir áhaldandi veiði og fleiri telefonsamrøður endaði eg við at fáa eina frá Dávur Winther, mentanarleiðara í Klaksvík. Glað var eg – og t-shirtin hevur verið óluksaliga nógv brúkt. 2. Hvør hevur verið tín besta tónleikaliga uppliving á SF? Tað hevur uttan iva verið Straight Ahead á áðurnevndu framførslu. Mær hevur altíð dámt teir ótrúliga væl og vóru teir totalt kul. Eg stóð næstan fremst og helt, at teirra show var super. So ræðuliga kul, at gamlir gubbar enn kunna rokka uppá handan mátan! ;) 3. Hvør er orsøkin til, at tú ætlar tær aftur á SF í ár? Eg gleði meg til nakrar hugnaligar dagar í Klaksvík saman við góðum fólki. Í veitsluhýri, sjálvandi. Hetta, saman við góðum tónleik,i kann ikki ganga galið.. 4. Tjaldar tú ella svevur í ordiligari song, tá tú ert á SF? Eg havi egna íbúð í Klaksvík, so eg sovi í míni song undir míni dýnu. 5. Hvønn gleðir tú teg mest til at hoyra á SF 2009? Eg gleði meg mest til at hoyra tey føroysku nøvnini. Serliga Høgni Lisberg og Guðrið Hansdóttir verða spennandi at hoyra, meðan Hanus uttan iva verður góður sum altíð. - har hittini hittast FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard Summarfestivalur 2009: Kamping, tjalding ella rullandi dekk? Tað eru ikki bara føroyingar, sum koma á Summarfestival. Á Kunn­ ing ar stovuni í Klaksvík siga tey, at talið av ferðafólki, sum koma til Klaksvík á festivalinum, er al samt vaksandi hvørt ár. ­ August mánaður er kanska eitt sind ur deydligur nógva aðra stað­ ni, men tá hava vit bæði Summ ar­ festi val og Sjómannadagar í Klaks vík. Hetta eru tvey rættiliga ymisk tilboð við mótsetningum, tí á festivalinum upplivir tú ein inter na tion alan anda við útlendskum tónum, meðan Sjó­ man nad agurin er meira tradionel­ lur og tengdur at teim gomlu, før­ oysku virðunum, greiðir Maiken Stein berg, leiðari á Kunn ing ar­ stovu ni, frá. Hetta hava ferðastovur aðra­ stað ni eisini lagt merki til og er tal ið av útlendskum gestum í Klaks vík seinastu summarhálvuna bara vaksandi. Kunningarstovan hevur fleiri til boð á skránni til hesi ferðafólk og eru tiltiknu gongutúrarnir eitt av teim mest vælumtóktu til boð­ num. Sunnudagin beint eftir festi­ val in verður skipað fyri einum gongu túri niðan á Villingardalsfjall – ein túrur, sum Maiken kallar eina rættiliga avbjóðing. ­ Hetta er ein kulur túrur niðan á eitt føroyskt Mount Everest. All ir føroyingar við brúk fyri eitt sind ur av spennandi upplivingum burdu komið við á túrin, tí hetta er sjálvrealisering á hæsta stigið. Túr urin er eitt sindur avbjóðandi, men tað strævna verður gloymt, tá tú stendur á toppinum og kanst njóta eitt vilt imponerandi útsýni, heldur Maiken. Við á túrinum verður ein sta ð­ kend guide, sum eisini fortelur áhuga verdar søgur um støðini, ging ið verður framvið og komin om an aftur á slætt verður borðreitt við eini góðari máltíð. Til ber longu nú at tryggja sær pláss á túrinum við at venda sær til Kunningarstovuna í Klaksvík á telefon 456939 ella við telduposti á info@klaksvik.fo. Villingardalsfjall - Eitt føroyskt Mount Everest