Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 133 - 15. juli 2009 før oy ingar vóru rasistar. Men vinmenninir hjálptu og stuðlaðu mær, og spaku­ liga kom eg fyri meg. Eg havi verið fyri harðskapi, bæði fyri og eftir hesa hend ing ina, men tað var fyrs tu ferð, at eg veruliga ken di, hvussu nógv øðrvísi eg var, greiðir Luis Osorio Lützen frá. Meira búgvin Hann gongur stillisliga og prát ar við vinmenninir utt­ an fyri Hvonn. Teir hava ikki aldur til at ganga á barr, og noyðast tískil at fin na sær annað at gera í før oyska býarlívinum. Brád liga verður tað rópt eftir honum. ­ Hygg, ein nekari! Hann vendir sær og fer til teirra. Teir standa og hyggja at honum. ­ Eg finni meg ikki í tí lík­ um útsagnum. Haldið kjaft og passið tykkum sjálvar! Sig ur hann við teir. Men tað hjálpir lítið. Hinir flenna og halda fram at háða hann. Og hann verður meira svak­ ur. Soleiðis loysti hann oftast trupul leikarnar. Við at vera skrapp ur og svara aftur. At sláa og sparka. Men tað ger hann ikki longur. ­ Sum tíðin er liðin eri eg vorðin klókari og meira búgv in. Serliga eftir hend­ ing ina á Tinghúsvøllinum. Eg tími ikki at øsa meg um rasistiskar útsagnir og velji ongan tíð at loysa trupul­ leik ar nar við harðskapi. Tí tað gjørdi eg ofta fyrr. Eg nýtti harðskap móti teimum, sum gjørdu seg inn á meg. Men tað loysir seg ikki, og tað hevur ongantíð loyst seg. Tá onkur rópar okkurt eftir mær, látist eg sum ein­ ki. Heimurin sleppur ong­ an tíð av við rasistiskar út ­ sagn ir ella fordómar, sama um tað er mótvegis myrk­ um, asiatum ella øðrum. Eg góð taki ikki rasismu, men eg góðtaki, at eg ikki kann broy ta tað. Eg flenni eisini at rasistiskum skemti søg­ um. Men tá tað verður per­ són ligt, tá er tað ikki stutt­ ligt longur, stað fest ir kolumbi an in í Føroyum. Lætt dømdur 19 ára gamli Luis Osorio Lützen kom til Føroya fýra mánað ar gamalur. Hann vaks upp sum vanligur smá­ drong ur í Havn. Í barna­ garði num og fólkaskúlanum hevði hann ongantíð trupul­ leik ar av húðarlitinum, har hann var júst sum hini í flokki num. Men tað eru fleiri hend­ ing ar, sum hann minnist enn. Fólk, sum ikki hava til knýti til hansara, hava ofta lyndi til at døma hann, áðr enn tey yvirhøvur hava tosað við hann. ­ Eg verði sera lætt dømd­ ur. Og tað veit eg, at tey allar flestu, ið eru øðrvísi í Føroyum, verða. Eitt nú havi eg verið út fyri, at eg siti í einum balli og skifti sang. Og tað leggja fólkini í hølunum til merkis, tí tað ikki er rapp ella hiphop, sum myrk eru kend fyri at lurta eftir, eg skifti til. Tað skilji tey ikki reiðiliga. Tað vóru eisini einstakir lærarar í fólkaskúlanum, sum altíð ákærdu meg fyrst, tá okkurt var á vási. Ikki tí, eg havi ongan tíð verið ein eingil, men tað var altíð meg, lærarar nir fyrst tóku í. Eru føroyingar rasistar? ­ Nei, tað eru teir ikki. Men summi hava ilt við at skilja, at eg eisini havi føroysk foreldur og eri upp­ vaksin í Havn. Tað skilji eg eisini væl, tí eg eri øðrvísi enn vanligir føroyingar. Um eg gangi framvið einum sera feitum ella sera svørt­ um manni, so hyggi eg sjálv andi eisini eitt sindur. Tí tað er ikki vanligt í Føroyum. Men tá fólk fara at stara, seta ódámligar spurn ing ar og gera seg inn á meg, verði eg irreteraður, stað festir hann. Luis Osorio Lützen fer eftir summarfrítíðina at gan ga triðja árið í Studenta­ skúlanum í Hoydølum, har hann gongur á støddfrøðiligu linju. Hjálpir systrini Systir Luis Osorio Lützen er eisini ættleidd úr Kolum­ bia. Hon er 16 ára gomul, og hevur havt onkrar trupul­ leikar í føroyska býar lív i­ num av sínum húðarliti. Men hann er fegin um, at hann kann hjálpa henni við egn um royndum. ­ Eg havi verið gjøgnum tað og kann greiða henni frá, hvussu eg haldi, at hon skal reagera. Tað saknaði eg ofta. At hava ein, sum gev ur tær ráð. Eg havi fleiri vin m enn, sum somuleiðis ha va verið út fyri rasismu. Vit hava hjálpt hvør øðrum væl, men onkursvegna er tað ikki tað sama. Foreldur míni hava eisini hjálpt væl, men tey duga ikki reiðiliga at seta seg í mína støðu. Tað skal eisini sigast, at eg nú eri vinmaður hjá fleiri av teim um, sum hava rópt ymiskt eftir mær fyri árum síðan. Okkara vegir krossast altíð onkursvegna, og alt verð ur skjótt lagt afturum. ­ Um tú seinni hitti teg sjálvan sum sjey ára gamal­ ur, hvørji ráð vildi tú givið tær við á lívsleiðini? ­ Tað er torført at svara. Men tú skal ongantíð leggja í, hvat onnur siga og halda um teg. Eg eri als ikki harm ur um at vera myrkur í Føroy um. Allar hend ing ar­ nar, tær góðu og minnu góðu, er orsøkin til, at eg eri, sum eg eri. Og eg eri sanni liga glaður fyri tann, eg eri. Eg eri glaður fyri lív ið, sigur Luis Osorio Lützen. Málið var ongan tíð loyst Harðskapsmálið á Tinghús vølli num hin 27. mars í 2007 varð ongan­ tíð loyst. Luis Osorio Lüt zen dugdi ongantíð at seta andlit á persónarnar, og hóast løgreglan lein gi sóknaðist eftir vitnum til til burð in, vórðu teir seku ongantíð funn ir. ­ Eg havi ongan tørv á at fáa mál ið loyst nú. Eg havi hoyrt fleiri nøvn og fingið ymiskt at vita um, hvørjir teir vóru, men eg leggi ikki í. Eg havi lagt hend ing ina afturum meg og tími ikki at grava tað uppaftur, sigur Luis Osorio Lützen. ” Eg havi verið fyri harðskapi, bæði fyri og eftir hesa hendingina, men tað var fyrstu ferð, at eg veruliga kendi, hvussu nógv øðrvísi eg var ” Um eg gangi framvið einum sera feitum ella sera svørtum manni, so hyggi eg sjálvandi eisini eitt sindur ” Eg eri als ikki harmur um at vera myrkur í Føroyum ” Sum tíðin er liðin eri eg vorðin klókari og meira búgvin - Eg tími ikki at øsa meg um rasistiskar útsagnir og velji ongantíð at loysa trupulleikarnar við harðskapi. Tí tað gjørdi eg ofta fyrr, sigur Luis Osorio Lützen Mynd: Álvur Haraldsen Fleiri bankar rúka Bretska blaðið Financial Times væntar, at altjóða fíggjarkreppan fer at taka fleiri bankar afturat av fótum. Tann viðurkendi viðmerkjarin Martin Wolf, ið starvast hjá Financial Times, sigur við svenskla blaðið Dagens Industri, at fleiri bankar váða nógv, og at tað er stórur vandi fyri, at teir fara av knóranum. Martin Wolf helt fyrradagin fyrilestur fyri svenskum vinnulívsfólki. Har segði hann millum annað, at tey næstu árini verða tung í Evropa, og hann væntaði ikki, at kreppupakkarnir hjá teimum einstøku londunum fara at gera so góðan mun, sum summi vænta. Táttaskald í fongsul Í Egyptalandi hevur ein maður fingið trý ára fongsul fyri at hava yrkt nakrar tættir um landsins forseta, Hosni Mubarak. Sambært dómstólinum vóru tættirnir so niðrandi, at maðurin fekk lógarinnar harðastu revsing. Tann dømdi, Mounir Said Hanna Marzuq, hevur arbeitt hjá tí almenna, og tað var ein starvsfelagi hansara, sum kærdi hann til myndugleikarnar. Egyptisku fjølmiðlarnir hava skrivað um málið, men eingin teirra hevur prentað nakran av tættunum um tann 81 ára gamla forsetan. Sambært lógini kann tann, sum niðrar landsins leiðara, fáa fongsul úr einum samdøgri upp í trý ár.